Onki úrslit

LÆRING OG TRIVNAÐUR

Læring og trivnaður eru grundarlagið undir virkseminum á Glasi. Hetta er kjølfest í endamálsorðingini hjá Glasi:

Á Glasi útbúgva og búgva vit tann einstaka fakliga og menniskjaliga. Vit kveikja áhuga og forvitni fyri menning og læring. Hetta er okkara avgerandi leiklutur í samfelagnum.

Menning og læring skulu tí hava teir allarbestu karmar. Ein týdningarmikil treyt fyri menning og læring er trivnaður og hugsavnan. Vit læra best í einum umhvørvi, har vit trívast og kunnu hugsavna okkum.

Óviðkomandi nýtsla av snildtelefonum, teldlum og teldum í skúlatíðini ávirkar læring og trivnað, tí skíggjanýtslan órógvar og forðar hugsavnan. Talgildi meldurin kann eisini verða ørkymlandi og niðrandi.

Royndir og kanningar millum ung her í Føroyum og uttanlands vísa, at bundinskapur at skíggjanýtslu darvar læring og trivnaði. Kanning, sum miðnámsskúlarnir í Føroyum hava gjørt í 2023, vísir, at talið av næmingum, sum kenna seg bundnan at skíggjanýtslu, er vaksið frá 51 til 63 prosent.

Fyri at hava góða menning og læring hevur Glasir gjørt av at hava telefonfría undirvísing. Hetta merkir, at telefonir verða lagdar í eitt skáp í tímunum, og brúk av teldu/teldlum á skúlanum verður avmarkað á kervinum á Glasi, so óviðkomandi nýtsla, sum t.d. stroyming, spøl, shopping og sosialir miðlar, verðir sáldað frá.

Til tess at svara spurningum í hesum sambandi, hava vit gjørt hesar Ofta Settar Spurningar, sum vit meta svara teimum flestu spurningum og ivamálum.

Skilhaldsreglarnar á Glasi eru eisini dagførdar í tráð við omanfyri.

Í januar-februar mánaði 2023 varð gjørd ein kanning á miðnámsskúlum í Føroyum, har m.a. varð spurt um skíggjanýtslu.