Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Viðtal við føroying á grønlendskum studentaskúla

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 6, juni 2015

Billa Sondum er úr Havn og starvast á studentaskúla í Nuuk. Hon er cand.mag. í religión og samfelagsfrøði, las við Keypmannahavnar Universitet, og hevur arbeitt á GUX-Nuuk í skjótt fimm ár. Henni dámar sera væl á skúlanum. Á skúlanum ganga umleið 450 næmingar, og umleið 50 lærarar starvast á skúlanum. Vit høvdu hetta viðtal við Billu Sondum í februar 2015.

Nær fingu grønlendingar fyrsta miðnámskúla?

Fyri umleið 30 árum síðan. Studentaskúlin byrjaði smátt um smátt í Nuuk.

Hvussu nógvir miðnámsskúlar eru í Grønlandi (tekniskir skúlar/handils­skúlar og studentaskúlar), og hvar eru hesir?

Tríggir studentaskúlar í Aasiaat (Avannaani Ilinniarnertuunngorniarfik), Nuuk (Qeqqani Ilinniarnertuunngorniarfik) og Qaqortoq (Campus Kujalleq). Í fjør bleiv studentaskúlin í Qaqortoq  lagdur saman við handilsskúlan har. Í Sisimiut er ein meira tekniskur miðnáms­­skúli (Sanaartornermik Ilinniarfik). Allir fýra rópast ”GUX” og hava fyrsta hálva árið í 1.g í felag – eftir tað velja næmingarnir seg inn á ymsar linjur.

Miðnámsskúlarnir í Føroyum eru undir Mentamálaráðnum, hvussu er í Grønlandi?

Miðnámasskúlar í Grønlandi eru undir IKIIN (Ilinniartitaanermut, Kultureqarnermut, Ilisimatusarnermut Ilageeqarnermullu Naalakkersuisoqarfik) – Departementet for Uddannelse, Kultur, Forskning og Kirke.

Hvussu stórur partur av næmingum í 9. – 10. flokki fara umleið á miðnám í Grønlandi?

Sambært ”Naalakkersuisuts uddannelsesstrategi 2014” fóru 12% av næmingunum, ið blivu lidnir við fólkaskúlan, beinleiðis víðari á ungdómsútbúgving, 45% fóru á eftirskúla. 43% fóru ikki víðari beinanvegin. M.a. grønlendska búskaparráðið hevur víst á, at ov fá lesa víðari eftir fólkaskúlan – tey skriva í nýggjastu frágreiðing síni (Økonomisk Råds rapport 2014), at ”Særligt bekymrende er det, at omkring 62 pct. af de 16-18 årige i 2012 slet ikke var i gang med en uddannelse. Det er udtryk for en dårlig udnyttelse af det potentiale, som ungdoms­årgangene repræsenterer, og det er en meget dårlig start på flertallet af de unges liv efter folkeskolen, når de ikke er kommet i gang med en uddannelse. Det er et alvorligt svigt, at kommuner og selvstyret ikke har kunnet løse denne udfordring. Naalakkersuisut har ganske vist en målsætning om at reducere denne gruppe til 57 pct. i 2017 og 40 pct. i 2020. Men det må anses for at være en uambitiøs målsætning, og formandskabet skal opfordre til, at kommunerne og selvstyret tager initiativer til en betydelig styrkelse af indsatsen over for de helt unge på alle niveauer, således at en væsentligt større andel af en årgang får en uddannelse.” Hvussu nógv, ið lesa víðari eftir 18-ára aldur, veit eg ikki – men sambært ”Erhvervsgrunduddannelser og gymnasiale uddannelser 2013”, Grønlands Statistik 2014, vóru næmingarnir í 2013 í miðal 20 ár, tá ið teir byrjaðu í student (tað kann vera, at HF-kenda ADK hálar talið upp). Sum heild eru næmingarnir á øllum útbúgvingum lutfalsliga gamlir sambært ”Naalakkersuisuts uddannelsesstrategi 2014”.

Á hvørjum máli fer undirvísingin fram í tykkara skúla?

Á donskum – uttan í málfakunum grønlendskum, enskum o.s.fr.

Umleið hvussu stórur partur av lærarahópinum í grønlendskum miðnáms­skúlum eru grønlendingar?

Mær vitandi eru ikki tøl um etnisitet hjá lærarum í Grønlandi. Men flestu eru úr Danmark, og annars grønlendingar. Eg haldi, at vit eru umleið 5 føroyingar.

Í Føroyum eru umleið 80% av lærutilfarinum danskt. Hvussu man vera í Grønlandi?

Mest sum alt er á donskum uttan tilfarið, ið verður brúkt í málfakunum grønlendskum, enskum o.s.fr. Men vit royna sjálvandi at brúka tilfar á grønlendskum eisini, t.d. týddar greinir parallelt (tað skal sigast, at sera nógv verður skrivað um Grønland á donskum, so tað er ikki tí, at vit bara lesa um donsk vidurskifti. Øll lóggáva leggur dent á, at undir­vísingin skal ganga út frá Grønlandi og grønlendskum viðurskiftum. Próvtøkurnar fara sum oftast fram á donskum.

Hvussu er málsliga støðan í skúlanum? Her verður hugsað um, hvørt næmingar skilja nóg væl danskt?

Tað er sera ymiskt, hvussu væl næmingarnir duga danskt. Summir teirra hava danskt sum móðurmál, meðan aðrir mest tosa grønlendskt – ella eysturgrønlendskt, ið er rættiliga øðrvísi. Harumframt skulu studentaskúlanæmingar læra mongu fakhugtøkini, ið mestsum eru mál í sjálvum sær. Sostatt er tað ein dupult avbjóðing – danskt og fakmál, og tað er sum sagt ymiskt, hvussu væl tað liggur fyri hjá teimum. Nógv fokus er tískil á ”andet­sprogs­­pædagogik”, ið er ein av ”súlunum” í nýskipanini av miðnámsútbúgvinunum, ið kom í 2012.

Í Føroyum skalt tú í minsta lagi vera kandidatur ella master fyri at undirvísa á gymnasialum miðnámi, hvussu er í Grønlandi?

Í Grønlandi skal man vera kandidatur og hava pedagogikum fyri at undirvísa á miðnáms­útbúgving.

Hvussu taka lærarar í Grønlandi námsfrøðiliga útbúgving? Í Føroyum koma lærarar frá Syddansk Universitet at undirvísa føroyskum miðnámslærarum. Føroyskir miðnámsskúlalærarar fara í høvuðsheitum til Danmarkar at taka verkliga partin í námsfrøði.

Í Grønlandi er vanligt at taka pedagogikum annað árið. Pedagogikum er í fleiri pørtum – tann verkligi parturin, har man er knýttur at tveimum vegleiðarum á skúlanum (einum fakligum og einum pedagogiskum), ið hyggja eftir tímunum, eins og man eisini sjálvur hyggur at undir­vísing hjá øðrum (og undirvísi flokkum hjá øðrum). Harumframt fer man eisini tvær ferðir til Danmarkar á ”fak-didaktiskt” skeið saman við lærarunum, ið eru í pedagogikum í Danmark. Tann ástøðiligi parturin er, at man skal á intensivt skeið í Nuuk, har ein lærari úr Danmark undirvísir í pedagogiskum ástøði. Tað verður endað við einari bundnari uppgávu, ið man skrivar um várið, og sum man fær próvtal fyri. Pedagogikum er við at blíva endurskipað, so at man tekur bæði fakini í senn, eins og í Danmark (sjálv tók eg annað fyri og hitt eftir), og tað er sami ”tilsynsførende”, ið kemur úr Danmark og er við til at skriva endaliga úttalilsið (hjá mær vóru tað tvey ymisk). Úttalilsið verður skrivað av rektaranum, vegleiðarum og tí ”tilsyns­førende”.

Í Føroyum er fráfallið á miðnámi umleið 15-20% um árið. Hvussu er í Grønlandi?

Í øllum Grønlandi falla uml. 40% av næmingunum frá miðnámsútbúgving. Á GUX-Nuuk falla knøpp 50% av næmingunum frá (sí rapport hjá Epinion, ”Evaluering af gymnasie­reformen”, 2014). Sum heild falla nógvir næmingar frá allastaðni í skúlaskipanini, sum m.a. Skatta- og Vælferðarkommissónin (2011) hevur víst á – tey tosa afturvendandi um ”klart billede af et stort uddannelsesmæssigt efterslæb”.  Ein áhugaverd kanning av møguligum atvoldum til, hví næmingar gevast á miðnámsútbúgving í Grønlandi, kom í 2010, ”Frafaldsundersøgelsen 2010” – kann viðmælast!

Hvussu stórur partur av grønlendsku studentaskúlanæmingunum fara á universitet?

Sambært ”Naalakkersuisuts uddannelsesstrategi 2014” lósu 69% av studentunum í 2012 víðari tvey ár seinni. Akkurát, hvussu nógvir av studentunum fara á universitet, dugi eg ikki at siga – men ymisk onnur tøl um hægri útbúgvingar eru at finna á stat.gl undir ”uddannelse”.

Aðrar greinar í miðnámsrit 6