Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 8
Um blaðið
Góði lesari!
Her er áttanda Miðnámsrit. Hesa ferð eru fimm greinir. Telefonir eru stór avbjóðing á miðnámsskúlunum. Heðin Lamhauge hevur skrivað eina grein um telefon(mis)nýtslu á miðnámi.
Olav Absalonsen hevur eina grein um, hvussu lærugreinin virkisbúskapur er broytt frá sjeytiárunum til nú. Hetta er søgan um eina lærugrein, sum hevur havt næstan 20 nøvn hesi árini.
Tórður Johannesarson hevur skrivað eina grein um toymisarbeiði og fundir. Summir lærarar hava ta áskoðan, at gott toymisarbeiði er bygt á nógv fundarvirksemi. Tórður setir spurnartekin við hesa fatan.
Í løtuni taka nakrir lestrarvegleiðarar masterútbúgving í vegleiðing, sum varð boðin út á fyrsta sinni í 2013. Elisabeth Holm hevur skrivað um útbúgvingina. Viðtal er við íslendskan lærara, sum undirvísir á einum miðnámsskúla í Reykjavík.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Telefonisk innrás og tøkniligir fótonglar, Heðin Lamhauge
Virkisbúskapur – hvat er tað? Olav Absalonsen
Toymisarbeiði – uttan fundir, Tórður Johannesarson
Masterútbúgving í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya, Elisabeth Holm
Viðtal við íslendskan miðnámsskúlalærara, Tórður Johannesarson
Tak niður sum PDF