Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Kantinan á Glasi
Vælkomin og væl gagnist
Kantinan á Glasi er savningarstaðið í steðgunum. Umframt heitan døgurða, sum er millum kl. 11:15 og 12:30, hava vit økt um úrvalið av skundverðum, tvíflísum, langbreyðum og øðrum.
Gjalding
Til ber at gjalda við korti, telefon (talgilt kort), lyklaflís (starvsfólk) ella reiðum peningi.
Egnan kopp
Fyri at minka um spill og burturkast nýta vit ikki einnýtiskoppar í kantinuni á Glasi. Ístaðin nýta vit egnan kopp. Hetta hjálpir bæði umhvørvinum, avruddingar- og uppvaskifólkunum og minkar um smittuvanda. Tit kunnu sjálvsagt eisini keypa drykk á fløsku – vatn, djús, sodavatn – í kantinuni fyri sámuligar prísir.
Matskrá
Kantinan er opin mána- til fríggjadagar frá kl. 7:15 til 14:00
Morgunmatur er frá kl. 07:15 til 10:00
Døgurðin er millum kl 11.15 og 12.30
Millum kl. 07:15 og 14:00 er vanlig søla – t.d. av drykkkjuvørum, skundverðum, frukt, grønmeti og góðgæti. Í løtuni hava vit økt munandi um úrvalið av skundverðum, tvíflísum, langbreyðum og øðrum. Hetta ger, at tit skjótari fáa keypt matin og samstundis hildið leiðreglurnar um frástøðu.
Prísirnir á skundverðum, drykkjuvørum, góðgæti og smárættum standa á prísskeltum við vøruna.
Kostnaðurin fyri døgurða og salat er eftir vekt, sum verður ásett við kassan.
Tað er eisini møguleiki fyri sjálvavgreiðslu við kassarnar um goldið verður við gjaldskorti.
Vit vilja heita á tykkum um ikki at bera bakkar, tallerkar og bestikk burtur úr kantinuøkinum. Maturin skal etast í økinum við kantinuna, og vit rudda upp eftir okkum og seta alt á rætta stað í avruddingarøkinum. Hetta ger stóran mun fyri tey, sum vaska og arbeiða í kantinuni.
Bygningurin skal haldast reinur og rudduligur. Tí skal matur og drekka í høvuðsheitinum etast í kantinuøkinum. Loyvt er tó at drekka í stovunum, men vit mugu sjálvi rudda upp eftir okkum. Vit skulu heilsa frá kantinuni og vaskifólki og takka fyri góðu undirtøkuna og góðan hugburð. Tó hevði verið gott, um vit tóku betur upp eftir okkum og gjørdu okkum størri ómak við at seta rætt frá okkum í uppruddingarøkinum.
Heitur døgurði fæst frá kl. 11:15 til kl. 12:30.