Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Hví duga børn í Eystur-Asia betur at rokna enn børn í Vesturlondunum?

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 9, mars 2016

Í hesi greinini verður víst á gransking, sum staðfestir, at børn í Kina (Taiwan), Hong Kong, Japan, Korea og Singa­pore eru nógv betur fyri í støddfrøði enn javnaldrar teirra í londum sum USA, Bretlandi, Franka­ríki og Týsk­landi. Ymisk sjónarmið verða førd fram, hví hetta man vera so. Ein orsøk er málslig, men helst eru eisini søguligar og mentanar­ligar for­kláringar.

Talorðini hava týdning

Børn í Japan og Kina klára seg ferð eftir ferð betur í støddfrøði enn børn í londum um okkara leiðir og í Amerika. Tað kann vera, at tað eru onkrar mentanarligar orsakir til hetta. Men málið hevur eisini týdning. At læra multiplikatiónstalvur er nógv lættari hjá japonskum og kinesiskum børnum, tí talorðini eru nógv styttri og einfaldari, til dømis si fyri 4 og qi fyri 7 á kinesiskum.

Grammatisku reglurnar fyri talorð á kinesiskum og japonskum eru eisini nógv lættari enn á eingilskum, fronskum, týskum og føroyskum. Kinesisku reglurnar fyri talorð, ið umboða tøl størri enn 10 eru tíggju eitt fyri 11, tíggju tvey fyri 12, tíggju trý fyri 13 og so víðari upp til tvey tíggju fyri 20, tvey tíggju eitt fyri 21, tvey tíggju tvey fyri 22 og so víðari. Hugsa um, hvussu nógv fløktari hetta er á evropeiskum málum. Á fronskum eitur 97 quatre-vingt-dix-sept (fýra ferðir tjúgu, tíggju og sjey), og 54 eitur á týskum vierundfünfzig (fýra og fimmti). Á fronskum er tjúgutalsskipanin nýtt í talorðum, og á týskum kemur eittarin framum tíggjaran í tal­orðinum. Á eingilskum er støðan heldur frægari, tá ið tølini koma upp um 30, men har er eitt annað óreglusemi í talorðunum: frá 13 til 19 telur man øvutan veg á eingilskum (thirteen, nineteen), men síðani verður talt hinvegin, soleiðis at 30 eitur thirty, og 90 eitur ninety. Á føroyskum hava vit alt tað ringasta, sum eisini finst í týskum og fronskum talorðum. Fyri 97 siga vit sjey og hálvfemsinstjúgu, sum merkir sjey og hálva fimtu (4½) ferðir tjúgu, og fyri 54 siga vit fýra og hálvtrýss, sum merkir fýra og hálva triðju (2½) ferðir tjúgu, og tað skal næmingurin so umseta til 10-talsskipanina.

Børn í Eystur-Asia sleppa undan hesum fløkjasligu vesturlendsku talorðunum. Tá ið kinesisk børn eru 4 ár, duga tey flestu at telja upp í 40, meðan bretsk børn á sama aldri klára ikki meir enn upp í 15, og tað tekur teimum eitt ár afturat at læra at telja upp í 40. Hvussu kunnu vit vita, at hesin munur stendst av talorðunum í málunum? Jú, børn í Eystur-Asia og børn í Vesturlondum vísa eins góð evni at telja upp í 12. Munurin kemur, tá ið børn í Bretlandi møta teimum øðrvísi reglunum at gera talorð, tá ið tølini fara upp um 12. Børn í Kina hinvegin halda fram við at brúka somu reglur, sum eru galdandi upp til 12.

Umframt tað, at talorðini eru lættari at læra, so gera kinesisku talorðini, at tað er nógv lættari at rokna á kinesiskum, tí málreglurnar líkjast tí arabisku 10 tals-skipanini. Ein kinesiskur næmingur sær á tí málsliga bygnaðinum, at talið ‘tvey tíggju fimm’ (tað er 25) er samansett av tveimum tíggjum og fimm. Tann føroyski næmingurin skal minnast, at fimm og tjúgu umboðar tvey tíggir og fimm, og hann verður eisini órógvaður av, at vit eins og á donskum og týskum lesa skeivan veg, tá ið vit siga fimm og tjúgu í staðin fyri tjúgu fimm. Ikki tí, frá 13 til 19 lesa vit eisini skeivan veg (trettan stendur fyri trý og tíggju).

Bið ein føroyskan næming leggja tvey og tjúgu og sjey og tretivu saman í høvdinum. Hann má fyrst umseta orðini til tøl (22+37). So kann fara í holt við at rokna: 2 pluss 7 er 9, og 20 pluss 30 er 50, so úrslitið verður 59. Spyrt tú ein næming í Eystur-Asia, hevur hann ikki fyri neyðini at umseta talorðini til tøl, tí tey liggja í orðunum. At tað er so nógv lættari í Eystur-Asia, ger helst, at allur hugburðurin til rokning verður øðrvísi. Børnini har síggja eitt mynstur í tølunum, sum ger, at tey vænta, at hetta kunnu tey læra. Eisini í brøkrokning hava asiatar tað lættari. Í staðin fyri tríggjar fimtingar siga kinesarar ‘av fimm pørtum tak tríggjar’. Tað sigur nakað um innihaldið í brøkinum, har nevnarin og teljarin verða forkláraðir. Edward Frenkel, sum varð føddur í Russlandi, fortelur hesa søgu um, hvussu nógv málið hevur at siga í rokning: Spyr ein fullan russara, hvat er størri – tveir triðingar ella tríggir fimtingar, og tú fært neyvan eitt skilagott svar. Men spyrt tú hann, hvat er meiri í part – tvær fløskur av vodka til tríggjar menn ella tríggjar fløskur til fimm menn, so veit hann við vissu, hvat tað snýr seg um.

Tá ið børn í Vesturlondum koma í triðja ella fjórða flokk, byrja nógv so smátt at missa mótið um rokning, og hetta mótloysið kemur helst av, at rokning sær ikki út fyri teimum at geva nakra meining. Tann málsligi bygnaðurin við tølum er klossutur, og reglurnar tykjast tilvildarligar og fløktar. Asiatisk børn hinvegin uppliva ikki hesa forðing í sama mun. Tey kunnu hava fleiri tøl í høvdinum og rokna skjótari, og mátin at siga brøkar samsvarar væl við tað, sum ein brøkur er – og tað ger tey helst eitt sindur meira áhugað í støddfrøði, og tað hevur aftur við sær, at teimum dámar betur støddfrøði, og av tí at teimum dámar betur støddfrøði, arbeiða tey meira við henni, soleiðis at hetta blívur ein góð ringrás.

Rísmarkir og støddfrøði

Japan og teir fýra asiatisku tikararnir Hong Kong, Korea, Singapore og Taiwan hava aldar­gamla siðvenju at dyrka rís. Sambært Gladwell er tað at dyrka rís eitt sera tíðarkrevjandi arbeiði. Lívið hjá einum rísdyrkara var at arbeiða trý túsund tímar um árið. Tað er eisini greitt samanhang ímillum arbeiðið, tú leggur í hetta, og lønina fyri arbeiðið, og tað gevur arbeiðnum meining. Meira tú arbeiðir, størri verður grøðin. Tað er heldur ikki nakað einfalt arbeiði at dyrka rís. Tað er ikki bara at sáa um várið og heysta um heystið. Tað er sum at hava eina fyritøku, gagnnýta arbeiðsevnini hjá familjuni, minka um óvissu við fræi, byggja fjøl­broyttar vatnveitingarskipanir, og samskipa eina fløkta tilgongd at heysta ein skurð og samstundis fyrireika tann næsta.

Harumframt er hetta eitt sjálvstøðugt arbeiði. Nógvastaðni í Evropa arbeiddu smábøndur sum undirløntir trælir hjá ríkum góðseigarum. Men Kina og Japan fingu ongantíð eina kúgandi feudala skipan, sum kom í Evropa, tí feudalisma hevði ikki virkað í einum búskapi, ið hevur rís sum høvuðsvinnu. At dyrka rís er for fløkt og torgreitt í einari skipan, sum krevur, at bøndur verða tvingaðir og hóttir at fara til arbeiðis hvønn morgun. Góðseigarar í Kina blandaðu seg ikki upp í arbeiðið hjá smábóndunum. Teir tóku eina fasta leigu, og lótu bøndurnar passa sínar fyritøkur.

Gladwell vísir á gransking, sum hevur samanborið russisk og kinesisk orðatøk. Russisk orðatøk innan jarðarbrúk eru ofta fongd við fatalismu og pessimismu, meðan tey kinesisku eru merkt av, at tað ræður um at arbeiða hart fyri føðina. Her eru nøkur dømi:

  • Eingin matur uttan blóð og sveitta
  • Um veturin frystir tann lati í hel
  • Um maður arbeiðir hart, verður jørðin ikki kørg
  • Eingin fer upp fyri dag 360 dagar um árið og ger ikki familju sína ríka

Hesin hugburður merkir asiatiska mentan enn í dag. Sambært Gladwell er tað vanligt á vestur­lendskum universitetum, at asiatiskir studentar hava orð á sær at sita á bókasavninum langt aftaná, at øll onnur eru farin. Fólk, sum hava klárað seg væl, hava arbeitt hart, og mentanin, sum kom fram í rísmarkunum í Asia, hevði tann hugburð, at í óvissu og fátækradømi gav hart arbeiði meining, og sæst hetta eisini aftur í førleika innan støddfrøði.

Hevur longdin á skúlaárinum týdning?

Í Asia hava næmingar ikki langa summarferiu, tí í samfeløgum við einari mentan, sum trýr upp á at fara upp fyri dag 360 dagar um árið, fer man ikki at geva børnunum tríggjar mánaðir í summarferiu. Sambært Gladwell er skúlaárið í USA í miðal 180 dagar, í Suður Korea er tað 220 dagar, og í Japan er tað 243 dagar. Í Føroyum er skúlaárið 199 dagar á grundnámi og á miðnámi.

Longdin á skúlaárum er siðvenja hjá okkum og aðrastaðni, og hetta er sjáldan ein spurningur, ið verður viðgjørdur við broyting fyri eyga. Men granskarar í USA og aðrastaðni hava arbeitt við hesum evninum og eru komnir fram til áhugaverdar niðurstøður um, hvørja ávirkan summarferiur hava á læringina hjá børnum úr ymiskum samfelagsløgum. Til dømis býtti Karl Alexander næmingar í Baltimore sundur í tríggjar bólkar eftir sosioøkonomiskum klassum: tey fátæku, miðalklassin og tey ríku. Næmingarnir blivu testaðir hvørt ár frá fyrsta til fimta flokk. Í fyrsta flokki var ikki stórur munur ímillum bólkarnar, tó at tey ríku dugdu best og tey fátæku ringast, men sum frá leið, gjørdist munurin størri og størri ímillum næmingar úr ríkum familjum og næmingar úr fátækum familjum.

Í Baltimore blivu næmingarnir testaðir hvørt ár í juni og í september. Í tíðarskeiðnum frá september til juni var eingin munur á framstigunum, sum næmingar úr teimum trimum samfelagsbólkunum gjørdu. Men munurin ímillum samfelagsbólkarnar øktist hvørja ferð næmingar høvdu havt summarferiu, tá ið læringin hjá næmingum úr fátækum familjum steðgaði upp, meðan tey ríku gjørdu framstig í summarferiuni í lesing og rokning. Aðrar kanningar vísa, at næmingar úr ringum korum gera afturstig í summarferiuni. Men niður­støðan er í báðum førum, at børn úr fátækum familjum læra minni í skúlaaldri enn børn úr ríkum familjum, og hesin munur kemur, meðan børnini hava summarferiu.

Í londum við stórum stættamuni – sum til dømis USA – er støðan tann, at um tú ert føddur í fátækum korum, so fært tú minni burtur úr skúlanum, tú fært neyvan nakra útbúgving, og tískil verður tú verandi fátækur. At summarferian hjá skúlanum er long, er størsta orsøkin til, at munurin ímillum rík og fátæk verður verandi. Búskaparliga er hetta eisini óheppið, tí samfelagið gagnnýtir ikki evnini hjá børnunum at mennast. Øðrvísi er í londum í Eystur-Asia, har skúlaárið er nógv longri. Hetta er við til at geva teimum fátæku møguleika at mennast og fáa eina útbúgving. Hesi lond fáa eisini ein búskaparligan fyrimun av hesum, tí evni og menniskjaligt tilfeingi verður nógv betur gagnnýtt.

Keldur

Devlin, Keith. 2001. The Maths Gene: Why everyone has it, but most people don’t use it, Phoenix, London.

Frenkel, Edward. 2014. Love and Math: The Hearth of Hidden Reality, Basic Books, New York.

Gladwell, Malcolm. 2008. Outliers: The Story of Success, Allen Lane, Penguin Books, London.

Aðrar greinar í miðnámsrit 9