Próvtøl køva læringina í skúlanum
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 10, juni 2016
Jagstranin eftir høgum próvtølum
Gransking innan ungdóm vísir, at tey ungu trívast ikki so væl í skúlunum longur, tey eru strongd, og tey mistrívast, tí tey alla tíðina skulu avrika í skúlanum, og tí tey jagstra eftir høgum próvtølum. Fyri at fáa høg próvtøl velja tey ungu tær lættastu uppgávurnar. Tey velja lærugreinir og evnir til uppgávur, har møguleiki er at fáa eitt gott próvtal – hetta kann ávirka læringina. Næmingar brúka meiri orku at royna at bergtaka læraran enn at spyrja um tað, sum teir ikki skilja.
Jagstranin eftir høgum próvtølum skapar eina keðiliga læringsmentan. Næmingar í fólkaskúlanum og á miðnámi halda, at próvtølini hava nógv at siga. Teir hava ikki so djúpan hugburð til at læra sum fyrr. Teir grunda ikki á spurningar fyri sína egnu skuld, men heldur fyri at fáa høg próvtøl – teir hugsa strategiskt. Í grein í Miðnámsriti 6 stendur, at næmingar við djúpum hugburði at læra eru beinleiðis motiveraðir og intellektuelt forvitnir, og tað er tað, sum ger teir ídnar, heldur enn møguleikin fyri onkrum óbeinleiðis vinningi. Teir síggja útbúgving sum eina sjálvsagda menning og sum framhald av øðrum royndum. Strategiskir næmingar gera tað, sum skal til fyri at fáa góð próvtøl. Teir hava grunnan hugburð, um tað er nóg mikið, og djúpan hugburð, tá ið tað krevst. Grunnir næmingar (teir, sum pragmatiskt góðtaka umstøðurnar) eru vanliga óbeinleiðis motiveraðir. Teirra mál er at fáa okkurt slag av førleika, og teir góðtaka alt í lærubókum og í fyrilestrum. Teirra motiv og mál kunnu vera at fáa eitt arbeiði eftir loknan lestur. Gransking vísir, at næmingar við djúpum hugburði klára seg nógv betur enn næmingar við grunnum hugburði, bæði í próvtølum og í læringsúrtøku. Sambært kanningum vísir tað seg, at jagstran eftir próvtølum styðjar undir grunna læring.
Í danskari kanning svaraðu lærarar, sum vórðu spurdir um próvtøl og hugburð, at teir góvu próvtøl, sum í størsta mun eru bygd á virkni, hugburð og eitt sindur á fakligheit. Nógv av próvtølunum vórðu givin eftir, hvussu virknir næmingarnir vóru í undirvísingini, og eftir hugburði sum heild. Hetta gevur teimum ekstrovertu ein stóran fyrimun, sum kenna “próvtalsspælið” millum lærara og næming, kanska tí at teir koma frá einum heimi, har teir hava lært “próvtalskoturnar” frá barnsbeini. Í grein á tollaksmessu í fjør vísir Morten Mikkelsen til kanningina, ið Tanja Miller, sum undirvísir á UC Nordjylland hevur skrivað, at fleiri lærarar royna at brúka próvtøl námsfrøðiliga í teirri vón, at próvtølini koma at ávirka atferðina. Sambært Tanju er hetta eitt váðaverk, tí at næmingarnir eru ymiskir og hava ymiskar royndir. Hon vísir á, at fyri summar næmingar virkar eitt vánaligt próvtal motiverandi. Aðrir kenna eitt vánaligt próvtal sum eitt brennimerki, sum teir ongantíð sleppa av við: “Um eg fái eitt 4-tal, so eri eg verdur eitt 4-tal!”. Onkursvegna byrja hesir næmingar at identifisera seg við próvtalið. Hon mælir til, at hesi støðumetini, sum næmingar fáa í árinum, mugu broytast til metingar- og vegleiðarasamrøður. Hon og fleiri onnur halda, at næmingar bara skulu hava próvtøl, tá ið teir hava verið til royndir og próvtøkur.
Spurningurin er, hví tey ungu munnu vera so upptikin av at fáa høg próvtøl. Næmingar á framhaldsdeild stremba eftir teimum høgu próvtølunum, so teir sleppa á miðnám. Næmingar á miðnámi jagstra tey, so teir sleppa á hægri lærustovnar.
Tað vísir seg tó, at hetta er yvirdrivið, tí í flestu førum eru miðalgóð próvtøl nóg mikið til at sleppa at lesa víðari. Spyrt tú tey ungu, so svara tey aloftast, at tey vilja hava góð próvtøl, so tey hava lívsdreymin í eygsjón. Lars Geer Hammershøj, lektari í námsfrøðiligari heimsspeki á Århus Universiteti, heldur, at tey ungu hava eina fatan av eini polarisering millum vinnarar og taparar – og hava ein ótta fyri at detta í ta skeivu kategoriina: “Tey vilja hava góð próvtøl, ikki fyri at stíga fram sum tann góði, men av ótta fyri at standa sum tapari. Tað er óttin fyri ikki at liva upp til idealið.” Orsøkin er sambært Hammershøj einstaklingsgerðin nú á døgum.
Kanning um hugburð til at læra
Ein kanning varð gjørd á Føroya Handilsskúla í 2008, sum snúði seg um próvtøl og hugburð til at læra. Greinin stendur í Miðnámsriti 5. Lærarar og næmingar eru spurdir um afturmeldingar frá lærarum um skrivlig avrik. Har kemur fram, at flestu lærarar ivast í, um próvtøl eru motiverandi, helvtin av spurdu lærarunum ivast í, um próvtøl ikki einans skuldu verið givin seinast í skúlaárinum. Sambært kanningini heldur ein meiriluti av næmingunum, at lág próvtøl gera, at teir fara at taka seg saman, men teir eru meira ymiskir á máli, hvørt góð próvtøl fáa teir at verða róligar. Ein meiriluti av lærarunum heldur, at góð próvtøl gera næmingarnar róligar, men bara ein minniluti trýr, at góð próvtøl gera, at teir kenna seg góðtiknar. Ein meiriluti av lærarunum heldur, at lág próvtøl gera, at næmingar kenna seg vrakaðar, men bara ein minniluti heldur, at góð próvtøl gera, at teir kenna seg góðtiknar. Flestu næmingar seta próvtøl í samband við avrik og ikki við persónin, men bara helvtin av lærarunum ger tað. Næmingarnir eru spjaddir í spurninginum, um próvtøl eru persónlig, men flestu lærarar halda, at næmingar sum heild taka próvtøl persónliga, eins og granskingin hjá Tanju Miller vísti.
HH3 – fyrsta árið uttan próvtøl
Mínar royndir sum lærari hava sýnt, at næmingar taka próvtøl persónliga. Eg havi ofta upplivað, at næmingar kasta frá sær, tá ið teir fáa lág próvtøl. Tey fyrstu árini sum lærari upplivdi eg, at næmingar løgdu einki í viðmerkingarnar, sum eg gav teimum, men vóru bara áhugaðir í próvtølum. Í fleiri førum sóu næmingarnir bara próvtalið, og kundu ilskast um próvtalið uttan at lesa viðmerkingarnar til uppgávurnar.
Tá ið HH3 byrjaði í 2007, legði toymið stóran dent á eftirmeting. Vit vildu flyta fokus frá próvtølum til læring, tí at próvtøl í summum førum kunnu forða fyri læring. Vit gjørdu av, at næmingar fyrsta árið ikki sóu nakað próvtal. Hjá summum lærarum helt hetta fram líka inn í næsta skúlaárið. Toymið var tilvitað um, at skuldi tað eydnast, so máttu allir lærarar standa saman. Eingin mátti geva næmingunum eitt tað einasta próvtal í eitt heilt ár, tó avgjørdu lærarar, sum høvdu C-lærugreinir, at próvtøl vórðu givin eftir jól fyrsta árið.
Næmingarnir vóru eitt sindur argir, tí at teir søgdu seg ikki vita, hvar teir flutu. Vit greiddu teimum væl frá, hví vit gjørdu hetta, og samstundis vildu vit leggja størri dent á eginmeting. Vit søgdu teimum, at vit saktans kundu fortelja teimum, hvar ið teir flutu fakliga, uttan at próvtøl skuldu gevast. Summir næmingar skiltu hetta væl, meðan aðrir hildu uppá, at teir vildu hava próvtøl líkamikið hvat. Ein av lærarunum spurdi, hvat teir skuldu brúka próvtølini til? Onkur nevndi okkurt um víðari lestur, og at tað var gott at vita, um hon var eitt 8-tal ella 10-tal. Lærarin fortaldi teimum, at próvtøl siga einki um, hvat teir duga. Hann gav teimum eitt dømi um tveir næmingar, sum kjakaðust um sambandið millum Føroya og Danmarkar. Annar kom við skilagóðum grundum, meðan hin kom við, at hann fekk 11 í samfelagsfrøði, og at tað mátti verið nóg góð grundgeving. Næmingarnir sóu tað láturliga í hesum.
Vit í toyminum skiltu sera væl, at næmingarnir vóru ørkymlaðir, tí at teir vóru vanir við at fáa próvtøl sum einasta slag av eftirmeting gjøgnum fleiri ár í fólkaskúlanum. Vit varnaðust eisini skjótt í byrjanini, at lærarar bæði í toyminum og uttan fyri toymið vóru ikki heilt álvuligir við ikki at geva próvtøl, tí teir høvdu gingið í fólkaskúla, miðnámsskúla og á fróðskaparsetri, har tað var nóg mikið við einum próvtali, sum næstan var ein heilag eftirmeting. Knappliga skuldu teir góðu tankarnir, sum vit høvdu lært í ástøðiliga partinum í námsfrøði, gerast til veruleika: vit skuldu flyta fokus frá próvtølum til læring. Hetta var hart, men sera læruríkt bæði fyri lærarar og næmingar.
Skúlaleiðslurnar mugu hjálpa til
Um tað skal eydnast at flyta fokus frá próvtølum til læring, má alt toymið hava felags linju, og tað besta er, at leiðslan er við. Tað nyttar lítið, at bara nakrir lærarar ikki geva próvtøl. Á Føroya Handilsskúla valdi leiðslan, at næmingar á fyrsta ári á A- og B-stigi á trý ára HH, og seinni á Búskaparbreytini, ikki skuldu fáa nakað próvtal tað fyrsta árið, men á C-stigi fingu teir próvtøl um jóltíðir. Í dag høvdu vit ikki droymt um at farið aftur til ta gomlu tíðina, tá ið næmingar fyrstu vikurnar fingu eitt próvtal. Smátt um smátt hava vit skapt eina eftirmetingarmentan. Tað næsta stigið kundi verið, at vit als ikki geva næmingum próvtøl, fyrr enn teir skulu hava støðumet, ársmet ella royndarpróvtal.
Keldur
Morten Mikkelsen, Afskaf karaktererne, Kristeligt Dagblad 23.12.2015
Olav Absalonsen, Námsfrøðilig leiðsla, s. 10-17, Miðnámsrit 5, mars 2015
Olav Absalonsen, Næmingar og ymiskleiki, s. 20-31, Miðnámsrit 6, juni 2015