Mikudagin 4. februar varð skipað fyri tiltaki á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stuttsøgukappingini 2025 vórðu avdúkaðir. Pauli Sigurðsson úr 23n átti bestu stuttsøguna, meðan Bára Eliasen úr 24b átti næstbestu og triðbestu stuttsøguna.

Undirtøkan fyri stuttsøgukappingini hevur verið sera góð øll árini, hon hevur verið, og í ár komu 65 stuttsøgur inn. Á tiltakinum avdúkaði Una Joensen, rektari, vinnararnar og handaði teimum vinningarnar. Tvær av vinnarasøgunum vórðu lisnar upp á tiltakinum.

Í dómsnevndini sótu Marianna Hoydal, Malan Poulsen, Sámal Soll, Margreta Knudsen og Signa Joensen, og tey høvdu hesa grundgeving fyri val av vinnarum:

Vinnarasøgan í ár er ein stuttsøga, ið lýsir skuggasíðuna av okkara samfelag. Ein skuggasíða, sum er beint framman fyri okkum, men sum vit ikki síggja, tí vit heldur hyggja niður í telefonirnar. Hegnisliga varpar stuttsøgan ljós á rúsevnismisnýtslu og sálarligar trupulleikar – og tað kenda umhvørvið í miðbýnum í Havn spælir ein stóran leiklut í søguni.

Hetta er ein heilskapaður tekstur, har formurin á søguni stuðlar innihaldinum. Søgan er serstakliga spennandi uppbygd. Málburðurin er lættur og flótandi, men samstundis hevur hann ein poetiskan og sansaligan dám, ið ger tekstin livandi fyri lesaran.

Nr. 1 er “Skuggin í Steinatúni”. Pauli Sigurðsson.

Ein ung kvinna fer inn í eina krambúð at keypa sær ein kjóla. Søgan um hetta keypið og handilin er bæði gerandislig og gátufør. Gerandislig, tí lesarin fær innlit í ymiskar uppgávur og leiklutir, sum krambafólk kunnu hava ein deydligan fyrrapart – men søgan er eisini gátufør, tí hví keypir hon ein so vakran kjóla “Hósmorgunin klokkan hálvgum ellivu”?

Nr. 2 er “Hósmorgunin klokkan hálvgum ellivu”. Bára Eliasen

Henda stuttsøgan er ein poetisk og stillfør søga um longsul og leitan, har sjónarhornið hegnisliga og nærum óvarandi skiftir. Í eini skundmerktari tíð, við skermum og tøkni, er áhugavert, at høvundurin letur persónin í søguni leita út í náttúruna og í sansandi náttúrulýsingum dvølja við smálutir, so mørk loysast upp í táminum.

Nr. 3 er “Tám”. Bára Eliasen.

Nýtt stuttsøgusavn á veg

Stuttsøgukappingin er eitt afturvendandi tiltak, og hetta er níggjunda ferð, at Glasir hevur skipað fyri kappingini. Fyrstu ferð var í 2017, og tá komu vinnarasøgurnar, umframt nakrar aðrar, út í savninum Kamparænarin og 15 aðrar søgur. Í september í 2020 kom savnið Fjølmánar við 16 útvaldum stuttsøgum frá teimum trimum árunum frammanundan. Í 2022 kom so triðja stuttsøgusavnið Ikki í dag við 17 útvaldum søgum.

Eftir ætlan kemur eitt nýtt stuttsøgusavn við heitinum Stigin út í februar. Hetta er eitt savn við søgum, sum eru komnar inn til kappingina seinastu trý árini. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Myndir frá vinnaratiltakinum

Vinnandi stuttsøgurnar