Nú ber til at at søkja inn á professiónsbachelor útbúgving í Altjóða Handil og Marknaðarføring stytt AHM á Hægri Nám á Glasi.

AHM er 3,5-ára professiónsbachelor útbúgving ella ein 1,5 ára top-up útbúgving. Møguleiki er at søkja inn á hesa útbúgving frá byrjan av og taka hana í eitt trý ára skeið, ella at taka hana sum yvirbygning til Marknaðarførslubúskap , sum er framhald av styttri útbúgvingum, sum Hægri Nám hevur bjóðað út áður.

Kunning um innihald og upptøkutreytir til AHM fæst á hesum staði á heimasíðuni hjá Glasi.

Til ber at søkja inn á útbúgvingina her.

Freistin at søkja er 15. juni 2024.