Stuttsøgukapping á fimta sinni

Týskvøldið 30. november kl. 20:00 verður alment tiltak á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stóru, árligu stuttsøgukappingini verða avdúkaðir. Á skránni er m.a. upplestur, tónleikur, rithøvundavitjan og ein góður drekkamunnur – og øll eru vælkomin.

Hetta er fimta árið á rað, at Glasir skipar fyri stuttsøgukapping. Fyrstu ferð var í 2017. Tá komu 61 stuttsøgur inn, og vinnarasøgurnar, umframt nakrar aðrar, komu út í savninum “Kamparænarin og 15 aðrar søgur”. Í september í ár kom so savnið “Fjølmánar” við 16 útvaldum stuttsøgum frá seinastu trimum árunum.

Góð undirtøka

Aftur hesa ferð var undirtøkan sera góð. Yvir 66 stuttsøgur komu inn, og dómsnevnd hevur lisið og mett um tær innkomnu søgurnar. Á serligari kvøldsetu á bókasavninum á Glasi týskvøldið 30. november kl. 20:00 verður so endiliga avdúkað, hvørji eru nummar 1, 2 og 3 í kappingini.

Kom og lurta

Í sambandi við kunngeringina av vinnarunum verður skipað fyri einum upplestrartiltaki á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stuttsøgukappingini fara at lesa sínar søgur.

HVAR: Á bókasavninum á Glasi á 2. hædd

NÆR: Týskvøldið 30. november 2021 kl. 20:00