Depilsráðið
Uppgávur hjá depilsráðnum
Depilsráðið virkar sbrt. løgtingslóg nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.
Les lógina her.
Meginuppgávurnar hjá depilsráðnum eru:
1)
– at styrkja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir
– at veita rekaranum ráð og gera tilmæli viðvíkjandi fyriskipan, útbúgvingum og strategi
– at virka fyri at Glasir í størst møguligan mun bjóðar út yrkisfakligar grund-, eftir- og
víðariútbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni.
2) at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tí inntøkufíggjaða virkseminum hjá Glasi
Eru spurningar ella uppskot til depilsráðið ber til at venda sær til formannin Sigurð Ó. Vang á fart. 21 39 23 ellasigurd@torshavn.fo
- Limir í Depilsráðnum
Sigurð Ó. Vang, umboðandi Føroya Kommunufelag (formaður)
Magnus Magnussen, umboðandi Vinnuhúsið (næstformaður)
Anna Johannesen, umboðandi Starvsmannafelagið
Eli Brimsvík, umboðandi Landsfelag Handverkaranna
Gunnar Mohr, umboðandi Vinnuhúsið
Súsan Klein Gregoriussen, starvsfólkaumboð, Glasir
Una Joensen, starvsfólkaumboð Glasir
Pól Torgeir B. Jacobsen, lesandi/næmingaumboð, Glasir
Steinbjørn Hardlei, virkandi rektari, Glasir
- Varalimir í depilsráðnum
Niels á Reynatúgvu, umboðandi Starvsmannafelagið
Dánjal Pauli Djurhuus, umboðandi Landsfelag Handverkaranna,
Jonhard Mikkelsen, umboðandi Føroya Kommunufelag
Mouritz Mohr og Ása Hansen, umboðandi Vinnuhúsið
Unn Zachariassen og Christina Nolsøe, starsfólkaumboð, Glasir