Tað var eitt samanstúgvað atrium, sum tók ímóti umboðum frá politisku ungmannafeløgunum týsdagin á Glasi. Hýrurin var góður og unga ættarliði av veljarum vóru forvitin.

Næmingarráðið skipaði týsdagin fyri pallborðstiltakið “Stemmuboksing” á Glasi, har umboð fyri øll politisku ungmannafeløgini møttu upp fyri at greiða frá sínum virðum og politiskum sjónarmiðum. Høvuðsdentur var lagdur á 4 evni – Loysing/Samband, Javnstøða, Verðsligt/Átrúnðarligt og Fosturtøka -, har hvør flokkur fekk møguleikan at greiða frá sínum sjónarmiði og síðani luttaka í einum felagskjakið, sum Katrin Petersen leiddi alt tiltakið. At enda fingu lesandi á skúlanum eisini møguleika at seta umboð fyri ungmannafeløgini spurningar.

Fyri at lodda tað politiska dýpið hjá tí teimum lesandi á Glasi, hevði næmingaráðið sent eitt talgilt spurnarblað út til øll lesandi áðrenn pallborðsfundin, har man kundi svara uppá hvønn flokk man hevði valt og nakrar aðrar virðis-spurningar. Tá kjakið var við at gerast liðugt fingu tey lesandi so møguleikan at svara aftur uppá teir somu spurningar fyri at síggja um kjakið hevði flutt nakrar atkvøður og meiningar.

 

Tað var møguliga ikki so stórur munur á fyrru og seinnu spurngarkanningini, men har vóru tó árin at síggja. Eitt nú fekk Sjálvstýri við Hera Danielsen sum umboð ein góðan dag, har hann fór frá 1% av atkvøðum uppá 10%. Atkvøðurnar eru allarhelst komnar frá Framsókn og Fólkaflokkinum sum ávikavist byrjaðu dagin við 11% og 14 % av atkvøðunum, men bert høvdu  5% og 10% eftir, tá ið kjakið var komið at enda.

Tað, sum var mest eyðsýnt við seinna umfar av atkvøðum, var at samgongan bert fekk 27% av atkvøðunum – undir 1/3 av samlaðu ungdóms atkvøðunum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fingu tilsamans meirilutan av atkvøðunum – heili 58%.

Tað skal takast atlit til, at í fyrra umfarið vóru 557 atkvøður, meðan tað “bert”vóru 373 atkvøður í seinna umfar – tó er vælluttøkan væl innanfyri nøgdirnar, sum eitt nú Gallup nýtur í sínum veljarakanningum.

Stórsta broytingin við virðispurningunum, var at Tjóðveldi megnaði at førka “loysing” frá 39% innan kjakið til 49% aftaná kjakið. So hóast Glasir kann sigast at verða sambandssinnað, so er munurin lítil í løtuni. Spurningarnir kunnu síggjast her.

Tiltakið hjá næmingaráðnum vísur ein týðuligan politiskan áhuga millum tey ungu – bæði tey sum skulu velja, og tey sum vilja verða vald. Líknandi tiltøk verða avgjørt at síggja aftur á Glasi.