Onki úrslit

KT-hjálp

Kunningartøkni er ein týðandi partur av gerandisdegnum á Glasi. Fremsta uppgávan hjá KT-deildini er at gera kunningartøknina so nýtiliga sum yvirhøvur gjørligt fyri okkara næmingar, lærlingar og starvsfólk.

Her finnur tú vegleiðingar og forrit, ið verða nýtt á Glasi:

FORRIT

VIDEOVEGLEIÐINGAR

FJARHJÁLP

Ofta settir spurningar:

Hvussu fái eg Office pakkan?

So leingi tú ert næmingur á Glasi, so hevur tú ókeypis atgongd til nýggjasta Microsoft 365 pakkan.

Pakkin kann heintast her.

Til login skal tú nýta títt brúkaranavn@glasir.fo og loyniorð (ið tú hevur fingið frá umsitingini).

Dømi:

 

Trýst nú á “Next” nakrar ferðir og installatiónin fer í gongd. Installatiónin kann taka eina góða løtu.

Hvussu sleppi eg inn á tráðleysa netið?

Soleiðis kemur tú á internetið á Glasi:

1. Finn eitt tráðleyst net, ið eitur Glasir-Students.
Loyniorðið, ið skal skrivast, er: Lesandi18

2. Opna ein kagara (um hann ikki poppar upp automatiskt)
og fylg vegleiðingini á skerminum.

Hvussu installeri eg Maple?
  1. Tak niður forritini (Maple & GYM-pakkan) frá KT-síðuni. Um geymi er útflýggjaður, so set geyman í telduna og far inn á ávíkavist “Windows” (um tú brúkar Windows teldu), “Mac” (um tú brúkar Mac teldu) ella “Linux”.
  2. Windows:  Neyðugt er fyrst at pakka út zip-fíluna (t.d. Maple2022.0WindowsX64Installer.zip).

    1. Leita síðan fram & trýst á setup fíluna (setup-windows.exe), ið er at finna í útpakkaða faldaranum.

      NB!   Sí annars vegleiðingina (t.d. Install_en.html) fyri nærri kunning.
    2. Mælt verður til at nýta fyrisettar teigar. Tó er neyðugt at tryggja sær, at “Type of Licensing” er sett til “Single User License” & vel frá “Check for  updates now“.










    3. Tøppa inn lykilin, ið fæst á KT-síðuni, har ið forrit kunnu takast niður..
    4. Tøppa inn títt navn, eftirnavn, glasir t-post (t.d. xxxxxx@glasir.fo) & set flugubein í “I consent to the collection..” & tak síðan flugubeinið burtur úr “Maplesoft Product Announcements“..
  3. Tá ið Maple er lagt inn, hald so áfram & legg eisini GYM-pakkan (t.d. Maple2022WindowsX64GYMUpgrade_da.exe) inn á telduna..




CD-ORÐ – VIDEOVEGLEIÐINGAR

Lesi- og skrivitænastan hevur nágreiniliga vegleiðing til CD-ORÐ her.

HER er eisini leinki til videovegleiðingar – 8 í tali – um CD-ORÐ og ymiskt annað, sum er hent at vita

Windows: Trupulleikar við CD-ORD / IntoWords (t.d. vil ikki starta)?

Nullstilla lokala brúkara uppsetanina hjá forritinum og logga síðani inn aftur av nýggjum.

  1. Tryggja tær, at MVID-Client er afturlatin. Sí notifikatiónsøkið > høgra klikk á MVID-Client > vel Exit.
  2. Trýst á WIN+R, tøppa inn “%APPDATA%” og trýst á “OK” ella [ENTER]-knøttin..
  3. Broyt heitið á ella sletta hesar faldarar..

    %APPDATA%\Mikrov => %APPDATA%\Mikrov.old
    %APPDATA%\MV-Nordic => %APPDATA%\MV-Nordic.old
  4. Starta CD-ORD / IntoWords og logga inn av nýggjum..

    1. Set flugubein í “Husk mig” og vel “Microsoft“. Tøppa inn tín glasir t-post..
    2. Innritanin skuldi tá verið í lagi, og forritið riggað aftur, sum vant..

 

Um enn trupulleikar, so støkk inn á gólvið hjá okkum ella send ein fyrispurning til kt@glasir.fo

Hans Kristian Alexander Abrahamsen
HNA
KT-umsitari