Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Johann Heinrich von Thünen - og avbyrgdi staturin

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 9, mars 2016

Úr søguni um búskaparlig hugsan

Johann Heinrich von Thünen (1783-1850) er ein týðandi persónur í søguni um búskaparliga hugsan. Hann var slóðbrótari í ástøði um staðseting, í ástøði um framleiðslu og innkomubýti og í at nýta støddfrøði í búskaparfrøði. Hann var ógvuliga empiriskur í hugburði og brúkti skrásetingar úr veru­leikanum at undirbyggja búskaparligar reglur.

Johann Heinrich von Thünen varð borin í heim í Oldenburg í Týsklandi. Hann var bónda­sonur og nam sær útbúgving sum agronomur (búfrøðingur) á landbúnaðarskúla í Celle. Longu í lestrartíðini í Celle hevði hann kritiskan hugburð um tað, sum lærarar á skúlanum hugsaðu. Eftir landbúnaðarskúlan helt hann fram at útbúgva seg á universitetinum í Göttingen, har hann millum annað las bókina Wealth of Nations eftir Adam Smith. Hann varð sera hugtikin av bókini, sum gav honum ambitiónir at geva sítt íkast til búskaparfrøðina.

Ístaðin fyri at velja sær eina akademiska yrkisleið keypti hann ein garð nærhendis Mecklenburg. Garðurin var í sera ringum standi, tá ið hann yvirtók hann. Men undir kønari leiðslu av Thünen sjálvum bleiv garðurin útbygdur til eitt nýmótans og fyrimyndar­ligt landbrúk. Búskapurin hjá landbrúkinum var eftir hansara tykki ein spegilsmynd av samfelagnum, og við teimum praktisku royndum, hann gjørdi innan landbúnað, fekk hann størri ástøðiligt innlit í, hvussu ein størri búskapur virkar. So við og við savnaði hann tilfar til høvuðsverkið hjá sær Der isolierte Staat in Beziehung auf Landwirtschaft und Nationalökonomie, sum kom út í tveimum bindum, tað fyrra í 1826, tað seinna í 1850.

Staðseting

Thünen gjørdi sær ein myndil, har hann hugsaði sær ein stóran bý, sum var umgyrdur av einum stórum og fruktargóðum landbúnaðarøki. Allastaðni í økinum er jørðin egnað at dyrka, og er hon líka fruktargóð allasaðni. Langt burtur frá býnum er jørðin ódyrkaður hagi, og einki samskifti er við umheimin. Hetta er tann avbyrgdi staturin. Lesarin verður biðin um at hugsa sær hesa abstraktiónina, sum er fiktiv, men sum onkursvegna líkist tí veruliga lívinum. Við hesum einføldu fortreytum spyr Thünen síðani, hvørji sløg av jarðarbrúki fara at vera undir hesum umstøðum, og hvussu landbúnaðurin fer at verða ávirkaður av, hvussu langt frá býnum, eitt landbrúk er.

Hesir spurningar hava sjálvsagt stóran praktiskan týdning, og Thünen er sannførdur um, at svarini, sum kunnu fáast burtur úr tí fiktiva myndlinum, eru viðkomandi í tí veruliga heiminum, har alt ikki er so einfalt. Thünen ger sær greitt, at greiningin má vera grundað á áhugamálini hjá teimum, sum gera av, hvørjar plantur skulu dyrkast, og hvussu. Tað eru bøndurnir sjálvir, sum taka hesar avgerðir. Thünen visti um nakar, hvørji áhugamálini hjá bóndunum vóru. Hann gekk út frá, at teir vilja dríva landbrúkið so væl, sum møguligt. Við øðrum orðum vilja teir maksimera avlopið av rakstrinum.

Hvussu nógv grøði fæst burtur úr einum jarðarteigi av ávísari stødd, veldst um, hvussu nógv arbeiði verður lagt í hetta, og Thünen gongur út frá, at marginali arbeiðs­produktiviteturin er positivur og minkandi. Arbeiðslønin er tann sama í øllum avbyrgda statinum, og tann einstaki bóndin hevur onga ávirkan á tað. Tá ið ein bóndi undir hesum umstøðum ætlar at fáa so stórt avlop sum møguligt, vil hann brúka arbeiðsmegi upp til tað punktið, har virðið av marginala produktivitetinum er tað sama sum arbeiðslønin. Sambært Sandmo er hetta helst fyrstu ferð í bókmentunum, at júst hesar treytir fyri optimalitet eru útleiddar, og hevði tað verið nóg mikið at givið Thünen eitt pláss í søguni um búskaparfrøði. Men hann fór víðari við hesi hugsan.

Vit siga nú, at tann einasta vøran, sum landbrúkið dyrkar, og sum vit siga er korn, verður seld í tí stóra býnum fyri ávísan prís, og at flutningskostnaðurin inn í býin er proportionalur við, hvussu langt tað er til býin. Eftir hesum má prísurin, sum verður brúktur at rokna virðið á marginalu framleiðsluni, vera nettoprísurin, sum er søluprísurin í býnum minus flutningskostnaðin, og kemur soleiðis til, at tað at vera longri frá marknaðinum hevur somu ávirkan á framleiðsluna sum lægri prísur í býnum. Tann optimala nýtslan av arbeiðsmegi verður sostatt har, sum nettoprísurin faldaður við marginala arbeiðs­produktivitetinum er tað sama sum lønin.

Av tí at nettoprísurin er lægri, jú longri landbrúkið er frá býnum, má marginali arbeiðs­produktiviteturin vera størri í landbrúkum, sum eru langt frá býnum, tí at marginali produktiviteturin faldaður við nettoprísinum má vera tað sama, tá ið lønin er tann sama. Av tí at marginali produktiviteturin er minkandi við vaksandi arbeiðsmegi, verður nýtsla av arbeiðsmegi fyri ein jarðarteig av ávísari stødd minni, jú longri landbrúkið er frá tí stóra býnum.

Hesin hugsanarháttur er beinrakin, greiður og einfaldur. Hann kann eisini verða fataður upp á tveir mátar. Fyri tað fyrra kann hann skiljast sum ein lýsing av einum búskapar­ligum ástøði um bygnaðin í landbúnaði. Fyri tað seinna kann hann eisini verða tulkaður sum ein háttur hjá jarðarbrúkarum at taka avgerðir. Um tú hevur ein garð langt frá býnum, er tað neyvan skilagott at nýta somu tøknina í framleiðsluni, sum tey best drivnu landbrúkini nærri býnum. Flutningskostnaðurin ger, at tað loysir seg betur at hava eina minni arbeiðskrevjandi tøkni.

Sambært Sandmo er Thünen helst tann fyrsti at koma við einum gjøgnumført logiskum átøði um staðseting av virksemi og ekvilibrium av staðseting. Hann gjørdi teir ástøðiligu karmarnar meira almennar, enn omanfyri lýst, soleiðis at teir eisini fevndu um dømi, har bøndur dyrkaðu nógvar ymiskar vørur. Og niðurstøðan av hesum var, at vørur við størsta flutningskostnaði verða dyrkaðar nær býnum, meðan landbrúk longri burtur frá býnum leggja seg eftir at dyrka vørur við lægri flutningskostnaði í forhold til marknaðarprísin.

Framleiðslufaktorar

Ein týðandi táttur í greiningini hjá Thünen er optimeringin av, hvussu nógv arbeiðsmegi skal verða nýtt, og har kom hann til, at maksimering av vinningi ber í sær, at virðið av tí marginala arbeiðsproduktivitetinum má vera tað sama sum arbeiðslønin. Hann vísti eisini á, at henda greiningin er galdandi í øðrum vinnum enn landbúnaði, og í teimum førum, har tað eru fleiri broytiligir framleiðslufaktorar enn arbeiðsmegi. Eitt nú viðgjørdi hann dømið, har tað eru tveir broytiligir framleiðslufaktorar: arbeiðsmegi og kapitalur. Effektiviteturin av kapitali verður mettur eftir øking í framleiðslu sum avleiðing av øking í kapitali. Í hesum sambandi er arbeiðsmegin hildin óbroytt, men kapitalurin er ein broytilig stødd. Set nú fyri, at vit halda kapitalin óbroyttan, og arbeiðsmegin verður økt. Í tí førinum verður effektiviteturin av arbeiðsmegini sæð sum øking í framleiðslu sum avleiðing av, at ein arbeiðari kemur afturat.

Støddfrøðiliga er her talan um partiella differentiering umsett til vanligt mál. Sum Thünen sjálvur sigur: Mátin hjá okkum at maksimera vinningin á henda hátt samsvarar við tann mátan, sum verður brúktur í støddfrøði at áseta maksimum virðið á einari funktión við fleiri variablum. Sostatt hevur Thünen eitt fullfíggjað ástøði um optimala nyttu av framleiðslufaktorum á einum marknað við fullkomnari kapping. Navnið fullkomin kapping varð ikki vanligt, tá ið hetta varð skrivað í 1850, men vit kunnu tulka hetta so, tí hann gongur út frá, at hvørki prísirnir fyri framleiddu vørurnar ella prísirnir fyri framleiðslufaktorarnar eru treytaðir av avgerðum hjá tí einstaka framleiðaranum.

Thünen gekk út frá, at útboðið av arbeiðsmegi var ein givin stødd, soleiðis at lønarlagið bleiv ásett eftir eftirspurninginum eftir arbeiðsmegi, og hesin eftirspurningur var so ein avleiðing av atferðini hjá framleiðarum og ástøðinum um marginalan produktivitet. Eitt, sum eyðkendi teoriina hjá Thünen um staðseting, var, at arbeiðslønin var tann sama hjá øllum framleiðarum, og tað má so vera treytað av, at arbeiðarar kunnu skifta ímillum arbeiðs­gevarar uttan stórvegis forðingar.

Hví er Thünen so ókendur í dag?

Samuelson og Sandmo eru á einum máli um, at Thünen eigur eitt stórt pláss í søguni um búskaparliga hugsan. Men hví er Thünen kortini so ókendur? Samuelson vísir á tvær orsøkir, sum kanska hanga eitt sindur saman: Onnur er, at búskaparfrøðingar sum til dømis Böhm-Bawerk hava niðurgjørt Thünen fyri at føra seg sjálvar fram. Hin er Thünen sjálvur, sum brúkti stórar nøgdir av blekki at undirbyggja ein frymil fyri natúrliga lønarlagið í einum samfelag. Hesin løgni frymilin, sum ikki er viðurkendur í búskapar­frøði, hevur onkursvegna skuggað fyri teimum meira slóðbrótandi hugsanum, sum Thünen kom við, og sum eru lýstar fyrr í hesi greinini. Samuelson førir fram, at tað var Thünen, sum menti tey klassisku ástøðini hjá David Ricardo um marginalismu til neoklassiskan marginalan produktivitet.

Sambært Sandmo spjaddist nýhugsan innan búskap seint í 19. øld. Undantakið í hesum sambandi var Bretland við teimum flestu av teimum kendastu búskaparfrøðingunum, sum vistu um arbeiðini hjá hvørjum øðrum, og sum í summum førum kendust heilt væl. Inni á meginlandinum arbeiddu menn sum Thünen, Cournot[1], Dupuit[2] og Gossen[3] undir heilt øðrum treytum. Teir granskaðu mestsum í einsemi og høvdu ongar javnlíkar at kjakast við. Tilgongdin hjá teimum til búskaparligar spurningar var eisini øðrvísi enn hjá teimum klassisku bretunum. Hesir fýra vóru slóðbrótarar innan tað økið, sum vit nú kalla mikrobúskaparligt ástøði um avgerðir hjá einstøkum virkjum og brúkarum. Hetta ástøðið er grundarlag undir greining um, hvussu prísir verða til.

Keldur

Samuelson, Paul A. (1983), Thünen at Two Hundred, Journal of Economic Literature, Vol. 21, No. 4 (December), pp. 1468-1488.

Sandmo, Agnar (2011), Economics Evolving – A History og Economic Thought. Princeton: Princeton University Press.


[1] Sí Miðnámsrit nr. 3.

[2] Sí Miðnámsrit nr. 2.

[3] Sí Miðnámsrit nr. 7.

Aðrar greinar í miðnámsrit 9