Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Spurningar til Boga Bech Jensen, rektara á Glasi

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 10, juni 2016

1. Hvørjar námsfrøðiligar hugsjónir hevur tú um at leggja skúlar saman í deplar?

Tað at leggja skúlar saman í deplar gevur meining, um næmingarnir fáa námsfrøðiligar og útbúgvingarligar fyrimunir. Eisini gevur tað meining, um lærararnir fáa betri møguleikar at samstarva, deila vitan, mennast fakliga og arbeiða í tvørfakligum verkætlanum við meira. Fyri at hetta skal vera møguligt, er neyðugt, at skúlarnir, sum verða lagdir saman, blíva einans skúli og ikki halda fram at virka sum atskildir skúlar. Eisini er neyðugt, at man loyvir næmingunum at velja sær fak frá tí breiðu viftuni av fakum, sum man kann bjóða út. Hjá okkum leggja vit ein tekniskan skúla, ein handilsskúla og ein studentaskúla saman. Fyri at tað skal geva meining, má tað verða møguligt hjá einum næmingi á einari breyt at velja fak, sum í dag liggja á eini aðrari breyt. Her kann man ímynda sær timburmannin, sum kundi hugsað sær at dugað eitt sindur betur franskt.

2. Hevur tú nakrar fyrimyndir frá fólkaskúlum ella miðnámsskúlum í sambandi við samanleggingina?

Eg havi ikki fyrimyndir frá fólkaskúlum ella miðnámsskúlum; tó fylgi eg við, hvussu gongur í nøkrum av donsku samanleggingunum á miðnámsskúlaøkinum. Eg eri eisini so heppin, at Miðnám á Kambsdali er eina tonn framman fyri okkum í sínari samanlegging. Tí fylgi eg eisini væl við har og samskifti regluliga við Páll Isholm, rektara. Tá tað kemur til aðrar samanleggingar, luttók eg í samanleggingini millum DTU og Risø. Har vóru nøkur ting, sum riggaðu væl, og sum eg havi latið meg inspirerað av í sambandi við okkara samanlegging. Eitt nú valdi man at bólka fólk eftir teirra fakligu áhugamálum. Hetta merkti, at fólk við somu fakligu áhugamálum fingu ein felags leiðara. Tað, sum eg skjótt legði til merkis, tá eg bleiv settur, var, at fólk á øllum trimum skúlunum høvdu høgan fakligan stoltleika. Hetta ynski eg at styrkja við at deila starvsfólkini eftir fakligheit heldur enn eftir, hvørjari útbúgving tey undirvísa á. Tað merkir, at mállærarar koma á deild saman, lærarar innan samfelagsfak koma á deild saman o.s.fr., heldur enn studenta­skúlalærarar fyri seg, handilsskúlalærarar fyri seg og tekniskaskúlalærarar fyri seg. Um man ynskir at hyggja út í heim, er samanleggingin millum Pixar og Disney eitt dømi um, hvussu ein samanlegging kann eydnast. Í tí saman­leggingini riggaði væl at brúka styrkirnar hvør hjá øðrum, har Pixar vóru serfrøðingar innan 3D telduanimering, meðan Disney vóru serfrøðingar innan onnur ting, millum annað marknaðarføring. Tann samanleggingin gav meining og riggaði, millum annað tí at leiðslan kláraði at fáa tað besta frá báðum pørtum. Man skal altíð stremba eftir at fáa tað besta frá øllum pørtum, sum verða lagdir saman. Hjá okkum hava vit tríggjar sterkar og vælvirkandi skúlar, og vit mugu tryggja, at vit ikki missa tær styrkirnar í samanleggingini.

3. Hvørjar visiónir hevur tú fyri nýggja stovnin?

Mín visjón er, at tá fólk hyggja aftur á sína skúlatíð í fólkaskúla, háskúla, eftirskúla, Glasir, universiteti, víðari útbúgving og eftirútbúgving, so hugsa tey: “Mín tíð á Glasi var mín besta útbúgvingartíð. Har mentist eg mest fakliga og sum persónur.” Í teirri visjónini liggur, at vit hava eitt framúr læringsumhvørvi, har vit klára at kveikja lærihugin hjá næmingunum.

4. Hava myndugleikarnir sett krøv um, hvussu samanleggingin skal gerast?

Vit arbeiða tætt saman við myndugleikunum í samanleggingini, men myndugleikarnir hava ikki gjørt eina uppskrift um, hvussu hetta skal gerast. Tað er mín ábyrgd og ein ábyrgd, sum eg eyðmjúkt og við áræði átaki mær.

5. Verður samfelagsnyttan av útbúgvingunum størri við samanleggingum?

Tað haldi eg, tí vit hava betri møguleikar at laga okkara útbúgvingartilboð til tørvin hjá samfelagnum og vinnuni.

6. Hvørjar starvsfólkapolitiskar avbjóðingar eru við depilshugskotinum?

Vit hava nógv ymisk starvsfólk við nógvum ymiskum útbúgvingum, royndum og mentanum, sum øll koma at arbeiða á einum skúla. Starvsfólkini hava ymiskar uppgávur og hava ymiskar mátar at loysa uppgávurnar uppá. Vit koma ikki at hava ein studentaskúla, ein handilsskúla og ein tekniskan skúla; ístaðin koma vit at hava einans skúla. Tað vil siga, at starvsfólk, sum hava hoyrt til teir tríggjar skúlarnar, koma at hoyra til ein og sama skúla. Tað er ikki víst, at øll koma at trívast við hesum, men tað er umráðandi hjá teimum, sum velja at halda fram í nýggja bygninginum, at stuðla undir hesa menningartilgongd, so vit saman fáa lyft uppgávuna og harvið skapt eina sterka kenslu av felagsábyrgd og samanhaldi.

7. Verður starvsfólkamenning ein partur av tí nýggju organisatiónini?

Tað verður tað avgjørt! Um vit skulu hava næmingin í sentrum, er neyðugt, at starvsfólkini trívast. Um starvsfólkini skulu trívast, er neyðugt, at starvsfólkini hava góðar møguleikar at mennast. Vit ynskja tí áhaldandi at menna øll starvsfólk. Hetta er avgerandi fyri starvsfólkatrivnaðin.

8. Hvussu fert tú at tryggja, at teir stillu næmingarnir trívast í einum stórum skúladepli?

Stillir næmingar kunnu trívast eins væl á einum stórum skúla sum aðrir næmingar. Ofta hava teir stillu næmingarnir verri við at koma til orðanna í einum stórum bólki, og her er tað umráðandi, at teir fáa møguleika at arbeiða í smáum bólkum, har teirra sjónarmið verða hoyrd. Hóast Glasir verður ein stórur skúli, so kemur læruumhvørvið at vera skipað soleiðis, at øll fáa møguleika at mennast við teimum eginleikum, ið mynda tey. Av tí at skúlin er so stórur, eru eisini góðir møguleikar at finna saman við øðrum, ið hava somu áhugamál sum tú, t.d. ígjøgnum ymisk áhugafeløg fyri lesandi, eins og man sær uttanlands. Á henda hátt er lættari at finna nýggjar vinir, tá ein byrjar í skúlanum.

9. Hvørjar møguleikar sært tú við tí nýggja bygnaðinum?

Eg síggi møguleikar fyri, at næmingar kunnu velja ta útbúgving, sum passar best til tann einstaka, uttan at hugsa “men mínir vinir fara…”, tí nú koma øll á sama stað. Eg síggi møguleikar fyri, at næmingar kunnu seta sína útbúgving saman, soleiðis at tann einstaki fær fak, sum hann hevur áhuga í. Eg síggi óendaligar møguleikar at samstarva tvørfakliga bæði hjá næmingum og starvsfólki. Eg síggi møguleikar fyri menning av starvsfólki, fyri menning av Føroya fólki gjøgnum lívslanga læring. Eg síggi óendaligar møguleikar og ynski at hoyra um møguleikar frá øðrum.

10. Hvørjar vandar sært tú?

Eg síggi ikki vandar – bara møguleikar! Tí havi eg starvsfólk, sum kunnu vísa mær á møguligar vandar, soleiðis at vit kunnu finna loysnir, sum eliminera vandarnar.

Aðrar greinar í miðnámsrit 10