Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 6
Um blaðið
Góðu lesarar!
Í sætta Miðnámsriti eru fimm greinir. Olav og Tórður hava skrivað grein um málstríð á miðnámi nú fjøruti ár eftir tiltikna málstríðið í Hoydølum í 1975.
Gitte Klein hevur grein um m.a. talgilt undirvísingartilfar. Alt fleiri eru sannførd um, at talgildingin fer at kollvelta undirvísingarskipanina, men Gitte ivast.
Olav skrivar um næmingar og ymiskleika. Næmingar eru ikki bara ymiskir: Teir eru ymiskir á ymiskan hátt á ymiskum økjum og í fleiri dimensiónum. Henda sannroynd kann geva lærarum orsøk til sjálvrannsakan.
Vit, sum undirvísa á miðnámi hava næmingar, ið eru føddir í 1990’unum. Hetta ættarliðið verður rópt Z-ættarliðið, ið er navnið á grein, sum amerikanski granskarin Adam Renfro hevur skrivað, og sum Sólfinn Hannsen hevur týtt. Eitt av eyðkennunum hjá tí er, at tað er vaksið upp við interneti.
Seinasta greinin er viðtal, sum Tórður hevur havt við Billu Sondum, sum undirvísir í grønlendskum studentaskúla. Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit
Málstríðið á miðnámi
Ávegis til talgildan demens, Gitte Klein
Næmingar og ymiskleiki, Olav Absalonsen
Z-ættarliðið, Adam Renfro, Sólfinn Hansen týddi
Viðtal við føroying á grønlendskum studentaskúla, Tórður
Johannesarson
Tak niður sum PDF