Onki úrslit

Skúlaheimið í Marknagili

Skúlaheimið kann hýsa uml. 50 næmingum í einakamari. Heimið er ætlað næmingum á Glasi at búgva í undir heimligum umstøðum. Næmingar, ið ganga á øðrum skúlum, kunnu eisini fáa innivist á Skúlaheiminum. Niðanfyri kanst tú lesa meira um Skúlaheimið og hvussu tú søkir um innivist.

Um Skúlaheimið

Faldari um Skúlaheimið (frá 2022) kann heintast HER

Lyklapersónar á Skúlaheimnum:

  • Andrias Jacobsen
  • Rógvi Fossadal
  • David Isfeld

Um tú hevur brúk fyri bráðfengis hjálp ella bert kunning, so ber til at ringja til náttavaktina hjá Skúlaheiminum: tlf. 261818

Umsóknarblað

Send beinleiðis umsókn her

Um tað av onkrari orsøk ikki bar til at senda umsókn beinleiðis á netinum kann umsóknarblað til Skúlaheimið heintast her

Skrivstovan á Skúlaheiminum, upplatingartíðir

Upplatingartíðir:
Mánadag kl. 08.00 til 10.00 og hósdag kl. 10.00 til 12.00.

Tað ber eisini til at ringja til Andrias Jacobsen, 568010.

Leigugjald

Mánaðarliga leigugjaldið fyri kamar á Skúlaheiminum er 3.600 kr. Hetta er galdandi fyri øll kømur og allar leiðarar. Við í gjaldinum er fullur kostur og internet. Leigugjaldið er dagført 17. august 2020.

Matartíðir

Morgunmatur kl. 07.15 – 08.00 á Glasi
Døgurði kl. 11.30 – 12.30 á Glasi
Nátturði kl. 17.30 – 18.00 á Glasi
Kvøldkaffi kl. 18:30-22:00 – á Skúlaheiminum

Vinarliga heingið stólarnar upp undir borðið og ruddið eftir tykkum, tá tit eru liðug at eta.

Hesar tíðir er Skúlaheimið stongt:

Frá fríggjakvøldið kl 18.00 til sunnukvøld kl. 18.00.

Um avtala er gjørd um hetta frammanundan, kunnu nýggir næmingar flyta inn sunnukvøld millum kl. 19.30-20.30.

Frágreiðingar um Skúlaheimið

Tað eru gjørdar tvær frágreiðingar um Skúlaheimið. Fyrra frágreiðingin er frá í 2012 og kann lesast her

Seinna frágreiðingin er frá desember 2016 og kann lesast her

Andrias Jacobsen
ANJ
Umsitari av Skúlaheiminum, lærari

Lærugreinar

Timbur ,  Støddfrøði ,  Alisfrøði