Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Leiðreglur fyri nýtslu av vitlíki á Glasi
Generativt ella skapandi vitlíki, sum til dømis ChatGPT, Copilot og aðrir bottar, eru málmyndlar, sum kunnu nýtast til at fáa svar upp á spurningar, sum tú setir skipanini. Skapandi vitlíki nýtir alt tøkt tilfar á alnótini til at framleiða sítt svar. Tí skalt tú hugsa um hetta, tá ið skapandi vitlíki verður brúkt:
- Tilfarið, ið nýtt verður, kann vera ósatt ella ov gamalt. Botturin arbeiðir við sannlíkum svarum, tað vil siga, at tú kanst ikki rokna við, at øll svar eru røtt.
- Botturin kann vera litaður (biased), av tí at hann svarar út frá tilfari, hann hevur atgongd til. Tað er ikki altíð rætta myndin av veruleikanum.
- Botturin hevur ikki atgongd til heimasíður, sum krevja gjald, og her er ofta mest trúverda og vísindaliga undirbygda tilfarið at fáa.
Í sambandi við skrivligar uppgávur er neyðugt, at tú sum næmingur hugsar um, at tú skrivar í eini akademiskari siðvenju. Hetta merkir, at kravið til eina uppgávu er, at tú nýtir siðbundnar og trúverdar keldur úr bókum og greinum.
Neyðugt er at meta skapandi vitlíki sum eina keldu av mongum, og tí er neyðugt at vera kritiskur og eftirkanna svarini, sum tað kemur við.
Tað er ikki loyvt beinleiðis at endurgeva tað, sum skapandi vitlíki hevur gjørt. Hetta er at meta sum plagiat av øðrum teksti. Nýtir tú vitlíki í eini uppgávu, so er ikki loyvt at kopiera tekstin beinleiðis inn í uppgávuna. Í staðin skalt tú gera eina kelduávísing, ið vísir, hvussu tú hevur brúkt vitlíki. Hetta skal upplýsast:
- Hvønn bott, tú hevur nýtt
- Dagfesting
- Promt (avrit av settum spurningum og svari)
Um uppgávan hevur ein kapittul um háttalag, og tú hevur nýtt skapandi vitlíki, er neyðugt við eini frágreiðing, hvussu tað er nýtt.
Tað er altíð undirvísarin, sum setir karmarnar fyri nýtslu av skapandi vitlíki. Spyr undirvísaran, um tú ert í iva um, hvussu tú kanst brúka skapandi vitlíki.
Tað er strangliga bannað at nýta vitlíki til roynd og próvtøku.
Mál- og tekstredigeringsforrit, sum t.d. Grammarly ella Quillbot, eru ikki loyvd at nýta í uppgávum, har málsligir førleikar verða mettir. Um hesi amboð verða nýtt í øðrum uppgávum, er neyðugt at ansa væl eftir rættingum, sum amboðini koma við, tí onkuntíð kunnu rættingarnar vera skeivar ella broyta innihaldið í tekstinum. Kanna gjølla, at eingin óheppin rætting er gjørd, áðrenn tú letur inn.
Minst til: Vitlíkispallarnir goyma ALT, sum tú promtar teir við. Tað er soleiðis teir mennast. Tí er neyðugt at hugsa um hetta:
- GDPR: Tú mást ikki promta ein bott við persónsviðkvæmum upplýsingum. Tað vil siga, at tú mást ikki nýta upplýsingar um onnur fólk, hvørki tekst ella mynd, uttan so at hesir frammanundan eru tøkir á netinum.
- Upphavsrættindi: Tað er ikki loyvt at kopiera tilfar inn í bottin, sum er vart av upphavsrættindum. Tær somu reglur galda her sum fyri alla aðra nýtslu av tilfari.
Vitlíkistøknin mennist í alstórum lopum, og torført kann vera at fylgja við hesum. Á Glasi arbeiða vit áhaldandi við leiðreglum fyri nýtslu av vitlíki.
(Oktober 2024)