Røðari: Fríðunn Bolstad Mortensen
Røðan til prógvhandanina
“Ein meldur av eydnusomum kenslum, ein tutlandi áarløkur, summardáin heilsar okkum og tjøldrini láta sorgblíð klipp. Sóljukopparnir bjóða okkum sína djúpu skál og blíða summarnáttin fevnir okkum. Skiftandi kenslur, gleði, sorg, stúran og vón, og heimurin liggur víðopin.
Góðu pisur, foreldur, lærarar, vinir, familja og avvarandi! So upprann dagurin umsíðir. Dagurin, sum eg vænti tey flestu av okkum hava glett okkum so innarliga til.
Lívið er ein pallur, segði gamli Shakespeare. Vit læra allarmest í felagsskapi og saman við øðrum. Felagsskapurin ger okkum til heil menniskju. Vit mennast gjøgnum tíðina, vit læra av okkara feilum og av hvørjum øðrum. Í sera góðum felagsskapi hava vit lært eina rúgvu og ikki minst hava framúr góðu lærararnir kveikt okkum og lært okkum nógv.
Glasir er vakrasta træið í Valhøll. Rótin eru foreldrini og avvarandi. Bulurin er týdningarmikil, og tað eru tit – lærarar og leiðslan. Og vit eru tey vakrastu bløðini, og bløð kunnu ikki spretta uttan bestu gróðrarlíkindi.
Vit liva í tíðini, sum kemur í søgubøkurnar – í einum samfelag, sum skakar okkum. Tíðin hevur verið merkt av koronu, har vit øll hava verið noydd at konfronterað einsemi, isolation, testir oman á testir og tað mest ræðuliga – heimaundirvísing. Korona hevur sanniliga verið ein stór forðing fyri okkum studentar – býurin lat aftur, og ongir festivalar. Men í mars 2022 var sagt farvæl korona, og várið kallaði. Tað vóru spentir ungdómar, sum fóru á flog við Atlantic Airways til Danmarkar á námsferð. Hetta var hæddarpunktið – alt skuldi innheintast, og vit høvdu ikki stundir at sova. Um dagin noyddust vit at fáa áfylling av danskari mentan – um kvøldið skiftu vit til írska mentan – Vit studentar høvdu nógv stuttlig kvøld á Old Irish tvørturum breytir, men sanniliga eisini saman við festligum lærarum. Hetta eru minnir fyri lívið.
Ræðuliga kríggið í Ukraina brast á, og vit merktu, hvussu ein skjáltur fór ígjøgnum alt Evropa. Her standa vit í heimsins tryggasta staði. Men tó hava vit somu kenslur, sum onnur ung kring knøttin – tað er ikki lætt at vera menniskja í dagsins samfelag.
Hóast vit í dag hava eitt slipsasamfelag, so vilja vit ikki vera Øskufía, Tornarósa ella Snjóhvíta og sita og bíða eftir prinsinum á tí hvíta hestinum. Sjálvt um maðurin á rossabaki er tann, ið hóskar best inn í dagsins samfelag, tá ið vit hugsa um dálking og ikki minst hækkandi oljuprísin.
Lívið er eitt puslispæl sigur Kári P. Tíanbetur liggur tað ikki sum tað skal – tí hvar er drívmegin so? Hvønn dag hoyra vit um ungdómin, sum hevur ilt í sálini og lívið kennist sum ein rullitrappa. Vit hava hugtøk fyri alt tað vit føla, afturvendandi kenslan hjá okkum øllum er óivað Fomo – fear of missing out. Og vit síggja væl tilgjørdar myndir á Instagram og alt sær stuttligari út á Snap. Vit hava Tik Tok heila, og hava brúk fyri at zappa víðari, og vilja hava nýggja stimulansu, og vilja gloyma akkurat sum ein snap chat heili.
Svend Brinkmann, kendur professari í sálarfrøði sendi øllum pisum eina heilsu á instagram. Hann bar fram tíggju góð ráð, har hann eitt nú sigur soleiðis. Trúgv ikki teimum, ið siga, at alt er gjørligt. Ver takksom fyri tínar avmarkingar. Skammast ikki við at geva upp onkuntíð – tað er menniskjasligt. Tað ljóðar rotið, men lurta eftir foreldrum tínum. Tey vilja tær alt tað besta og hava nógvar royndir. Men tak egnar avgerðir. Tá ið eitthvørt fer í sor, royn so og bøt um. Tosa við fólk, tú ert ósamd við. Fólk eru ikki skeiv, bara tí, at tey meina okkurt annað enn tú.
Eg haldi, at tað er av stórum týdningi, at vita, at tað er menniskjasligt at snáva, at ivast, at stúra og at gera mistøk. Í tí tíðini vit liva í nú skulu øll vera bestu útgávur av okkum sjálvum á øllum møguligum pallum. Vit stremba øll eftir tí perfekta. Men er tað perfekta til? Vit stremba øll eftir tí perfekta karakterirnir, men loysir tað seg ikki betri at vera ein góður karakterur?
Eg fari at sakna tykkum næmingar og lærarar, og eg ynski tykkum øllum eina bjarta og eydnusama framtíð. Minnist til at virðismeta lívið, og altíð síggja tað góða í lívinum, tí sum HC Andersen sigur, so er lívið tað besta ævintýrið.
Føroya fagrasti ungdómurin. Framtíðin liggur víðopin, og korona fría summarið við festivalum, hugna og veitslum stendur fyri durum.
Góðu pisur. Roynið nú flogið so væl – vónandi fara tit ikki at flúgva so dovið sum lærlitt loðmýggj.
Takk fyri meg!”
– Fríðunn Bolstad Mortensen