Føroyar byggja sum ongantíð fyrr, og byggivinnan skríggjar eftir byggifrøðingum, so lønin er góð í løtuni. Men fyri at gerast partur av hesum, mást tú fyrst taka útbúgvingina á Glasi. Um tú byrjar nú í februar, kanst tú tørna út sum nýklaktur byggifrøðingur á sumri 2026.
FREISTIN AT SØKJA ER 15. JANUAR, 2023
Byggifrøði er fulltíðarlesnaður og útbúgvingin tekur 3½ ár, tá er praktikkin og bachelor uppgávan íroknað. Tú fær hægsta lestrarstuðul, meðan tú ert undir útbúgving. Útbúgvingin er soleiðis samansett, at tú arbeiðir bæði við ástøði og í verki. Nógvar verkætlanir og minst ein góð verkætlanarferð eru partur av útbúgvingini.
Fyri at verða tikin upp á útbúgvingina Byggifrøði krevst, at umsøkjarin hevur lokið:
- gymnasiala miðnámsútbúgving ella
- handverkaraútbúgving – eitt nú húsasmiður, snikkari, múrari ella elektrikari.