Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.

Miðnámsrit 9
Um blaðið
Góði lesari!
Í níggjunda Miðnámsriti eru seks greinir. Finn Jensen gjørdi í 2014 eina kanning fyri Føroya Handilsskúla fyri at vita, hvat føroyskir næmingar á triðja ári á gymnasialum miðnámi ætlaðu sær eftir miðnám. Finn hevur eina grein um hesa kanning.
Tórður Johannnesarson hevur skrivað um eina fleirfakliga undirvísingargongd á handilsskúlanum, har næmingarnir skuldu læra um búskap ígjøgnum orðatøk.
Sámal Matras Kristiansen hevur eina grein um undirvísingartilfar í internetøldini. Hon viðger hóttanir og avbjóðingar við Internetinum í einum námsfrøðiligum samanhangi.
Olav Absalonsen hevur skrivað um, hví børn í Eystur-Asia duga betur at rokna enn børn í Vesturheiminum. Ein orsøk er helst at finna í talorðunum. Men eru aðrar orsøkir eisini?
Úr søguni um búskaparliga hugsan hevur Olav hesa ferð eina grein um Johann Heinrich von Thünen (1783-1850), sum var slóðbrótari innan ástøði um staðseting, um framleiðslu og innkomubýti og at nýta støddfrøði í búskaparfrøði.
Í mars var viðtal við Jonhard Mikkelsen í Góðan morgun Føroyar um nýggju appirnar hjá Sprotanum og um teldutøku orðabøkurnar. Sprotin hevur ómetaliga stóran týdning fyri mál okkara. Vit hava skrivað partar av viðtalinum av.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Tey ungu vilja lesa læknafrøði ella búskap, Finn Jensen
At læra búskap ígjøgnum orðatøk – fleirfaklig læring, Tórður Johannesarson
Undirvísingartilfar á veg inn í eina Internetøld, Sámal Matras Kristiansen
Hví duga børn í Eystur-Asia betur at rokna enn børn í Vesturlondum? Olav Absalonsen
Johann Heinrich von Thünen – og avbyrgdi staturin, Olav Absalonsen
Brot úr viðtali við Jonhard Mikkelsen í Góðan morgun Føroyar, Tórður Johannesarson
Tak niður sum PDF