Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Z-ættarliðið

Eftir Adam Renfro, Sólfinn Hansen týddi í miðnámsrit 6, juni 2015

Hugtakið “Z-ættarliðið” verður vanliga nýtt um tey, ið eru fødd eftir 1990, og sum eru vaksin upp við internetinum. Tilveran hjá hesum ættarliði verður myndað av inter­netinum, tøkni, kríggi, yvirgangi og sosialum miðlum; teirra vitan stavar í høvuðsheitum frá internetinum, og teirra sosialu sambond við javnlíkar stava frá sosialu miðlunum. Tey hava breiða vitan og vita ofta meira enn undanfarin ættarlið, tey eru smidlig og vænta, at fyritøkur og stovnar somuleiðis eru fleksibul í sínum samskifti við tey. Eitt annað eyðkenni er, at tey hava færri fordómar og góðtaka ymiskleika í størri mun enn eldru ættarliðini.

Tá tað kemur til sosialu miðlarnar, er Z-ættarliðið altíð “on”. Tað er her, tey finna og halda vinabond, vitan og undirhald, og av tí sama er støðugt elektroniskt samband sera týdningar­mikið fyri tey. Tey eru ótolin, tá tað kemur til at bíða eftir svari upp á teldupostar ella eftir boðum, og eitt annað eyðkenni er, at tey eru hugtikin av samfelagsligum spurningum. Um teir sosialu miðlarnar eru tey vorðin tilvitað um eitt nú rættvísi, kríggj, fíggjarkreppur og umhvørvisspurningar.

Z-ættarliðnum dámar best miðlar, ið geva teimum høvi at interagera, og tískil hava sjónvarp og prentaðir miðlar ikki tann stóra týdningin í teirra tilveru. Somuleiðis dámar teimum best tøknieindir, ið tey kunnu hava við sær, og sum hava fleiri funkur; eindirnar skulu helst kunna taka myndir og video upp, sleppa á internetið, spæla tónleik og filmar, taka ímóti tíðindum og hava møguleika fyri at kunna viðmerkja og senda boð.

Z-ættarliðið og merkivørur

Tey í Z-ættarliðnum eru ikki trúgv mótvegis “brands”. Tey hava lyndi til at blanda alt frá klædnamerkjum til heimspekilig ástøði saman. Kortini hava tey stóra ávirkan á búskapin. Teirra metingar av vørum, “like’um” og afturmeldingum kunnu koppa marknaðar­førslu­strategium og enntá heilum fyritøkum, helst tí at tey brúka meiri pening, enn nakað ættarlið frammanundan teimum hevur gjørt. Samstundis eru tey meira tilvitað enn onnur um at keypa umhvørvisgóðar vørur.

Hvussu við tí sosiala?

Tað er umráðandi fyri Z-ættarliðið altíð at hava atgeingi til vinir, dátur og undirhald. At arbeiða og útbúgva seg gera tey, tá tað liggur fyri, og tey hava hug, heldur enn at avmarka seg til ávísar klokkutíðir. Allan dagin verða tey ávirkað av myndum og øðrum úr allari verðini, og ger hetta, at tey kenna størri ábyrgd um samfelagsviðurskifti enn onnur. Kortini hevur undirhald nógv at siga í teirra tilveru, og sæst hetta m.a. aftur í, at teirra hugur til at spæla eitt nú telduspøl fylgir teimum inn í vaksnamannalívið. Sostatt verða tey ofta løgd undir bæði als ikki at gerast vaksin og at vaksa upp ov skjótt, tí at tey eru dagliga konfronterað við nógv og til tíðir órógvandi tíðindi, og tí at tey vilja spæla og verða undirhildin, ikki minst undir útbúgvingini. Bæði útbúgving og starv skulu vera stuttlig.

Hvat foreldrunum viðvíkir, tykist Z-ættarliðið at vera tættari sínum foreldrum, enn X-ættarliðið var. Foreldur eru í minni mun lærumeistarar, tí Z-ættarliðið hevur atgongd til flestu svarini umvegis aðrar miðlar, og ofta spæla tey somu spøl, lurta eftir sama tónleiki og hyggja at somu sendingum sum foreldrini. Ein alsamt vaksandi partur av vitanini, sum Z-ættarliðið fær, fæst heima við hús umvegis elektronisku samskiftistólini. Hetta ger Z-børnini sjálvstøðug, men merkir samstundis, at sjálvsvirðingin hjá teimum er lættkeypt, tí at foreldrini hava lyndi til at rósa børnum sínum fyri teirra tøkniligu førleikar, hóast hesir førleikar eru púra natúrligir fyri tey. Teimum nýtist tískil ikki at stremba serliga nógv eftir viðurkenning. Ein annar vansi við hesum er, at Z-ættarliðið gerst kensluliga bundið at sínum talgildu siðvenjum, og tey taka atgongd til dátur fyri givna.

Framtíðin

Væntast kann, at 65% av verandi barnaskúlanæmingunum fara at hava størv, sum ikki eru til enn, og tað vísir seg, at starvsmøguleikar eru tað, sum rúgvar upp í huga­heiminum hjá 80% av Z-ættarliðnum. Helst vilja tey arbeiða í einum professionellum og tøknilig­um um­hvørvi, har “hugskotsvinna” fyllir nógv. Væntast kann, at Z-ættarliðið fer burtur frá eini 40-tíma arbeiðsviku og í størri mun yvir til fríyrkis-vinnuna, har tey loysa uppgávur, ið krevja spesialiseraðar førleikar. At starvast í 30 ár á sama arbeiðsplássi hugtekur tey ikki.

Roknast kann við, at bygnaðurin á arbeiðsplássunum fer at gerast meira interaktivur, og at tey, á sama hátt sum tey eru loyal mótvegis sínum leiðara, fara at vænta, at stjórin ansar eftir teimum og verjir tey, meðan tey eru í starvi hjá sær. Hinvegin ganga tey nógv upp í fleksibilitet og føla seg ikki bundin at sínum arbeiðsgevara. Seinastu áratíggjuni hava tey sæð, hvussu fyritøkur eru farnar við foreldrum og eldru systkjum teirra gjøgnum fíggjar­kreppur, og teirra loyalitetur er sostatt ikki mótvegis arbeiðsplássinum. Tey hava lyndi til at arbeiða meira í nú’inum og leggja dent á at fáa skjót úrslit, soleiðis at tey altíð hava okkurt at vísa á. Hetta ger tey samstundis kappingarfør á arbeiðsmarknaðinum.

Lærdómur

Av tí at Z-ættarliðið ofta verður nevnt digitala ættarliðið, halda nógvir lærarar ofta av órøttum, at tey øll eru talgildir borgarar og vita alt um vandarnar á internetinum, duga at handfara persónligar upplýsingar online, eru tilvitað um upphavsrættindi og so framvegis. Men tað, sum tað snýr seg um fyri Z-ættarliðið, er fyrst og fremst, at tilfar skal kunna fáast til vega skjótt. Z-ættarliðið dugir tó betur enn onnur at skilja og handfara grafikk, at multitaska og at taka støðu út frá stórum mongdum av dátum.

Siðbundna skúlastovuundirvísingin samsvarar ikki væl við áhugamálini hjá Z-ættarliðnum. Teimum dámar ikki serliga væl fyrilestrar og próvtøkur, men vilja sleppa at nýta egnar mannagongdir til at finna fram til upplýsingar. Nakað einfalt kann sigast, at avbjóðingin liggur í, at næmingarnir eru digitalir, meðan lærararnir eru analogir. Serliga eldri lærarar síggja ikki nyttuna í førleikunum at handfara talgildar upplýsingar, tí at teir sjálvir ikki eru eins vanir við tøknina, sum næmingarnir eru.

Andsagnirnar koma serliga til sjóndar, tá tað kemur til virði og keldukritikk. Har eldra ættarliðið legði stóran dent á, at upplýsingar vóru rættar, leggur Z-ættarliðið størri dent á at fáa upplýsingarnar skjótt til vega, og minni á spurningar, ið krevja drúgva viðgerð. At duga at gera “snýtikotur” til spøl og at “cracka” spøl er ofta høgt í metum hjá Z-ættarliðnum, meðan útbúgvingarstovnum dámar hetta illa. Lærarar løna tí ikki, at næmingar finna sær sniðgøtur. Hesar andsagnir merkja tilsamans, at gjógvin millum tað, sum útbúgvingarstovnarnir undirvísa í, og førleikarnar, sum framtíðin fer at spyrja eftir, breiðkast. Fyri at rætta hetta upp er neyðugt at leggja størri dent á samstarv, aktiva læring og evnislagað (problem­baserað) verkætlanararbeiði.

Vandar og vansar fyri Z-ættarliðið

Heimurin hjá Z-ættarliðnum er merktur av ótryggleika. Fíggjarkreppur, kríggj, orku­kreppur og veðurlagsbroytingar fylla gerandisdagin hjá teimum, samstundis sum tey eru alsamt meira bundin at tøknini. Hetta gevur rúmd fyri nýggjum trupulleikum sum happing, stolnum samleikum, brot á upphavsrættindi, har heldur ikki myndugleikar og løgregla eru dagførd til at kunna handfara hetta nóg væl.

Onnur ættarlið mugu somuleiðis fyrihalda seg til broytiligu ella vantandi førleikarnar hjá Z-ættarliðnum til at fáast við onnur menniskju og teirra tørv á at menna nisjuførleikar í einum heimi, har útbúgvingarnar í stóran mun eru lagaðar til at vera fyri øll. Umframt alt hetta kemur so eisini spurningurin um tey, ið eru í sama aldursbólki sum ættarlið Z, men sum ikki hava atgongd til talgilda heimin, einamest av fíggjarligum orsøkum.

Adam Renfro undirvísti í enskum í skúlastovum í 10 ár, áðrenn hann byrjaði at undirvísa umvegis internetið í 1998. Í løtuni starvast hann á North Carolina Virtual Public School, ið er næststørsti fjarlestrarskúlin í USA. Adam Renfro hevur bloggað fyri Getting Smart síðani september 2011.

Til ber at fylgja Adam Refro á Tumblr á http://adamrenfro.tumblr.com/

Á Twitter á https://twitter.com/AdamRenfro

Og tíðarrit hansara Edu-Nation kann lesast á  http://flip.it/Apupn.

Aðrar greinar í miðnámsrit 6