Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Telefonisk innrás og tøkniligar fótonglar -

Eftir Heðin Lamhauge í miðnámsrit 8, desember 2015

hugleiðing um telefon(mis)nýtslu hjá næmingum á miðnámi

Millum lærarar á miðnámi í Føroyum og grannalondum okkara hevur síðstu árini verið vaksandi órógv (frustratión) at hóma. Partur av orsøkini er tøkniliga flóðaldan, sum skolar yvir skúla og heim í hesum døgum. Tøkni í skúlanum er nýggja gandaorðið, ið skal loysa flestu trupulleikar. Tað, ið áður kallaðist tøknilig nýtsla við tøknini sum amboð, broytist í løtuni til tøkniliga misnýtslu millum næmingar. Tøknin í sjálvari sær sleppur ókritiskt at seta dagsskrá uttan námsfrøðiliga haldgóðar grundgevingar, meðan lærarar hyggja at og hava torført at síggja sín leiklut í einum nýggjum talgildum veruleika.

Greinin er ein hugleiðing, ið byggir á hetta uppáhald: Óstýrd (av lærara) nýtsla av tøkni, t.e. fartelefonini í undirvísingini, órógvar og forðar í stóran mun fyri læring hjá næminginum.

Tá ið evnið í greinini er tøkninýtsla hjá næmingum, ynski eg at vísa til áhugaverdu greinina ”Ávegis til talgildan demens” hjá Gitte Klein, ið er at lesa í sætta Miðnámsriti, juni 2015.

”Come on, eg dugi tað ikki!”, ”áh man, sum hetta er strævið!”, ”sig mær úrslitið, eg tími ikki at bíða, til vit gjøgnumganga uppgávuna!”.

Vit kenna hesar útsagnir hjá ørkymlaðum næmingum. Tað sýnist, sum rímiliga stórur partur av næmingunum ikki trívast í læringstilgongdini, ið mangan er krevjandi og strævin. Ein ”jalig frustratión” er natúrlig kensla í læringstilgongdini. Brúgvin frá tí kenda og trygga til tað nýggja og ókenda er ymisk í longd hjá okkara næmingum. Men fortreytin fyri læring er, at næmingurin má ígjøgnum metamorfosuna, tað vil siga broytingina frá ikki at vita til at vita. Úrslitið, tá ein kemur yvirum hinumegin, er vitan og innlit. Frustratiónin verður býtt um við gleði og økt sjálvsálit, og næmingurin hevur flutt seg upp á hægri (ella djúpari) vitanarstig.

Tað er týdningarmikið, at næmingurin fær frið á ferðini yvir um brúnna og gevur sær stundir at uppliva frustratiónina og metamorfosuna og síðan njóta útsýnið og tilveruna á tí hægra vitanarstiginum. Uppgáva lærarans er at stuðla honum í hesi spennandi og avbjóðandi ferð. Ein partur av stuðlinum liggur í at slóða fyri og rudda tað av vegnum, ið kann órógva læringina. Harafturat er tað grundleggjandi, at næmingurin gongur leiðina so sjálvstøðugt sum gjørligt. Hann eigur sjálvur at uppliva at flyta seg frá A til B og síðan síggja og meta um heimin út frá nýggju støðuni.

Telefoniska innrásin og undirhald

”Bip, bip og blink, blink”. Telefonin hjá næminginum sendir sínar freistandi geislar út, so at øll uttan fyri skúlan bjóða til samskifti, alt meðan næmingurin er í holt við at førka seg í læringstilgongdini. Hann letur seg freista, kannar telefonina og kjakast eina løtu við onkran. Hetta ger, at hann meldar seg mentalt úr felagsskapinum eina løtu, og læringin verður órógvað. Vandin er, at hann fær trupult við at fylgja við restina av tímanum. Síðstu árini eru slík telefonisk órógv vorðin alt meiri vanlig bæði í fólkaskúlanum og á miðnámi.

Úrslitið av telefonisku innrásini er, at næmingar í hópatali melda seg mentalt úr felagsskapinum fyri at fara inn í ”annan heim” og síðan koma aftur løtu seinni. Hvat hendir við læringini, tá ið okkara næmingar í størri mun multitaska, eru til staðar í undirvísingini, men fara samstundis í tíð og ótið inn í annan heim?

Órógvin liggur sjálvandi ikki í tøknini, men í teimum møguleikum, at teir støðugt verða koplaðir til umheimin og alheims undirhaldið. Tá næmingurin flytur seg í lærings­tilgongdini, og natúrliga frustratiónin kemur, er tað freistandi at leypa upp um garðin, har hann er lægstur, og flýggja út á (ó)sosialu miðlarnar ella lata seg tøla av spølum fyri at sleppa undan neiligu kensluni av jaligu frustratiónini. Læringstilgongdin verður avbrotin, og næmingurin verður verandi á sama vitanarstigi sum áður.

Um nú undirhaldsvirðið í ”øðrum heimi” er hægri enn undirhaldsvirðið í flokshølinum, nær ”checkar” næmingurin so innaftur í flokkin? Støðan minnir ikki sørt um science-fiction a la Matrix, har persónar kunnu flyta ímillum ymsar heimar og dimensiónir. Skulu vit sum lærarar økja um undirhaldsvirðið í undirvísingini í kapping við til dømis (ó)sosialar miðlar og harvið royna at lokka næmingin at gerast virknan aftur í tímanum? Tað sýnist at vera ein vónleys kapping, tí at lærarin verður helst altíð tann stóri taparin í slíkari kapping!

Lærarin heldur fram ”í pensum” og vónar, at næmingurin hevur fingið fatur á nýggju vitanini/innlitinum í evnið, men veruleikin er, at fleiri og fleiri næmingar eru framvegis á sama stigi og hava ikki flutt seg, sum vónað varð. Hvussu ofta hava vit sum lærarar ikki suffað og sagt: ”Hví duga næmingarnir hetta ikki enn, eg havi jú gjøgnumgingið hetta fleiri ferðir, bæði á talvu, í bólkaarbeiði, framløgum, filmi o.s.fr.?”. Orsøkirnar kunnu sjálvandi vera fleiri, men núverandi (mis)nýtsla av tøkni eigur uttan iva sín leiklut.

Hvat varð av floksleiðaranum?

Ongantíð áður hevur møguleikin fyri talgildum hjálpitólum í undirvísingini verið størri enn í dag. Hetta setir serlig krøv til læraran, sum er settur leiðari av flokkinum. Hvørja tøkni skal hann brúka, og hvat er námsfrøðiliga grundgevingin? Við vaksandi tøkniligu freistingunum, veksur eisini trýstið á læraran at undirvísa tilvitað við námsfrøðiligari grundgeving. Lærarin má seta sær sjálvum spurningar, sum ikki vóru neyðugir fyrr. Nýggjar tíðir við nýggjari tøkni krevur, at hann gerst meira tilvitaður og kemur fram til námsfrøðiligar grundgevingar fyri valinum av hjálparamboðum í undirvísingini. Tað hevur týdning, at lærarin tekur leiklutin sum floksleiðari upp á seg og torir at gera av, hvørji tøknilig amboð skulu verða brúkt í flokkinum, og vraka ta tøknina, sum kann vera fótongul fyri næmingarnar.

Myndugleikar og skúlaleiðslur hava ábyrgdina av at førleikamenna lærararnar til at skilja núverandi og komandi tøkniligar møguleikar og forðingar.

Svinghurða-mentanin

Hvat hevði lærari og skúli sagt, um 10-30% av næmingunum javnan og uttan givna orsøk fóru út úr flokshølinum, og komu aftur løtu seinni? Í hesum føri hví ikki seta upp kovboy-sligar sving-hurðar inn í flokshølini, soleiðis at tað gerst so ómakaleyst sum gjørligt hjá næmingunum at ganga inn og út úr undirvísingini? Eg haldi, at hetta er meir ella minni veruleikin í mongum miðnámsskúlum nú á døgum. Vit mæla næmingunum til at avmarka fysisku fráveruna mest møguligt. Hví verður mental frávera vegna tøkniliga misnýtslu ikki mett á sama hátt sum fysisk frávera? Mental frávera minnir ikki sørt um fysiska fráveru, tá tað kemur til læring hjá næmingunum.

Tað var ein áhugaverdur og viðkomandi fyrilestur á Føroya Handilsskúla fyrr í ár, sum einir 150 næmingar lýddu á. Eg setti mær fyri at eygleiða telefonnýtsluna hjá næmingunum undir fyrilestrinum. Tá ið tiltakið byrjaði, vóru ongar telefonir at hóma, og næmingarnir lurtaðu áhugaðir. Eftir 10-15 minuttir komu fyrstu telefonirnar upp úr lummunum, og stutt tíð gekk, til 20-30% av næmingunum mentalt høvdu meldað fráveru og sótu sum trælir og hugdu inn í skíggjan, alt meðan framúr fyrilestrarhaldarin eldhugaður tosaði við tey 70-80% av næmingunum, ið mentalt vóru til staðar.

Skal ein skúli góðkenna eina slíka støðu? Nær tekur ein skúli hesi viðurskifti í álvara og ger felags mannagongdir fyri allar næmingar og allar lærarar? Hvør fyritøka hevði góðtikið, at 20-30% av teirra menniskjaliga tilfeingi eina og hvørja tíð var óvirkið?

Kanning av næmingunum

Men hvat siga næmingarnir sjálvir um nýtslu av telefonini í undirvísingini? Er nýtsla av telefonini í tímunum ein fortreyt fyri læring? Halda næmingar, at telefonin er eitt hent amboð í undirvísingini?

Eg ynskti at hyggja nærri at hesum og gjørdi eina kanning í tveimum flokkum á Búskaparbreytini á Handilsskúlanum í Havn. Undan kanningini hevði eg í tveir mánaðir javnan latið næmingarnar lagt telefonina frá sær í tímunum. Tað vil siga, at teir vóru nú rímiliga vanir við at leggja telefonina frá sær í mínum tímum.

Kanningin vísti í stuttum, at:

  • Næmingarnir hava lætt við at leggja telefonina frá sær í tímanum, men halda ikki, at skúlin skal skipa tað sum fasta mannagongd allar tímarnar.
  • Næmingarnir eru sum heild samdir í, at læringin styrkist, um telefonin verður løgd til viks í undirvísingini.
  • Næmingarnir eru ósamdir í útsøgnini, at telefonin styrkir um læringina.
  • Næmingarnir ynskja ikki, at eingin stýring er við telefonnýtsluni í tímunum.
  • Facebook og Snapchat eru mest vitjaðu síðurnar, tá flýggjað verður út á internetið í tímunum.
  • Telefonin verður millum lítið og einki brúkt sum amboð í undirvísingini (galdandi fyri allar lærugreinir).
  • Næmingarnir lesa millum sjáldan og ongantíð longri tekstir (longri enn tvær A4 síður) á telefonini.

Niðurstøða

Telefonin er í sjálvari sær hvørki fyrimunur ella vansi í mun til læring hjá næmingunum. Talan er heldur um, hvat ið telefonin (ella onnur tøkni) verður nýtt til. Ábyrgdin og avgerðin um, hvat amboð skal nýtast, liggja hjá lærara (og leiðslu). Tørvurin á tilvitaðum raðfestingum kemur framyvir at vaksa proportionalt við tøkniligu menningini. Hetta setir serlig krøv til lærarahóp og leiðslur.

Við vaksandi (mis)nýtslu av telefonini í tímunum er hugsandi, at læringin hjá næmingunum verður í stóran mun órógvað og í ávísan mun tarnað. Tørvurin á týðiligari floksleiðslu verður ikki minni í framtíðini, nú tøknin kemur sum flóðalda inn yvir skúla og heim.

Kanningin vísti, at næmingar eru ikki ímóti at fáa mótstøðu (floksleiðslu) viðvíkjandi telefonnýtsluni í tímunum. Teir ásanna samstundis, at telefonin kann vera ein órógvandi lutur í undirvísingini. Royndir av, at næmingar løgdu telefonina frá sær í undirvísingini – og harvið kundu hugsavna seg um læringina –, vístu, at hetta væl letur seg gera uttan mótstøðu frá næmingunum. Kanningin vísti eisini, at telefonin als ikki verður brúkt sum amboð í undirvísingini í nakrari lærugrein.

Tilmæli

Mælt verður til, at leiðslur og myndugleikar ikki lata dagsins ódefineraðu og partvíst tilvildarligu nýtslu av tøkni halda fram. Møguleikarnir eru tveir: antin at hjálpa næmingunum at leggja órógvandi hentleikar (íroknað telefonina) frá sær í tímunum ella at menna eina ætlan og menna førleikarnar hjá lærarum og næmingum at nýta útvaldar hentleikar sum skilagóð amboð til frama fyri læringina. Í løtuni sær fyrri møguleikin út til at vera meira sannlíkur at eydnast, men tann seinni kundi verið spennandi at roynt.

Aðrar greinar í miðnámsrit 8