Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Undirvísingstilfar á veg inn í eina Internetøld

Eftir Sámal Matras Kristiansen í miðnámsrit 9, mars 2016

Greinin er skrivað út frá notatum frá heiðursfyrilestri á fyrilestrarøðini “.fo  20 ár”, hildin fyri Peturi Zachariassen, fyrrverandi lektara á Fróðskapar­setrinum, 23. januar 2015. Sámal Matras Kristiansen er limur í KT-nevndini og Pedagogisku nevnd í Hoydølum.

Eitt øki, ið hevur verið fyri stórum broytingum vegna kunningartøkniligu menningina, er útbúgvingargeirin. Henda greinin vísir á nøkur rák, ið hava verið í samspælinum millum Internetið og undirvísing seinastu áratíggjuni. Í fyrstuni varð teldan roknað sum eitt slag av framkomnari skrivimaskinu, men tá Internetið gjørdist alsamt meiri útbreitt, byrjaði samskiftið spakuliga at fara fram á Internetinum og kundi í ávísan mun loysa ymisku “vitanar-aktørarnar” úr tíð og stað. Við tíðini er Internetið vorðið hvørs mans ogn, og tað er vorðið alsamt skjótari og meiri álítandi, sum árini eru farin. Nú á døgum eru ikki einans vitanar-aktørarnir partvíst leysrivnir frá tíð og stað, men sjálv vitanin er í stóran mun vorðin nærum universelt atkomulig.

Við tøkniligu menningini er vorðið alsamt truplari at halda fast í “góðu gomlu” undirvísingini við talvu, kriti, blokkum og blýantum. Men tað skal sigast, at hóast ymiskar vitanargreinar hava ymisk tekstasløg og ymisk vitanarformat og harvið í ymiskan mun gagn av nýggjari tøkni, so eru øll fak onkursvegna ávirkað av internetgerðini. T.d. er Internetið ein fongur fyri empiriskt tung fak sum t.d. samfelagsfrøði, ið alla tíðina tekur nýtt og aktuelt tilfar inn í undirvísingina, m.a. hagtøl. Eisini er Internetið ein fongur fyri datatung fak sum t.d. geografi, ið kann fáa stórt gagn av t.d. at fáa nýggj, interaktiv data sýnd á grafiskt hentar og dynamiskar hættir. Eisini eru nógv fak, ið hava stóra nyttu av filmum og visualiseringum, ið eru at finna á ymiskum videotænastum. Øll fak hava harumframt ein fyrimun av, at tað er lættari, skjótari og bíligari at fáa fatur í tekstum og tilfari um alt millum himmal og jørð, heldur enn at skula nýta tunga, seina og dýra pappírið. Tað er eyðsýnt, at fyrimunirnir við Internetinum eru stórir.

Hóttanir og avbjóðingar við Internetinum

Tó skal ein ikki óttast at viðurkenna, at tað eisini eru fleiri hóttanir ella “avbjóðingar” við hesi menning. Fyri tað fyrsta er Internetið fult av skrambli, ið kann gera tað trupult at finna fram til nøktandi informatiónir. Í nógvum førum vilja næmingar illa duga at skilja millum skitt og kanel. Fyri tað næsta er avskrift vorðin lættari, tí til ber nú beinleiðis at copy-paste’a tilfar, kanska umskriva tað eitt sindur og síðan lata tað inn. At fyribyrgja hesum roynir man seg við ymiskum skipanum, ið skulu avdúka svikið og vónandi ræða næmingar frá at skriva av. Fyri tað triðja er Internetið ein stór distraktiónskelda, ið lættliga kann fáa næmingar at missa fokus og harvið taka virðismikla tíð burtur frá teirri læringini, ið er løgd til rættis. Serliga nú sosialu miðlarnir hava fingið fastatøkur á fólki, er Internetið fyri summi vorðið nærum eitt rúsevni, ið fólk illa megna at halda seg frá longri tíð í senn. Tað skilst, at hetta ikki bert er ein trupulleiki á fólkaskúla- og miðnámsstigi, men eisini á universitetsstigi. Ringu vanarnir breiða seg so at siga upp gjøgnum skipanina. Tað er so nógv vitan at fara eftir, at tað kann vera trupult at fordjúpa seg í ávísum tilfari. Men enn sum áður hevur tað týdning fyri læring, at man megnar at fokusera á tað, man skal og ikki lata seg stýra av teimum bráðfeingis stuttleikum, ið munnu stinga seg upp úr Internetsugguni hvønn einansta dag. Serliga sosialu miðlarnir kunnu órógva, tá man knappliga stendur fastur í einari vitanargjógv, og valið stendur millum at arbeiða eitt sindur harðari ella at gera yvirlopshandlingar á einum sosialum miðli.

Frá hierarkiskari til netverksgjørda vitan

Hvussu víkir og vendir, er Internetið komið fyri at vera, og tað hevur broytt vitanarsamfelagið fullkomiliga, um ein vil tað ella ei. Hóast tað helst hevur verið ein (mis)fatan, at vitan hevur verið nakað avmarkað, ið kundi skrivast niður í bøkur og setast upp á hillar, so heldur henda fatanin í alsamt minni mun. Vitan verður jú eisini til í samskiftinum um vitanina. Gaman í hava bøkur, greinir o.a. stóran týdning sum vitanarlig hjálpartól, men við Internetinum er vitanarliga samskiftið tó vorðið meiri differentierað: Formligir og óformligir vitanarformar hava fingið ein heilt nýggjan dynamikk, ið eisini bjóða gomlu fatanini av autoritativari vitan av. Henda gamla fatanin einfaldaði leiklutin hjá lærarum, tí teir kundu hava mest sum treytaleyst álit á tilfarinum, sum teir brúktu. Eisini kundu teir byggja upp ein autoritet kring bøkur, ið tað var trupult at seta spurnatekin við, hóast langt frá alt, ið kom á innbundið prent, hevði nøktandi dygd. Við Internetinum er hesin møguleikin farin. Bókatengdur autoritetur tykist í besta føri at vera gamaldags, í ringasta føri irrelevantur. Vitanaroligopolið og vitanarhierarkiið eru brotin, og dygdin á einum lærara má nú mátast eftir heilt nýggjum mátistokki. Í føroysku miðnámsskipanini sæst hetta aftur í skiftinum, sum er ígongd frá kunnleikagrundaðari til førleikagrundaða undirvísing, ið m.a. er orðað í námsætlanunum. 

Hóast tað ivaleyst bæði eru ein generatiónsgjógv og ein faklig gjógv millum tey, ið síggja flestar fyrimunir og flestar vansar við Internetinum, so er Internetið komið fyri at vera. Tað skulu sterkir og ódemokratiskir máttir til at temja Internetið, so tað verður neyvan gjørt í næstu framtíð. Undir øllum umstøðum sleppa vit ikki undan, at vitan ikki longur kann skiljast sum ein “hierarkisk” tilgongd, har vitanin verður framleidd av professarum og lektarum, síðani didaktiserað av lærubókahøvundum og ritstjórum, pedagogiskt-praktiserað av lærarum, fyri síðani at verða tikin ímóti av næmingum og studentum. Henda hierarkiska vitanarfatanin var uttan iva røtt í “nationalu” øldini, sum 20. øld í stóran mun var. Tað vóru nógvar forðingar millum lond og mentanir, og tískil fór altjóða vitanarliga samskiftið í stóran mun fram millum elitur, ið síðani lótu vitanina seyra í hóskandi dosum niður gjøgnum samfelagið.

Henda fatan gevur lítla meining longur, tó at nógv uttan iva lata sum um, at hetta framvegis er veruleikin. Tey gloyma (ella vilja ikki síggja), at við Internetinum er vitanin ei longur bert hierarkisk, men eisini netverksgjørd. Onkur vildi sagt, at vitanin er vorðin “demokratiserað”. Tað ber ikki longur til hjá samfelagsligu elitunum at stýra, hvat fólk lesa, síggja og hoyra. Nú velja fólk í størri mun sjálv teirra vitan burtur úr rúgvuni, tó at nógv framhaldandi styðja seg at nationala vitanar-hierarkinum – tí tey eru uppald við tí og von við tað. Tó so, her er eisini í stóran mun ein generatiónsgjógv, og vilja tey ungu – tey “Internet-innføddu” – í alsamt størri mun fáa sína vitan gjøgnum síni ymisku sosialu netverk.

Tað eru bæði fyrimunir og vansar knýttir at hesum. At vit hava eitt nærum óendaligt hav av vitanartilboðum, er í sjálvum sær fantastiskt. Men hinvegin: jú størri havið verður, tess truplari verður at navigera í tí. Tá er skjótt at drukna í mongdini ella bara lata fakliga órelevantar ella fakliga “sjónarhornsavmarkandi” sosialar strukturar stýra hvønn veg man ferðast í informatiónshavinum. Tíðirnar, tá útvarpstíðindi ella forsíðan á Dimmu kundu skapa eina felags referansurammu, eru farnar. Uppgávan er ikki bert vorðin trupul hjá næminginum, men sanniliga eisini hjá lærarunum. Ei undur í, at nógvir lærarar droyma seg aftur í farnar tíðir, tá vitanin var greiðari strukturerað, meira haldfør, meira álítandi og minni ivaskapandi. Bæði lærarar og næmingar hava tørv á heilt nýggjum vitanarførleikum nú í mun til tíðina, áðrenn Internetið var. At navigera í kaos, at duga keldukritikk, at velja vinklar o.s.fr. eru alt førleikar, ið professionelli Internet-brúkarin nú skal duga. Hesum fáa næmingar og studentar sanniliga eisini brúk fyri framtíðini. Tað  hevur týdning ikki at missa seg burtur í óendaligu vitanarmongdini, men at vera málrættaður í mun til, hvørja vitan man ynskir sær, og hvussu formatið skal vera. Í hesum viðfangi skal nevnast, at bókasavnsfunktiónin av røttum átti at verið umskipað fullkomiliga, soleiðis at bókavørðar í størstan mun høvdu sum uppgávu at hjálpa næmingum og borgarum annars at navigera í stóra og buldrasliga vitanarhavinum – um ikki annað so innan ávís fakøki. Men eins og hjá undirvísarunum halta Internet-førleikarnir hjá bókavørðunum, eins og afturhaldssinnað tankagongd eisini ger seg galdandi – bæði millum undirvísarar og bókavørðar.

Frá kunnleikaorienteraðari til førleikaorienteraða undirvísing

Fyri at taka samanum. Vit kunnu vísa á nógvar ymiskar avleiðingar av Internetinum. 1) Vitanar-aktørarnir verða loystir úr tíð og staði, 2) vitanin verður loyst úr tíð og staði, 3) tað hendir ein avhierarkisering og ein netverksgerð av vitan, 4) tað krevjast nýggir førleikar at navigera í vitanar-havinum. Mangt annað kundi verið nevnt, men eg fari at enda hesa grein við einum poengi, ið kann knýtast til áðurnevndu vitanar-navigatiónina.

Tað er í løtuni eitt skisma innan undirvísingarheimin millum a) at nýta Internetið sum vitanar-framløguamboð og b) at nýta Internetið sum vitanar-viðgerðaramboð. Hetta er galdandi fyri øll “KST-amboð” sum heild, men eg vil her seta fokus á Internetið.

Sum heild er føroyska skúlaskipanin í einari broytingartíð, ið m.a. snýr seg um eitt paradigmuskifti frá kunnleikaorienteraðari vitan til førleikaorienteraða vitan. Ella sagt við øðrum orðum: frá einari víðarigevandi og endurgevandi fatan av vitan til eina viðgerandi og skapandi fatan av vitan. Vitan er ikki bara nakað, ið “er har”, ið kann verða tikin samanum og skrivað inn í eina bók. Vitanin verður alsamt minni statisk og alsamt meiri dynamisk. Hetta merkir, at tað er minni áhugavert at minnast ítøkilig ting, ið avoldast skjótt, men týðandi at hava førleikarnar at finna fram til neyðugu vitanina og seta hana saman á nýggjar hættir. Tað er tú sjálvur, ið skalt duga at skapa vitan, um tú ætlar tær at gerast eitt aktiv í vitanarsamfelagnum. Tískil skalt tú ogna tær tey amboð, ið skulu til fyri at viðgera og skapa vitanina. Tað serliga er her, at í alsamt størri mun liggja slík amboð á Internetinum. Internetið er fult at informatión og data, men tað nýggja er, at tað finnast alsamt fleiri amboð, ið kunnu viðgera hesi data interaktivt. Hetta er bæði eitt professionelt rák, men sanniliga eisini eitt undirvísingarligt rák. Frá at Internetið er eitt samskiftisamboð, har til ber at deila og finna tilfar, verður Internetið í alsamt størri mun ein fyritreyt fyri at kunna viðgera tilfar. Ikki bara verður okkara faktuella vitan flutt úr bókum og út á Internetið, eisini verður okkara førleikavitan flutt út á Internetið.

Hetta merkir, at vitanin ikki longur bert er loyst úr tíð og staði, men at sjálvt platformarnir til viðgerð av tilfari nú eru loystir úr tíð og staði og gera tað, at sjálvir vitanarmiðdeplarnir upploysast, og fyribrigdi sum fjarlestur gerst eitt reelt og breitt góðtikið alternativ til staðbundna undirvísing. Hetta kann so sigast at vera ein 5. boðskapur í hesi grein: vitanarplatformarnir loysast úr tíð og staði.

Myndugleikarnir eru eftirbátar í mun til tøkniligu menningina

Hetta er við at gerast ein didaktiskur og pedagogiskt-praktiskur trupulleiki, tí lógarverkið og umsitingin tykjast treyðugt at vilja fylgja við menningini innan útbúgvingarheimin. Alsamt meiri tilfar kann einans nýtast á Internetinum, men myndugleikarnir tykjast framvegis ímynda sær, at tilfar á Internetinum í grundini bert er “digitaliserað pappírtilfar”, og at Internetið mest av øllum er eitt skjótt og bíligt “posthús”. Við øðrum orðum er nógv av undirvísingartilfarinum, ið verður nýtt nú á døgum, ikki møguligt at nýta til próvtøkur, har Internetið ikki er loyvt. Við øðrum orðum er eitt langt glopp millum intentiónirnar í nýggju námsætlanunum og galdandi regluverk, tó at batar eru. Harumframt hevur tað gingið trekt at menna og nýta nýggjar LMS-skipanir, og tað hevur eisini lagt fótonglar.

Og hetta gloppið vil trygt, men spakuliga, menna seg til eina gjógv millum tann sera konservativa vitanarhugburðin frá landsins myndugleikum og skúlanna leiðslum og tann alsamt broytandi veruleikan, ið skúlarnir førka seg inn í. Tó so, batar eru at hóma, men tað gongur striltið, og nógvar kreftir arbeiða framvegis ímóti rákinum, kanska serliga av ótta fyri avskrifts- og distraktiónstrupulleikunum, ið standast av Internetinum. Men næmingar mugu læra at orientera seg í vitanarhavinum, og hvussu skulu teir tað, um teir ikki fáa høvi at venja seg at navigera trygt um Internetsins brot og vandasker? Ella við øðrum orðum: vit mugu skipa undirvísing, ið leggur upp til “21. aldar-førleikar” (21st century skills).

P.S.: Las herfyri eina áhugaverda grein í Skúlablaðnum (nr. 1/2016, s .17), har Sugata Mitra, professari í undirvísingartøkni orðar seg soleðis: “Um vit vilja broyta mátan, lærarar undirvísa upp á, mugu vit fyrst broyta próvtøkurnar. Tá ið próvtøkuhættirnir verða broyttir, broytist undirvisingin av sær sjálvum. Smáar broytingar mugu gerast í próvtøkuskipanini fyri at skumpa restina av undirvísingarskipanini rætta vegin.” Aðrastaðni í sama blaði (s .15) er onnur grein um KT í undirvísingini, har Rói Joensen og Sigfríður Sólsker skriva soleiðis: “KT ger tað lættari hjá næmingunum at samskifta, granska, vitanardeila og skapa, og tað verður lættari hja læraranum at næmingatillaga undirvísingina við at brúka KT, men tað er eisini umráðandi at broyta undirvísingina, so hon miðar ímóti at læra næmingarnar framtíðar førleikar. Uppgávan hjá læraranum er at hjálpa næmingunum at gerast kritiskir og refleksivir teinkjarar.”

P.P.S. Eg vil, umframt hesa greinina, viðmæla aðrar greinar um líknandi evni, ið liggja á mínum bloggi “Sámalsa bókasavn”. Skrivið yvirskriftirnar inn í eina leitimaskinu, so finna tit tær lættliga.

  • Talgilt undirvísingartilfar til talgilda veruleikan
  • Samvirknar talvur – men hvussu tá samvirknar?
  • Nýtt heimatlas misjavnt í góðsku og relevansi
  • Kritikk av føroysku sektiónini í nýggja atlasinum

Aðrar greinar í miðnámsrit 9