MUNNLIGAR ÁRSROYNDIR OG PRÓVTØKUR

Hósdagin 16. mai kl. 15:00 verða munnligu ársroyndirnar og próvtøkurnar kunngjørdar á Glasi. Yvirlit verða send næingunum yvir næmingabólkarnar umvegis Postskipanina (bólkarnir Lesandi GM ella Lesandi YN).

Gevið gætur: Næmingar skulu, í próvtøkutíðini, dagliga kanna mail og lesa boð til bólkarnar Lesandi GM (tey á gymnasialum míðnámi) ella Lesandi YN (tey á yrkisrættaðum námi).

SKRIVLIGAR ÁRSROYNDIR OG PRÓVTØKUR

Yvirlit yvir skrivligu próvtøkurnar hava verið tøk eina tíð. Tað er tøkt her. Broytingar kunnu koma fyri. Tí er avgerandi, at næmingar dagliga kanna mail. Á síðuni ‘Próvtøkur’ verða allar dagføringar og broytingar í próvtøkuætlanum eisini lagdar út. Snarvegur til ta síðuna – glasir.fo/provtokur – er her.