Væluppløgd valevni vitjaðu á Glasi mánadagin til siðvandan veljarafund um viðkomandi evni fyri næmingarnar.

Tað var ein øðrvísi og meira spentur stemningur niðri í atrium á Glasi til valfundin mánadagin enn tað var á valfundinum til Fólkatingsvalið fyri einum góðum mánað síðani. Tey mongu valevnini vóru væl uppløgd og tilreiðar at berjast fyri sakini, og tónin var sum heild eina tonn skarpari.

Fundurin var fyriskipaður av samfelagslæraratoyminum og næmingaráðnum á Glasi, meðan næmingar og lærarir í miðlakunnleika og tónleiki syrgdu fyri ljóð og stroyming av tiltakinum. Royndi blaðmaðurin Sveinur Tróndarson var hálaður inn at verða orðstýrari fyri fundin. Tiltakið var skipað í 3 umfør, har ungu valevnini hjá flokkunum set sína dám á tey innleiðandi umførini, meðan floksforfólki trinu inn á pallin í síðsta umfarið.

Í fyrsta umfari var rúsdrekkalógin og legalisering av cannabis uppi at venda. Kjakið um rúsdrekkalógina tøktist ikki so eymt fyri ungu valevnini at umrøða. Mest var tað Rúsan, sum fekk nøkur høgg, tí fyri flestu flokkarnar snúði tað seg mest um at betra um núverandi lóggávu, meðan Framsókn var einasti flokkur, sum vildi hava eina beinleiðis liberalisering við at fáa øl og vín út í handlarnar. Øðrvísi var við legalisering av cannabis, har flestu flokkarnir vóru fyri at loyva ávísum útgávum av cannabis – eitt nú sum heiluvágur. Tað var bert Miðflokkurin, sum vildi hava fleiri prógv á borðið, áðrenn man umhugsaði eina partvís legalisering.

Í øðrum umfarið fór ein útskifting fram og tá kom eisini tað mest eldfima evni á breddan – nevniliga lóggávan um fosturtøku. Hóast sjálvt orðaskiftið ikki bleiv so heitt og kensluborið, sum tað kann blíva, so verður fosturtøkulóggávan heilt sikkurt broytt eftir valið. Flestu flokkarnir vístu til egna sannføring í hesum eldfima evninum fyri ikki at koma at siga ov nógv, men øll vóru samd um at fosturlóggávan mátti broytast – so ella so. Umboðið hjá miðflokkinum stóð tó aftur einsamalt eftir, tá hon var einasta valevni, ið ikki vildi stuðla einari fosturtøku lóggávu, sum loyvdi fosturtøku upp til 12 vikur. Hinuvegin tóku øll valevnini undir við at umstøðurnar kring barnsburðin – sum sosialar veitingar, kunning og stuðul – skulu betrast alt fyri eitt.

At enda kom floksforfólkið fram at mikrofonini fyri at tosa um búskapin og møguligar samgongu-samanrenningar eftir atkvøðurnar verða taldar upp komandi hóskvøld.

Kjakið um búskapargongdina seinastu árini snúði seg mest um landið hevði eitt nóg stórt yvirskot á fíggjarlógini. Andstøðuflokkarnir søgdu “nei” og samgonguflokkarnir søgdu “ja”, meðan ongin í salin gjørdist serliga nógv klókari uppá, hvør hevði rætt. Annars spældu floksforfólkini síni “greatest hits” sum “vit mugu skapa tey bestu korini fyri vinnuna”(A), “stórur partur av fíggjarlógini kemur úr Danmark” (B) “vinnan skal gjalda meira til landið” (C) “føroyski búskapurin berur seg sjálvan” (E) og “ogur eiga heimsins besta samfelag” (H).

Og tá spurningurin kom til møguligar nýggjar samgongur eftir valið, so var tað aftur javnaðarflokkurin sum ikki tímir við Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin er við uppá tað mesta. Tjóðveldi ynskir at andstøðan skal gerast nýggja samgonga, meðan Sambandsflokkurin ynskir verandi samgongu at gerast nýggja samgonga. Og síðst, men ikki minst Framsókn og Sjálvsstýri, ið bara ynskja at verða avgerandi tummulin á vektskálini.

At politisku valevnini vóru væl uppløgd og prátmikil til dagsins valstríð, var eyðsýnt við, hvussu fáir spurningar komu úr salinum. Og tað var ikki tí, at næmingarnir vóru smæddir ella líkasælir. Har var bara heilt einfalt ikki tíð til tað, tí kjakið var so heitt og livandi. Sveinur Tróndarsson hevði eisini úr at gera at halda stýr á øllum valevnunum, og tað kom hann bara væl frá.

So er tað spurningurin um unga ættarliðið á Glasi fekk nakað burturúr áhugaverda og tiltíðir skemtilga orðasskiftinum. Í sambandi við valfundin hava samfelagslærarnir gjørt tvær veljarakanningar millum næmingarnar á Glasi – eina í síðstu viku (sum kann síggjast her) og eina nýggja kanning, ið var gjørd beint eftir valfundin, sum verður kunngjørd í næstum. Spennandi verður at síggja um kjakið hevur flutt nakrar atkvøður komandi hósdag.