Onki úrslit

Miðnámsrit 10

Um blaðið

Góði lesari!

Í tíggjunda Miðnámsriti eru seks greinir. Olav hevur eina um floksstøddir. Kanningar hava víst, at flokkar við umleið 16 næmingum læra meira enn flokkar við umleið 24 næmingum, men tær vísa eisini, at spurningurin um floksstøddir snýr seg um javnstøðu og javnrættindi.

Hesa ferð hava vit sett rektaranum á Glasi, Boga Bech Jensen, og rektaranum á Miðnámi á Kambsdali, Pálli Isholm, nakrar spurningar um avbjóðingar og møguleikar í at leggja skúlar saman í deplar og um mangt annað.

Paula Gaard hevur skrivað eina grein, hon nevnir Tann vakri váðin í útbúgving. Hon kemur m.a. inn á, at tað at undirvísa merkir at tora at vága. At undirvísa merkir at vera menniskjaligur og at góðtaka tann grundleggjandi veikleikan, sum liggur í hesari meiningsfullu og kreativu tilgongdini, sum vit kalla útbúgving.

Tórður hevur eina grein um próvtøl. Hann vísir á, at næmingar og lærarar hava lyndi til at leggja í so stóran dent á próvtøl, og at hetta kann forða fyri læring. Hann mælir til, at lærarar flyta fokus frá døming til læring.

At enda hevur Olav skrivað um eina føroyska kanning, sum vísir, at dreingir klára seg lutfalsliga betur til próvtøkur enn gentur. Hann setir spurningin, um próvtøkur diskriminera ávísar næmingar.

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson

Innihaldsyvirlit:

Hvussu nógvir næmingar skulu vera í einum skúlaflokki? Olav Absalonsen

Spurningar til Boga Bech Jensen, rektara á Glasi, Tórður Johannesarson          

Spurningar til Páll Isholm, rektara á Miðnámi á Kambsdali, Tórður Johannserson        

Tann vakri váðin í útbúgving, Paula Gaard                                                           

Próvtøl køva læringina í skúlunum, Tórður Johannesarson                           

Klára dreingir seg betur til próvtøkur enn gentur? Olav Absalonsen            

Tak niður sum PDF