Bygningsumsitingin á Glasi søkir verkvørð til fulltíðarstarv at byrja 1. februar 2025 ella sambært nærri avtalu. Vit leita eftir einum verkvørði, sum hevur royndir og útbúgving sum handverkari. Fyrimunur kann verða, um umsøkjarin er timburmaður/snikkari.

UPPGÁVUR

Bygningsumsitingin á Glasi telur tilsamans fimm húsavørðar og tveir verkvørðar. Uppgávurnar, sum verkvørðurin skal røkja, eru fjøltáttaðar. Viðkomandi skal m.a.:

  • røkja og viðlíkahalda maskinur og útbúnað á timburverkstaði/elverkstaði
  • røkja og halda verkstøð, goymslu og tilhoyrandi rúm
  • ganga lærarum til handa í sambandi við undirvísing
  • gera hølir klár í sambandi við undirvísing, próvtøkur og tiltøk

FØRLEIKAR

Umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við bæði starvsfólk og næmingar, skal tann, ið settur verður:

  • duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur
  • vera fyrikomandi og hava gott handalag
  • hava útbúgving sum handverkari ella samsvarandi útbúgving
  • hava KT-førleikar á brúkarastigi

LØN OG TREYTIR

Starvið er fulltíðarstarv at seta frá 1. februar 2025 ella sambært nærri avtalu. Setanarstaður er á Glasi. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmálanum millum Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Jøkladal, tekniskan leiðara, á tlf. 568001 ella við telduposti alj@glasir.fo.

UMSÓKN

Umsókn skal, saman við CV, avriti av prógvum, viðkomandi skjølum og møguligum viðmælum, sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi mánadagin 23. desembur 2024 klokkan 12.00.