Virkisbúskapur - hvat er tað?
Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 8, desember 2015
Virkisbúskapur er ein av høvuðslærugreinunum innan handilskap á handilsskúlanum. Her verður greitt eitt sindur frá, hvat henda lærugrein inniheldur í dag. Vit fara nakað aftur í søguna at greiða frá, hvussu lærugreinin hevur itið fyrr, og hvussu hon hevur fingið tað navnið, sum hon hevur í dag. Hon hevur havt eini 20 nøvn, men tað kemur eisini av, at hon er sett saman av evnum, sum fyrr hava verið í fleiri lærugreinum. Virkisbúskapur er sostatt ein samanseting av evnum sum roknskapi, logistikki, strategi, fíggjarstýring, fíggjarætling og øðrum.
Sjálv lýsingin av lærugreinini verður býtt sundur í tvey. Tann fyrri parturin er um Virkisbúskap á C-stigi, sum er lærugrein á FHS, og sum er sprottin úr tí siðvenjuni, sum var fyrst í HMX (handilsmedjálparaprógv) og síðani FHS (støðisútbúgving innan fyrisiting, handil og skrivstovu). Tann seinni parturin er um Virkisbúskap á B-stigi og A-stigi, sum eru lærugreinir á Búskaparbreytini, og sum eru sprotnar úr tí siðvenjuni, ið hevur verið á HH (hægri handilsprógv). Av tí at hetta er ein lærugrein á trimum stigum, verður hon, sum sæst, ofta umtalað sum tríggjar lærugreinir við sama navni, men við trimum ymiskum bókstavum aftanfyri.
Virkisbúskapur er ein lærugrein, har vit hava nógv føroyskt tilfar, við tað at nógvar føroyskar bøkur finnast í lærugreinini, men eisini tí at vit kunnu brúka ársfrásagnir hjá føroyskum partafeløgum í undirvísingini. Tað føroyska fakmálið er sterkt í virkisbúskapi, har vit eisini nýta fremmandaorð, tá ið vit halda, at tað er meira hóskandi. Ein partur av lærdóminum í virkisbúskapi er eisini at duga eingilska terminologi fyri týðandi hugtøk, tí tað gevur atgongd til sera nógv tilfar á netinum. Hetta kann vera hent at duga, tá ið næmingarnir skulu skriva ritgerðir, men tað er ikki minni hent, tá ið teir eru lidnir við skúlan og skulu brúka skúlalærdómin at byggja meiri lærdóm uppá, so hvørt sum teir hava brúk fyri tí í víðari útbúgving ella í arbeiðslívinum.
Virkisbúskapur C
Á C-stigi er virkisbúskapur í dag samansettur av 5 høvuðsevnum:
- Virkið og samfelagið
- Búskaparligir upplýsingar um virkið
- Búskaparlig greining av virkinum
- Búskaparligar avgerðir í virkinum
- At leggja til rættis og gera ætlanir
Hetta innihaldið er úrslit av einari langari siðvenju, sum lærugreinin hevur havt í HMX og síðani 1983 í FHS. Myndin niðanfyri er ein roynd at vísa, hvørji lærugreinanøvn fyrr hava verið innan tað, sum nú eitur Virkisbúskapur C. Í HMX vóru tvær lærugreinir innan hesi øki: Bókhald og Rokning. Seinni vóru nøvnini broytt til Bókhald við roknskaparfatan og Rokning við maskinrokning. At roknskaparfatan kom inn í navnið, var helst fyri at vísa á, at næmingurin eisini skuldi fata nakað av bókhaldi og roknskapi og ikki bara venja bókingar. Maskinrokning var partur av roknifakinum, áðrenn hon kom inn í sjálvt navnið, men her skulu vit hugsa um, at hetta er í tí tíðini, tá ið teldur ikki stóðu á nøkrum skriviborði, og tá ið tað tí hevði týdning at hava venjing í at rokna skjótt við roknimaskinu. Í dag er hetta lagað til tíðina, soleiðis at rokniark er eitt týðandi amboð í virkisbúskapi. Í HMX vóru bæði fakini seinni løgd saman í eitt fak undir navninum Rokning og roknskapur.
Í FHS, sum byrjaði í 1983, høvdu vit lærugreinirnar Roknskapur og Rokning (rokning í hesum sambandi er ikki tað sama sum støddfrøði, sum var og er ein onnur lærugrein á FHS). Í 1985 varð navnið á Roknskapi broytt til Bú- og roknskapur, og var hetta ein ábending um, at nú var innihaldið víðkað nakað. Kortini varð Rokning varðveitt sum sjálvstøðug lærugrein til 1991, tá ið lærugreinirnar vórðu lagdar saman í eina lærugrein undir navninum Bú- og roknskapur. Í 1998 fekk lærugreinin navnið Virkisbúskapur C.
Virkisbúskapur B og A
Í virkisbúskapi á B- og A-stigi eru í dag 6 høvuðsevni:
- Vinnulív og samfelag
- Virkisstrategi
- Roknskaparfrøði – búskaparlig upplýsing
- Búskaparlig greining
- Búskaparlig stýring – og avgerðir
- Fíggjarætling
Samanborið við C-stig er eitt høvuðsevni komið afturat, og er tað virkisstrategi. So hvørt sum næmingurin kemur upp á hægri stig í lærugreinini, verða evnini víðkað, og farið verður djúpari niður í hvørt evni. Eins og á C-stigi er lærugreinin sett saman av nógvum fyrrverandi lærugreinum. Myndin niðanfyri er ein roynd at vísa, hvørji lærugreinanøvn í HH hava verið fyrr innan tað, sum nú eitur Virkisbúskapur B og A.
Fyri 1975 vóru Roknskaparlæra og Rakstrarbúskapur hvør sítt fak bæði árini á HH. Hetta árið kom eitt nýtt felagsfak fyrra árið undir navninum Roknskaparlæra/rakstrarbúskapur, men tær báðar lærugreinirnar vóru framvegis hvør sær tað seinna árið. Ein nýggj lærugrein við navninum Rakstrar- og framleiðsluteknikkur kom eisini í 1975. Við nýggju kunngerðini í 1986 helt Roknskaparlæra/rakstrarbúskapur fram sum lærugrein tað fyrra árið á HH, men tað seinna árið kom nýggj lærugrein fyri undir navninum Økonomistýring við ella uttan støddfrøði, og lærugreinirnar Roknskaparlæra og Rakstrarbúskapur duttu burtur. Samstundis varð evnið marknaðarførsla tikið úr lærugreinini, og Sølubúskapur varð nýggj lærugrein á HH.
Í 1993 kemur nakað av tí gomlu skipanini afturíaftur. Roknskaparlæra/rakstrarbúskapur fær nýggja navnið Roknskaparlæra og virkisbúskapur B, men tað seinna árið fáa vit trý valfak í staðin fyri Økonomistýring; tey eru Uttanhýsis búskaparkunning A, Roknskaparlæra og virkisbúskapur A og Framleiðslubúskapur A, ið svara nøkulunda til tey trý fakini Roknskaparlæra, Rakstrarbúskapur og Rakstrar- og framleiðsluteknikkur, ið høvdu verið fyri 1986. Í 1996 fær lærugreinin Roknskaparlæra og virkisbúskapur núverandi navnið Virkisbúskapur – bæði á B- og A-stigi, men Uttanhýsis búskaparkunning A og Framleiðslubúskapur A eru framvegis til sum lærugreinir. Í 2000 verður Framleiðslubúskapur A lagdur saman við Virkisbúskap A, og Uttanhýsis búskaparkunning fær navnabroyting til Ársroknskap A. Í 2010 verður Ársroknskapur A lagdur saman við Virkisbúskap A í eina lærugrein undir navninum Virkisbúskapur A.
Føroyskt undirvísingartilfar
Hóast FHS-útbúgvingin var føroysk frá byrjanini í 1983, nýtti skúlin í byrjanini danskar námsætlanir og danskar próvtøkuuppgávur. Men hetta kundi bara vera ein fyribils loysn, og áðrenn 80’ini vóru liðin, høvdu vit fingið føroyskar námsætlanir í Bú- og roknskapi og í rokning á FHS. Somuleiðis vórðu próvtøkuuppgávurnar eisini føroyskar. Tí var upplagt at fara undir at gera føroyskt undirvísingartilfar. Heðin Samuelsen, sum var stjóri á Føroya Handilsskúla til 1986, var íðin at dyrka og røkta føroyskt fakmál á økinum, og onkursvegna var hetta ein eldhugi, ið smittaði onnur, ið ikki vóru mótstøðufør ímóti hesum.
Í 1990 kom uppgávubók í roknskapi og búskapi, sum vit báðir Árant Olsen høvdu skrivað. Í 1993 kom grundbók í roknskapi og búskapi. Í báðum førum høvdu vit brúkt tilfarið í undirvísingini, áðrenn tað varð givið út. Onnur og broytta útgáva av uppgávubókini kom í 1993, og onnur óbroytta útgáva av grundbókini kom út í 1997. Í 2000 kom triðja útgáva av bæði grundbók og uppgávubók. Hesa ferð hevði Finn Jensen staðið fyri uppgávubókini. Føroya Skúlabókagrunnur gav allar hesar bøkurnar út.
Hugskotið við teimum føroysku bókunum var, at tær skuldu ikki vera dagsaktuellar, men at tær skuldu innihalda tað mest grundleggjandi í fakinum; tí brúktu vit orðið grundbók. Bøkurnar skuldu sostatt hava eitt varandi virði. Í undirvísingini var so meiningin, at lærarar skuldu finna ella gera tilfar, sum var dagsaktuelt, og sum verður skift út á hvørjum ári. Um vit skuldu havt aktuell dømi í bókunum, høvdu tær verið ov gamlar eftir tveimum árum.
Tá ið HH kom undir føroyska lóggávu í 1993, og vit fingu føroyskar námsætlanir og próvtøkuuppgávur, var farið í gongd við at gera føroyskt tilfar til Virkisbúskap B. Hugskotið var tað sama, og tilfarið varð brúkt í undirvísingini í fleiri ár, áðrenn tað varð givið út. Virkisbúskapur til B-stig kom út sum 4 grundbøkur við uppgávuheftum árini 1999-2004. Heðin Samuelsen og eg skrivaðu hesar 4 bøkurnar: Virkið, Kostnaðarlæra, Fyriskipan, Bókhald og ársroknskapur. Føroya Skúlabókagrunnur gav eisini allar hesar bøkurnar út.
Eftir hetta fóru vit í holt við A-stig í virkisbúskapi og ársroknskapi. Í 2007 komu tvær bøkur út sum royndarútgávur: Ársroknskapur, sum Finn Jensen stóð fyri, og Fíggjarstýring, sum eg stóð fyri. Tá ið royndarútgávurnar høvdu verið brúktar í nøkur ár, komu nýggjar og nógv broyttar útgávur í 2010 undir nøvnunum Roknskaparfrøði og Fíggjarstýring. Føroya Skúlabókagrunnur gav út. Sum sæst, hevur Skúlabókagrunnurin roynst okkum væl. Leiðarar á stovninum hesi árini vóru Helenu Dam á Neystabø og Heðin M. Klein, sum altíð vístu okkum stóra vælvild. Ritstjórar vóru Tollakur Djurhuus og seinni Birgir Kruse, sum vit høvdu framúr gott samsarv við.
Innihaldið í lærugreinini
Tey mongu nøvnini á lærugreinum, ið hava verið innan virkisbúskaparliga økið, samanleggingar og sundurskiljingar siga nakað um meldurin í handilslærugreinum sum heild, og sjálvt um evnini eisini eru flutt ímillum og skild sundur, so hevur eisini verið stór broyting í innihaldinum í lærugreinini. Tað verður ov drúgt at greiða frá øllum, men vit kunnu siga nakað um tær seinastu broytingarnar.
Við kunngerðini í 2013 og nýggjum námsætlanum á øllum stigum vóru ávísar broytingar á B-stigi. Fyriskipan, sum hevði verið eitt rímiliga stórt evni í fakinum síðani mitt í 90’unum, varð tikið burturúr, og í staðin kom strategi í fyritøkum inn í lærugreinina. Hetta var grundað á, at fyriskipan ella organisatión er ein vallærugrein í Búskaparbreytini, og heldur ikki er hon serliga búskaparlig, meðan strategi er nógv meira viðkomandi í sambandi við búskaparligar avgerðir. Strategisk evni eru eisini í Sølubúskapi, so her verður nakað av dupultari undirvísing, men hinvegin leggur hetta eisini upp til samstarv og samskipan av læringini.
Logistikkurin fyllir eisini meira á B-stigi enn fyrr. Á ein hátt er talan um, at hetta evnið er flutt frá A-stigi til B-stig. At bæði logistikkur og strategi fylla meira á B-stigi enn fyrr, er ein fyrimunur, ið kemur til sjóndar, tá ið flokkurin fer á virkisvitjan, tí umboð fyri leiðslur í virkjum koma ofta inn á hesi evni, og tað er gott, at næmingarnir síggja, at tað, sum tey læra í skúlanum, hevur samband við lívið uttan fyri skúlan. Mikrobúskaparlig teori er nógv minkað á B-stigi, og partar av hesum eru fluttir upp á A-stig, sum er vallærugrein. Tað er vist eisini skilagott, tí talan er um evni, ið eru rættiliga teknisk og matematisk.
Roknskapur fyllir framvegis nógv á B-stigi, har dentur verður lagdur á roknskaparfatan. Tí brúka vit í ávísan mun ársfrásagnir hjá partafeløgum sum undirvísingartilfar. Men bókførsla er ikki partur av førleikamálunum longur; grundgevingin fyri hesum er, at tað at venja bókingar er nakað, sum ein kann læra í praksis, og tað er burturspilt tíð at venja slíkt í skúlanum, tí tey flestu skulu ikki verða bókhaldarar. Hinvegin kann verða ført fram, at bókhaldið er keldutilfarið til roknskapin, og tað kann samanberast við háttalæru í einum faki. Tá ið tú lesur eina ársfrásøgn hjá einum partafelag, veitst tú, at dokumentatiónin fyri roknskapinum er at finna í bókhaldinum, og um dokumentatiónin er ivasom, verður roknskapurin eisini ivasamur.
Bókhald í Handilsskúlanum skal ikki lærast sum venjingar til eina próvtøku, men heldur sum ein matematisk algoritma. Bókhald kundi tað sama verið eitt evni í støddfrøði. Í hesum sambandi er áhugavert at nevna, at fyrstu ferð bókhald er lýst í bók, sum er givin út, var í 1494, tá ið fransiskanaramunkurin Luca Pacioli í bókini Summa de arithmetica, geometria, proportioni et proportionalita, ið var ein bók í støddfrøði, hevði ein kapittul um bókhald. Hann hevði verið húslærari hjá einum keypmanni í Venesia, og har hevði hann lagt til merkis og sett seg inn í, hvussu keypmenninir har á ein skipaðan hátt førdu bøkur fyri at halda skil á inntøkum, kostnaði, ogn, skuld og eginpeningi. Bókin hjá Pacioli varð skjótt umsett til onnur mál, og dupulti bókhaldshátturin, sum vit framvegis kenna hann, spjaddist úr Italia til onnur lond.
Pacioli var kendur fyri at leggja dent á at brúka teori í praksis. Og við síni lýsing av bókhaldi teoretiseraði hann eina skipan, sum praktikarar høvdu uppfunnið. Í virkisbúskapi sum í øðrum lærugreinum á handilsskúlanum er einki so praktiskt sum ein góð teori.