Danska Georg Mohr-kappingin í støddfrøði er hevdvunnin og føroyskir næmingar hava onkuntíð staðið seg væl. Til seinastu kapping fingu fimm næmingar á Glasi diplom fyri fyrra umfar, meðan tann eini næmingurin eisini fekk diplom fyri seinna umfar.
Hetta ber boð um matematiskar heilar á høgum støði – og at støddfrøðilærarar á Glasi duga at fáa næmingarnar at menna seg og spíla seg út. Vit ynskja næmingunum (og lærarum teirra) hjartaliga til lukku við heiðursbrøvunum og góða avrikinum.
Á myndini eru:
- Bóas Hermansson, 18z
- Jonna Beinta Eyvindsson, 20y
- Tór á Kamarinum, 17g. Tór fekk eisini heiðursbræv til seinna umfar. Les meira um tað her.
- Frida Holm Jacobsen, 19ø
- Henriette Svenstrup, lærari
- Mortan Thomsen, lærari
- Filip Syderbø, 18z, var burturstaddur.