Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Toymisarrbeiði - uttan fundir

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 8, desember 2015

Í fjør hevði eg eitt upplegg á námsfrøðiliga tiltakinum á Føroya Handilsskúla, sum hevði heitið: Hvussu kunnu vit menna toymsiarbeiði á Føroya Handilsskúla?

Mítt útgangstøði var, at toymisarbeiði hevur nógvar fyrimunir, m.a. at einstaki lærarin veit, at hann hevur leiðslu og starvsfelagar aftan fyri seg, tá ið avgerðir skulu takast, og okkurt stingur seg upp í einum flokki. Hvør einstakur lærari kennir seg sum part av einum felagsskapi – hetta skapar styrki.

Um toymisarbeiði skal eydnast, so má samskifti eisini vera gott, tí øll í toyminum mugu vita av hvørjum øðrum. Eg havi ta fatan, at summir lærarar halda, at besta samskifti í sambandi við toymisarbeiði eru fundir og fundar­virksemi. Fundir kunnu vera góðir í sambandi við toymisarbeiði, men tað ber eisini til at hava fruktagott toymisarbeiði uttan stórvegis fundarvirksemi.  

Seinastu árini hevur nógv verið frammi, at tað er neyðugt, at lærarar mugu arbeiða saman í einum toymi. Fyrr kundi ein lærari leggja líka í, hvat aðrir lærarar gjørdu, tí hann visti – ella helt seg vita –, at hansara undirvísing riggaði, og hann læt ikki royndir frá sær til starvsfelagar. Hesin varð kallaður privatpraktiserandi lærarin. Tað er ikki pláss fyri hesum slagi av lærara longur, og eingin vil verða kallaður ein privatpraktiserandi lærari nú á døgum[1].

Mentamálaráðið hevur varnast, at toymisarbeiði mennir bæði næmingar og lærarar, tí at sambært nýggju gymnasialu skipanini er tað álagt lærarum at arbeiða í toymum. Hugsanin aftan fyri toymisarbeiði er, at einstaki lærarin mennist fakliga og námsfrøðiliga, tí at lærarin fer út um sítt egna fak og býtir sína námsfrøðiligu og fakligu vitan við toymið og fær samstundis vitan frá hinum í toyminum. Hetta kemur sjálvsagt eisini næmingunum til góðar, tí at teir fáa eina vitan um, at lærdómur ikki hevur nøkur fakmørk.

Ymisk sløg av læraratoymum

Vit kunnu hava fleiri sløg av toymum. T.d. kunnu tríggir FHS-flokkar vera eitt toymi. Flokkar á øðrum ári kunnu t.d. vera eitt toymi o.s.fr.. Á flestu skúlum eru eisini faktoymi, har lærarar, ið hava somu lærugrein, eru í einum toymi. Eitt annað slag av toymi er kjarnutoymi. Eg ætli mær ikki í hesi grein at koma nærri inn á hesi toymi, men leggja dent á flokslæraratoymi. Hetta slagið av toymi er, at lærarar, sum hava ein flokk, eru eitt flokslæraratoymi. Tað eru bæði fyrimunir og vansar við einum slíkum toymi. Vansarnir kunnu vera, at lærarar ikki náa at geva hvørjum einstøkum næmingi nóg nógvan ans, tí at lærarin er í eini fimm toymum. Á summum skúlum hava leiðslurnar valt at hava ein toymissamskipara. Ein vandi kann vera, at ov nógv verður lagt á herðarnar á for­manninum, og at hini í toyminum bara verða eltarar. Leiðslan kann eisini velja ikki at hava nakran toymissamskipara, men at øll eru leiðarar. Fyrimunurin við hesum seinasta er, at allir lærarar taka ábyrgd og arbeiða í felag. Ein slík roynd bleiv gjørd á HH3 frá 2007 til 2009 á Føroya Handilsskúla. Hetta riggaði sera væl, tí øll tóku ábyrgd.

Toymisarbeiði – trý prinsipp

Tá ið tú ert í einum toymi, hevur tað týdning at geva og at taka. Hvør einstakur eigur at tora at siga sína meining. Øll mugu tola, at teirra meiningar ikki altíð vinna, og at ein minnilutahugsan skal virðast. Um ein lærari í toyminum hevur trupulleikar, so hevur alt toymið “ein trupulleika” – uppgávurnar mugu lyftast í felag. Limirnir mugu hjálpa hvør øðrum, tá okkurt er áfatt, t.d. sjúka, strongd og skeið. 

Vit kunnu siga, at tað eru trý prinsipp í toymissamstarvinum. Tað fyrsta prinsippið er, at tann sterkasti (tann, ið rópar harðast) í toyminum tekur avgerðirnar. Hetta er ikki ein gongd leið sum frálíður, tí at tað ger, at hini verða dølsk og líkasæl. Síðan hava vit tað fólkaræðisliga prinsippið, har tað verður atkvøtt um avgerðirnar. Her eru aftur nøkur, sum ikki verða vird, tí at meirilutin ræður. Tað triðja prinsippið snýr seg um at semjast um avgerðirnar. Her eru øll líka, øll eru sinnað at justera/broyta persónliga áskoðan og søkja semjur. Í veruleikanum hava øll møguleika at leggja veto, og øll hava felags ábyrgd av avgerðunum. Hetta er tað mest krevjandi prinsippið, men er helst tað frægasta.

Toymið má gera sáttmála

Toymið má frá fyrsta degi gera ein sáttmála, hesin kann antin vera munnligur ella skrivligur. Ein slíkur sáttmáli kann t.d. byggja á felags linjur viðvíkjandi innlatingum, eftirmetingum, tvørfakligum samstarvi og skilhaldsreglum. Slíkar avtalur kunnu koma toyminum til góðar seinni, um t.d. okkurt stingur seg upp gjøgnum árið, t.d. nógv frávera, floksmentanin broytist o.s.fr. Sáttmálin má sjálvsagt kunna broytast gjøgnum skúlaárið.    

Toymisarbeiði – samskifti og fundarvirksemi

Sum nevnt, er ein sera týdningarmikil partur av toymisarbeiði gott samskifti. Fleiri lærarar eru av teirri fatan, at tá ið vit hava við toymisarbeiði at gera, so eru fundir lykilin til gott samskifti, og nógv fundarvirksemi er eins týðandi við gott toymisarbeiði. Samskifti kann fara fram aðrar vegir enn gjøgnum fundir, t.d. gjøgnum teldu, telefon, skype og óformligt prát. Mínar royndir eru, at tað besta toymisarbeiði er, tá ið fáir fundir eru. Sjálvsagt kunnu mál stinga seg upp, sum ikki eru egnað til at samskifta um á annan hátt, og tá kann ein fundur koma upp á tal. Í 2007 varð ein royndarflokkur gjørdur úti á Føroya Handilsskúla, sum fekk navnið HH3. Toymið fyrireikaði royndarvirksemið, og gjørdi m.a. av, at fundar­virksemi mátti ikki vera ov nógv. HH3-toymið valdi heldur at samskifta øðrvísi, við m.a. teldu, óformligum práti og telefon. Sjálvsagt stakk okkurt seg upp, sum lærararnir máttu fundast um, men tá varð ein greið avtala gjørd, at fundirnir skuldu vera so stuttir og effektivir sum gjørligt. Toymið skuldi fyrireika seg væl til fundirnar. 

Í fjør bleiv ein nøgdsemiskanning gjørd á Føroya Handilsskúla. Spurt var m.a. um fundarvirksemi:

Sum sæst, so helt ein meiriluti av lærarum, at ov nógvir fundir vóru á skúlanum. Hjá fleiri kennist fundarvirksemi køvandi, og tað drepur arbeiðshugin, tí at hetta gongur út yvir fyrireiking og fordjúping. Um vit hava tey introvertu og ekstrovertu í huga, so verða tey introvertu yvirstimulerað á fundum og eru troytt aftaná, tí at fundurin sýgur orkuna úr teimum. Tað kennist pínufult og køvandi. Tann introverti følir oftast, at fundir ikki eru til nakra nyttu og eru tíðarspilla.

Tey ekstrovertu hava tað øvugt, tey stórtrívast á fundum við nógvum tosi og eru væl fyri aftaná. Onkursvegna er fundarvirksemi fyri hesi ein lívsstílur. Niðanfyri er ein mynd, sum fleiri munnu kenna seg aftur í.

Tað er alneyðugt, at toymið ikki hevur fundir bara fyri at hava fundir.

Um fundir skulu haldast

Um toymið velur at hava fundir um okkurt átrokandi, so skulu teir fyrireikast væl, t.d. skulu teir byrja til ásettu tíð, og luttakarar skulu vita, nær teir enda. Skilagott er, at teir ikki fara út um 15 minuttir, tí annars er vandi fyri, at teir gerast ineffektivir. Eitt tilmæli er, at til fundir skulu luttakararnir standa uppi, tí at annars er vandi fyri, at tað verður ov hugnaligt, og hetta kann gera, at fokusið hvørvur. Kanningar vísa, at um fólk standa á fundi, verður fundurin tríggjar ferðir so effektivur. Hann varir ein triðing av tíðini, sum hann hevði vart, um fólk sótu niðri, og avgerðirnar eru líka góðar.

Til hvønn fund skal skrá sendast út, so lærarar vita, hvat teir skulu fundast um. Á hesi skrá skal einki eita ymiskt, tað kann oyðileggja fundin. Tað er skilagott, at ein fundarstjóri verður settur til hvønn fund. Hesin skal lata orðaskifti um hvørt evni ganga natúrliga, og eigur at steðga kjakinum, tá ið fólk byrja at endurtaka seg sjálv ella fara av kós. Um hetta hendir, so skal hann hjálpa toyminum at koma til eina avgerð við at endurtaka høvuðs­boðskapin í kjakinum. Fundarstjórin sendir eina stutta fundarfrásøgn út eftir fundin, har skal ikki farast í smálutir, bert hvat toymið samtykti. Tað kann fyri summi kennast møtimikið við slíkum fundarfrásagnum, tí fleiri lærarar halda, at allir smálutir skulu í. Slíkt má ikki koma fyri í eini fundarfrásøgn, har skal bara standa, hvat ið toymið hevur samtykt.

Skúlaleiðslurnar mugu ganga á odda og skapa effektivitet

Tað hevur sera stóran týdning, at so lítið sum gjørligt er av fundum og fundarvirksemi í sambandi við toymisarbeiði. Vit hava góða tøkni, sum kann hjálpa, tá ið samskiftast skal í einum toymi. Leiðslurnar mugu eggja lærarum til ikki at hava ov nógvar fundir, tí at fundir og fundarvirksemi fara avstað við sera nógvari tíð, kosta sera nógv peningaliga og kunnu taka hugin frá lærarum. Skulu fundir haldast, so skulu teir vera stuttir og væl skipaðir.

Keldur

http://bogs.wsj.com/speakeasy/2012/09/20/why-business-meetings-are-often-a-waste-of-time-and-productivity/

http://www.workfront.com/resources/infographic/9-reasons-meetings-suck-theyre-killing-productivity/

Nøgdsemiskanning á Føroya Handilsskúla 2014.


[1] Sí Miðnámsrit nr. 5 “Námsfrøðilig leiðsla”

Aðrar greinar í miðnámsrit 8