So var úrslitið av seinnu veljarakanningini á Glasi tøkt. Tað vóru 394 næmingar, ið tóku lut í seinnu kanningini, og vísir hon, at Javnaðarflokkurin framvegis hevur størstu undirtøku millum tey lesandi á Glasi.
394 næmingar luttóku í veljarakanningini, og tað eru 76 fleiri næmingar enn til veljarakanningina, ið var tann 28. november á Glasi. 25,9% av teimum luttakandi hava ikki valrætt og 59,1 % hava ongantíð valt til eitt Løgtingsval. 69,5% av næmingunum ætlar sær at fara á Løgtingsval 8. desember 2022.
Hóast Javnaðarflokkurin framvegis hevur størsta undirtøku millum lesandi á Glasi, so sæst, at býtið av atkvøðum millum flokkarnar hevur flutt seg, og tað styttist millum flokkarnar síðani fyrru veljarakanningina.
Javnaðarflokkurin hevur fingið 33,2 % av atkvøðunum og hevur størstu undirtøku millum tey lesandi á Glasi, Tjóðveldi hevur næststørstu undirtøku við 26,4 % av atkvøðunum, ímeðan Sambandsflokkurin hevur triðstørstu undirtøku við 14,2 % av atkvøðunum.
Býtið av atkvøðunum frá seinastu veljarakanning vísa, at Tjóðveldi hevur fingið 38 atkvøður fleiri enn til fyrru veljarakanningina á Glasi, og er tað størsta tilgongdin av atkvøðum til ein flokk sambært hesi veljarakanningini.
Tað eru samfelagsfrøðilærarar á Glasi, sum standa fyri veljarakanningini, og eru teir væl nøgdir við luttøkuna av kanningini. Endamálið við veljarakanningini er at vita, hvønn flokk og hvørji politisk evni næmingar velja og raðfesta. Kanningin er ætlað at brúka í undirvísingini.
Úrslitið av veljarakanningini 5. desember sæst niðanfyri.
Úrslitið av veljarakanningini 28. november sæst her.