Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Masterútbúgving í vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Eftir Elisabeth Holm í miðnámsrit 8, desember 2015

Ein gamal dreymur er vorðin veruleiki. Tað var kenslan, ið fleiri fyrrverandi og virkandi vegleiðarar í føroyska útbúgvingarverkinum sótu við, tá master­útbúgving í vegleiðing á fyrsta sinni bleiv boðin út á sumri í 2013 og síðan sett í verk við lestrarbyrjan sama ár. Við hesi útbúgving eru vit ávegis til at nøkta ein tørv, ið við fleiri útbúnum vegleiðarum, sum frá líður, verður eitt framstig fyri føroyska útbúgvingarverkið og samfelagið sum heild.

Stórur tørvur hevur leingi verið, og er, á útbúnum vegleiðarum í Føroyum, bæði innan fólkaskúla, miðnám, vinnuskúlar, aðrar skúlar, á Fróðskaparsetrinum og á arbeiðs­marknaðinum. Hóast vantandi førleikagevandi útbúgving innan fakið vegleiðing, so hevur lestrar- og yrkisvegleiðing í mong ár verið útint, serliga á størru fólkaskúlunum og á miðnámsskúlum. Virkandi vegleiðarar hava fingið okkurt styttri skeið av og á ímillum ár og dag, men holl førleikamenning til hesar uppgávur hevur ikki fingið neyðugu rað­festingina fyrr enn við nýggju útbúgvingini. Tað krevur holla fakliga barlast at røkja vegleiðarauppgávur til lítar á professionellan hátt, so tí er útbúgving ein neyðug íløga. Hetta hava skiftandi nevndir í Vegleiðarafelagnum og Skúlavegleiðarafelagnum víst útbúgvingarmyndugleikanum á. Ásannandi, at útbúgvingarmarknaðurin í Føroyum, í londunum rundan um okkum og um allan heim er vaksandi og í støðugari broyting, er bæði ein vaksandi tørvur og eitt stórt ynski um útbúgving til vegleiðarar vaksið fram. Til tess at nøkta henda tørv, og við stuðli frá Mentamálaráðnum, fór Setrið til verka saman við Háskóla Íslands og umboðum úr vegleiðaraumhvørvinum í Føroyum at leggja lunnar undir eina nútíðarhóskandi, granskingargrundaða vegleiðaraútbúgving. Útbúgvingin, ið hevur heimstað á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, er skipað sum ein yvirbygningur á masterstigi, ið byggir á aðra viðkomandi útbúgving, ið er minst á bachelorstigi.

Skipan av MA í vegleiðing

Útbúgvingin er skipað sum parttíðarnám í modulum. Parttíðarnám svarar til hálvtíðar­lestur, sum í arbeiðsbyrðu er mett at svara til umleið 20 arbeiðstímar um vikuna í miðal. Hon er sett saman av sjálvlestri, intensivum 3-daga skeiðum umleið tríggjar ferðir hvørja lestrarhálvu, uppgávuloysnum, kjaki í bólkum, framløgum, starvsvenjing, undirvísing og samskifti á netinum. Talan er um aktiva og blandaða læru, sonevnda “blended learning”. Eisini málsliga er útbúgvingin samansett, tí bæði undirvísing og uppgávuskriving fara fram á enskum, skandinaviskum og í ávísan mun á føroyskum.

Fyrra ársverkið, ið er 2-ára lestur á tilsamans 60 ECTS[1], varð liðugt á sumri 2015. Tá fingu lesandi, ið høvdu lokið fyrsta partin, diplom á masterstigi. Nøkur valdu at gevast eftir lokið diplom, men umleið 25 lesandi hava valt at halda fram og taka seinna ársverkið. Full MA fevnir um 120 ECTS. Skeiðini eru býtt sundur í skeið (modul) á 15, 10 ella 5 ECTS. Hvørja lestrarhálvu hava skeið verið, ið tilsamans hava givið 15 ECTS. Nærri lýsing av hvørjari skeiðseind, við læruúrtøkum í miðdepli, eru at finna á: http://setur.fo/namsvisindadeildin/utbugvingar/ma-utbugving-i-vegleiding/skeidslysingar/

Yvirskipaða endamálið við vegleiðaraútbúgvingini er:

  • At geva virkandi og nýggjum vegleiðarum hollan ástøðiligan kunnleika um vegleiðarayrkið
  • At geva virkandi og nýggjum vegleiðarum amboð og møguleika at veita dygdargóða lestrar-, yrkis- og karrieruvegleiðing til fólk í øllum aldri, á øllum útbúgvingar­stigum og í mun til arbeiðsmarknaðarviðurskifti
  • At menna, skipa og professionalisera vegleiðarayrkið, eins og siðvenja er í londunum rundan um okkum
  • At skapa nýggja vitan um vegleiðing við at integrera gransking við praksis á skúlum, stovnum og á øðrum viðkomandi økjum

Útbúgvingin, ið er tvørfaklig, byggir á hugsjónina um lívslanga læru og evropeiskar leiðreglur og karmar fyri vegleiðaraútbúgvingar. Innihaldsliga fevnir hon m.a. um vegleiðaraástøði, samskifti og etikk, yrkisástøði (karrieruteoriir og tilgongdir), læruástøði, lestrartøkni, samfelags- og arbeiðsmarknaðarviðurskifti, viðkomandi løgfrøði, vísinda­ástøði, kunningartøkni, bólkaprocessir, persónligar trupulleikar, avbjóðandi samrøður og ymisk praksisamboð til m.a. eftirmeting, kanningar og fyriskipanir til fyribyrging av fráfalli. Í stuttum fevnir útbúgvingin um øll viðurskifti, ið hava við lestur, trivnað, lívslanga læru og val av útbúgving, yrki og karrieru at gera. Tá lesandi hava lokið 90 ECTS eftir trimum árum, verður farið undir masterritgerðina 4. árið, ið telur 30 ECTS. Á sumri í 2017 verða eftir ætlan fyrstu MA prógvini í vegleiðing handað í Føroyum. Við fyrstu master­ritgerðunum í vegleiðing verður latið upp fyri nógv neyvari vitan og gransking innan evni, ið hava við vegleiðing, útbúgving og arbeiðsmarknaðarviðurskifti at gera, enn vit hava havt frammanundan. Neyðugt er áhaldandi at byggja vitan upp innan vegleiðing og framleiða tilfar, ið tekur støði í føroyskum viðurskiftum.

Undirvísing og faklig leiðsla

Fakligur útbúgvingarleiðari er Sif Einarsdóttir, professari við Háskóla Íslands og adjungeraður professari við Fróðskaparsetur Føroya. Hon er útbúgvingarleiðari á íslendsku vegleiðaraútbúgvingini og samskipar norðurlendska VALA-netverkið, ið er eitt Norðpluss netverk, ið samstarvar um útbúgving av vegleiðarum í øllum norðurlondum[2]. Umvegis hetta netverk hevur útbúgvingarleiðarin fingið fremstu serfrøðingar innan vegleiðing úr øðrum norðurlondum aftur at sær at undirvísa. Harafturat undirvísa fakfólk innan ávís øki á Fróðskaparsetrinum (t.d. innan sálarfrøði, samfelags- og arbeiðs­marknaðar­viðurskifti) eisini á útbúgvingini. Av tí orsøk, at flestu lærubøkurnar eru á enskum máli, og at undirvísingin lutvíst fer fram á enskum, er neyðugt at hava førleikar í enskum. Tí var góður førleiki í enskum máli ímillum upptøkutreytirnar, ið annars eisini fevndu um praktiskar royndir innan vegleiðarayrkið og útbúgving á bachelorstigi ella hægri.

Umframt at vera samskipari av norðurlendska VALA-netverkinum, er útbúgvingar­leiðarin, Sif Einarsdóttir, limur í evropeiska Erasmus NICE-netverkinum, ið er stytting fyri “Network for Innovation in Career Guidance and Counselling in Europe”[3], ið fevnir um samstarv um vegleiðaraútbúgvingar á umleið 45 hægri lærustovnum í 29 londum í Evropa. Netverkið hevur arbeitt við felags ásetingum, harmonisering av kjarnuøkjum, førleika-standardum, innihaldi, góðskukrøvum, professionalisering, leiðreglum, kørmum v.m. viðvíkjandi vegleiðaraútbúgvingum á masterstigi. Føroyska vegleiðaraútbúgvingin tekur støði í teimum viðtøkum, ið NICE-netverkið hevur stungið út í kortið. Niðanfyri er mynd av teimum kjarnuførleikunum, ið semja er um á evropeiskum stigi, at ein professionell vegleiðaraútbúgving skal fevna um[4].

Hví raðfesta vegleiðing?

Allir næmingar, lesandi og arbeiðstakarar eiga at hava í boði at fáa holla vegleiðing. Útbúgvingarpolitikkur og tilmæli, ið byggja á gransking í londunum rundan um okkum, vísa, at professionell vegleiðing og samskipaðar vegleiðaratænastur eru ein góð samfelagsíløga. Vit liva í einum globaliseraðum heimi, har arbeiði og viðurskifti á arbeiðsmarknaðum eru í støðugari broyting, og krøv til útbúgving, eftirútbúgving, karrieru, førleikamenning og arbeiði eru alsamt skiftandi. At finna stevið og navigera í hesum meldri er fyri mong ein stór avbjóðing, og tí er tað ikki uttan orsøk, at londini rundan um okkum í nógv áratíggju hava raðfest vegleiðing og útbúgving av vegleiðarum. Lívslong læra er ein veruleiki, og tí kann eingin stagnera og framvegis varðveita sína støðu á arbeiðsmarknaðinum. Krøvini til einstaka menniskjað eru alsamt vaksandi og gerast fleiri. Til tess at tryggja tí einstaka eina holla, rætta og góða vegleiðing, ið ber á mál í einum umskiftiligum heimi, krevst hollur fakligur førleiki. Tí er útbúgving av vegleiðarum neyðug. Samskipað og dygdargóð vegleiðing og professionellar vegleiðaratænastur eru neyðugar bæði innan allar sektorar í útbúgvingarverkinum og í arbeiðsmarknaðarhøpi, m.a. tí tær fremja læring, økja um trivnað, og kunnu, um dygdin er í hásæti, minka um fráfall í útbúgvingum. Sostatt er vegleiðing ikki bert er ein tænasta til einstaka menniskjað, men tænir øllum samfelagnum sum heild. Eins og tørvurin á útbúgvingarvegleiðing er stórur og vaksandi, so er ein tilsvarandi stórur tørvur á karrieruvegleiðing fyri tilkomin. Her verður serliga hugsað um yrkisvegleiðing í sambandi við yrkisleið, førleikamenning, vaksnamannaútbúgving, integratión, endurútbúgving, rehabilitering, arbeiðsloysi, og serligan tørv í tí føroyska samfelagnum. Enn er eingin heildarskipan fyri vegleiðing sett á stovn, men tað verður tað vónandi í næstum. Við útbúnum vegleiðarum hava avvarðandi myndugleikar fakfólk og resursir tøk í landinum, sum saman við myndugleikum kunnu menna hetta økið.

Hyggja vit at útbúgvingarpolitikki í bæði evropeiskum londum og norðurlondum, síggja vit, at á mongum økjum verður staðiliga mælt til, at vegleiðing verður veitt innan allar sektorar sum ein integrerað stuðulstænasta og eitt amboð til menning og læring. Krøv um vegleiðing finna vit í kunngerðum og lógarverki innan føroyska útbúgvingarverkið, men eingi beinleiðis krøv ella ásetingar eru um útbúgving á økinum. Við útbúnum vegleiðarum verða vit betur før fyri at lúka tær ásetingar, ið longu eru ásettar innan útbúgvingarverkið.

Eitt ítøkiligt dømi um evropeiskan politikk er at finna í felags leiðreglum um góðsku­skipanir fyri universitet í Evropa[5], har til dømis mælt verður til, at eingin nýggj útbúgving verður sett á stovn uttan at lestrar- og karrieruvegleiðing inngongur sum ein natúrligur og integreraður partur av teimum stuðulsskipanum, ið skulu verða tengdar at eini útbúgving. Men til tess at veita tílíkar stuðulstænastur krevst útbúgving. Tí hevur tað so ómetaliga stóran týdning, at vit í Føroyum eisini taka hesar stuðulstænastur í álvara og útbúgva fólk til hetta økið, ið er sera fjøltáttað. Uttan útbúgving ber ikki til at professionalisera vegleiðaraøkið. Uttan lívslanga vegleiðing ber í veruleikanum ikki til at fremja lívslanga læring – talan er um tvær síður av somu søk. Harafturat hanga útbúgving og arbeiðs­marknaður óloysiliga saman. Í fleiri av londunum rundan um okkum hevur vegleiðing ment seg til eitt tvørgreinaligt fakøkið, ið nógv hevur verið og verður granskað í – hetta bæði einstaklingum og samfelagnum at gagni. Óteljandi kanningar og granskingarúrslit vísa á nyttuvirðið á professionellari vegleiðing. Tí er útbúgving av vegleiðarum ein neyðug íløga fyri samfelag okkara, og tvørfakligt samstarv við allar áhugabólkar alneyðugt.

Framtíðin

Neyðugt er at menna eina heildarskipan fyri lívslanga vegleiðing (LLG), ið vónandi verður ein integreraður partur av útbúgvingarpolitikki landsins. Nú  masterútbúgving er sett á stovn á Setrinum, eru dyr lætnar upp fyri framtíðarmenning av hesum øki og sam­virkanar­árini á fleiri økjum. Um rætt verður borið at, og útbúgvingin fær sømdir til at halda fram, ber til at integrera trý kjarnuøki, ið eru hornasteinar á universitetum: tað er gransking, førleikamenning av vegleiðarum og samfelagsávirkan. Útbúgvingin, og framhaldandi menning av henni við støði í føroyskum viðurskiftum, kann gerast ein vinn-vinn støða fyri føroyska samfelagið. Útbúnir vegleiðarar kunnu geva íkast til kanningar og gransking innan vegleiðing, og somu aktørar kunnu stuðla myndugleikum við menning av útbúgvingar-, arbeiðsmarknaðar- og vegleiðarapolitikki og strategi, ið tæna øllum útbúgvingarverkinum og føroyska arbeiðsmarknaðinum. Harafturat er framhaldandi neyðugt at menna og professionalisera vegleiðing í Føroyum. Nær útbúgvingin verður boðin út aftur, vita vit ikki, men staðfestast kann, at tørvurin er støðugt til staðar, stórur áhugi er fyri MA í vegleiðing, og professionalisering av vegleiðarum er ein alneyðug samfelagsíløga. Vónandi fær vegleiðaraútbúgvingin, ið er eitt framstig fyri føroyska samfelagið, vakstrarkor, ið framhaldandi kunnu menna hetta yrkið og finna ta kós, ið tænir øllum borgarum.


[1] Stytting fyri “European Credit Transfer and Accummulation System”, ið eru námsstig, ið siga nakað um vavið á útbúgvingini. Sí ECTS vegleiðingina (2015) á: http://ec.europa.eu/education/ects/users-guide/assets/ects_users-_guide_web.pdf

[2] Les um VALA netverkið á: http://www.peda.net/en/portal/vala

[3] http://nice-network.eu/the_nice network.html

[4] Christiane Schiersmann et al. (eds.), Nice Handbook for the Academic Training of Career Guidance and Counselling professionals. NICE 2012

[5] Standards and Guidelines for Quality Assurance in the European Higher Education Area (ESG), sí: http://www.enqa.eu/wp-content/uploads/2015/05/ESG_endorsed-with-changed-foreword.pdf

Aðrar greinar í miðnámsrit 8