Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Hvussu nógvir næmingar skuulu vera í einum flokki?

Eftir Olav Absalonsen í miðnámsrit 10, juni 2016

Í øllum samfeløgum er spurningurin, hvussu stórir skúlaflokkar skulu vera, áhugaverdur og átrokandi at tosa og hugsa um; og tað eru tvær orsakir til tað: Onnur er, at floksstøddin hevur týdning fyri, hvussu nógv tann einstaki næmingurin fær burturúr; og hin er, at floksstøddin hevur týdning fyri, hvussu nógvan pening tað almenna nýtir til skúlar og útbúgving. Tá ið avgerðir skulu takast um floksstødd, mugu hesi bæði atlit vigast upp ímóti hvørjum øðrum. Tað er lætt at rokna út, hvussu nógv meira fleiri og smáir flokkar kosta enn fáir og stórir. Tað er ikki líka lætt at finna út av, hvussu nógv meira ella minni næmingurin hevði fingið burturúr, um flokkurin, hann gongur í, hevði havt eina aðra stødd.

Baumol’s cost disease

Í sonevndum ídnaðarsamfeløgum við høgum kostnaðarstigi eru lønir nógv hægri enn í øðrum samfeløgum, ið hava minni arbeiðsframleidni, tí so hvørt sum eitt samfelag fær sær meira framkomin framleiðslu- og veiðitól, og infrakervið verður útbygt, gerst framleiðslan av vørum meira arbeiðsproduktiv og bíligari, og vinningurin av hesum verður størri. Vinningurin skal býtast millum framleiðslufaktorar, sum til dømis eru arbeiðsmegi, real­kapitalur (framleiðslu- og veiðitól) og tilfeingi. Hvussu býtið skal vera, verður avtalað millum partar á arbeiðsmarknaðinum. Søgan sigur, at lønarlagið veksur, sum frá líður, tá ið framleiðslan pr. arbeiðstíma veksur, ella at tað kann vera øvugt, og hugurin at gera íløgur veksur, tá ið lønarlagið er høgt (Robert Allen); men samanhangið er tað sama.

Produktivitetur veksur ikki líka nógv í øllum vinnum. Í tænastuvinnum ber ikki til at økja um arbeiðsproduktivitetin so nógv sum í flestu vøruframleiðandi vinnum, og í summum tænastuvinnum krevur tænastan serliga arbeiðsmegi, sum ger, at framleidnið kann ikki økjast. Hann kann kanska økjast við at lata dygdina fara, men so er talan um vánaliga tænastu, og hon kann altíð vera bíligari. Í summum førum er lágur produktivitetur mettur at vera tað sama sum dygd.

Í einum samfelag, har produktiviteturin veksur nógv í nøkrum vinnum, men minni í øðrum vinnum, hendir tað, at lønirnar hækka í teimum vinnum, har produktiviteturin veksur. Men av tí at arbeiðs­marknaðurin er tann sami, hækka lønirnar eisini í teimum vinnum, har produktiviteturin ikki fylgir við. Sostatt fer ein broyting fram í hesum samfelag, soleiðis at summar vørur gerast bíligari, meðan aðrar vørur ella tænastur gerast dýrari, mált í keypiorku. Sum nevnt, eru tænastuvinnur ofta arbeiðstungar, og tí gerast tænasturnar dýrari. Eitt annað, sum hendir, er, at í vinnum, har produktiviteturin veksur, er brúk fyri minni arbeiðsmegi, og tí fara fleiri fólk at arbeiða í tænastu­vinnum. Hetta fyribrigdið verður á eingilskum kallað Baumol’s cost disease eftir William J. Baumol (f. 1922), professara í mikrobúskapi (Jonathan Aldred).

Um vit fara víðari við teimum hugsanum, ið eru lýstar frammanfyri, so kunnu vit nevna dømi um tænastur, ið eru vorðnar dýrari í Føroyum og aðrastaðni. Nógvar av hesum tænastum kunnu vit keypa frá privatum fyritøkum. Aðrar eru fríar tænastur, ið kunnu fáast frá tí almenna; heilsuverkið er eitt dømi og skúlaverkið eitt annað. At heilsuverkið og skúlaverkið tyngja búskapin nógv, er ikki tí, at tað almenna stendur fyri teimum, men av tí at tey veita arbeiðs­krevjandi tænastur, gerast tær dýrar, so hvørt sum lønarlagið í samfelagnum hækkar. Eitt dømi hjá Baumol er tónleikaframførsla: Framleidnið hjá tónleikarum, ið skulu framføra eina strúkikvartett hjá Mozart, hevur verið tað sama, síðani hon varð skrivað. Hon krevur fýra tón­leikarar, og hon tekur somu tíð at spæla nú, sum tá ið hon varð skrivað (Jonathan Aldred).

Er spurningurin búskaparligur?

Onkuntíð verður ført fram, at tá ið talan er um floksstøddir í skúlum, eiga vit ikki bara at hugsa búskaparliga, men eisini námsfrøðiliga. Meiningin í hesum er helst at vísa á, at tað, sum næmingurin lærir meira av at ganga í einum lítlum flokki, vigar upp ímóti tí, sum tað kostar meira beint nú at hava smáar flokkar. Men í búskaparfrøði verður slíkur málburður ikki brúktur. Tá ið talan er um búskaparligar avgerðir av hesum slag, verður cost-benefit reglan nýtt, um avgerðin skal vera skilagóð, og tað er hon, um inntøkan av avgerðini er størri enn kostnaður­in: nyttan av, at næmingurin lærir meira, er inntøkan sambært hesi hugsan.

Spurningurin um floksstøddir er tískil búskaparligur burturav. Tað, at vit hava skúlar í sam­felag­num, er tekin um, at tað loysir seg. Skúlar eiga at geva samfelagnum meira, enn teir taka. Spurningurin um floksstøddir verður ofta gruggaður av, at fíggjarkarmar skulu haldast beint nú, og vit duga ikki at síggja framtíðarvinningin av avgerðum á hesum øki. Fíggjarkarmar kunnu føra til sparingar, sum seinni kosta meira enn tað, ið verður spart. Hinvegin kann eisini hugsast, at ein meir­nýtsla ikki gevur tað aftur í framtíðini, sum hon kostar nú.

Hvat siga kanningar?

Tað kann vera sera trupult at gera av, hvussu floksstøddir kunnu ávirka lær­dómin. Spyrt tú lærara, fært tú ofta tað svar, at um flokkurin er lítil, fær hann gjørt tí einstaka næminginum eina størri tænastu, men fer flokkurin upp um ávísa stødd, so er persónlig tænasta ikki møgulig, og so kann flokkurin tað sama vera nógv størri. Hetta sjónarmið er óivað orsøkin til, at hægri skúlar hava stórar fyrilestraflokkar við fleiri hundrað næmingum, men eisini nakrar heilt smáar flokkar, har undirvísingin er løgd eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Í stórum londum ber til at gera stórar kanningar av, hvussu floksstøddin ávirkar læringina. Í Føroyum er ikki so lagaligt at gera stórar kanningar av hesum slag, tí tær kosta nógv at gera, og næmingatalið er ov lítið. Tí er tað ikki av leið at hyggja at, hvat útlendskar kanningar siga um hetta. The Center for Public Education, stytt CPE, er stovnur undir NSBA, ið er felagsskapur fyri skúla­stýri í USA. Á heimasíðuni hjá CPE hava tey gjørt eina samanbering av nøkrum kanningum um floks­stødd í skúlum. Les meira um hesar kanningar niðanfyri.

STAR-prosjektið

Ein av hesum kanningum var STAR-prosjektið í Tennessee, sum byrjaði í 1985. Fyrsta stigið í STAR (Student-Teacher Achievement Ratio) var ein 4-ára kanning í barnagarði, fyrsta, øðrum og triðja flokki, har flokkar við 13-17 næmingum vóru samanbornir við flokkar við 22-25 næming­um í hvørjum flokki við einum lærara í hvørjum flokki og við flokkar við 22-26 næmingum við einum lærara og einum hjálparlærara. Umleið 6.500 næmingar í 330 flokkum í 80 skúlum vóru við í kanningini at royna næmingarnar í lesing, støddfrøði og grund­leggjandi læriførleika. Eftir 4 árum var greitt, at smáir flokkar førdu til munandi meiri læring, og at fyrimunurin við smáum flokkum var dupult so stórur fyri børn í samfelagsligum minnilutum (Jayne Boyd-Zaharias). Eisini vísti kann­ing­­in, at gentur høvdu størri fyrimun av at vera í smáum flokkum enn dreingir. Nyttan av at hava ein hjálpar­lærara í einum vanligum flokki var einans 35% av nyttuni av at hava smáar flokkar við einum lærara í hvørjum (Frederick Mosteller).

Annað stigið í STAR byrjaði í 1989 og skuldi vita, um teir fyrimunir, sum vórðu staðfestir á fyrsta stigi, stóðu við. Her vísti tað seg, at næmingar, sum byrjaðu skúlagongdina í smáum flokkum, og sum síðani fóru í størri flokkar, hildu fram við at klára seg betur enn floksfelagar, sum byrjaðu skúlagongdina í størri flokkum. Triðja stigið í STAR var at geva teimum 17 fátækastu skúla­økju­num í Tennessee smáar flokkar í forskúla, fyrsta, øðrum og triðja flokki. Eftir hetta fóru tey 17 skúla­økini frá at vera langt undir miðal í lesing og støddfrøði til at vera oman fyri miðal av teimum 139 skúlaøkjunum í Tennessee (Frederick Mosteller).

Aðrar kanningar

Ein onnur kanning var SAGE-prosjektið í Wisconsin, sum byrjaði í 1996. SAGE (Student Achievement Guarantee in Education) nýtti 4 sløg av smáum floksstøddum:

  1. 15 næmingar við einum lærara
  2. 30 ella færri næmingar í einum flokki við tveimum lærarum
  3. Ein skúlastova við einum fyribils skilaveggi, og 15 næmingum og einum lærara hvørjumegin veggin
  4. 30 næmingar við einum lærara, men við einum lærara afturat í lesing, máli, list og støddfrøði

SAGE kom til niðurstøður, ið líktust niðurstøðunum hjá STAR um at minka floksstøddir tey fyrstu árini í skúlanum (Jeremy Finn). Næmingar í SAGE-flokkum fingu munandi betri úrslit í lesing, máli, støddfrøði og tilsamans, enn næmingar í vanligum flokkum. Sjálvt um SAGE-næmingar høvdu verri avrik undan kanningini enn næmingar í størri flokkum, so høvdu SAGE-næmingar mun­andi betri avrik eftir kanningina, sum vísir, at næmingarnir í minnu flokkunum gjørdu størri framstig enn næmingar í vanligum flokkum. Framstigini hjá afrikanskum amerikanarum vóru nógv størri enn hjá hvítum.

CSR-programmið í Kalifornia byrjaði í 1997. CSR (Class Size Reduction) var eitt átak at minka um floksstøddir í forskúla, fyrsta, øðrum og triðja flokki í statinum Kalifornia. Her var kravið, at ein lítil flokkur skuldi vera 20 næmingar ella minni. Frammanundan var floksstøddin um 29 næmingar í miðal. Ætlanin hevði við sær, at umleið 12.000 nýggir lærarar vórðu settir í starv. Upprunaliga var ætlanin ikki at kanna, hvussu átakið fór at ávirka læring og avrik, hóast átakið kom at kosta eina milliard dollarar meira um árið. Tá ið kanningin kortini bleiv gjørd, var bara møguligt at kanna triðja flokk, tí í hinum árgangunum vóru ov fáir stórir flokkar at saman­bera við.

CSR vísti, at næmingarnir í teimum smærri flokkunum kláraðu seg betur enn næmingarnir í teimum vanligu flokkunum. Hóast munurin var lítil, var hann hagfrøðiliga signifikantur. Av tí at CSR var eitt átak, sum var gjørt knappliga, var neyðugt at seta nógvar nýggjar lærarar, sum ikki høvdu royndir at undirvísa, og hevur hetta eyðvitað ávirkað úrslitið av kanningini, soleiðis at fyri­munur­in av smærri flokkum ikki er so sjónskur sum í hinum kanningunum (Jeremy Finn).

Hví virka smáir flokkar betur enn stórir?

Ein kundi trúð, at dygdin í undirvísingini er betri í smáum flokkum enn í stórum, og at tað kann vera orsøkin til betri læring í smáum flokkum; men sambært Jeremy Finn stuðla kanningarnar ikki upp undir hesa hugsan. Sjálvsagt hevur lærarin eitt sindur meiri tíð til einstaka næmingin í lítlum flokki enn í einum størri, og hann brúkar heldur minni tíð at stýra einum lítlum flokki enn einum størri. Men annars er undirvísingin ikki nógv øðrvísi, og hetta svarar ikki spurninginum, hví smáir flokkar virka betur enn stórir.

Sambært Jeremy Finn vísa kanningar, at tað eru heldur sálarfrøðiligar orsakir til, at næmingar blíva betri næmingar, um teir eru í einum lítlum flokki enn í einum størri. Fyri tað fyrsta er ein næmingur í lítlum flokki alla tíðina noyddur at taka lut í virkseminum í flokkinum; hann sleppur ikki undan, og lærarin fær heldur ikki ignorerað tann einstaka næmingin. Fyri tað annað verður samanhaldið ofta betri í einum lítlum flokki; lærararnir kenna betur tann einstaka, og næmingarnir stuðla betur hvørjum øðrum, enn teir høvdu gjørt í einum størri flokki. Fyri tað triðja er sosiala ábyrgdin fyri hvørjum øðrum størri í einum lítlum bólki enn í stórari fjøld; hetta er kent frá øðrum samanhangi, og er helst eisini galdandi fyri næmingar í einum skúlaflokki. Og fyri tað fjórða vísa kanningar um dynamikk í bólkum, at normar í smáum flokkum føra til øðrvísi atferð enn í størri flokkum; hesar kanningar vísa, at í stórum bólkum eru færri, sum taka lut í felags virksemi; hetta er helst eisini galdandi í skúlaflokkum.

Eru útlendskar kanningar nýtiligar í Føroyum?

Vit mugu ganga út frá, at næmingar í Føroyum líkjast næmingum í øðrum londum, og at læringin verður ávirkað av umstøðunum á sama hátt. Hinvegin hava vit nógvar smáar skúlar í Føroyum, og tá er spurningurin um at minka um floksstøddina ikki so viðkomandi. Og í nøkrum førum eru skúlar og flokkar ov smáir. Aðrar kanningar, sum ikki eru nevndar omanfyri, eru komnar til, at um flokkar eru heilt smáir, so kann tað ganga út yvir læringina. Orsøkin til hetta er, at næmingar læra eisini saman og av hvørjum øðrum, og um flokkurin verður heilt lítil, missir hann henda dynamikkin (Borland et.al 2005).

Men í teimum skúlunum í Føroyum, har flokkar eru so stórir, at teir svara til stórar flokkar eftir teimum útlendsku kanningunum, er viðkomandi at taka spurningin um at minka skúlaflokkar í álvara. Hetta kann koma fyri í stórum skúlum á grundnámi ella miðnámi. Sambært kanningunum er serliga nógv at vinna, um skúlaflokkar ikki eru stórir tey fyrstu tvey ella trý skúlaárini í barnaskúlanum. STAR-kanningin samanbar eisini smáar flokkar við einum lærara við stórar flokkar við tveimum lærarum, og her var niðurstøðan, at læringin var nógv størri í teimum smáu flokkunum. Eftir tí at døma er tað ikki skilagott at hava stórar flokkar við tveimum lærarum, tí umframt at læringin verður minni, kostar tað líka nógv ella meira.

Vit skulu heldur ikki bara hugsa um, at tað kostar meira beint nú at hava smærri flokkar tey fyrstu skúlaárini, men eisini hava í huga, at tað lønar seg aftur av tí, at næmingar, sum ganga í smáum flokkum í forskúla og fyrstu tvey skúlaárini, fáa eitt grundarlag, sum ger teir betur førar fyri at nema sær lærdóm seinni, sjálvt um flokkarnir tá eru størri. Tað, sum hetta kostar meira í løtuni, kann roynast at verða ein góð íløga.

Tær amerikonsku kanningarnar vísa, at børn í minnilutabólkum hava størri fyrimunir av at vera í smáum flokkum, enn onnur børn hava. Hesir minnilutabólkar eru til dømis afrikanskir amerikanarar og hispanic/latino amerikanarar. Hetta samsvarar væl við, at summar av kanningunum vístu, at børn úr fátækum korum høvdu størri fyrimunir av at ganga í smáum flokkum, enn onnur børn høvdu. Tað, sum kanska er eitt sindur meira óvæntað, er, at smáir flokkar gagna gentum meira enn dreingjum.

Hesar síðstu avdúkingarnar seta spurningin um floksstøddir í skúlum í eitt heilt nýtt perspektiv. Nú snýr spurningurin seg ikki bara um at økja lærdómin tilsamans við smærri flokkum, men nú snýr hann seg eisini um javnrættindi og javnstøðu. Hóast minnilutabólkar kanska ikki eru so sjónskir í Føroyum sum aðrastaðni, so eru teir her eisini, og tað er staðfest í nógvum kanningum, at hvussu næmingar klára seg í skúlanum, er í stóran mun treytað av, hvørja bakgrund teir hava. Tí eru tær útlendsku kanningarnar nýtiligar í Føroyum eisini.

Keldur

Aldred, Jonathan. 2010, The Skeptical Economist, Revealing the Ethics Inside Economics, Earthscan, London.

Allen, Robert C. 2011, Global Economic History, A Very Short Introduction, Oxford University Press, Oxford.

Borland, Melvin V., Howsen, Roy M., Trawick, Michelle W. 2005, An Investigation of the Effect of Class Size on Student Academic Achievement, Education Economics, Vol. 13, No. 1, 73-83, March.

Boyd-Zaharias, Jayne. 1999, Project Star, The Story of the Tennessee Class-size Study, American Educator.

Finn, Jeremy D. 2002, Small Classes in American Schools: Research, Practice, And Politics, Phi Delta Kappan, 551-560, March.

Mosteller, Frederick. 1995, The Tennessee Study of Class Size in the Early School Grades, The Future of Children, Vol. 5, No. 2 – Summer/Fall.

Class size and student achievement: Research review, The Center for Public Education (tikið niður 10. februar 2012): http://www.centerforpubliceducation.org/Main-Menu/Organizing-a-school/Class-size-and-student-achievement-At-a-glance/Class-size-and-student-achievement-Research-review

Aðrar greinar í miðnámsrit 10