Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Viðtal við íslendskan miðnámslærara

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 8, desember 2015

Ásdís Arnalds er 39 ára gomul. Hon tók studentsprógv frá Kvennaskólanum í Reykjavík (1995). Tók so BA-prógv í íslenskum frá Háskóla Íslands (1999). Síðan námsfrøðiligu útbúgvingina við Háskólann á Akureyri (2001). Hon hevur eisini tikið M.Paed.-prógv frá Háskóla Íslands (2006). Hon hevur arbeitt sum lærari við Kvennaskólann í Reykjavík síðan 2002.

1. Hvussu mangir miðnámsskúlar eru í Reykjavík/Íslandi (tekniskir skúlar, handilsskúlar og studentaskúlar)?

37 skúlar bjóða fram miðnámsskúlaútbúgving (sí http://www.menntagatt.is/skolar/).

2. Hvussu  mangir næmingar eru í skúlanum, har tú starvast?

Umleið 650 næmingar.

3. Hvussu stórur partur av næmingunum í 9.-10. flokki fara í miðnámsskúla í Íslandi?

Árið 2013 fóru til dømis 97% beint í miðnámsskúla.

4. Í Føroyum eru um 80% av frálærutilfarinum á donskum. Hvussu er støðan í Íslandi hesum viðvíkjandi, til dømis lutfallið millum  íslendskt og enskt tilfar?

Tað er sera trupult er at svara hesum. Frálærutilfarið er yvirhøvur á íslendskum uttan í fremmandamálslærugreinum. Tó kemur fyri, at bøkur og annað frálærutilfar, til dømis enskum, verður nýtt í ymsum øðrum lærugreinum. Eg veit ikki, um nakar hevur kannað hetta.

5. Í Føroyum skalt tú í minsta lagi hava bachelor/kandidat ella master til at undirvísa í miðnámsskúla. Hvussu er í Íslandi?

Viðkomandi skal hava prógv frá lærdum háskúla (í minsta lagi bachelor) og skal harafturat hava lokið námsfrøðiliga útbúgving.

6. Hvussu útbúgva miðnámsskúlalærarar í  Íslandi seg? Lærarar frá Syddansk Universitet koma til Føroya at undirvísa føroyskum miðnáms­skúlalærarum. Hetta tekur eitt ár, og ástøðiligi parturin av útbúgvingini verður tikin, meðan lærararnir undirvísa vanliga tímatalvu. Móti endanum verður ritgerð skrivað um námsfrøðiligt evni. Í verkliga partinum fara lærarar sum oftast til Danmarkar at undirvísa í einar 10 vikur í donskum miðnámsskúla og verða síðan eftirmettir. Hvussu er samsvarandi námsfrøðilig útbúgving skipað í Íslandi?

Lærarar skulu í minsta lagi hava lokið bachelor-prógv í lærugreinini ella skyldari læru­grein (ella ávísum faknámi, um talan er um verkliga lærugrein). Tey flestu hava tó tikið masterprógv. Eisini skal lærarin taka námsfrøðiliga útbúgving. Ein liður í útbúgvingini er verkligur partur, sum verður tikin í øðrum skúla, har „læraranæmingurin“ fær ein vegleiðara, sum hevur neyðugu útbúgvingina. Læraranæmingurin skal í eitt skúlaár sita sum eygleiðari inni í tíma hjá fulltiknum lærara (32 ferðir 40 minuttir) og undirvísa sjálvur (20 ferðir 40 minuttir). Tey, sum hava bachelor-prógv, taka 2 ára námsfrøðiliga útbúgving, men tey, sum hava masterprógv, taka 1 árs diplomútbúgving.

7. Í Føroyum gevast 15-20% av miðnámsskúlanæmingunum á hvørjum ári. Hvussu er í Íslandi?

Eg haldi, at samanumtikið kann sigast, at í hvørjum árgangi gevast uml. 20%, men tá tala vit um øll árini, sum útbúgvingin tekur. Her er til dømis skjal frá Hagstofu Íslands, sum sýnir, hvussu mong í hvørjum árgangi tóku útbúgving (og tey, sum góvust) árini 1999-2007: https://skrif.hi.is/dropin/files/2008/06/01hagstofa.pdf.

8. Hvussu stórur partur av fólki við miðnámsskúlaútbúgving fara undir hægri lestur?

Umleið 35% fara undir hægri lestur her á landi.

Aðrar greinar í miðnámsrit 8