Depilsráðið
Uppgávur hjá depilsráðnum
Depilsráðið virkar sbrt. løgtingslóg nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.
Les lógina her.
Meginuppgávurnar hjá depilsráðnum eru:
1) – at styrkja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir
– at veita rekaranum ráð og gera tilmæli viðvíkjandi fyriskipan, útbúgvingum og strategi
– at virka fyri at Glasir í størst møguligan mun bjóðar út yrkisfakligar grund-, eftir- og
víðariútbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni.
2) – at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tí inntøkufíggjaða virkseminum hjá Glasi
Nýtt Depilsráð verður tilnevnt av á heysti 2022. Tá tað er gjørt, verða upplýsingarnar um ráðið tøkar her.
Her verða nøvnini á limunum í depilsráðnum kunngjørd, tá nýggja er tilnevnt av landsstýrismanninum.
Í núverandi ráðnum eru:
Niels á Reynatúgvu, umboðandi Starvsmannafelagið
Dánjal Pauli Djurhuus, umboðandi Landsfelag Handverkaranna,
Jonhard Mikkelsen, umboðandi Føroya Kommunufelag
Mouritz Mohr og Ása Hansen, umboðandi Vinnuhúsið
Unn Zachariassen og Christina Nolsøe, starvsfólkaumboð, Glasir