Ávegis til talgildan demens
Eftir Gitte Klein í miðnámsrit 6, juni 2015
Alt fleiri eru sannførd um, at talgildingin fer at kollvelta undirvísingarskipanina. Men er nakað nýtt undir sólini? Kann talgildingin nakað, sum góð næmingalagað undirvísing ikki kann? Og hvussu er við børnum og ungum, sum eru royndarkaninir í eini tøkniligari ringrás, sum eingin kennir avleiðingarnar av?
Børn og ung vaksa upp í einum øðrvísi veruleika enn undanfarin ættarlið. Teirra gerandisdagur er merktur av skermum av øllum handa slagi. Meðan undanfarin ættarlið savnaðust rundan um ein stóran sjónvarpskassa miðskeiðis í uppihaldsrúminum, eru skermarnir seinastu árini vorðnir minni og minni í vavi, eins og felagsskapurin framman fyri skermin er skiftur út við einstaklingar, sum hvør í sínum lagi sita við egnum skermi. Mann er líkasum sundur saman.
Kanningar úr Danmark vísa, at børn í meðal nýta 7 tímar og 17 minuttir um dagin framman fyri skermi teir dagar, tey hava frí. Skúladagar sita tey bert 5 tímar og 23 minuttir framman fyri skerminum, og her er tað ikki tikið við, at næmingar eisini brúka skerm í skúlatíðini. Granskarar meta, at nýtslan bara fer at økjast komandi árini (Politiken, 13. okt. 2012).
Vit hava ikki gjørt somu kanning í Føroyum, men Dátueftirlitið hevur kannað atgongd til netið hjá børnum og ungum, og hon vísir, at børn í Føroyum hava betri atgongd til netið enn donsk børn, (www.datueftirlitið.fo) og tí kann væntast, at føroysk børn nýta minst líka nógva tíð sum tey donsku børnini.
Sambært British Medical Journal hava næmingar, sum fara í fyrsta flokk eftir summarfrítíðina, nýtt eitt heilt ár av lívinum framman fyri skermi. Hetta er veruleikin, sum alt kjak skal taka støði í, tá tosað verður um, hvørt næmingar skulu hava fría atgongd til talgildar miðlar í skúlatíðini. Givið er, at lættari atgongd tú hevur til talgild amboð, størri eru sannlíkindini fyri, at tú brúkar tey meira.
Seinastu tíðina hava alt fleiri skúlar gjørt stórar íløgur í teldlar til næmingar. Í Stranda skúla og Tórshavnar Kommunuskúla hevur hvør næmingur fingið egnan teldil. Í Stranda skúla rinda foreldrini ein part, meðan foreldur at næmingum í Tórshavnar Kommunuskúla rinda eitt depositum á 50 krónur. Ætlanin er, sambært heimasíðuni hjá Stranda skúla, at motivera næmingar at læra, at betra um læringina hjá teimum og fyrireika teir til eina framtíð, har tøknin hevur avgerandi leiklut.
Íløgurnar eru stórar, men umframt byrjanarútreiðsluna, skal skúlin rokna við stórum útreiðslum til viðlíkahald. Odder kommuna, sum hevur givið øllum fólkaskúlanæmingum teldil, nýtti fyrsta árið 420.000 krónur til viðlíkahald og umvæling av teldlunum (Christensen, 2013). Harumframt skal roknast við, at telduvørðurin fær økta arbeiðsbyrðu.
Tá ein skúli velur at gera so stórar íløgur, er tað áhugavert at hyggja eftir, hvat hann kann vænta at fáa burturúr. Spurningurin er, um næmingurin fær meira burturúr skúlagongdini við einum teldli ella ikki. Tá mann í heilivágsídnaðinum skiftir ein heilivág út við annan, verða stór krøv sett til, at nýggi heilivágurin hevur færri hjáárin enn tann gamli, umframt at hann virkar minst líka væl. Í undirvísingarhøpi er hetta ikki framferðarhátturin. Hóast eingin óheft kanning vísir, at talgildu miðlarnir elva til betri læring og betri úrslit ella hava færri hjáárin enn aðrir undirvísingarmiðlar, eru fleiri skúlar farnir undir stórar íløgur í tøkni. Allar kanningar mæla til, at mann bíðar við at gera íløgur í teldlar, tí granskingarúrslitini benda á, at vansarnir eru fleiri enn fyrimunirnir við talgildu miðlunum, umframt at vitanin enn er alt ov lítil (Spitzer, 2011).
Um at ræðast tað nýggja
Fyri umleið 100 árum síðani vórðu røntgenstrálurnar mentar. Røntgentól vóru tá partur av veitslum hjá teim ríku, sum stuttleikaðu sær við at taka røntgenmyndir hvør av øðrum. Handilsídnaðurin dugdi eisini at gera sær dælt av tólunum. Skuldi tú keypa barnaskógvar, skuldu føturnir myndast, tí ræðusøgur gingu um, hvat kundi henda fótunum, um barnið ikki fekk rættan skógv. Í fleiri ár lótu góðtrúgvin foreldur handilsfólk taka røntgenmyndir av børnum. Hóast gransking vísti, at strálurnar vóru vandamiklar, gingu 20 ár, áðrenn forboð varð sett fyri tólunum. Ræðslan fyri, at føturnir fingu skaða, var størri enn óttin fyri strálunum.
Sama ræðsla sær út til at gjøgnumsúrga útbúgvingarskipanina. Foreldur, lærarar og politikarar skunda undir talgildingina av fólkaskúlanum, tí mann metir, at næmingar sjálvandi skulu hava nýggjastu tøknina. Sannleikin er tó, at børnum tørvar ikki teldlar og teldur fyri at læra. Funnist verður ofta at røddum, sum onkursvegna tala at nýggjum rákum, og soleiðis er eisini, tá hugsað verður um tøkniligu menningina og nýtsluna. Hevur mann ikki altíð óttast tað nýggja? Og hevur eldra ættarliðið ikki altíð funnist at ungdóminum? Er hetta ikki bert fanatisma og hýsterí? Er tað ikki bráðneyðugt, at børn og ung læra at nýta tøknina, so tey eru so væl fyri at møta framtíðini, sum gjørligt? Børn og ung hava ongantíð havt lættari atgongd til talgildar miðlar, enn tey hava nú á døgum, og hóast tað vísa kanningar, at tey einans duga at nýta miðlarnar til tað, sum tey brúka teir til, tað vil siga í høvuðsheitum til sosialu miðlarnar og spøl (Bjørkeng, 2011). Hetta merkir, at hóast stórar íløgur eru gjørdar í tøkni í skúlunum, og hvørt barn veksur upp við ymiskum skermum við hondina, hava talgildu amboðini ikki flutt fjøll. Í roynd og veru eru nýtsla og evnini at handfara amboðini ikki broytt seinastu 15 árini.
Tøkniliga ringrásin
Í 1920’árunum segði Thomas Edison í grein, at bøkur skjótt fóru at gerast fullkomiliga avoldaðar í skúlum. Orsøkina segði hann vera, at kykmyndir gjørdu tað møguligt hjá næmingum at ogna sær alla menniskjaliga vitan – bert við at hyggja. Hann spáddi, at skúlaskipanin fór at verða kollvelt næstu 10 árini.
Góð 50 ár seinni, tá fyrstu sjónvørpini komu á marknaðin, vóru nýggjar optimistiskar røddir frammi, tí gjøgnum sjónvarpið bar endiliga til at fara í hvønn krók og miðla mentan, virði og vitan, og soleiðis menna fólk á ein hátt, eingin helt vera møguligt. Fleiri skúlar gjørdu stórar íløgur í sjónvørp, millum annað skúlar í Samoa. Farið varð fram á tann hátt, at næmingar hugdu at filmum um ymisk evni, og loystu síðani uppgávur, sum høvdu við filmin at gera. Í 1968 segði forsetin Lyndon B. Johnson alment, at framtíðin lá í sjónvørpum (Oppenheimer, 2004).
Kann nevna, at royndirnar í Samoa endaðu við, at í 1972, bert fá ár eftir, at skúlar gjørdu stórar íløgur í sjónvørp, ynsktu tríggir av 4 lærarum at steðga undirvísingini við sjónvørpum, meðan 70% av miðnámsskúlalærarunum vóru ónøgdir. Nú á døgum er eingin, sum hugsar um sjónvarp sum tøkniligt undur, tá tað snýr seg um læring. Sjónvarpið verður í stóran mun nýtt sum eyka amboð at fáa tað seinasta upp á pláss ella sum gularót, tá næmingar hava loyst eina uppgávu.
Eftir stóru og kostnaðarmiklu royndirnar við sjónvørpum í skúlunum, kom tíðin til teldur, og lovaði mann nú uppaftur betri møguleikar og kollveltandi læringshættir.
Í USA nýtti man í 1990’árunum 70 milliardir dollarar til tøkniliga útgerð svarandi til 170.000 fulltíðar lærarastørv. Hóast stóru íløguna í tøkniliga útgerð, varð funnist at lærarum, tí teir ikki vóru nóg raskir at nýta tøknina, annaðhvørt tí teir ikki vóru nóg væl skúlaðir ella vóru ímóti henni, og tí tilfarið ikki var nóg gott, og mann átti at gjørt enn størri íløgur (Oppenheimer, 2004).
Larry Cuban vísir á, at tøkniliga menningin fer fram í eini ringrás. Hon byrjar altíð við, at stórar væntanir verða settar til tøknina, og stórar vónir eru til, at tøknin skal kollvelta undirvísingina. Men tá tað stóra akademiska frambrotið ikki hendir, finnast fólk at manglandi fígging, manglandi áhuga hjá lærarum, og at lærarar seta seg upp í móti ella eru ov varnir at nýta tøknina orsakað av manglandi førleika og førleikamenning. Tá hetta kemur í rætt lag, endar ringrásin við, at mann skyldar upp á amboðini, og hetta hendir júst um somu tíð, sum eitt nýtt kollveltandi tøkniligt undur sær dagsins ljós. Fyri hvørja ringrás økjast herferðirnar í vavi og hava við sær størri royndir, størri vónir og størri fíggjarligan kostnað.
At tíðin er komin til eina nýggja ringrás, tá tað snýr seg um teldlar, sæst millum annað í greinarøð, sum hevur staðið í Skúlablaðnum og á teirra heimasíðu í apríl og mai mánaða í ár. Tosað verður við Vár í Ólavsstovu, granskara á Námsvísundadeildini. Hon greiðir frá, at óendaligir møguleikar eru í talgildu amboðunum, og finst samtíðis at, at lærarar aftra seg við at nýta tøknina, millum annað tí teir mangla førleika og ikki fáa førleikament seg á økinum.
Netsamband og verri úrslit
Kanningar vísa, at næmingar, sum hava teldu heima, klára seg verri bæði í støddfrøði og lesing enn næmingar, sum ikki hava tað. Hetta sæst millum annað í Pisa-kanningini (Fuchs & Woessmann 2004). Tað áhugaverda er, at kanningar vísa, at bert við at hava tólið heima, økist nýtslan. Næmingar, sum ganga á skúlum, har netsamband er, klára seg eisini verrri, enn næmingar, sum ganga í skúlum uttan netsamband (Spitzer, 2014).
Multitasking
Talgildu amboðini lata upp fyri multitasking í undirvísingarstøðum, mann skal líka kanna Facebook, spæla Minecraft ella kanna boð – serliga um teksturin er avbjóðandi. Multitasking elvir aftur til, at heilin fatanarliga verður ovbyrjaður. Hesir møguleikar ganga aftur út yvir fatanina og tað sum tú lesur, tí tú ikki ert hugsavnaður um tað, tú gert. Tey flestu vaksnu vita, hvussu skjótt tað er líka at kanna teldupost, meðan mann ger okkurt annað, og tað sama gera børnini.
Eftirmetingin av tiltakinum í Odder kommunu vísti, at teldilin er lættur at flyta, og at hetta elvir til, at næmingar kunnu taka hann við sær alla staðni á skúlanum. Hann er skjótur at tendra, og battaríið heldur ein skúladag. Hinvegin verður funnist at, at teldlinum manglar eitt veruligt knappaborð, og at tað er trupult at arbeiða við tí, sum er. Tað, sum serliga gjørdi teldlin óegnaðan, var, at næmingar ofta vórðu ørkymlaðir og illa órógvaðir av øllum teimum møguleikum, teldilin gevur at gera onnur ting.
Eygleiða heilan
Mann veit, at heilin støðugt broytist, tá hann verður nýttur. Umframt nógvar empiriskar kanningar og sjálvrapporteringar ber eisini til at hyggja at, hvussu heilin virkar. Við teirri vitanini um lærumekanismur, sum mann hevur í dag, ber til at fáa hilling á, hvørjir vandar eru við at nýta talgildu miðlarnar í tann mun, børn nýta teir í dag, tað vil siga fleiri tímar dagliga (Spitzer, 2014).
Heilin lærir alla tíðina, og hetta merkir, at talgilda nýtslan ávirkar brúkaran onkursvegna. Tað ber snøgt sagt ikki til annað. Tá tað er sagt, er týdningarmikið at hava í huga, at heilin er eitt úrslit av menningargongdini. Heilin hevur ment seg við at laga seg til treytirnar í umhvørvinum. Henda tillaging hevur fleiri ættarlið á baki, og tøknin er ikki partur av hesi tillaging (Spitzer, 2014).
Í dag síggjast fleiri vælferðarsjúkur, sum eru fylgja av, at menniskjan ikki livir í tráð við gamla lívsháttin, har menniskjan veiddi og soleiðis nýtti kroppin regluliga og át føði, sum innihelt nógvar trevjur og klíggi. Júst á sama hátt kunnu árin, sum talgildu miðlarnir hava á andaligu og sálarligu gongdirnar, verða eygleidd (Spitzer, 2014).
Heilagranskarar hava leingi vitað, at stórur munur er á heilanum á ávikavist einum barni, sum hevur verið fyri umsorganarsviki, og soleiðis er vorðið undirstimulerað, og einum, sum er vaksið upp undir vanligum umstøðum. Granskarar hava seinastu árini ávarað móti, at børn undir tvey ár síggja skerm. Orsøkin er millum annað, at heilin fyrstu árini veksur sera nógv. Í vavi veksur hann úr 300 grammum upp í 900 fyrsta árið. Hetta merkir, at meiri tíð, ið nýtt verður framman fyri skermi, minni tíð verður at læra grundleggjandi førleikar. Tá mann letur børn sita nógv við skermi, venur heilin seg við tey skjótu skiftini, sum eru á skerminum og verður yvirstimuleraður. Heilin lærir, at ein seyður glitrar, syngur og dansar. Tá barnið sostatt fer niðan í hagan og hyggur at einum veruligum seyði, keðir tað seg, tí heilin hevur lært, at tað skal meiri til. Kanningar vísa, at børn, sum hyggja í skerm, áðrenn tey eru tvey ár, økja sannlíkindini fyri at fáa trupulleikar við uppmerkseminum, tá tey seinni fara í skúla. Harumframt er týðiligt samband millum skermnýtslu og evnini at hugsavna seg, tað vil siga, jú meiri skerm, børnini síggja, truplari verður tað at hugsavna seg um eitt nú at lesa og rokna. Orsøkin er, at tey venja heilan við, at alt skal ganga skjótt fyri seg. Læring er ein sein prosess, og tá heilin veruliga skal læra nakað nýtt og seinni duga at brúka tað, krevur tað hugsavning. Jú meiri skerm børnini sostatt síggja, meira má heilin verða stimbraður fyri ikki at keða seg. Ein teldil ella snildfon gevur næminginum góðar møguleikar at spæla ymisk spøl, skifta millum pallar, og soleiðis venja heilan við skjót skifti, sum aftur ger tað trupult at hugsavna seg og læra.
To swipe or not to swipe
Við at nýta heilan økist tann parturin av heilanum, sum verður nýttur. Í tann mun virkar heilin sum ein vøddi. At síggja, hoyra, hugsa, kenna og handla leggur spor av minnum eftir seg. Synapsir í heilanum senda elektriskar impulsir millum nervakyknurnar. Hesar synapsir, sum kunnu verða myndaðar og filmaðar og sostatt sjónliga verða eygleiddar, broytast alt eftir, um tær verða nýttar ella ikki. Tær verða tjúkkari við nýtslu, og fara til endans til grundar, um tær ikki verða nýttar. Tær eru støðugt undir umbygging. Hetta merkir, at meiri ein persónur lærir, fleiri spor hevur hann lagt eftir seg í heilanum, ið gera hann føran fyri at handla og kenna seg til rættis í umhvørvinum.
Skal tað lærda enda í langtíðarminninum, er tað týdningarmikið, at tað verður viðgjørt væl og virðiliga. At tilfar er viðgjørt væl, merkir, at elektriskir impulsir eru sendir gjøgnum synapsirnar og soleiðis millum nervakyknurnar. Jú fleiri synapsir og nervakyknur verða virknar og samstarva, betur festir tað seg. Hetta merkir aftur, at betur tú arbeiðir við einum evni, betur festir tað seg. Uppmerksemið er eisini týdningarmikið, tí tá tú ert selektivt uppmerksamur, hugsavnar tú teg um okkurt ávíst og sorterar annað frá. Tá mann er selektivur, eru økini virknari, og hetta elvir aftur til betri viðgerð og betri læring.
Hippocampus er eitt týdningarmikið øki í heilanum, tí her verða hendingar, upplivingar og tað, mann lærir, tvinnað saman og goymt í minninum. Um hippocampus ikki virkar væl, verða nýggj minni heldur ikki væl goymd. Tí minnast eldri fólk væl tað, sum fór fram, tá tey vóru ung, men ikki, hvat hendi í gjár.
Hippocampus er øðrvísi enn onnur øki í heilanum, tí her vaksa nýggjar heilakyknur fram. Skulu nýggju kyknurnar virka, skulu tær virka í einum netverki, sum longu er til staðar. Um tú setir eyka ram á telduna, verður hon ikki skjótari, um tú ikki samtíðis setir rammið saman við hinum lutunum í telduni. Kyknurnar kunnu bert gerast partar av netverkinum gjøgnum læring og rørslu, og her er tað ikki nóg mikið at læra einføld ting, men tað er neyðugt við stórum avbjóðingum. Einfaldar uppgávur elva til, at kyknurnar fara til grundar. Ikki fyrr enn avbjóðingarnar gerast nóg stórar, yvirliva tær.
Talan er sostatt ikki um treytaða og ótreytaða læring ella at læra okkurt uttanat. Neyðugt er við uppgávum, har royndir renna saman við kunnleika um umheimin og tað, tú sansar í løtuni. Tá tú handlar við støði í hesum, er uppgávan nóg avbjóðandi. Hetta hendir ofta í samspæli við onnur menniskju, har tú mást laga teg eftir øðrum við at gera ætlanir og broyta tær í samljóði við tey. Endamálið við kyknunum er at styrkja og fullgera tað, sum longu er.
Mann fær ta fatan, at nýtslan av talgildum amboðum í stóran mun snýr seg um at finna røttu appirnar og forritini og soleiðis gera undirvísingina góða og motiverandi. Teldan er sum amboð, ið er snikkað soleiðis til, at hon lættir okkum um arbeiðsbyrðuna. Enska orðið to swipe, verður ofta nýtt um at flyta fingurin eftir skerminum. Hyggur man til dømis at møguleikunum við læringsappunum, nýtir tú nógv fingurin at swipa við. Tú flytur hann eftir skerminum fyri at flyta okkurt, til dømis flyta endingar at einum stovni. Ella finna rætta úrslitið at seta afturat roknistykkinum. Nøkur forrit gera tað møguligt hjá næminginum at taka talvuna niður á sín teldil og soleiðis sleppa undan at taka notur. Tú kanst eisini velja at hyggja at einum filmi um tað, tú skalt læra. Endamálið er tað sama, at gera tað lættari hjá tær at loysa uppgávuna.
Viðvíkjandi læring er hetta ein andsøgn, tí skal ein næmingur læra nakað, er neyðugt, at hann viðger evnið grundleggjandi og rætt. Tekur tú mynd av notunum, verða tær ikki viðgjørdar, skrivar tú ikki endingarnar, so hefta tær ikki veruliga, og djúpdin manglar í tí lærda. Tá ein næmingur skrivar ein stav til dømis, fær hann tíðardimensiónina, og hann fær ta rúmligu og persónligu dimensiónina við, og soleiðis arbeiðir hann djypri við tilfarinum.
Tað mótsetta ger seg eisini galdandi, tað vil siga, at grynri mann arbeiðir við einum evni, færri synapsir verða aktiveraðar, og minni lærir mann. Hetta merkir, at tá mann bert flytur fingurin eftir teldlinum, so verða færri synapsir aktiveraðir, og samstarvið verður har eftir.
Viðvíkjandi læringsappunum varð stór kanning gjørd í 2012, sum vísti, at tær flestu appirnar eru mentar á slíkan hátt, at tær venja ein førleika, eitt nú tabel, og eru tøkniligt glitur. Tær eru fínar, um tú skalt duga okkurt uttanat beint nú, men skal vitanin goymast, so tú kanst brúka hana eitt nú kritiskt, so røkka appirnar ikki endamálinum (Murray og Olcese, 2011).
E-bøkur
Skundað verður undir Nám at gera teldutøkt tilfar, tí hetta er framtíðin, sigst. Kanningar vísa tó, at næmingar, sum fingu eina ávísa upphædd at keypa bøkur ella e-bøkur fyri, í stóran mun keyptu bøkurnar, tí teir troyttaðust av e-bókunum, og at tær kravdu meiri av teimum. Ljósið á teldlinum elvir til møði, eins og fatanin av, hvussu langur teksturin er, og hvar ávís ting hava staðið í tekstinum, mangla. Umframt hetta ávirkar manglandi kenslan av sjálvari bókini ella pappírinum eisini fatanina. Eitt annað, sum ger seg galdandi, er, at børn, sum lesa á skermi oftari kenna strongd og møði, tí skermurin krevur meiri av teimum fatanarliga (Mangen, Walgermo & Brønnick, 2013).
Kanningar vísa eisini, at e-bøkurnar í stóran mun eru fysiskar bøkur, ið eru gjørdar talgildar, tað vil siga uttan námsfrøðiliga viðgerð lagaða til talgildu tøknina. E-bókin er slóðbrotandi á tann hátt, at hon kann innihalda hyperlink, sum ger, at tú kanst flyta teg frá upprunatekstinum. Lesur tú eitt nú um seinna heimsbardaga, hevur tú møguleika at síggja filmsbrot ella flyta millum tekstir og myndir. Kanningar vísa nú, at fleiri hyperlinks eru, verri gerst læringin, tí fokus verður flutt í heilum. (Woody, Daniel og Baker, 2010).
Gransking vísir, at tá tað snýr seg um truplan tekst, tað vil siga tekst, ið krevur, at næmingurin hugsar seg um, skilir hann nógv betur tað, sum verður lisið á pappíri. Er teksturin stuttur og lættur, megna næmingar at svara rætt upp á spurningar viðvíkjandi innihaldi, men teir næmingar, sum hava lisið á pappíri skilja tekstin betur enn næmingar, sum hava lisið á skermi (Mangen, Walgermo & Brønnick, 2013). Tað, sum næmingar lesa á pappíri, festir seg sostatt betur, og næmingar duga betur at nýta vitanina. Mann kann siga, at vitanin, ið ein ognar sær á skermi, er vitan, sum ikki kann brúkast til annað enn her og nú at svara rætt ella skeivt upp á eitt spurnarblað, og gevur ikki eitt djypri innlit í tað lærda. Í hesum sambandi er óheppið, at næmingar, sum skulu til talgildar royndir, ikki sleppa at velja, um teir vilja hava uppgávurnar á pappíri ella talgilt, tí sannlíkindini fyri at fáa betri úrslit til próvtøkuna, gerast størri, um uppgávan er tøk á pappíri, hjá teim næmingum, sum hava lættari við at lesa á pappíri.
Google ættarliðið
Seinastu árini hevur skúlaskipanin meiri ella minni tikið frástøðu frá uttanatlæru. Undir lovorðunum: ”at læra at søkja sær vitan” hevur mann lagt dent á, at næmingar ikki hava fyri neyðini at duga tingini uttanat, men skulu vita, hvar teir kunnu leita.
Kanningar eru gjørdar av næmingum, sum skuldu loysa uppgávur. Helvtin av teimum slapp at nýta netið, meðan hinir skuldu nýta bøkur og annað tilfar, sum ikki var talgilt. Tá mann seinni spurdi næmingarnar um uppgávuna, mintust teir næmingar, sum høvdu nýtt Google, ikki úrslitið ella tað, teir høvdu funnið fram til. Hinvegin mintust teir, hvar úrslitið lá, ella hvar teir høvdu funnið vitanina. Teir goymdu sostatt vitanina uttan fyri seg. Næmingar, sum høvdu nýtt aðrar miðlar enn talgildar, mintust úrslitið aftur og høvdu sostatt arbeitt djypri við tilfarinum og ognað sær eina vitan, sum teir kundu nýta (Sparrow, Liu &Wegner, 2011).
Men er tað ikki líkamikið, um næmingurin veit nakað, tá hann dugir at finna sær vitan eftir tørvi? Svarið er nei. Fyri tað fyrsta, veitst tú bara tað, sum Google veit, og tá tú ikki ert á, veitst tú einki. Harumframt er neyðugt við fjølbroyttari og hollari vitan, skalt tú fáa sum mest burturúr Google. Tú mást hava eina grundvitan, sum ger teg føran fyri at skyna millum allar upplýsingarnar, sum eru, og sum ger teg føran fyri at nýta vitanina á ein kritiskan og kreativan hátt. Hetta merkir, at neyðugt er at læra næmingarnar nakrar førleikar og geva teimum eina grundvitan, sum ger teir førar fyri at nýta netið, og tá skal meiri til enn bert at geva næmingunum tøkni. Tá vit lata næmingar googla, læra teir júst tað mótsetta av tí, sum vit vóna, at teir læra, tí teir læra bara, hvar vitanin er. Teir læra at goyma vitanina uttan fyri seg sjálvar, og soleiðis virkar Google fordummandi (Spitzer, 2014).
Stór kanning varð gjørd, sum hevði til endamáls at lýsa atferðina hjá ungum, tá tey leita sær vitan á netinum. Kanningin vísti, at hátturin ikki er broyttur seinastu 15 árini, hóast tey hava havt betri atgongd til amboð og tøkni í skúlanum. Tey leita yvirfladiskt – hetta er ikki bert galdandi fyri ung, men eisini fyri akademikarar, og tey hava trupult við keldukritikki. Av tí at tað er so lætt at leita, tað vil siga, mann kann spyrja beinleiðis á netinum heldur enn at seta saman lyklaorð og soleiðis avmarka leitingina, hava fólk trupult at avmarka seg og hava eina kritiska tilgongd til tilfarið (Spitzer, 2014).
Sosial isolatión
Teldunýtslan í barnagarðsaldri hevur neiliga ávirkan á uppmerksemið og lesiførleikan. Harumframt vísa kanningar á sosiala isoloatión. Hóast miðlarnir hava heitið sosialir miðlar, vísa kanningar, at talgildu netverkini ikki elva til betri og fleiri sambond, men hinvegin til einsemi og yvirfladisk sambond (Spitzer, 2014).
Kanningar vísa, at heilin veksur, tá mann er saman við øðrum menniskjum. Næmingar í dagsins samfelag sita, sum vit longu hava sæð, fyri ein stóran part framman fyri skermi. Við at geva næmingum møguleika at sita óavmarkað við skermi í skúlatíð, økist tíðin, og tað merkir, at mann satt at siga forðar næmingum í at læra – meðan teir eru í skúla.
Empati
Kanningar (sjálvrapporteringar) vísa, at empatisku evnini hjá ungum eru minkað við 75% seinastu 30 árini, har tað størsta fallið er farið fram seinastu 10 árini (Zaki, 2010). Empatisku evnini mennast í samspæli við onnur. Børn, sum sita nógv við skermi, mangla tað sosiala samanspælið, tí hóast tey spæla on-line spøl, er samskiftið ikki eitt samskifti, sum er her og nú, men er forskotið (Spitzer, 2014). Harumframt mennist partur av heilanum við samanspæli. Um barnið situr góðar 6 tímar um dagin við skermi, mangla hesir tímarnir í vanliga samskiftinum, og sostatt mennist heilin ikki, sum hann skal.
Eitt annað, sum ávirkar empatisku evnini, eru skjótispølini og harðligu spølini. Mann hevur gjørt fleiri kanningar, sum vísa, at fólk, sum hava spælt ógvuslig spøl, reagera nógv seinni um yvirhøvur, tá onnur eru í neyð, eins og tey hava nógv verri at seta seg inn í støðurnar hjá øðrum. Mann skal her hugsa um, at yngri børn, sum síggja okkurt á skermi, eru sannførd um, at tað veruliga er farið fram. Børn heilt upp í skúlaaldur hava ilt við at skyna á, hvat er veruligt og hvat er óveruligt (Spitzer, 2014).
Teldil sum motivatión
Vit liva í eini broytingartið, har ið tað gongur sera skjótt við menningini á KT-økinum, og børnini eru skjót at laga seg til teir nýggju møguleikarnar, sum eru ein partur av teirra gerandisdegi, og skúlin fer at fáa tað truplari við at fanga næmingarnar, um skúlin ikki fylgir við á KT-økinum. Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá Stranda skúla.
Sambært útsøgnini er ein orsøk til at geva næmingunum teldil, at skúlin ynskir at “fanga” næmingarnar. Orðið “fanga” leiðir tankarnar aftur á motivatión – tað vil siga, at teldilin onkursvegna skal motivera næmingar at læra.
Eitt hitt mest nýtta ástøðið um motivatión er Self-determination theory (Deci & Ryan, 2000), sum lýsir motivatión sum annaðhvørt óbeinleiðis ella beinleiðis motivatión. Tá ein persónur er beinleiðis motiveraður, ger hann eitt hvørt av egnum hugi, tí tað gevur honum okkurt at gera tað. Tá mann er beinleiðis motiveraður, lærir mann mest og er í flow. Tá ein persónur er óbeinleiðis motiveraður, kemur motivatiónin ikki innifrá, men er stýrd av onkrum útifrá. Tann óbeinleiðis motivatiónin verður aftur býtt í fýra, har mann er meiri ella minni stýrdur av tí, sum kemur útifrá.
Nýta vit ástøðið í samband við eina undirvísingarstøðu, er besta undirvísingarstøðan tann, har næmingurin er beinleiðis motiveraður fyri at læra. Tað vil siga, hann fer undir arbeiðið, tí hann kennir, at tað gevur honum nakað. Men eingin er beinleiðis motiveraður alla tíð, og tí kann minni eisini gera tað. Trupulleikin, tá tosað verður um motivatión, er tó, at kanningar vísa, at um mann er beinleiðis motiveraður fyri at gera eitt hvørt og síðani fær eina gularót fyri at gera tað, sum mann annars er motiveraður til at gera fyri einki, so gongur tað út yvir motivatiónina og elvir til, at motivatiónin fellur. Venda vit aftur til teldlar sum motivatión fyri at læra, kunnu teir sambært hesum elva til, at næmingar, sum eru beinleiðis motiveraðir fyri at læra, verða minni motiveraðir, tí teir fáa eina gularót (teldilin) afturfyri.
Men hvat so við teim næmingum, sum eru ómotiveraðir? Kann teldilin nýtast sum gularót til teirra? Odder kommuna hevur gingið undan, tá tað snýr seg um teldlar til næmingar. Í fjør varð eitt úrslit almannakunngjørt um, hvussu tað hevur gingist við at nýta teldlar í studentaskúlunum. Tað vísti, at teldilin einans virkar motiverandi í byrjanini. So skjótt, sum nýggjheitsvirðið er farið, og fokus á umheimin minkar, minkar motivatiónin eisini. Við øðrum orðum megnar teldilin hvørki at motivera teir næmingar, sum eru illa fyri, ella teir, sum er væl fyri. Teldilin megnar sostatt ikki at liva upp til endamálið at “fanga” næmingarnar.
Sum at nýta tannkrem
Í Silicon Valley velja alt fleiri, sum starvast í tøkniliga heiminum at koyra børn síni í skúlar, sum ikki nýta tøkni. Alan Eagle, ein av stjórunum í Google, er ein teirra. Hann sigur, at tað er als eingin orsøk at óttast, at børnini ikki læra at nýta tøknina. Tí sum hann sigur: It’s supereasy. It’s like learning to use toothpaste,” “At Google and all these places, we make technology as brain-dead easy to use as possible. There’s no reason why kids can’t figure it out when they get older” (Richteloct, 2011). Í somu grein stóð skrivað: He discusses how Silicon Valley executives and engineers are sending their kids to schools that do not use technology in the classroom but rely on old fashioned methods because they do not believe computers and other technology enhance learning. On the contrary, they point to research that shows that it limits creativity, mind body coordination, and the human dimension of school that is so crucial to child development.
Steve Jobs, sum menti teldilin, útalaði seg, áðrenn hann doyði, at hansara børn ikki sluppu at nýta teldil.
Áðrenn mann velur at lata næmingar hava óavmarkaða atgongd til talgildar miðlar í skúlanum, er neyðugt, at mann hyggur at barninum í síni heild, og ikki bert eftir talgildu møguleikunum. Tí mann má taka støði í tí veruleika, sum børnini veksa upp í í dag, og hann er, at tey nýta alt ov nógva tíð framman fyri skermum, sum er. Henda tíðin fer frá øðrum týdningarmiklum lutum, eins og nýtslan ávirkar teirra andligu evni at læra, tí amboðini leggja upp til eina multitaskandi atferð, har rúmd ikki er fyri hugsavning og uppmerksemi, eins og dýpdin manglar í tí lærda.
Talgildu amboðini koma ongantíð at lyfta støðið í fólkaskúlanum. Í allar bestu førum kunnu tey geva rúm fyri eini øðrvísi undirvísing. Læring, sum lyftir støðið, er læring, sum fer fram, tá eitt persónligt samband er millum lærara og næming, tá ein lærari hugfangar næmingin. Læring er at tendra ein neista í næminginum. Og neistin brennur ikki betur við teldlinum sum millumlið. Tvørturímóti flytur hann fokus frá veruligu læringini. Um mann heldur ger íløgur í eyka lærarakreftir, kann mann betra munandi um undirvísingina – tá fæst verulig broyting fyri pengarnar.
Keldur
Bjøkeng, Per Kristian: 2011: Nettkidsa. Barnas digitale hverdag. Cappelen Damm
Christensen, E. Smadrede iPads koster kassen. Folkeskolen 14. jan. 2013
Cuban, L: 1986: Teachers and machines. Teachers College Press, New York
Cuban, L: 1993: Computers Meet Classroom: Classroom Wins. Teachers College Record
Cuban, L: 2001: Oversold and underused. Computers in the Classroom. Harvard University Press
Cuban, L, Kirkpatrick H 1998: Computers make Kids smarter – Right? Technos 7:
Oppenheimer, T. 2004: The Flickering Mind. Saving Education from the False Promise of Technology.
Ólavsstovu, Vár í: 2015: Lærarar varnir at brúka talgildar miðlar. http://www.skulabladid.fo/Heim.aspx?ID=610&M=News&PID=1962&NewsID=8193
Ólavsstovu, Vár í: 2015: Lætt at framleiða talgilt tilfar. http://www.skulabladid.fo/Heim.aspx?ID=610&M=News&PID=1962&NewsID=8192
Ólavsstovu, Vár í: 2015: Óendaligir møguleikar í talgildu miðlunum. Skúlablaðið 2, 2015
Richteloct, M. A Silicon Valley School That Doesn’t Compute. The New York Times. 22. Oct. 2011
Sparrow, B, Liy, J. & Wegner, D. M: 2011: Google Effects on Memory: Cognitive Consequences of Having Information at Our Fingertips. Science Express. http://www.sciencemag.org/content/333/6043/776.short
Spitzer, M. 2014: Digitale Demenz. Wie wir uns und unsere Kinder um den Verstand bringen. Droemer
Woody, Daniel, D.B, Baker C. A., E-books or textbooks: Students prefer textbooks. http://www.sciencedirect.com/science/article/pii/S0360131510001120
Zaki, J: 2010. What? Me Care? Young Are Less Empathetic.
http://www.scientificamerican.com/article/what-me-care/
POLICY STATEMENT Media Use by Children Younger Than 2 Years. Pediatrics 2011; 128; 1040; originally published online October 17, 2011; Council on Communications and Media M