Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Tann vakri váðin í útbúgving

Eftir Paula Gaard í miðnámsrit 10, juni 2016

Heitið “Tann vakri váðin” er lænt frá einari av bókunum, sum eru grundarlag undir tí, sum hesir tankar snúgva seg um. Tað er hollendingurin Gert Biesta, sum er ein viðurkendur granskari innan námsfrøði í okkara parti av heiminum í dag, ið stendur fyri tí. Í bókini The Beautiful Risk of Education, sum kom út í 2013, setir Biesta okkara útbúgvingarskipan undir sjóneykuna og setir orð á viðurskifti frá undirvísingarstøðuni, sum á mangan hátt eru í andsøgn við nógv av tí, sum vit møta í sjálvari útbúgvingarskipanini. Eitt orð, sum verður nógv nýtt í dag, er orðið góðskutrygging, og júst hetta orðið lýsir væl, hvørjum vit eru uppi ímóti sum undirvísarar. Orðið lýsir væl tær skipanir, sum vit arbeiða undir, sum síggja stórt í at tryggja og at góðskutryggja. Tað ljóðar so gott og rætt og betryggjandi, men er tað nú tað?

Hvussu heppið er hetta orðið í veruleikanum í mun til undirvísingarstøðuna, og hvat kunnu vit nýta eitt slíkt orð og eina slíka hugsan til? Í øllum førum kunnu vit ikki nýta tað til nakað serliga nógv, tá vit hava við menniskjalig sambond at gera, sum undirvísing jú fyri ein stóran part er. Tað ber ikki til at tryggja sær, at menniskju hava gott samband við hvønn annan, og tað ber ikki til at tryggja sær, at fólk taka væl ímóti onkrum, sum tú kemur við. Tað er nakað, tú kanst arbeiða fyri, men tað er ikki nakað, tú kanst tryggja.

Kortini verður nógv gjørt fyri at royna at tryggja útbúgving. Vit hava námsskipanir, undirvísingarætlanir, undirvísingarfrágreiðingar, formativa og summativa eftirmeting og skeiðskvotu til hvønn einstakan lærara – alt fyri at tryggja útbúgving. Hetta skal ikki misskiljast, tí sjálvandi skulu vit hava hesi. Men seta vit spurningin, um hesi fimm átøk, sum eg havi valt úr rúgvuni, tryggja undirvísing, kunnu vit skjótt verða samd um, at tað gera tey ikki.

Tað gera tey ikki, tí tað ber ikki til at tryggja útbúgving. Og tann, sum heldur, at hann kann tryggja útbúgving, hevur misskilt grundarlagið undir útbúgving. Tann, sum yvirhøvur ynskir ella heldur, at góðskutrygging í undirvísing er verd at stremba eftir, hevur misskilt alt, sum útbúgving og námsfrøði hava sítt grundarlag í.

Hetta er tað, sum Biesta millum annað sigur í bókini, sum teksturin ber heiti av. Hann sigur, at hjartatátturin í útbúgving og námsfrøði er váði og veikleiki. Hesi orðini standa í einari rópandi andsøgn við modernaða yvirskotsorðið góðskutrygging. At undirvísa merkir at tora at vága nakað. At undirvísa merkir at vera menniskjaligur, og at undirvísa merkir, at tú góðtekur tann grundleggjandi veikleikan, sum liggur í hesari meiningsfullu og kreativu tilgongdini, sum vit kalla útbúgving. Og tað er ikki nakað, tú kanst tryggja í excelørkum ella eftirmetingarskjølum.

Váði og veikleiki eru orð, sum vit kanska ikki vanliga seta í samband við nakað positivt, men tey verða ikki sædd sum nakað negativt í hesum høpinum. Tey eru grundleggjandi fortreytir fyri, at útbúgving yvirhøvur kann fara fram. Váðin liggur í at tora at vera menniskja og at síggja næmingin sum menniskja. Váðin liggur í, at læring ikki snýr seg um at fylla eina spann, men at kynda eitt bál, og tað kanst tú bara gera, um tú brennur fyri nøkrum sjálvur. Váðin liggur ikki í møguleikanum fyri, at onkur næmingur fer at mis­eydnast, tí hann ikki arbeiðir nóg hart, ella tí at hann ikki er nóg motiveraður. Sjálvandi fer tað at henda, men tað er ikki hetta, sum er váðin, sum Biesta tosar um. Váðin er og skal vera har, tí útbúgving ikki er ein interaktión millum robottar, men millum menniskju, og tí vit stremba sum undirvísarar ikki eftir einum einum-til-eitt-sambandi millum tað, sum vit føra inn í undirvísingarstøðuna, og tað, sum vit vóna kemur burtur úr henni. Tvørturímóti! Vit vóna, at tað, sum vit seta í gongd, festir røtur og veksur fram sum nakað enn størri enn tað, vit plantaðu.

Biesta endar sín part av bókini um góðskutrygging í undirvísingini við at siga, at um vit taka váðan burtur úr útbúgvingini, so taka vit grundarlagið undan henni. Tá hesin váðin stendur í slíkari andsøgn við alt tað, sum vil tryggja útbúgving, kann ov nógv fokus á góðskutrygging vera við til at skrykkja grundarlagið undan okkara undirvísingar- og útbúgvingarskipan.

Niðurstøðan er, at undirvísing snýr seg so ella so fyrst og fremst um sambond millum menniskju. Um vit hugsa um okkara heim í dag og alt, sum menniskjað kann ogna sær av vitan frá maskinum, so er kanska tað einasta, vit sum undirvísarar hava fram um maskinur­nar, tað, at vit eru menniskju. Vit kunnu fremja nakað, sum er meira enn bara vitan gjøgnum okkara undirvísing. Vit kunnu fremja útbúgving, og útbúgving er meira enn bara vitan. Sambært Biesta er útbúgving eitt tríliðað samband millum vitan, persónleika og menniskjalig sambond, og tað má vera ein javnvág ímillum hesi trý.

Dorte Ågård er ein danskur granskari, sum fæst við týdningin í menniskjaligum sam­bondum í útbúgving, og í 2014 gav hon bókina Motiverede relationer út, har hon vísir á týdningin í sambandinum millum lærara og næming. Hon heldur, at tað í donskum námsfrøðiligum kjaki og undirvísing hevur verið alt ov lítið fokus á menniskjalig sambond og kanska ov nógv fokus á orð sum motivatión, sum koma til at standa ov einsamøll. Hon flytur við sínari doktararitgerð, sum er grundarlag undir bókini, fokus frá motivatión og yvir á menniskjalig sambond og broytir lutfallið millum hesi. Hon ger tey menniskjaligu sambondini til eitt yvirhugtak, sum motivatión hoyrir undir.

Hon tekur útgangsstøði í einum motivatiónshugtaki, sum trýr uppá, at motivatión kann ávirkast. Tað er ikki er nakað, man hevur ella ikki hevur. Tað er nakað, man kann fáa millum annað gjøgnum menniskjalig sambond. Hon vísir til kanningar, sum siga, at sambond millum næming og lærara hava ávirkan bæði á motivatión, men harvið eisini á læring.

Tað eru eyðsæddir vansar í hesum, tí tað er vist, at tú fert ikki at fáa gott samband við allar tínar næmingar. Men tað hevur týdning, at dentur verður lagdur á, at sambondini altíð eru faklig og ikki privat/persónlig. Tað merkir ikki, at tú ikki brúkar tínar kenslur og títt temperament til at meta um støður v.m. í undirvísingarstøðuni, men tað merkir, at tú altíð hevur eitt fakligt fokus og ikki privat/persónligt, hóast talan er um menniskjalig sambond. 

Eitt dømi um eitt amboð í undirvísingini, sum vit kunnu brúka sum motiverandi faktorur, er eftirmetingin. Hon er innbygd so ella so í okkara skipan fyri at góðskutryggja, men hon kann eisini brúkast til at skapa faklig sambond við næmingarnar, har teir kenna seg sæddar og virdar í undirvísingarstøðuni og harvið verða motiveraðir og læra.

Tá eg í einum 1.g eftirmetti innleiðsluna í føroyskum, spurdi ein drongur so glaður, um eg veruliga var áhugað í at hoyra, hvat hann helt. Hetta er ein staðfesting av, at eftirmetingin veruliga kann fáa næmingarnar at kenna seg sæddar og virdar í undirvísingarstøðuni. Hetta er kortini treytað av, at tú gert nakað við tað, sum tú spyrt um; at tú ikki letur eina eftirmeting fara framvið, uttan at tú vísir, at tú tekur hana í álvara og ynskir, at hon fær avleiðingar.

So eg eftirmetti í einum flokki, har eg kendi, at tað ikki gekk so væl. Tað var ein góður flokkur, men eg føldi ikki, at nakað riggaði hjá mær í hesum flokkinum. Eg var nervøs at gera eftirmeting, tí eg væntaði, at næmingarnir fóru at vera øgiliga harðir við meg. Eg spurdi, hvat næmingarnir hildu um undirvísingina, hvat teir hildu um sítt egna avrik og um floksavrikið. Teirra svar vóru heldur frægari enn væntað, og meira enn helvtin av næmingunum søgdu, at undirvísingin hevði verið góð, og restin – øll uttan ein, sum segði, at hon hevði verið tolilig – segði, at hon hevði verið í lagi. Ongin segði, at undirvísingin hevði verið framúr góð, og heldur ongin segði, at hon hevði verið framúr vánalig. Næmingarnir vóru tó minni nøgdir við egið avrik og eisini við floksavrikið.

Tá næmingarnir vórðu spurdir, hvat kundi verið øðrvísi, vóru tað nakrir, sum søgdu, at teir saknaðu meira fjølbroytta undirvísing, og hetta tók eg til eftirtektar. Eftirmetingin varð brúkt til at skipa eina undirvísing, sum var meira fjølbroytt, og upplýsingarnar vórðu nýttar til at seta tiltøk í verk við støði í tí, sum næmingarnir høvdu sagt. Eg vísti teimum, hvat tey sjálvi høvdu svarað og legði fram fyri teimum, hvussu eg ætlaði at broyta gongdina.

Seks mánaðir seinni eftirmetti eg hesa undirvísingargongdina, og tað vísti seg, at næmingar­nir høvdu markant broytt fatan av bæði undirvísingini, egnum avriki og floksavriki hetta hálva árið. Flokkurin fór frá at halda undirvísingina vera millum góða og toliliga til at halda hana vera millum framúr góða til at vera í lagi. Egið avrik og floksavrik var farið frá at vera millum vánaligt og gott til at vera millum vánaligt og framúr gott. Her skal viðmerkjast, at í teirri seinnu eftirmetingini var tað meira enn ein fjórðingur, sum helt undirvísingina nú vera framúr góða, og nógv tey flestu hildu egið avrik og floksavrikið vera gott ella í lagi.

Tá spurt varð um arbeiðshættir, vóru tað kortini sera nógv, sum hildu seg hava fingið mest burtur úr vanligari talvuundirvísing, og tað kann kanska tykjast undarligt, tá tað var tann undirvísingarhátturin, vit brúktu mest frammanundan, og sum tey ynsktu meira fjøl­broytni í mun til. Sambært hesum er fjølbroytni sostatt sera týdningarmikið, men tað merkir ikki, at vit eiga at sleppa talvuundirvísingini. Eg tulki hetta úrslitið sum, at tað ikki í so stóran mun vóru sjálv tiltøkini, sum vórðu sett í verk, sum vóru avgerandi fyri, at næmingarnir nú vóru betur nøgdir, men eins nógv tað, at teir vóru tiknir upp á ráð og sæddir og høvdu avgerðarrætt. Teir vórðu bodnir við í eitt fakligt samstarv, har teir høvdu týdning og vórðu sæddir. Og eg meti, at tað hevur gjørt ein mun, eins og tiltøkini sjálvandi eisini hava tað.

Skalt tú brúka eftirmetingina á henda hátt, er tað týdningarmikið, at tú setir spurningar sjálvur sum lærari og bara spyrt, tá tú ert klárur at gera broytingar. Tí tá kanst tú tosa um motiverað faklig sambond í undirvísingini. Ein toppstýrd eftirmeting við standardiser­að­um spurningum kann ikki á sama hátt nýtast sum amboð í undirvísingini. Undir øllum umstøðum er tað týdningarmikið, at eftimetingar ikki verða gjørdar og lagdar í eina skuffu onkustaðni. Tað førir ikki við sær, at næmingar kenna seg sæddar og virdar – heldur tvørturímóti, tí so hevur tú spurt teir, hvat teir halda, men kortini ikki tikið teir við upp á ráð.

Hetta er bert eitt dømi um, at eitt arbeiðsamboð – eftirmetingin – bert er eitt arbeiðs­amboð. Tað kann nýtast á rættan hátt, men tað kann eisini nýtast á skeivan hátt. Tað kann vera við til at geva fantastisk námsfrøðilig úrslit, men tað kann eisini skaða undirvísingar­støðuna við at gera, at næmingarnir missa álit á skipanini, um teir verða hoyrdir, men fáa eina kenslu av, at teir ikki verða tiknir við upp á ráð.

Eg billi mær ikki inn, at nakað nýtt er í hesum, sum er ført fram, men eg billi mær inn, at tað hevur stóran týdning, at tað verður kastað ljós á hesi viðurskifti. Tað er týdningar­mikið, at váðin í útbúgving verður settur upp ímóti góðskutryggingini, sum fyllir so nógv í skipanini, tí hjartatátturin í undirvísing – váði og veikleiki – kann ikki tryggjast. Vit kunnu arbeiða hart fram ímóti at vera góðir lærarar, sum útføra ta bestu undirvísingina, men tað snýr seg um at vága nakað og ikki um at tryggja tað. Misskilja vit hetta, taka vit ikki bara feil, men vit skrykkja grundarlagið undan okkara undirvísingar- og útbúgvingarskipan.

Til stuttleika at enda – í mun til hetta ikki at koma við nøkrum nýggjum – kann hóskandi verða víst til, hvat føroyingar søgdu um motiverað sambond fyri 125 árum síðani, uttan tó at júst hetta heitið varð nýtt:

Nú væntast meiri av skúlinum. Skúlin skal ikki aleina læra børnini, men eisini uppfostra teirra sinni uttan at kúga kroppin. Tað má ikki leggjast dent uppá at læra so og so nógv uttanat, men mest uppá at læra tey at skilja millum rætt og órætt, læra tey at brúka sínar egnu tankar og vekja teirra hug til at nema allan nyttuligan upplýsning, sum kann koma teimum væl við í eftirtíðini.

Keldur

Biesta, Gert J.J. The Beautiful Risk of Education. 2013

Ågård, Dorte. Motiverede relationer. 2014

Føringatíðindi. 1890

Aðrar greinar í miðnámsrit 10