Spurningar til Páll Isholm, rektara á Miðnámi á Kambsdali
Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 10, juni 2016
1. Hvørjar námsfrøðiligar hugsjónir hevur tú um at leggja skúlar saman í deplar?
Tað hevur týdning at varðveita fjølbroytni, samstundis sum vit byggja brýr og fremja eina sunna og livandi skúla- og ungdómsmentan. Fakligu profilarnir á breytum og í lærugreinum skulu framvegis standa sterkir og styrkjast, samstundis sum ein felagsmentan skal byggjast upp.
Ein felagsmentan kann t.d. skapast við afturvendandi fakligum tiltøkum, har næmingar leggja fram úrslit. Hetta kann bæði vera eftir breyt, árgangi ella tvørgangandi áhugamálum annars. Felags mentanarlig átøk og tiltøk eru ógvuliga umráðandi. Hetta kann vera eitt felagskór, afturvendandi listaframsýning, temadagar um tíðarbundin evni, politiskir fundir, kvøldsetur o.s.fr..
Týdningarmikið er eisini at skapa góðar relasjónir millum starvsfólk og næmingar. Við góðum relasjónum skapast gróðrarbotnur, holl og varandi læring og almenn búgving og virðing fyri ymiskleikanum, menniskjaliga eins væl og fakliga, og tá hevur depilin meira at bjóða samanlagt, enn gomlu skúlarnir høvdu hvør sær.
2. Hevur tú nakrar fyrimyndir frá fólkaskúlum ella miðnámsskúlum í sambandi við samanleggingina?
Tað hava verið nógvar ymiskar samanleggingar í seinastuni, men nakra greiða fyrimynd havi eg ikki í so máta. Heldur eru tað royndir frá samanleggingum av kommunum, ítróttarfeløgum, stovnum og fólkaskúlum, sum hava lært meg, at ein hóvlig tilgongd, har fólkið er við, roynist best í longdini. Sum leiðari er man kanska ótolin og hevur nógvar ymiskar hugsanir um framtíðina, men umráðandi er, at man hevur tol og letur tingini finna eitt natúrligt menningartempo.
3. Hvørjar visiónir hevur tú fyri nýggja stovnin?
Visjónin er, at allir næmingar, sum ganga á Miðnámi á Kambsdali gerast búnir borgarar, sum kunnu taka lut í føroyska, norðurlendska og altjóða samfelagnum og menningini frameftir. Felagsskapur, faklig dygd og virðing eru nøkur lyklaorð til at fremja hetta.
4. Hava myndugleikarnir sett krøv um, hvussu samanleggingin skal gerast?
Nei, ikki annað enn tað, sum lóggáva og líknandi aðrar bindingar hava við sær. Eg havi fingið rættiliga fríar teymar, og tað er gott.
5. Verður samfelagsnyttan av útbúgvingunum størri við samanleggingum?
Ja, sjálvandi. Tú fært ment eitt heilt annað læruumhvørvi. Bara í ár hava vit megnað at sett eitt nógv fjølbroyttari vallærugreinaúrval saman, og møguleikarnir fyri tvørfakligum virksemi eru øktir munandi. Tað, at starvsfólkahópar, sum áður vóru í tveimum, nú kunnu samstarva, hevur avgjørt skapt eitt meira fjølbroytt, spennandi og livandi arbeiðspláss, har fakdidaktiska diskussiónin er styrkt. Sum frá líður, fara vit eisini at síggja eyðsýndar møguleikar, sum ikki sóust fyrr, men tað fer at taka tíð.
6. Hvørjar starvsfólkapolitiskar avbjóðingar eru við depilshugskotinum?
Fyrst og fremst er tað kunningin, sum er umráðandi, so øll kenna seg at vera partur av samanleggingini. At fólk skulu venja seg við nýggjar tankar, er natúrligt og eigur at virðast. Tað er tó umráðandi at hava fokus á, at tíðirnar eru broyttar, og tað er ein spurningur um at fara til gongu. Ikki renna, men vera á ferð alla tíðina. Konfliktir og ivaspurningar koma, men umráðandi er at tora at taka tað upp, tora at bakka, um tað er neyðugt, og tora at vera ósamd og kjakast, men alla tíðina við tí fyri eyga at fáa tað besta burturúr fyri næmingin og hansara læru.
7. Verður starvsfólkamenning ein partur av tí nýggju organisatiónini?
Avgjørt er starvsfólkamenning ein umráðandi partur. Júst hvussu hetta verður skipað best, er ein áhugaverdur spurningur. Men innanhýsis menning, har lærarar fakliga og námsfrøðiliga styrkja hvør annan, er ein sera umráðandi partur. Hetta kann bæði gerast við supervisjón og innanhýsis smáskeiðum.
Samanleggingin skapar heilt víst nógvar spennandi møguleikar á hesum økinum. Vit skulu minnast til, at á einum skúla sum Miðnámi á Kambsdali er ein ørgrynna av fakligari vitan og námsfrøðiligum royndum savnað á einum arbeiðsplássi. Skapa vit rúm og karmar fyri, at starvsfelagar fáa styrkt hvør annan, so eru møguleikarnir óavmarkaðir.
Størri førleikamenningarætlanir krevja pening, og tað má gerast í samstarvi við Nám og Mentamálaráðið. Seinastu árini er nógv komið burturúr á hesum økinum. Vit hava fingið støddfrøðivegleiðara, lestrarvegleiðaraútbúgving, orðblindalærarar, og praktiski parturin av námsfrøðiligu útbúgvingini av miðnámsskúlalærarum er veruliga komin í gongd aftur. Hetta hava verið sera góð tiltøk fyri miðnámsskúlan, og vónandi heldur henda menningin fram.
Eitt annað øki, sum er ógvuliga áhugavert at fara undir, er skiftislæraraskipan, har lærarar sleppa at royna seg á øðrum skúlum eitt tíðarskeið, og vit fáa lærarar, ið starvast aðrastaðni, eina tíð. Hetta kann vera bæði stimbrandi fyri læraran, næmingarnar og arbeiðsplássið.
8. Hvussu fert tú at tryggja, at teir stillu næmingarnir trívast í einum stórum skúladepli?
Vit skulu leggja dent á dagliga at hava samband við allar okkara næmingar. Eisini teir stillu. Hetta gera vit við, at næmingurin hoyrir til ein flokk, sum so aftur er knýttur at einum toymisleiðara, læraratoymi og lestrarvegleiðara.
Sum eg segði í byrjanini, so eru positivar relasjónir gróðrarbotnurin fyri øllum á skúlanum. Eisini teimum stillu næmingunum.
Mest umráðandi er, at vit skapa og varðveita eina positiva skúlamentan, sum snýr seg um ein sunnan felagsskap, fakliga dygd og virðing.
9. Hvørjar møguleikar sært tú við tí nýggja bygnaðinum?
Eg síggi nógvar møguleikar. Eitt arbeiðspláss við 700 fólkum, ið hava valt at vera partur av einum læruumhvørvi, hevur óavmarkaðar møguleikar. Kunsturin er at halda fast við fakligu dygdina og samstundis fylgja rákum í samfelagnum, serliga á námsfrøðiliga økinum, men sjálvandi eisini í møguleikunum at seta útbúgvingar saman.
10. Hvørjar vandar sært tú?
Ein stórur vandi er, at vit ikki megna at brúka tær royndir og ta vitan, sum er arbeidd upp ígjøgnum fleiri áratíggju í nýggja stovninum. Broytingar skulu sjálvandi fremjast, men tað er eingin grund at keypa dýrt keyptar royndir fleiri ferðir.
Ein annar vandi er manglandi virðing fyri fakunum hjá hvørjum øðrum. Umráðandi er at gera ymiskleikan sjónligan í breytunum, lærugreinunum og lærarahópinum, tí fortreytin fyri rúmligheit er, at vit skilja ymiskleikan.