Depilsráðið
Uppgávur hjá depilsráðnum
Depilsráðið virkar sbrt. løgtingslóg nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili.
Les lógina her.
Meginuppgávurnar hjá depilsráðnum eru:
1) – at styrkja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir
– at veita rektaranum ráð og gera tilmæli viðvíkjandi fyriskipan, útbúgvingum og strategi
– at virka fyri at Glasir í størst møguligan mun bjóðar út yrkisfakligar grund-, eftir- og
víðariútbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni.
2) – at hava yvirskipaðu ábyrgdina av tí inntøkufíggjaða virkseminum hjá Glasi
Nýtt Depilsráð verður tilnevnt av á heysti 2022. Tá tað er gjørt, verða upplýsingarnar um ráðið tøkar her.
Her verða nøvnini á limunum í depilsráðnum kunngjørd, tá nýggja er tilnevnt av landsstýrismanninum.
Í núverandi ráðnum eru:
Magnus Magnussen, formaður, MM, Vinnuhúsið
Anna Johannesen, næstforkvinna , AJ, Starvsfelagið
Eli Brimsvík, EB, Landsfelag Handverkaranna
Jóan Petur Hentze, JPH, Føroya Kommunufelag
Eyðvør Berg, EYB, Vinnuhúsið
Maria Nielsdóttir, MRN, starvsfólkaumboð, Glasir
Benny Nielsen, BEN, starvsfólkaumboð, Glasir