Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Brot úr viðtali við Jonhard Mikkelsen í "Góðan morgun Føroyar".

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 9, mars 2016

Í dag er óhugsandi hjá skúlanæmingum á øllum stigum ikki at hava orða­bøkurnar hjá Sprotanum. Eitt nýtt orð er eisini sprottið, ið sipar til Sprotan, nevniliga orðið at sprota. Vit upplivdu eitt slag av uppreistri millum brúkarar í 2014, tá ið tað almenna ikki vildi stuðla. M.a. fóru næmingar upp á barrikadur­nar, og 16. januar 2015 kundu øll brúka orðabøkurnar aftur, men nú ókeypis. Tann 1. mars í 2016 var viðtal við ritstjóran á Sprotanum, Jonhard Mikkelsen, um nýggju orðabøkurnar hjá Sprotanum. Rúni Jákupsson og Kári Olsen gjørdu samrøðuna. Teir hava verið so beinasamir at lata okkum endurgeva brot úr samrøðuni.

Rúni: Sprotin hevur tikið nýggja skipan í nýtslu, sum hevur nógv fleiri funkur enn tann gamla. Hvussu er hetta menningararbeiðið? Hendir menning hvønn dag?

Jonhard: Jú, orð streyma inn í okkara mál hvønn einasta dag. Ritstjórarnir, sum knýttir eru at Sprota-pallinum, skulu taka støðu til, hvussu hetta og hatta eitur á føroyskum. Tað fyrsta liðið í hesum arbeiði fer sum oftast fram á Fróðskaparsetrinum, har serfrøðingar, móðurmálsritstjórarnir, Málstovan og Málráðið eru. Tey taka støðu til alt tað, sum vit senda teimum. Tá ið vit í felag hava funnið útav, hvussu vit skulu týða eitt orð ella flokka eitt orð eftir bendingarmynstri, kemur tað til okkara, og vit leggja tað inn í hinar fremmandamálsorðabøkurnar. Tað er eitt arbeiði, sum fer fram hvønn einasta dag á øllum mótum.

Rúni: Tað eru sera nógv, sum brúka bøkurnar á netinum. Frætta tit frá brúkaranum?

Jonhard: Ja, tað gera vit hvønn dag. Tað eru so nógv eygu á orðabøkurnar hvønn einasta dag. Tá ið vit fyri einum 5-6 árum síðan høvdu vanligu gjaldsskipanina, og brúkarin skuldi innrita seg, høvdu vit 1.400 brúkarar um vikuna, og nú tú sleppur frá at rita teg inn og skalt ikki gjalda, er talið rokið úr 1.400 upp í 14.000 um vikuna. Tað merkir, at næstan triði hvør føroyingur er inni á Sprotanum hvørja viku. Hagtølini, sum vit ganga út frá, vísa, at bara seinasta árið hava verið 8,5 milliónir leitingar inni á skipanini.

Rúni: Hvussu er hetta talið í mun til tað, tit høvdu roknað við?

Jonhard: Eg havi ikki ánilsi av, hvat vit roknaðu við. Vit hildu helst, at fóru millum 2.000 og 4.000 fólk at brúka orðabókina, so hevði tað verið gott, men 8,5 milliónir leitingar seinastu 12 mánaðirnar slær øll met.

Rúni: Tit frætta sum sagt frá brúkarum. Hvør er tað, sum sigur frá?

Jonhard: Vit sita á øllum møguligum mótum og arbeiða. Tað kunnu til dømis vera landmátarar, fólk í einum banka, tey á skipasmiðjuni, sum vilja hava okkurt málsligt at rigga. Málið er sundurgreinað í serøki, og tað sær út til at vera eina sunnur gróður í tí, og hesi kunnu so finna upp á at venda sær til okkara og koma við afturmeldingum. “Soleiðis siga vit í bankanum, soleiðis siga vit landmátarar, tá ið vit gera tað og tað!” Hetta taka vit til eftirtektar og royna at skráseta tað allastaðni í okkara orðabókum.

Rúni: Um ein í bankanum sigur, at soleiðis siga vit, hvørji eru so útlitini fyri, at Sprotin tekur tað við?

Jonhard: Sannlíkindini eru, at vit altíð taka tað inn, tí at vit kunnu altíð meta um, hvørt hetta er eftirfarandi ella ikki. Er okkurt ivamál, so hava vit samráðingar við Málstovuna, og so fáa tey, sum venda sær til okkara, boð aftur, um tað verður lagt inn, ella hvørja lagnu uppskotið fær. Teinurin millum orðabókabrúkaran og ritsjóran var so øgiliga langur fyrr, tú hevði einki samband millum ritstjóran og brúkaran annað enn tað, sum ritstjórin fann upp á at kanna vísindaliga av hesum og hasum. Nú sita brúkari og ritstjóri inni á sama miðli og “práta saman”.

Rúni: Tað er ein fyrimunur hjá báðum pørtum?

Jonhard: Tað kanst tú ætla, tí at hesir 14.000 brúkararnir, sum eru inni hvørja einastu viku, hava ein kunnleika, sum ritstjórarnir mangan ikki vita so nógv um. Tað kunnu vera øki, sum teir ongantíð hava verið inni á. Tað sær út til, at nógv av teimum ungu, t.d. á miðnámsskúlum og aðrastaðni, sum brúka orðabøkurnar, eisini melda aftur til okkara. Hetta eru sera góðar afturmeldingar. Eg skal geva eitt dømi: Nú ein dagin skrivaði ein, at summar av teimum tøkniligu umsetingunum av orðunum  headphones og earbox eru ov maggutar, tær hoyra til eina aðra tíð, varð sagt. Eg segði so við viðkomandi: kom so við einum góðum uppskoti, sig mær, hvussu tey siga! Hesin segði, at orðið earbuds t.d. eitur millum ung hoyriproppar. Øll vita, hvat oyraproppur er, men hetta er ein hoyriproppur; hetta var eitt dømi um eitt orð, sum ungfólk skapa. Tað er tekin um fantastiska sunnan áhuga og skapandi málsligan hug. Eg ringdi til Málstovuna, og har hildu tey, at hetta var eitt stak heppisliga valt orð. Hatta er dømi um, at vit øll eiga málið, og tað er ongantíð so eyðsýniligt sum nú, at ein og hvør kann ringja og skriva til okkara at siga, at hetta er ikki nóg gott, ella: eg havi funnið ein feil, ella: hetta áttu tit at lagt aftrat. Tað er frálíkt.

Kári: Tað er skjótt frá brúkara til ritstjórnina?

Jonhard: Tøknin er soleiðis nú, at allar tær skipanir, sum vit sita við aftan fyri ta flatuna, sum brúkarin brúkar, er eisini so einføld, at tá ið vit hava samtykt, at hetta er gott uppskot ella gott orð, og leggja tað út, er tað hjá brúkaranum í somu løtu. Samstundis kemur eisini út í høgra bredda á orðabókini ein frágreiðing, sum sigur, at hetta orðið varð lagt inn tann og tann dagin. Og tað merkir, at ein og hvør kann fylgja við tí, vit gera. Tað kann vera stuttligt nú, men tað er ikki minni stuttligt um nøkur ár, tá ið vit fara at kanna føroyska málsøgu. Tú kanst tá fylgja orðinum – tað og tað árið varð tað og tað orðið lagt inn. Einaferð verður tað áhugavert. Fert tú t.d. inn á 24. februar 2016, so sært tú, at orðið revenant er lagt inn. Orðið var ikki í orðabókini, men eftir Oscar-handanina, bleiv orðið týtt og lagt inn. Tá ið vit hava lagt slík orð inn, kunnu vit eisini leggja samheiti inn. Tá ið Sprotatíðindi koma út, hava vit ofta ein lítlan teig, sum eitur “Tað góða orðið”. Har hava vit t.d. greitt frá, hvat orðið a revenant merkir, og hvørjum sagnorði tað kemur av.

Rúni: Vit hava sæð, at tit hava í lýsingum boðað frá broytingum, nýggjum funkum. Hvat er tað nýggja, sum Sprotin hevur at bjóða?

Jonhard: Hetta er eitt tøkniligt skarvslop, vit hava gjørt, tí at vit mugu loysa okkum frá teimum gomlu orðabókum, sum vit kenna. Í gomlu orðabókunum var alt samanstappað og stúvað, og tað var sera torført at lesa. Úrslitið var, at nógv góvu skarvin yvir, tá ið teigarnir vóru langir og samanpakkaðir. Hesar tøkniligu avmarkingar hava vit ikki nú á døgum. Um tú t.d. slært eitt orð upp sum kvørkveggja, so kanst tú síggja mynd av fuglinum. Tað hevur tú ongantíð kunnað gjørt fyrr, tí at tað ikki hevur verið pláss fyri myndum. Nú kunnu vit leggja fínar myndir av sama fugli inn. Tað halda vit námsfrøðiliga vera sera heppið og brúkaravinaligt.

Rúni: So tað, sum plagdi at vera ein orðabók, sum vit kenna hana, flytur seg til at blíva nakað heilt annað?

Jonhard: Hon fer helst at líkjast eini alfrøði, men tað skal ikki skiljast á tann hátt, at vit fara at hella alt millum himmal og jørð niður í orðafrágreiðingar; tað verður tað ikki, men vit hava møguleika at leggja leinki inn har. Tað er eitt stórt framstig, at vit nú kunnu greiða frá málsliga samanhanginum og hava eina visualisering, tað er eitt framstig. Vit hava longu ljóð og bendingarmynstrini liggjandi, og alt verður bara lættari. Tú kanst hoyra, hvussu orðið verður sagt, síggja, hvussu orðið verður bent, og nú kanst tú eisini síggja tað visualiserað. Hetta ger, at vit eru inni har, sum undirvísingartilfarið er. Vit hava altíð hugsað tað soleiðis, at tú hevur eina lærubók og eina orðabók afturat. Nú hava vit lagt 1.000 myndir inn og hava ætlanir at leggja 5.000 til 10.000 myndir inn fram til komandi summar.

Tankin hjá Sprotanum er, at vit eisini skulu hava eina myndorðabók seinni. Tá verður møguleiki hjá lærarum at gera spennandi tilfar, við fínastu myndunum, og har fær brúkarin at vita, hvussu kvørkveggja eitur á øllum hinum málunum. So kann eitt leinki liggja til kvørkveggjuna og siga alt møguligt um henda fuglin. Fyribils hava vit keypt okkum inn í tríggjar stórar myndagrunnar, sum vit kunnu heinta úr. Myndagóðskan er framúr.

Rúni: Nú er komin ein tiltaksorðabók, sum er knýtt at Sprotanum. Hví?

Jonhard: Tiltaksorðabøkur hevur tú í øllum málum. Vit hava varnast, at glopp hevur verið millum unga og eldra ættarliðið, tá ið vit tosa um fastar orðingar og orðatøk. Yngra ættarliðið kennir ofta ikki merkingarnar. Her kann nýggja orðabókin siga, hvaðan hetta orðið er tikið. Hava vit t.d. eina orðing, sum er tikin úr Bíbliuni, so sær brúkarin samanhangin. So vísir hon eisini fastar orðingar, sum líkjast og hava sama innihald. So koma hugleiðingar um, hví hetta man vera komið í, t.d. tilsipingar og fólkalívsfrøðiligar orsakir.    

Kári: Tit hava yvir 2.000 orð í tiltaksorðabókini. Legst afturat?

Jonhard: Ja, vit eru 12 ritstjórar, sum sita við hesum bókunum. Hjalmar Petersen og Páll Isholm eru ritstjórar á hesi tiltaksorðabókini. Teir fara ivaleyst at leggja meira og meira inn har, sum tíðin líður.

Rúni: Tað var eitt drúgt tíðarskeið, har lítið hendi á orðabókaøkinum. Hvussu var tað søguliga, tá ið tú hugsar um orðabøkur í Føroyum, um vit t.d. fara til farnu øld?

Jonhard: Tann fyrsta er frá 1928, og tað vóru Christian Matras og Mads Andreas Jacobsen,  sum ritstjórnaðu føroysk/donsku orðabókini. Í 1961 kom 2. útgáva við fleiri orðum, og í 1974 kom eykabind, sum Jóhan Hendrik Winther Poulsen ritstjórnaði. Men frá 1928 ganga eini 40 ár, til Jóannes av Skarði kemur við donsk/føroysku orðabókini. Í 1998 kom Móðurmálsorðabókin.

Rúni: Hóast fáar orðabøkur, hóraði málið undan. Hvør man eiga heiðurin?

Jonhard: Tað er torført at siga. Vit hava ikki havt nógvar akademikarar, sum hava fingist við føroyskt, burtursæð frá teimum monnum og kvinnum, sum stovnaðu Fróðskaparsetur Føroya. Hesir idealistar bygdu á teir málsligu tankarnar, sum stovnararnir av háskúlanum høvdu. Hesi fólk, sum stovnaðu Setrið, hava lagt ótrúliga nógv tilfar eftir seg. Hugsar tú um gerandisdagin, er tað serliga vanligi føroyski bygdaskúlalærararin ella fólkaskúlalærararin, sum hevur hildið lív í málinum og varðveitt tað.

Aðrar greinar í miðnámsrit 9