Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Tey ungu vilja lesa læknafrøði og búskap

Eftir Finn Jensen í miðnámsrit 9, mars 2016

Hetta er í stuttum tað, ein kanning vísir, sum Føroya Handilsskúli (nú partur av Glasi) gjørdi á heysti í 2014. Føroya Handilsskúli hevur seinastu árini havt eitt avmarkað útboð av framhaldsútbúgvingum, eitt nú HD, ymsar linjur av Akademiútbúgvingum og Diplomútbúgving innan leiðslu. Tá undirtøkan minkaði til Teldustøðingaútbúgvingina, sum var einasta fulltíðar framhalds­útbúgving á Føroya Handilsskúla, vildi skúlin vita, hvørjar útbúgvingar føroyski ungdómurin ynskti at fara í gongd við.

Tígjørdi skúlin eina umfatandi kanning í øllum gymnasialum miðnámsskúlum í landinum. Tað var millum annað úrslitið av hesari kanning, sum gjørdi, at handilsskúlin á heysti 2015 beyð útbúgvingina Marknaðarførslubúskap út. Heili 50 fólk søktu inn á útbúgvingina, og hetta var beinleiðis í tráð við kanningina, so sigast kann, at hon í ein ávísan mun stóð sína roynd. Niðanfyri verður kanningin greinað.

Spurnakanning á miðnámsskúlum í 2014

Kanningin  bleiv gjørd í viku 45 til viku 48 í 2014 á tann hátt, at farið var inn í allar gymnasialar miðnámsskúlar í Føroyum, har allir næmingar á seinasta skúlaári skuldu svara spurnablaði. Kanningin varð gjørd á tann hátt, at umboð fyri kanningina vóru inni í hvørjum einstøkum flokki á øllum skúlunum og tryggjaðu, at allir næmingar, sum vóru møttir, svaraðu kanningini, og at ongin svaraði meir enn einaferð.

Næmingarnir fingu allir at vita, at teir skuldu svara øllum spurningunum eftir bestu sannføring og svara sum einstaklingar uttan at ávirka hvønn annan. Úrslitið gjørdist, at 503 næmingar av 592 fingu høvi at luttaka í  kanningini, sum svarar til 85%. Av teimum gluppu 8 næmingar, soleiðis at endaliga talið bleiv 495 næmingar, sum svaraðu, og hetta svarar til 83,6% av næmingunum. Hetta sæst á talvuni niðanfyri.

Spurd tilsamans 503av59285,0%
Svarað tilsamans 495av59283,6%
Manglar 8av5921,4%

Viðmerkjast skal, at tað er ongin orsøk at halda, at tey sum ikki svaraðu, høvdu aðra fatan av kanningini, enn tey sum svaraðu. Heldur ikki er nøkur orsøk at halda, at tey høvdu svarað annarleiðis enn tey, sum svaraðu. Saman við tí, at so nógv hava svarað, ganga vit út frá, at kanningin er umboðandi og gevur eina rætta støðumynd.

Niðanfyri verða mest áhugaverdu úrslitini tikin fram, eins og roynt verður at lýsa onkur sambond millum svarini.

Brot úr kanningini, einsæris úrslit

Spurningur: Hvussu langa útbúgving ætlar tú tær at taka?

Lærlingaútbúgving innan skrivstovu/handil132,6%
Aðra lærlingaútbúgving316,3%
Stutta útbúgving (2 ár)153,0%
Miðal-langa útbúgving (bachelor e.l. 3-4 ár)20240,8%
Langa útbúgving (master/kandidat minst 5 ár)19439,2%
Fulla granskingarútbúgving (phd minst 8 ár)224,4%
Onga útbúgving fyribils (næstu 3-4 árini)183,6%
Tilsamans495100,0%

Spurningur: Hevur tú tikið støðu til, hvørja útbúgving tú ætlar tær at taka? 

Ja209
Nei286
Tilsamans495

Spurningur: Innan hvat øki ætlar tú tær at útbúgva teg?

Búskap6212,5%
Gudfrøði30,6%
Humaniora/mál173,4%
Læknavísindi7214,5%
Løgfrøði244,8%
Námsfrøði255,1%
Náttúruvísindi438,7%
Sálarfrøði295,9%
Samfelagsvísindi183,6%
Sjóvinnu81,6%
Teldufrøði122,4%
Okkurt annað18236,8%
Tilsamans495100,0%

Kanningin vísti, at meiri enn helmingurin av næmingum á seinasta ári á gymnasialum miðnámi hevði ikki tikið støðu til júst, hvat tey ætlaðu sær. Men millum tey, sum hava tikið støðu, er læknavísindi fremst, og síðan er tað búskapur. Tað er at undrast á, at sera fá ætlaðu sær í gongd við teldufrøði, og nærum ongin áhugi er í okkara høvuðsvinnu, sjóvinnuni, millum hesar næmingar. Sambært kanningini vilja tey ungu á gymnasialum miðnámi taka eina miðal-langa ella heilt langa útbúgving.

Tað er ilt at siga, hví gymnasialir miðnámsskúlanæmingar í Føroyum ikki velja sjóvinnuna, men hugsast kann, at tað er ávís fjarstøða millum sjólívið í Føroyum og gerandisdagin á gymnasialum miðnámsskúlum. At tey ungu í so lítlan mun velja teldufrøði, kann vera, tí man politiskt hevur valt at útveita ein part av hesum til útlendskar fyritøkur.

Spurningur: Hvar hevði tú helst vilja tikið útbúgving?

Í Føroyum14529,3%
Í Danmark21743,8%
Í øðrum Norðurlandi234,6%
Í Stóra Bretlandi5110,3%
Í øðrum landi í Evropa306,1%
Uttan fyri Evropa295,9%
Tilsamans495100,0%

Spurningur: Um tú fert undir útbúgving, og útbúgvingin kann takast í Føroyum, velur tú so:

Í Føroyum11523,2%
Ivist, men helst í Føroyum9018,2%
Ivist, men helst uttanlands11623,4%
Uttanlands15932,1%
Tað er líkamikið153,0%
Tilsamans495100,0%

Spurningur: Um tú fert undir útbúgving, og útbúgvingin ikki kann takast í Føroyum, velur tú so:

Í Føroyum255,1%
Ivist, men helst í Føroyum316,3%
Ivist, men helst uttanlands316,3%
Uttanlands40281,2%
Tað er mær líkamikið40,8%
Fari neyvan at lesa víðari20,4%
Tilsamans495100,0%

Spurningur: Hvar ynskir tú at búgva eftir lokna útbúgving:

Í Føroyum40281,2%
Uttanlands9318,8%
Tilsamans495100,0%

Sambond millum ymisk svar (korrelatiónir)

Samband: Útvaldar útbúgvingar í mun til útbúgvingarstað.

 Um útbúgvingin kann takast í Føroyum, velur tú so at taka útbúgvingina
 Í FøroyumHelst í FøroyumHelst uttanlandsUttanlandsLíkamikiðTilsamans
Búskapur16101321262
Samfelagsvísindi2187 18
Okkurt annað432941645182
 Um útbúgvingin ikki kann takast í Føroyum, velur tú so at taka útbúgvingina
  
 Í FøroyumHelst í FøroyumHelst uttanlandsUttanlandsLíkamikiðTilsamans
Búskapur44747 62
Samfelagsvísindi11 16 18
Okkurt annað109101501180

Tað, sum tó stendur eftir sum nakað jaligt, er, at vit veruliga hava møguleika at gera nakað við sonevnda “brain drain” trupulleikan, men tað gerst bara við at stovna viðkomandi útbúgvingar her á landi.

Danmark er framvegis best umtókta landið at lesa í hjá teimum ungu, men rættiliga nógv ynskja at lesa í Føroyum, um bara útbúgvingin, tey ynskja at taka, er í Føroyum. Tað er líkt til, at tey ungu fyrst velja sær útbúgving og síðan útbúgvingarstað. Hetta merkir so, at vit einans kunnu fáa ung at støðast her á landi, um vit hava tað rætta útboðið av útbúgvingum.

Kanningin vísti, at um vit stovna eina útbúgving innan búskap, vilja millum 16 og 26 av 62 spurdum velja at útbúgva seg í Føroyum. Um vit ikki stovna útbúgving innan búskap, kunnu vit rokna við, at einans millum 4 og 8 av teimum 62 verða verandi í Føroyum.

Hetta er bert galdandi fyri tey, sum ætla at lesa búskap. Helst leggjast fleiri av teimum afturat, sum velja samfelagsvísindi ella okkurt annað. Sostatt eru nóg nógv lesandi til at stovna ein flokk, um vit bert taka tey við, sum gingu seinasta árið á gymnasialum miðnámsskúla skúlaárið 14-15, t.e. tey 495 lesandi, sum eru spurd.

Í bakspeglinum sæst, at hesin spádómur gekk út, tá ið 50 søktu inn á útbúgvingina Marknaðarførslubúskap hjá Føroya Handilsskúla í 2015. Spennandi verður at síggja, hvussu nógv søkja inn á næstu útbúgvingina sum verður boðin út á sumri 2016. Nýggja útbúgvingin fer eftir ætlan at eita Fíggjarbúskapur (finansøkonom).

Aðrar greinar í miðnámsrit 9