Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

At læra búskap gjøgnum orðatøk - fleirfaklig læring

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 9, mars 2016

Í eina viku frá 11. februar til 15. februar 2013 høvdu 2. árs næmingar í 3-ára HH eina fleirfakliga arbeiðsgongd, ið hevði sum endamál at læra um búskap gjøgnum orðatøk. Hugskotið var úr Onglandi.

Hesar lærugreinir vóru við: sølubúskapur, virkisbúskapur, altjóða búskapur, føroyskt, danskt, eingilskt, spanskt og støddfrøði. Tann vanliga undirvísingin varð løgd niður í eina viku. Tað bar til at hava somu undirvísingargongd í báðum flokkunum á øðrum ári, tí at fleiri av lærarunum høvdu báðar flokkarnar. Tveir lærarar í toymunum høvdu fyrireikað verkætlanina í drúgva tíð.

Skaldskapur av mannamunni – orðatøk

Skaldskapur av mannamunni er skaldskapur, sum verður borin fram munn av munni. Hetta slagið av skaldskapi stavar frá teirri tíðini, tá ið flest øll vøra varð virkað úti á gørðunum. Meðan arbeitt varð, søgdu fólk frá ymiskum til at stytta um stundir. Tá ið menn vóru á útróðri, so kundu teir taka til “tungur er tigandi róður”.

Skaldskapur av mannamunni var skaldskapurin hjá almúguni. Hetta slagið av skaldskapi kundi á ein listarligan hátt lýsa og tulka eina støðu. Til dømis kunnu vit fata ævintýr sum fittar søgur um prinsar og prinsessur, ið fáa eitt kongaríki. Sálarliga kunnu ævintýrini eisini lýsa eina støðu, har prinsurin gjøgnum royndir mennist og tekur ábyrgd. Soleiðis er eisini við orðatøkum: tey kunnu í fyrstu atløgu tykjast grunn, men ein dýpd ella vísdómur er í teimum.

Orðatøk eru fleiri túsund ára gamal skaldskapur, til dømis orðatøkini hjá Sálomon í Gamla Testamenti. Sjálvt um orðatøk eru so gomul, eru tey at hoyra av og á – enn liva nógv teirra sítt fríska lív. Vit hava eisini orðatøk, ið lýsa búskap ella hava ein búskaparligan hugburð.

Verkætlanin

Verkætlanin hevði sum mál at kanna, hvussu orðatøk frá ymsum heimspørtum kunnu verða nýtt at læra um búskap. Orðatøk kunnu varpa ljós á búskaparliga atferð, sum búskaparfrøðin í lærubókum ikki megnar so væl. Tak til dømis russiska orðatakið “har ríkidømi valdar, er torført at knýta vinabond”, sum vil siga, at ríkidømi hevur negativa ávirkan á samveru millum fólk. Eitt annað dømi er swahilska orðatakið “ríkidømi, sum ger eigaran til træl, er ikki ríkidømi”, ið vísir á vandan, at onkursvegna kann ríkidømi taka ræði á tí, sum eigur virðini. Orðatøk eru stuttorðað fyndarorð, sum hava livað ætt eftir ætt, og sum framvegis eru aktuell í okkara teknologisku øld.

Bæði transformativ teori[1] og humanistisk teori[2] um læring mæla til at brúka provokerandi tilfar at stimulera næmingin at hugsa og seta spurningar um síni egnu sjónarmið, til dømis hvat hann ella hon heldur um ríkidømi. Hesir spurningar kunna føra til transformatión av sjónarmiðum og eru neyðugir, um útbúgvingin skal fáa næmingin við, og um hon skal gera mun. Tilfarið kann møguliga vera enn meira provokerandi, um tað kemur frá eini aðrari mentan enn tí, sum næmingurin sjálvur er vaksin upp í. Um so er, eru orðatøk frá øllum heiminum viðkomandi í undirvísingini og læringini. Harumframt fanga orðatøk flestu fólk, tí málburðurin ofta situr væl, og kunnu tey sostatt metast sum eitt slag av skaldskapi. Orðatøk eru stutt og væl søgd og hóska tí eisini væl til okkara tíð, har alt skal ganga skjótt og helst eisini vera lætt.

Arbeiðsháttur

Læraratoymið valdi at brúka bólkaarbeiði sum arbeiðshátt, tí at evnið legði upp til kjak og nógvar vurderingar. Í hvørjum flokki vóru fimm bólkar. Bólkarnir vórðu settir saman soleiðis, at hvør bólkur skuldi vera ein sterk eind, har vit høvdu sterkar og veikar eginleikar hjá einstøku næmingunum í huga. Kyn var eisini havt í huga, tí at í summum orðatøkum eru kynini ein málbólkur.

Byrjað varð mánamorgunin 11. februar kl. 8.10 við kunnandi fundi, har alt læraratoymið møtti upp. Uppgávan hjá lærarum var at vera vegleiðarar. Toymið valdi, at ein næmingur í hvørjum bólki skuldi vera talskvinna/maður fyri bólkin. Bert hesin skuldi venda sær til vegleiðararnar, so næmingarnir ikki spurdu hvør í sínum lagi. Allir bólkarnir fingu tveir vegleiðarar í part. Vegleiðarar kallaðu bólkin inn til vegleiðing eftir avtalu, har teir kunnaðu um formlig viðurskifti. Vegleiðararnir skuldu vera tøkir alla vikuna.

Næmingarnir skuldu skriva loggbók hvønn dag. Talskvinnan/maðurin fyri hvønn bólk sendi toyminum loggbókina kl. 15.00 hvønn dag, tó ikki hósdagin fyri samrøðuna fríggjadagin. Í loggbókini skuldi standa, hvat var farið fram, og hvør var møttur. Uppgávan skuldi latast inn hósdagin kl. 12.00. Bólkarnir sendu læraratoyminum uppgávuna.

Spurningar, sum næmingarnir fingu

  1. Hvat eyðkennir orðatøk sum skaldskaparslag?

Føroyskt tilfar um eyðkenni er at finna fremst í bókini “Steinur brestur fyri mannatungu.” Aftast í bókini eru nógvar keldur um orðatøk.  Nógv tilfar er eisini á netinum.

Tit skulu m.a. koma inn á málið í orðatøkum, myndamál, rútmu og fýra funktiónir, ið høvundarnir seta upp.  

  • Býtið føroysku orðatøkini sundur eftir búskaparligum evnum. Tit kunnu nýta ta eingilsku sundur­býtingina sum fyrimynd, og tit kunnu taka tey orðatøk burturúr, sum tit meta ikki vera búskaparlig.

Tit hava fingið tveir listar við orðatøkum á føroyskum og eingilskum, hesir liggja á first class.

  • Finnið orðatøk, sum tit seta upp móti hvør øðrum. 
  • Finnið í minsta lagi 10 jalig og 10 neilig orðatøk um ríkidømi ella pengar (bæði útlendsk og føroysk). Metið samstundis um sambandið millum ríkidømi og eydnu, og metið um, hvørt summi orðatøk siga ímóti øðrum orðatøkum.

Dømi um, at ríkidømi er jaligt: “Betri er sjálvur at eiga enn bróður at biðja”.

Dømi um, at ríkidømi er neiligt: “Har ríkidømi valdar, er torført at knýta vinabond.”

  • Finnið orðatøk, ið hava við búskap at gera, sum tit í bólkinum ikki tulka eins, ella sum tit meta kunnu tulkast á ymiskan hátt.
  • Metið um, hvussu orðatøk kunnu brúkast til at skilja búskap, og um tey á nakran hátt kunnu lýsa búskap, sum lærubøkur ikki gera.
  • Gerið eina sølulýsing, har orðatøk verða brúkt, ella ímyndið tykkum, at tit gera eina lýsing, har eitt ella fleiri orðatøk verða brúkt. Her ræður um at nýta fyndina í orðatøkunum og raka seymin á høvdið.

Endamál og eftirmeting

Læraratoymið hevði bæði prosess og produkt í huga. Umframt sjálva tilgongdina, har læringin skuldi vera miðpunktið, skuldu næmingarnir skriva eina stutta ritgerð á 6-8 síður. At enda skuldu teir tosa um alla gongdina.

Hvør bólkur skuldi leggja tey týdningarmestu viðurskiftini í uppgávuni fram í umleið 10 minuttir (ikki powerpoint) fríggjamorgunin. Síðan høvdu limir í bólkinum og lærarar samrøðu um uppgávuna. Serliga vildu lærarar hava fram, hvørja undran ella frustratiónir, næmingarnir høvdu í gongdini. Vegleiðararnir lósu allar uppgávurnar, men settu seg serliga inn í tær uppgávur, har teir vóru vegleiðarar. Munnlig og skrivlig eftirmeting av bólkunum varð gjørd. Næmingar fingu bæði formativa og summativa eftirmeting.  

Hvat søgdu næmingarnir?

Vit spurdu Petur, Jens og Sólvá, sum arbeiddu saman við Ara og Turið, hvussu hetta eydnaðist. Petur sigur, at tað er ógvuliga fangandi at nýta orðatøk í búskaparligum samanhangi, tí orðatøk ofta eru vís og sigandi. Jens leggur afturat, at tað kann vera hent við beinraknum orðum, tá ið tú skalt gera eina sølulýsing, og tá kann tað vera eitt sera gott hugskot at nýta eitt ella fleiri orðatøk. Sólvá, sum var í bólki saman við Peturi og Jensi, heldur, at hetta var áhugavert, og mælir til at nýta henda hátt í framtíðini, tí sum orðatakið sigur: “tað, ið ungur nemur, gamalur fremur.” Í einum øðrum bólki vóru Anja, Jóan, Pætur, Rúni og Súsanna: Nógv stúran var at byrja við, um henda uppgáva kundi gerast áhugaverd og lærurík, men tað bleiv hon so sanniliga, sigur Anja við einum smíli. Og Pætur vísir á, at tey gjørdu eina sølulýsing, har eitt orðatak varð nýtt, og at orðatøk væl kunnu nýtast í marknaðarførslu. At enda sigur Jóan, at heitið á uppgávuni hjá teimum var “Blindar eru ókunnar gøtur”, tí tey vistu ikki so nógv um orðatøk, áðrenn tey fóru í gongd við uppgávuna, men nú vit hava sitið við uppgávuni í nakrar dagar, eru hesar gøtur nakað ljósari.

 





[1] Transformativ teori í námsfrøði er um djúpa læring, sum fer longur enn bara at ogna sær vitan, læra uttanat ella duga at endurgeva, og sum eisini ber í sær at læra at hugsa sjálvstøðugt.

[2] Humanistisk teori í námsfrøði byggir at ta hugsan, at læring er tað, sum tann lærandi sjálvur ger fyri at gagnnýta síni evni til fulnar.

Aðrar greinar í miðnámsrit 9