Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Klára dreingir seg betur til próvtøkur enn gentur?

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 10, juni 2016

Svarið er ja, um vit samanbera próvtøkumet við ársmet, sum hvør næmingur fær í somu lærugrein í sama skúlaári. Tað vísir ein kanning, sum er gjørd á Føroya Handilsskúla. Kanningin er ikki um, hvørt dreingir ella gentur klára seg betur í skúlanum, men leggur hon seg einans eftir at kanna munin ímillum ársmet og próvtøkumet. Hagtalsgrundarlagið er 815 karakterpør (815 ársmet og 815 próvtøkumet), har 444 karakterpør eru til gentur og 371 til dreingir.

Í sambandi við eina ritgerð var ætlanin at kanna munin ímillum ársmet og próvtøkumet í lærugreinum við munnligum próvtøkum og í lærugreinum við skrivligum próvtøkum og at samanbera hesar munir. Karakterpør vórðu skrásett, sum skuldu brúkast til kanningina. Men meðan eg blaði ígjøgnum prógvini, leggi eg til merkis, at hjá gentum er próvtøku­miðal ofta lægri enn ársmiðal, og at hjá dreingjum er tað meira javnt, onkuntíð hægri og onkuntíð lægri.

Kanningin, sum byggir á tøl frá próvtøkum í 2006 og 2007, vísir, at í munnligum próvtøkum fingu dreingir í HH lægri ársmet enn gentur í miðal, men at dreingir fingu hægri próvtøkumet enn gentur í miðal. Í FHS fingu gentur somuleiðis hægri ársmet í munnligum enn dreingir, og tær fingu eisini hægri próvtøkumet enn dreingir í miðal, men her var munurin minni enn í ársmetunum, so her var tendensurin tann sami sum í HH.

Í skrivligum líktust HH og FHS eisini. Í HH var eingin munur á ársmetum hjá gentum og dreingum í miðal, men próvtøkumetini hjá dreingum vóru hægri enn hjá gentum. Í FHS fingu gentur heldur betri ársmet enn dreingir í skrivligum, men próvtøkumetini hjá dreingjum vóru betri enn hjá gentum.

Kanning av hagtølunum

Mynd 1, 2 og 3 eru stabbamyndir, ið vísa, hvussu býtið er á muninum ímillum ársmet og próvtøkumet. Vatnrætta ásin gongur frá -4 til 5; hetta eru karakterstig eftir 13-stiganum. Tey negativu tølini merkja, at ársmetið er lægri enn próvtøkumetið; positiv tøl merkja, at ársmetið er hægri enn próvtøkumetið. Stabbarnir í null vísa, hvussu nógv talpør hava sama ársmet og próvtøkumet. Fyri betur at kunna samanbera er loddrætta ásin í prosentum.

Í mynd 1 sæst, at 68% av próvtøkumetunum í FHS eru eitt karakterstig frá ársmetinum ella tað sama sum ársmetið; tað merkir, at 32% av próvtøkumetunum í FHS eru tvey karakterstig ella meir frá ársmetinum. Í mynd 2 síggja vit, at í HH eru 80% av próvtøku­metunum eitt karakterstig frá ársmetinum ella tað sama sum ársmetið; tað merkir, at 20% av próvtøkumetunum í HH eru tvey karakterstig ella meir frá ársmetinum. Í mynd 3, har tølini eru løgd saman, sæst, at 75% av próvtøkumetunum í FHS og HH eru eitt karakter­stig frá ársmetinum ella tað sama sum ársmetið; og merkir tað, at 25% av próvtøku­metunum eru tvey karakterstig ella meir frá ársmetinum. Hesi tøl eru eins fyri gentur og dreingir, men legg til merkis, at tey fella ikki líka báðumegin null hjá gentum og hjá dreingjum.

Mynd 1: Býti av muni ímillum ársmet og próvtøkumet í FHS

Mynd 2: Býti av muni ímillum ársmet og próvtøkumet í HH

Mynd 3: Býti av muni ímillum ársmet og próvtøkumet í HH og FHS

Myndirnar vísa týðiliga, at munur er ímillum stabbarnar fyri dreingir og stabbarnar fyri gentur. Men hann er ikki so stórur, at vit kunnu gera nakra niðurstøðu út frá hesum. Tí mugu vit gera eina hagfrøðiliga test av tølunum. Í talvu 1 eru tøl roknað at gera eina sonevnda t-test, sum er egnað í hesum førinum. N er talið á pørum við ársmeti og próvtøkumeti. D er Y-X, har Y er ársmet og X er próvtøkumet. Standardfrávik, sum er ferrótin av variansinum, er ein stødd, sum sigur, hvussu stór spjaðingin er í hagtølunum; standardfrávikið er miðal frávikið frá D.

Talva 1: Hagtalstilfar til t-test.

Talið D (gentur) vísir, at próvtøkumetini hjá gentum eru í miðal 0,419 karakterstig lægri enn ársmetini, har 444 karakterpør eru við í kanningini. Hjá dreingjum eru próvtøku­metini í miðal 0,102 karakterstig lægri enn ársmetini, har 371 karakterpør eru við í kanningini. Hagtølini siga, at D fyri gentur er størri enn D fyri dreingir, men fyri at vita, hvussu signifikantur munurin er, viðgera vit hetta við góðkendari hagfrøðiligari meting. Vit byrja við at gera hesa hypotesu: H1: D (gentur) > D (dreingir).

Vit kunnu ongantíð prógva hypotesuna til fulnar, men vit kunnu falsifisera eina hypotesu, um sannlíkindini fyri, at hon passar, eru lítil. At falsifisera merkir her at avnokta ella at vraka. Tí testa við andsøgnina til H1: H0: D (gentur) ≤ D (dreingir). Her kemur t-testin inn, ið kann verða brúkt, tá ið býtið líkist normalbýtinum, sum tað sæst í myndunum 1, 2 og 3, at tað ger her.

T í talvu 1 er roknað út frá muninum ímillum D (gentur) og D (dreingir), variansunum og N, soleiðis at T verður stórt, um munurin ímillum D (gentur) og D (dreingir) er stórur, um variansurin er lítil, og um N er stórt.[1] Størri T er, minni verður P-virðið, sum er eitt tal fyri sannlíkindini fyri at vit taka feil, um vit vraka H0.

Í teiginum fyri FHS er P-virðið 0,015, og tað merkir, at um vit vraka H0, so er 1,5% møgu­leiki fyri, at vit taka feil. Í teiginum fyri HH er P-virðið 0,003, so her er 0,3% møguleiki fyri at taka feil, um vit vraka H0. Í felags teiginum, har tølini fyri FHS og HH eru løgd saman, er P-virðið 0,001, so her er møguleikin 0,1% fyri at taka feil, um vit vraka H0. Vit kunnu siga tað soleiðis, at eftir hesi kanning at døma er 99,9% vist, at dreingir klára seg betur til próvtøkur enn gentur samanborið við ársmetið, sum næmingurin hevur fingið.

Ein kanning av hesum slag skal altíð takast við tí fyrivarni, at einki liggur fjalt í hag­tølunum, sum kann hava skeiklað myndina. Tað hava vit ikki grund til at halda, tí myndin er tann sama í skrivligum og munnligum próvtøkum og í tveimum ymiskum útbúgvingum, sum gaman í eru á sama skúla. Aftur at tí skulu vit taka við, at nógvir lærarar og uttanhýsis próvdómarar hava dømt og givið metini.

Kjak

Spurningurin, hví dreingir fáa betri próvtøkumet í mun til ársmet, enn gentur fáa, er opin til kjak og til víðari gransking. Í tosi millum lærarar koma ofta hugskot um, hví hetta man vera so. Eitt boð er, at gentur flest duga betur at røkja sínar skyldur ígjøgnum árið enn dreingir, og tað ger, at tær fáa betri ársmet; tá ið so próvtøkan kemur, verður avdúkað, at hesi ársmetini eru verri at halda hjá teimum hugagóðu enn hjá teimum, sum hava tikið sær av løttum ígjøgnum árið. Hetta sjónarmiðið kann tykjast heldur ivasamt, tí tað, at ein næmingur røkir sínar skyldur í árinum, skuldi ikki bara sæst aftur í ársmetinum, men eisini í próvtøkuavrikinum.

Mike Nicholson á Oxford University, har dreingir ár eftir ár klára seg betur í próvtøkum enn gentur, vil vera við, at dreingir tora betur at taka kjansir og vága meira í próvtøkum enn gentur, og tað sæst aftur í úrslitunum. Dreingir sum heild fylgja ofta tí, sum teir hava varhugan av, tá ið teir ikki vita við vissu, meðan gentur eru sum heild meira varnar. Øll eru ikki samd við Nicholson í hesari grundgeving. Til dømis vísir Averil MacDonald á kanningar, sum siga, at gentur sum heild klára seg betur enn dreingir í hægri út­búgvingum. Hon viðgongur tó, at dreingir duga ofta betur at sálda tað frá, sum er óvið­komandi í einari uppgávuorðing. Men spyrt tú ein og hvønn lærara, fært tú at vita, at gentur ofta eru betur skipaðar at fáa uppgávur og innlatingar frá hondini innan ásetta tíð. Hóast tey bæði Nicholson og MacDonald kunnu tykjast eitt sindur ójøvn á máli, so stuðla bæði upp undir úrslitið av tí føroysku kanningini, sum ikki snýr seg um, hvørt gentur ella dreingir klára seg betur í skúlanum, men at dreingir klára seg relativt betur í próvtøkum.

Nógv bendir á, at persónligheitin hjá næminginum hevur týdning í sambandi við próv­tøkur. Tað er sum so einki løgið í, at stórur munur kann vera ímillum ársmet og próvtøku­met. Ársmet verða givin út frá nógvum metingarháttum, meðan próvtøkumet byggja bara á ein metingarhátt, og soleiðis sum próvtøkur hava verið og eru á FHS og HH (nú bú­skapar­breyt), er próvtøkan antin skrivlig ella heilt munnlig. Í báðum førum er næmingur­in púra einsamallur í próvtøkustøðuni. Og lítil ivi er um, at misjavnt er, hvussu næmingar trívast í hesi støðu, og hvussu teir klára seg í henni.

Tí er ikki av leið at hyggja at myndlum um næmingar og ymiskleika. Í Miðnámsriti 6 var ein grein um hetta evnið, har tveir myndlar um intellektuella mennning hjá næminginum vórðu nevndir: Perry myndilin um intellektuella og etiska búning og tann reflektivi metingarmyndilin hjá King og Kitchener. Tann epistemologiski reflektiónsmyndilin hjá Baxter Magolda um intellektuella menning, sum setir fokus á munin ímillum kynini í ymsum stigum um vitan, var ikki við í nevndu grein. Hann er í 4 stigum:

  1. Í tí absolutta vitanarstignum (absolute knowing) hava fleiri kvinnur enn menn móttakandi mynstur í hugsanarhátti[2], meðan fleiri menn enn kvinnur hava eitt mastery mynstur.
  2. Á øðrum stigi (transitional knowing) hava fleiri kvinnur enn menn inter-persónligt mynstur í hugsanarhátti, meðan fleiri menn enn kvinnur hava eitt ópersónligt mynstur.
  3. Og á tí triðja og sjálvstøðuga stignum (independent knowing) hava fleiri kvinnur enn menn inter-individuelt mynstur í hugsanarhátti, og fleiri menn enn kvinnur hava eitt individuelt mynstur.
  4. Á tí fjórða og hægsta stignum (contextual knowing) eru mynstrini í hugsanarhátti hjá kvinnum og monnum meira lík. Sera fáir miðnámsnæmingar eru á hesum stigi.

Tá ið hesir eginleikar úr myndlinum hjá Baxter Magolda verða settir í samband við tey úrslit, sum vit eru komin til í kanningini á Føroya Handilsskúla, er skjótt at seta sær spurningin, um dreingir ikki klára seg relativt betur til próvtøkur enn gentur samanborið við ársmet, tí at próvtøkustøðan er einsamøll og ópersónlig, og at hetta er ein meinbogi fyri fleiri kvinnur enn menn í flestu intellektuellum stigum. Og tá ið vit hugsa um, at ársmet eru grundað á fleiri metingarhættir, enn próvtøkumet eru, og helst eru meira eftirfarandi enn próvtøkumet, fær tað ein at spyrja, um próvtøkur ikki diskriminera ávísar næmingar, serliga kvinnuligar.

Keldur

Magolda, Marcia B. Baxter. 2004, Making Their Own Way, Narratives for Transforming Higher Eduction to Promote Self-Development, Stylus, Sterling, Virginia.

Moreton, Cole. 2013. Why boys are better at exams, according to Oxford University chief, The Telegraph, 18 Aug.

Williams, Amanda. 2013. Boys do better in exams than girls because they are ‘more willing to take risks’, says Oxford University head of admission, Daily Mail, 18 August.


[1]

[2] Á eingilskum: reasoning pattern

Aðrar greinar í miðnámsrit 10