Opið hús verður á Glasi 09. mars 2022, har tú kanst síggja umstøðurnar, vitja verkstøðini og frætta mera um allar yrkis- og miðnámsútbúgvingarnar – m.a. nýggju skapandi fyrireikingarbreytina, sum samantvinnar yrkisnám og gymnasialt miðnám.
Dyrnar lata upp kl. 18:00. Kl. 19:00 er felags kunning í atrium um útbúgvingarmøguleikarnar, bæði á yrkisnámi og gymnasialum miðnámi. Eftir felagskunningina ber til at fara út á ymsu deildirnar og hoyra nærri um møguleikarnar á ávísu breytunum. Hendan kunningin verður skipað í trimum umførum millum kl. 20 og 21. Høvi er at tosað við leiðslu og lærarar, og lestrarvegleiðingin hevur eina upplýsingarstovu, har svar fæst um tað allarmesta í sambandi við útbúgvingarvalið.
Yvirlit yvir allar útbúgvingarnar, sum kunnað verður um mikukvøldið 9. mars sæst her. Á gymnasialum miðnámi eru stóru breytirnar búskaparbreyt, hugbreyt og náttúrubreyt. Afturat hesum eru fyrireikingarbreytin (fyrr HF) og nýggja skapandi fyrireikingarbreytin, sum er ein trý-ára útbúgving, sum samantvinnar yrkisnám og gymnasialt. Á yrkisnámi eru bilbreyt, elbreyt, smiðju- og metallbreyt, timburbreyt og hárbreyt. Harafturat eru klædnaatstøði og tilvirkisatstøði. Skapandi fyrireikingarbreytin hevur m.a. lærugreinar á klædnaatstøði. Eisini ber til at hoyra meira um autismuflokkin, serbreytina, FHS yrkisnám, skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting og útbúgving innan smásølu og heilsølu.
SKRÁ: