Onki úrslit

    LÆRING OG TRIVNAÐUR

    Ofta Settir Spurningar um telefonfría undirvísing

    Henda síða er ætlað næmingum, lesandi, avvarðandi og starvsfólkum á Glasi at svara flestu spurningum í sambandi við telefonfría undirvísing. Víst verður eisini til Skilhaldsreglurnar hjá Glasi og lýsing av Læring og trivnaður átakinum á Glasi.

    Hvussu verða telefonirnar innsavnaðar?

    Tá ið blokkurin byrjar, leggja næmingar sjálvir fartelefonina í telefonskápið, sløkta ella í flogstøðu. Tá ið hetta er gjørt, førir lærarin protokoll.

    Hvussu verða telefonir savnaðar, tá ið næmingar møta ov seint?

    Næmingar, ið møta ov seint, leggja sjálvir telefonina í skápið, tá ið teir møta, ella geva læraranum hana at leggja í skápið.

    Hvussu ger mann, tá ið næmingur sigur seg ikki kunna lata telefonina inn, tí foreldur ella onnur skulu hava fatur á viðkomandi?

    Telefonin skal leggjast í skápið undir øllum umstøðum. Er talan um okkurt átroðkandi, ber altíð til at ringja til móttøkuna á Glasi tlf. 616600, sum fer eftir viðkomandi, sum boðini eru til.

    Í Skilhaldsreglunum hjá Glasi stendur: Um næmingur brýtur ásetingarnar um telefonnýtslu og t.d. ikki vil leggja telefonina í skápið, gevur lærarin næminginum boð um at fara á Stjórnarskrivstovuna og har lata telefonina inn. Næmingurin fær telefonina aftur, tá blokkurin er liðugur.

    Øll undantøk hesum viðvíkjandi skulu umvegis leiðsluna.

    Hvussu skulu næmingar handfarast, sum gerast ótrygg av at leggja telefonirnar frá sær?

    Nógv hava ósunnan bundinskap at telefonini. Tað er nattúrligt at kenna stikni og fjáltur av ikki at hava telefonina hjá sær. Royndir vísa tó, at stiknið/illviljin hvørvir eftir stutta tíð, tá ið tað er blivið ein vani at leggja telefonina burtur í undirvísingini. Øll skulu venja seg við hesa nýggju støðu.

    Noktar ein at lata telefonina frá sær, skal vísast til skúlans skilhaldsreglur um telefonfría undirvísing og ta kunning, sum leiðslan hevur givið. Hjálpir hetta heldur ikki, verður næmingurin sendur til leiðsluna at taka sær av málinum.

    Hvussu verður gjørt, tá ið næmingar við børnum siga, at tey mugu hava telefonina hjá sær, tí dagstovnurin skal hava samband við tey?

    Viðkomandi fær telefonnummarið hjá móttøkuni á Glasi tlf. 616600, sum stovnurin kann nýta, um okkurt stingur seg upp.

    Hvussu verða foreldur handfarin, sum vilja hava fatur á sínum barni í skúlatíð, og tí ikki taka undir við skíggjareglum?

    Glasir hevur boðað frá, at í skúlanum eru aðrar reglur galdandi enn heima. Hetta er fyri at stuðla einum góðum, fakligum umhvørvi og samanhaldi á skúlanum. Tí kann ikki væntast, at barnið er tøkt 24-7. Á skúlanum mugu vit fáa frið til fakliga hugsavnan og nærveru, tá ið undirvísing er. Er neyðugt at ringja til næmingin í skúlatíð, kann hetta gerast, tá ið fríkorter ella matarstøðgur er. Fríkorterini eru millum kl 09.40-10.05, 11.35-12.10 (matarsteðgur), 13.40-13.55, og 15.25-15.30, um 5. blokkur er. Annars endar dagurin kl 15.25. Er talan um neyðstøðu, ber til at ringja til høvuðsnummarið hjá Glasi tlf. 616600 og biðja móttøkuna um at fáa fatur á viðkomandi.

    Hvat um næmingurin hevur tvær telefonir við og bert letur aðru inn?

    Tað er ikki loyvt at hava telefon hjá sær ella í taskuni, meðan undirvísing er. Allar telefonir skulu leggjast í skápið.

    Skal lærarin ikki brúka óneyðuga nógva tíð at halda skil á, at telefonirnar liggja í skápinum?

    Á Glasi rokna vit ikki við, at hetta fer við nógvari tíð. Royndir vísa, at tað skjótt gerst ein vani at leggja telefonirnar í skápið, tá undirvísingin byrjar. Tíðin til hetta skal eisini samanberast við alla tíð og ørkymlan, sum fer til næmingar, sum órógva við at spæla spøl, keypa og eru á sosialu miðlunum, ímeðan undirvísing er, um ongar reglur vóru.

    Hvat um næmingarnir gerast firtnir og huglagið verður keðiligt?

    Tað tekur tíð at skapa ein nýggjan vana og góðtaka nýggjar reglur. Tað er umráðandi at halda fast og at viðurkenna, at tað eru næmingar, sum hava verið vanir við at vera online alla tíðina. Tá ið talan er um ein felagspolitikk á skúlanum, har øll gera tað sama, verður tað lættari hjá tí einstaka læraranum at halda fast um, at telefonir skulu leggjast í skápið. Verða trupulleikar við einstøkum næmingum, tekur leiðslan sær av hesum.

    Elvir tað ikki til nógvar ósemjur í tí dagliga, at næmingar skulu lata telefonirnar inn?

    Tá ið øll standa saman um at gera hetta til eina vanliga mannagongd í byrjanini av hvørjum blokki, gerst hetta skjótt ein vani, og møgulig mótstøða hasar av. Tað er umráðandi at standa saman um reglurnar, eins og tað er umráðandi at standa stinn, tá reglurnar ikki verða hildnar, soleiðis at næmingarnir skilja, at hetta verður tikið í álvara.

    Hvat er at gera, tá ið næmingar gerast ófriðarligir og illa til passar av at hava verið uttan telefon í rúma tíð?

    Ta fyrstu tíðina kunnu næmingar kenna fjáltur á sær at skula leggja telefonirnar til viks. Tá er eitt gott hugskot at hava smærri steðgir og venjingar, har næmingarnir sleppa at røra seg – hetta er annars gott í allari undirvísing.

    Hvussu tá ið telefonir eru aktivur partur av undirvísing, t.d. við myndatóli og appum?

    Allir blokkar byrja við, at telefonirnar verða lagdar í skápið. Lærarin hevur leiðsluna í undirvísingarhølinum og ger av, um telefonirnar skulu nýtast í einum blokki ella partar av honum.

    Hvussu við næmingum, sum ganga við snild-uri?

    Snild-ur skulu eisini leggjast í skápið.

    Hvussu við teldum?

    Tímin byrjar við, at teldan er afturlatin. Tað er undirvísarin, sum ger av, nær teldan skal brúkast í undirvísingini.

    Undantak?
    Undantak kann bert gevast av rektaranum á Glasi.

    Avmarkað internetnýtsla

    Á Glasi verður internetnýtslan avmarkað, so óviðkomandi tænastur í skúlatíðini sum t.d. sosialir miðlar, stroyming, shopping, spøl o.a. verða forðaðar á kervinum hjá Glasi.

    Kunnu næmingar ikki fara uttanum internetstongsilin?

    Lættasti hátturin at sleppa undan ásettu reglunum er at nýta internetdeiling á fartelefonini. Tað kann vera ringt at hava eftirlit við hesum í fríkorterum og steðgi. Tí er umráðandi við telefonskápi, greiðum mannagongdum og at øll eru sinnaði at gera eftir hesum mannagongdum. Uttan internetstongsil, er vónleyst hjá lærarum at lyfta hesa uppgávu. Í dagligu undirvísingini snýr tað seg um at skapa tilvitan hjá næmingunum um, at tey við telefonfríari undirvísing og forðing av óviðkomandi tænastum eru í holtur við nakað munagott – ikki einans í mun til reglugerðir skúlans, men serliga í mun til teirra egnu læring.

    Hvussu slepst undan, at næmingar fara uttan um internetstongsil við VPN?

    Til ber at fara uttanum internetstongsul við VPN. Internetstongsil riggar bert saman við góðari floksleiðslu, har lærarar fylgja upp og seta revsitiltøk í verk, tá ið næmingar tilætlað fara uttan um reglurar. Installatión av VPN tænastum verður sæð sum ein tilætlað roynd at snúgva sær undan reglunum, og fær tí avleiðingar.

    Hvussu forða vit, at næmingar nýta internetdeiling, hóast telefonirnar eru í skápinum?

    Telefonirnar skulu vera sløktar ella í flogstøðu, tá ið tær verða lagdar inn í skápið.

    Dagført 12/06-2024