Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Breytarverkætlanir á miðnámi - hava vit mist stevið?

Eftir Christian N. Ihlen í miðnámsrit 22, juni 2021

Taxonomie – flokkanarfrøði: Taksonomi (flokkanarfrøði) kemur av gamalt grikskum τάξις = táxis, sum merkir “flokking, skipan” og νόμος = nómos sum merkir “lóg”. Ein taksonomi er ein eintáttaður arbeiðsháttur ella myndil, sum lutir (í breiðastu merking) sambært ávís eyðkenni verða flokkaðir í. Tað merkir, at teir verða skipaðir í bólkar ella settir í skipanir (,sum verða nevndir Taxa (flt) av Taxon (eint)). Náttúruvísindaligar lærugreinir nýta vanliga eina stigskipaða flokkanarskipan, t.d. flokkar, undirflokkar o.s.fr. Sum dømi kann takast lívfrøðin innan planturíkið, har henda flokkan er at finna: (plfr) flokkan, skipan innan plantufrøði: 1) ríki (regnum), 2) fylki (phylum); 3) flokkur (classis); 4) hópur (ordo); 5) ætt (familja); 6) slekt (genus); 7) slag (species). Flokkanir ella flokkingar hava alstóran týdning fyri at menna eina vísindagrein ella vísindaøki, tí tær lætta um hjá lesaranum, tá ið viðkomandi skal handfara ella viðgera hvørt stakdømi. Hesar flokkanir ella flokkingar kunnu síðan gera stuttar orðafrágreiðingar møguligar, sum geva lesarunum eina betri hilling, eitt betri innlit og loksins hollari kunnleika til viðkomandi samanhang á økinum, sum lýsa munirnar millum flokkanirnar ella flokkingarnar greiðari fyri lesarunum, sum soleiðis skilja betur, hvat kanningarøkið snýr seg um. Kári Davidsen, Týsk/føroysk orðabók 2021       

Skiftandi taksonomiskar hugsanir á miðnámi hava havt trupulleikar við sær, tá ið BV3 og BV2 uppgávur skulu dømast. Hvat er taksonomi ella torleikastig? Og hvørji eru ástøði, sum liggja til grundar fyri hesi flokkanarfrøðligu hugsan? Hvussu skulu vit handfara ástøði um skiftandi torleikastigini? Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir í hesi grein, sum er eitt lítið íkast til kjakið um, hvussu uppgávuorðingar kunnu flokkast, tulkast o.s.fr.

Uppgávuorðingar í BV3 og BV2 á miðnámi kunnu vera torførar at gera. Ikki er altíð lætt at orða spurningarnar soleiðis, at næmingurin ger tað, sum krevst, og tað, sum næmingur og lærarar ætla. Hetta er ikki minst trupult í tvørfakligum støðum, har mátin at seta uppgávur er ymiskur. Spurningurin um torleikastig er umfatandi, men í hesi grein verður bert í høvuðsheitum roynt at greiða frá m.a. søguligu bakgrundini fyri hesi skipan. Til seinast verður roynt – við støði í ymiskum uppgávuorðingum – at vísa á, hvussu vit ítøkiliga arbeiða við hesum stigum. 

Í sambandi við sonevnda taksonomi ella torleikastig eru kanningar, sum vísa, at lærarar hava eina grundleggjandi fatan av taksonomi, sum er at fara frá tí einfalda til tað trupla, frá greining til at meta um o.s.fr., og er ein roynd at lýsa hækkingar í ymisku úrtøkiligu (abstraktu) stigunum. Tey trý høvuðsøkini: tað hugvísindaliga, náttúruvísindaliga og tað samfelags­vísindaliga økið hava ofta ymiskar fatanir av torleikastigunum.[1] Tí kann vera trupult at finna felags stev og amboð fyri lærarar í náttúrufakunum øðrumegin og samfelags­fakligum og humanistiskum fakum hinumegin. Her kunnu trupulleikar stinga seg upp millum fakini – eisini tí at háttaløgini eru ymisk, og mátarnir, tey verða nýtt í uppgávuorðingum, kunnu vera ymiskir, bæði innanhýsis á skúlunum og skúlarnar millum.  Hetta kann hava óhepnar fylgjur, tá næmingaavrik skulu metast og dømast. 

Ymisku lærugreinirnar leggja dent á ymiskar taksonomiir, og tí er ofta trupult at leggja til rættis eina felags og einfalda námsfrøðiliga tilgongd,  ið er grundað á tvørfakligt samspæl millum lærugreinarnar innan ymisku høvuðsøkini. Fyrsta stigið kann vera at økja um kunnleikan til torleikastigini og royna at skilja munirnar á teimum ymisku fakøkjunum,[2] soleiðis at tað tvørfakliga  kemur betur til sjóndar. Spurningurin er í fyrsta lagi, hvat ein torleikastigi (taksonomi) er? Hvat standa torleikastigin hjá Bloom og SOLO-torleikastigin fyri? Og hvussu kann avbjóðingin við torleikastigum lýsast við dømum?  

Hvat er taksonomi í uppgávuorðingum?

Ein taksonomi er grundleggjandi ein logisk skipan av fyribrigdum, sum eru í ætt við hvørt annað, og vísir samstundis samanhang millum hesi fyribrigdi. Verður hugt at eini av mongu allýsingunum, hvat taksonomi er, sæst, at við taksonomiskari skipan verður eitt slag av endamálsflokking sett upp fyri undirvísingina. Endamálið hevur verið at leggja seg upp at undirvísingarætlanini og stovna eina stigvísa skipan fyri at røkka málunum í eini undirvísingargongd.[3]. Eisini kann sigast, at endamálið er at fáa næmingin at mennast og skilja ta stigvísu hækkingina (progressiónina) frá tí einfalda til tað torskilda í eini uppgávu­orðing.

Samanumtikið er torleikastigið í undirvísingarhøpi sett upp sum endmáls­orðing fyri undirvísingina. Endamálini verða sett í verk í undirvísingini, sum samsvarar við tey ítøkiligu málini, sum útbúgvingarskipanin setir. Sostatt er endamálið við torleikastiginum í uppgávuorðingunum at stuðla upp undir eina undirvísing­argongd og vísa, at næmingurin hevur fingið ta vitan ella teir førleikar, sum uppgávu­orðingin leggur upp til.  

Taka vit søguna um námsfrøði, og hvussu hon hevur ment ymiskar flokkaskipanir fyri undirvísingarmál, er umráðandi at skilja millum, um málini verða lýst við fakligum evnisorðum (termum), sum næmingurin skal “duga”, til dømis hvat ein næmingur skal vita ella vita um, ella hvat næmingurin skal útinna í sambandi við eina skrivliga uppgávu, sum setir krøv til ávísar førleikar.[4] Í stuttum krevur tað vitan at kanna og greiða frá, meðan tað krevur førleikar at gera útrokningar. 

Søguligi upprunin 

Tann mest nýtta flokkingin er uttan iva tann, sum er gjørd undir leiðslu av amerikanska námsfrøðiliga professaranum, Benjamin S. Bloom (1913-1999). Á eini ráðstevnu í Boston fyri amerikanskar sálarfrøðingar í 1948 varð ein arbeiðsbólkur settur at gera eina sálarfrøði­liga/námsfrøðiliga skipan fyri, hvørji mál skuldu verða galdandi fyri amerikansku útbúgvingarskipanina. Endamálið við fundinum var at koma fram til eina skipan at flokka spurnarorð, sum kundu savna vitanina hjá næmingunum, og sum kundu verið nýtt í útbúgvingarskipanini.[5] Torleikastigin, sum Bloom menti, varð nógv nýttur eftir 1958 – bæði í USA og í øllum undirvísingarskipanum í Vesturheiminum.

Tá hugt varð eftir teimum nógvu útbúgvingarmálunum, vísti tað seg, at tað var analytiskt hóskandi at býta tey sundur í tríggjar yvirskipaðar flokkingar, sum fevndu um ymiskar eginleikar av tilveruni:

  • Kognitiv mál, sum fevna um intellektuella vitan og sinnisligar førleikar 
  • Affektiv ella kenslulig mál, sum snúgva seg um hugburð og kenslur 
  • Psykomotorisk (sinnirørslig) mál, sum snúgva seg um likamligar førleikar 

Tey intellektuellu málini vóru greitt í yvirluta, tá talan var um útbúgvingarmálini, so arbeiðsbólkurin setti saman ein kognitivan (fatanarligan) torleikastiga. Nógvar allýsingar eru av, hvat fatanarlig læring er. Hon kann allýsast sum evnini hjá menniskjanum at fata, skilja, síggja og kenna aftur samanhang og umstøður. 

Tað kognitiva arbeiðsøkið fevnir um at byggja upp vitan og menna intellektuellar førleikar og mannagongdir. Arbeiðsbólkurin hjá Bloom setti sær fyri at seta upp námsfrøðilig mál, sum vóru alment galdandi. Kognitiva taksonomiin hevur seks flokkingar frá tí einfalda til tað torføra og frá tí kenda til tað ókenda. Hetta er bert sett upp í høvuðsheitum, sum tey vóru sett upp í 1958:

  1. Vitan 
  2. Fatan  
  3. Nýtsla  
  4. Greining 
  5. Syntesa 
  6. Meting 

Mynd 1: Upprunatorleikastigini hjá Bloom. 

Vanliga verður hildið, at næmingurin ikki megnar eitt nýtt stig í torleikastiganum, fyrr enn hann dugir tey undanfarnu stigini og stigvíst kemur til tað ovasta (truplasta) málið í torleikastiganum. Hetta er serliga galdandi innan náttúrulærugreinirnar. Hetta hevði Bloom eisini lyndi til at halda, men tað verður hildið í dag at hava týdning ikki at hava eina “mekaniska” námsfrøðiliga fatan av torleikastigunum. Sagt verður, at torleikastigini siga okkum, hvat intellektuelt virksemi skal til fyri at náa ásettu málini. Torleikastigin er tó ikki sum so grundaður á eitt ávíst læringarástøði, so at ein frálæru-tilrættarlegging kann saktans byrja á einum hægri stigi – av motivatiónsávum – tá tað verður farið undir eitt arbeiði ella eina verkætlan á lægri stigi.[6]

Endurskipanin av torleikastiganum hjá Bloom 2001 

Síðst í 1960´unum og í 1970´unum broyttist hugburðurin til undirvísing, og funnist varð at torleikastiganum hjá Bloom. Tað var serliga taksonomiin ella málorðingar, sum vóru hildnar at vera eitt eftirlitsamboð hjá lærarunum. Hetta var óivað tí, at torleikastigin hjá Bloom hevði ein ávísan týdning, tá próvtalsstigar vórðu gjørdir.[7]

Kognitiva taksonomiin hjá Bloom er ein av mest nýttu og kendastu námsfrøðiligu hugtøkunum, tá undirvíst verður. Gransking innan námsfrøði seinastu 40 árini hevur víst, at hierarkiska lýsingin av námsfrøðiligu evnunum hjá Bloom hevur verið mest nýtta eftirmetingar-amboðið í læring. Broytingin av teirri upprunaligu taksonomiini hjá Bloom hevur havt nógv kjak við sær, m.a. hevur verið kjakast um, hvørt meting er kravmiklari enn syntesa, sum krevur, at partar verða umskipaðir og savnaðir saman á ein øðrvísi hátt, t.v.s. at tað eisini er ein skapandi tilgongd. Ein meting krevur, at vit bera saman eitthvørt og meta saman­beringina vandaliga (kritiskt). Men bæði tann vandaliga og skapandi tilgongdin hava líka stóran týdning og eru torførar og javnsettar tilgongdir. Lorin Anderson, sum var fyrrverandi næmingur hjá Bloom, broytti tær ovastu flokkingarnar í taksonomiini hjá Bloom, soleiðis at syntesan varð tikin burtur, og meting gjørdist næsthægsta stig. Hægsta stig í flokkingini vóru skaparnarevni.[8]  

Mynd 2: Broytingarnar frá upprunaligu taksonomiini hjá Bloom verða broyttar í 2001. 

Endurskoðanin av taksonomiini hjá Bloom fór fram í 2001. Tað vóru David R. Krathwohl og Hannah Hammond, sum stóðu fyri hesi endurskoðan. Broytingarnar, vóru, at uppruna­taksonomiin varð broytt. Upprunataksonomiin var grundað á eina vitanargongd (knowledge) og kognitiva gongd.[9] Broytingarnar í nýggju tilgongdini eru lýstar í mynd 2.

Endurskoðanin snýr seg um, hvussu tey ovastu stigini broyta heiti frá at meta til at skapa. Orsøkin til hesa broyting var, at tíðirnar vóru farnar frá upprunamyndlinum, tí at næmingarnir arbeiddu meira sjálvstøðugt og við kreativteti (at skapa) og innovatión (at endurnýggja).[10] Tað næstseinasta stigið, syntesa, varð orðað til “at meta um”. Hetta skal menna næmingin at duga betur at gera niðurstøður og atfinningarsamt seta evni undir kritiska frástøðu. Vit varnast, at í endurskoðanini eru substantivini (navnorðini) í gomlu útgávuni avloyst av verbum (sagn­orðunum) í nýggju útgávuni fyri at gera tilgongdina meira viðkomandi og fyri at fáa tann virkna partin í læringini í ljósmála.[11] 

Orðingarnar í gomlu taksonomiini og nýggju kognitivu orðingarnar

Evaluation (meting)               Create (skapa) 

Synthesis (syntesa)                 Evalute (meta um) 

Analysis (greining)                 Analyze (greina) 

Application (“brúk” “nýtsla”) Apply (byggja á vitan…nýta) 

Comprehension (fatan)          Understand (skilja, fata) 

Knowledge (vitan)                  Remember (minnast) 

Í atfinningunum at taksonomiini hjá Bloom verður víst á at vera varin við at billa okkum inn, at møguligt er at stýra undirvísingini (og læringini) við at seta mál, tí hetta er uttan iva ov trongskygt. Ein og hvør læring er ein fjølbroytt tilgongd, har nógv hendir ella fer fram skjótt, uttan at vit kunnu siga hetta frammanundan. Hetta fer fram ymiskt frá næmingi til næming. Eitt eru mál og málsetningar, annað er livandi arbeiði hjá næmingum við hesum málum. Tí eiga málini fyri undirvísingina at verða eftirmett og tillagað í tøttum samstarvi millum námsfrøðiligu starvsfólkini og næmingarnar.[12]   

Eisini kann nevnast, at vandi er í, um tað bara eru tey fatanarligu (kognitivu) málini, sum dentur verður lagdur á. Næmingurin skal eisini menna fjølbroytta vitan og alment dannilsi, og her verður víst til sosialar og persónligar førleikar. At gerast ein sjálvstøðugur persónur við egnum samleika hevur eisini týdning í tilgongdini, og her er tað tann affektiva taksonomiin, sum er grundað á tað kensluliga, ið hevur týdning.

SOLO-torleikastigin – søguligi upprunin 

SOLO-taksonomiin er ment av Biggs og Collins (1982) og merkir á enskum “Structure of Observed Learning Outcome”. Hesin torleikastigin er ein roynd at varnast, hvussu dygdargóð læringin er fyri næmingarnar. 

SOLO-torleikastigin er grundaður á greiningar av fleiri hundrað svarum frá miðnáms­næmingum og universitetslesandi um fakligar spurningar innan ymiskar lærugreinir, sum søgu, støddfrøði, skriving, lesing, fremmandamál og landafrøði.[13] Tvørtur um fakmørk komu teir til ta niðurstøðu, at bygnaðurin á svarunum fylgdi eini progressjón, sum lá tætt upp at torleika­stiganum hjá Piaget.[14] Teir ávaraðu tó inniliga – við støði í kanningunum – um ikki at blanda úrslitið av læringini við menningarstigini í taksonomiini – tí næmingar kunnu geva svar, sum ikki samsvara við eitt givið kognitivt menningarstig. Flokkingin á einum stigi í SOLO-torleikastiganum endurspeglar tað, sum næmingurin hevur fingið burtur úr læringini soleiðis, sum tað kemur til sjóndar, hvussu ein ávísa uppgáva verður loyst, t.v.s.,  at tað er eitt mát fyri læringsúrslitið grundað á ítøkiliga úrslitið, sum ger SOLO-torleikastigan væl egnaðan at meta um førleikarnar. Niðanfyri sæst bygnaðurin í SOLO-torleikastiganum: 

SOLO-taksonomiin arbeiðir við fimm torleikastigum: (Sí eisini mynd 3) 

  1. Tað, sum ikki er væl skipað (prestrukturelt)
  2. Tað, sum er eintáttað skipað (uni-strukturelt)
  3. Tað, sum er fleirtáttað skipað (multi-strukturelt)
  4. Tað, sum er relationelt – sett í samband við (relationalt)
  5. Tað, sum er úrtøkiligt (abstrakt)

Hvørt stig hevur støði í menning innan tríggjar dimensjónir: 

  1. Førleiki (kapasitetur): Tal av vitanarelementum, sum verða tikin við í svarinum.
  2. Sambond (relatiónir): Hvørji samanhang eru millum spurningar og svar og nýttu partarnar (t.d. tautologi, generaliseringar, induktión og deduktión). 
  3. Konsistens, t.v.s. skilvíst samband millum dáta og niðurstøðu. Hetta vísir til, at øll hava tørv á ávísum konsistensi (t.d. samsvari millum data og niðurstøðu).[15]

Í gjøgnumgongdini av SOLO-torleikastiganum (sí mynd 3) verður byrjað við tí pre-strukurella støðinum.[16]  (tað er byrjanarstigið, har næmingurin ikki hevur veruliga fatan av uppgávuni). Næmingurin hevur brúk fyri hjálp, hevur ikki skilt kjarnan í uppgávuni og skal hava hjálp at koma í gongd. Einki veruligt samanhang er í fatanini hjá næminginum av uppgávuni.

Mynd 3: Menningarstigini ella torleikastigin í SOLO-taksonomiini.

Í menningargongdini frá unistrukturelt, eintáttað frágreiðing, til multistrukturelt, fleirtáttað frágreiðing,  er talan um kvantitiva gongd, sum merkir, at mongdin av smálutum veksur í mongd og vavi. Tá talan er um unistrukturelt stig, hevur næmingurin ikki skilt vavið í uppgávuni. Næmingurin hevur eina fatan, sum er ósamanhangandi og avmarkað. Hann dugir tó allýsingar og at endurgeva, dugir ávísar mannagongdir og hevur fleiri skilagóð hugskot. Næsta stigið er tað multistrukturella, har næmingurin hevur skilt fleiri sjónarhorn og vavið í uppgávuni, men dugir framvegis ikki at síggja samanhang og hevur ikki heildarfatan av uppgávuni. Dugir at allýsa hugtøk, dugir at taka samanum, men dugir tó at seta hugskot inn í samanhang. Menningin frá relationellari fatan av uppgávuni til víðkaða fatan av uppgávuni er kvalitativ, sum merkir, at skipanin og mynstrið í uppgávuni vaksa við nógvum smálutum, sum geva uppgávuni dýpd.[17]

Tá komið er til relationella stigið í uppgávuni, dugir næmingurin at binda saman ymisk sjónarmið og fær eina djúpari og samanhangandi fatan av heildini í uppgávuni. Næmingurin dugir at seta saman hugtøk, greina og samanbera o.s.fr. Á abstrakta torleikastiginum dugir næmingurin at nýta ástøði og at kjakast, at at seta í frásjón, algilda og reflektera. Tann nýggja fatanin, sum næmingurin hevur fingið á relationella stiginum, verður gjøgnumhugsað og sett í nýtt samanhang, sett í frásjón og nýtt sum útgangstøði fyri forsøgn, algildingar, reflektión ella verður nýtt at skapa eina enn betri fatan av spurdóminum.[18] Tað eru kanska í veruleikanum bert fáir næmingar, sum til fulnar megna tað seinasta stigið – úrtøkiliga (abstrakta) – í SOLO-torleikastiganum. 

Samanumtikið kann omanfyristandandi myndil vísa, hvussu stigini hanga saman og hvussu næmingurin í stigum setir sína vitan saman í uppgávuni. Sí mynd 4.

SOLO-myndlin hevur sum útgangsstøði, at læringin mennist, at svarini hjá næmingunum fara frá ítøkiligari fatan til úrtøkiliga (abstrakta) fatan. Næmingurin dugir nú at síggja samanhang og gera niðurstøðu.[19] 

Samanumtikið snýr SOLO-torleikastigin seg stórt sæð um, hvussu næmingurin dugir at svara spurningunum og ikki bert, hvussu hann dugir at flokka teir. Spurningurin er nú, hvat næmingurin ger við ástøðiliga tilfarið, og hvussuhetta hepnast. SOLO-torleikastigin kann nýtast bæði til at eyðmerkja vitan, næmingurin hevur, og læring av tí, sum næmingurin sjálvur hevur gjørt við egnum arbeiðsevnum. Vitanin er ein forfatan av, hvat læring er, og hvussu hon mennist stigvíst. Læringin frá kvantiteti til kvalitet fer stigvíst fram. Hvørt stig krevur, at næmingurin hevur vitan um tað, sum er á lægri stigi. Fyri at læra eitt og hvørt nýtt er neyðugt at byrja á lægsta stigi.[20]

Mynd 4: Hvussu menningarstigini eru bygd upp sambært myndlinum hjá Biggs (SOLO) 

Nógvir aðrir torleikastigar eru, men í hesum umfari verða Bloom og SOLO lýstir. T.d. er affektiva (kensluliga) taksonomiin ikki við í viðgerðini, sjálvt um hon  kann hava týdning fyri hinar báðar torleikastigarnar, og tá ið næmingurin verður vegleiddur.

Torleikastigini í tvørfakligum samstarvi á miðnámi 

Á flest øllum heimasíðum hjá miðnámsskúlum eru vegleiðingar um, hvat grundarlagið er undir torleikastigunum, og um, hvørjar grundleggjandi treytir eru fyri uppgávu­orðingunum. Nú er víst á, hvat Bloom og SOLO í høvuðsheitum snúgva seg um. Spurningurin er so, hvussu verður ítøkiliga arbeitt við hesum í uppgávuorðingum? 

Munir á lærugreinunum?

Sum áður nevnt eru munir á, hvussu náttúruvísindaligu, samfelagsvísindaligu og hugvísindaligu lærugreinirnar gera uppgávuorðingar. Hetta hevur avbjóðingar við sær fyri tvørfakligt samstarv. Somuleiðis eru munir á, hvussu uppgávuorðingar ítøkiliga verða orðaðar á ymisku skúlunum. Um illa veit við, kann hetta ganga út yvir næmingin, og tí hevði verið ynskiligt, at skúlarnir arbeiddu meira saman í hesum málinum. 

Í stuttum skilja lærarar innan náttúruvísindaliga økið í høvuðsheitum torleikastigan sum íbygdan part av lærugreinini. Lærutilfarið ella evnið stýrir torleikastiganum og treytar gongdina á undirvísingarøkinum og er aloftast ítøkiligt. Byrjað verður við tí einfalda, og síðan laga stein oman á stein fyri at menna førleikar næminganna í fastlagdari raðfylgju. Myndamálið (metaforurin) fyri henda torleikastigan kann vera at smíða eini hús.

Lærararnir í hugvísindum skilja hinvegin torleikastigan við støði í næminginum sum eina gongd, har næmingurin dugir betur og betur at tulka tekstir o.a. Menningin fer fram sum eitt samspæl millum partar og heild, millum tað kenda og ókenda í eini støðugari hermeneutiskari mannagongd. Myndamálið (metaforurin) er í hesum føri ein spiral.   

Lærarar í samfelagsvísindum liggja á miðjuni, har serliga torleikastigin hjá Bloom er leiðregla fyri sambandið millum lærugrein og næming, sum støðugt skal mennast og verða sjálvsstøðugur og ogna sær tilfarið á einum støðugt hægri stigi sambært torleikastiganum hjá Bloom, sum her verður borin saman við at ganga upp eftir eini trappu.[21]  

Spurningurin er so, hvørjir trupulleikar kunnu taka seg upp millum náttúru-, samfelags-, og  hugvísindaligu lærugreinirnar, tá uppgávuorðingar skulu orðast. Tað er givið, at vit ikki kunnu halda ov fast í torleikastiganum hjá Bloom í samstarvi við náttúrulærugreinir. Her eiga vit at duga at knýta bæði Bloom og SOLO saman í eina heild. (Sí dømi niðanfyri).

Yvirskipaður spurdómur

Óli Wolles hevur gjørt uppskot til vegleiðing, hvussu vit byrja uppgávuorðingar. M.a. vísir uppskot hansara á, at ein yvir­skipaður spurningur ella spurdómur í byrjanini av uppgávuorðingini hevur við sær eina betri tilgongd fyri næmingin, tí hetta orðar nágreiniliga, hvat tað er, næmingurin skal loysa.  

Óli sigur: “Ein uppgávuorðing, sum byrjar við einum yvirskipaðum spurningi (sum oftast eitt hví… ella hvussu…), leiðir næmingin til betur at arbeiða tvørfakliga enn tær tríliðaðu orðingarnar. Undir yvirskipaða spurninginum eiga so at vera útgreinandi spurningar ella orðingar, ið gera tað greitt fyri næmingin, hvat hann skal gera.[22] Víðari vísir Óli á: “Hugsa hv-spurningar. Royn ymiskar hv-spurningar”.[23] Her eiga vit tó at ansa eftir, hvussu vit nýta hv-spurningarnar á torleikastiganum, tí hv-spurningar eru á lægsta taksonomiska stigi og eiga bert at verða hjálparorð. Dømi um yvirskipaðan spurdóm kundu verið: “Hvørja ávirkan hevur kvinnurørslan havt á føroyska samfelagið, og hvussu hevur rørslan ávirkað kvinnuna?” Fyri at loysa henda spurning skal tú:..” Eitt annað dømi:  “Hvussu verðurvatnorkuframleiðsla framd í makro- og mikro-samfelagum?  Fyri at loysa henda spurning skalt tú:…” o.s.fr. Eisini kann hetta gerast við at seta eina yvirskrift, sum t.d.: “Føroyar undir 2. veraldarbardaga” ella “Led ljós – ávirkan lívfrøðiliga og samfelagsliga” o.s.fr.

Víðari sigur Óli í vegleiðing síni: “Umhugsið, um tað ber til at styrkja tað tvørfakliga við at flyta seg longur burtur frá tríliðaða (bloomska) bygnaðinum til aðrar taksonomi­ir.”[24] Hetta er rætt, men vit mugu ansa eftir, at tað ikki eru einfaldir hv-spurningar, sum koma at stýra teimum høgu taksonomisku stigunum, men verða skipaðir sum undir­spurningar til yvirskipaðu sagnorðini: At greiða, at lýsa, at kanna, at greina og tulka og viðgera, tí annars er vandi fyri, at vit koma niður á ov lágt taksonomiskt stig. Næmingurin skal hava møguleika at arbeiða á fleiri taksonomiskum stigum og stigvísari hækking (progressión) skal vera í uppgávu­orðingunum, t.d. bæði eftir Bloom og SOLO-stiganum.

Hvør lærugrein skal viga mest?

Í sambandi við breytarverkætlanir eru fleiri avbjóðingar. Hvussu skulu vit til dømis gera, tá ið ein lærugrein er á C stigi og ein onnur á A-stigi? Í brævi frá MMR um lutfallið millum lærugreinarnar í breytarverkætlanini verður sagt, at “Tað er ikki soleiðis, at tyngdin í evninum skal liggja á tí fyrru lærugreinini, og at tann seinna lærugreinin (stuðuls­lærugreinin) bert skal vera viðfáningur, tá tað snýr seg um tyngd. Báðar læru­greinarnar hava sama rætt til fakliga tyngd, og sjálvt um tyngdin í evninum kann liggja meiri á aðrari lærugreinini – tí fyrru ella tí seinnu – so skal tað í uppgávu­orðingin altíð vera greitt tilskilað, hvussu báðar lærugreinarnar eru við til at fremja fakligu málini í uppgávuni.“ [25] Ein spurningur, sum ofta tekur seg upp, er, sum víst í omanfyri nevnda sitatið, at ringt er at skilja millum, hvat vit skuldu krevja, tá næmingurin hevur havt ávikavist C-, B- ella A stig í eini lærugrein. Fyrsta lærugreinin á A-stigi leggur støðið undir ástøðiliga partin í uppgávuni, men sjálvandi hevur tað týdning fyri býtið av lærugreinum, hvat evni uppgávan snýr seg um. Í nøkrum verkætlanum kann lærugrein kanska fevna um ein lítlan part, til dømis 10-20% og í øðrum verkætlanum 50%. Ein fyribils niðurstøða kann vera, at tað hevur týdning, at næmingurin dugir at loysa uppgávuna ella uppgávorðingina í einum tvørfakligum høpi. Tað er tó eyðvitað, at tað eisini skal leggjast upp fyri, hvørjum stigi næmingurin er á í viðkomandi lærugrein.  

Tað snýr seg um, hvussu vit fáa uppgávuorðingar at hanga saman millum tvær lærugreinir í einum tvørfakligum samspæli. Hetta krevur, at lærararnir eisini sjálvir eru førir fyri at skilja fakini og háttalagið hjá hvørjum øðrum. Hetta kann verða ein avbjóðing, tá ið ræður um at hugsa tvørfakliga og ikki tvífakliga!

Um mynd 5 verður sett í samband við, hvussu SOLO-torleikastigin og torleikastigin hjá Bloom kunnu nýtast at døma uppgávur, ella eisini, tá vit gera uppgávuorðingar, er greitt, at vit kunnu nýta SOLO-torleikastigan: hevur næmingurin viðgjørt evnið ella skilt evnið tvørfakliga á ein óskipaðan hátt (prestrukturelt), á ein eintáttaðan hátt (uni-strukturelt), á ein fleirtáttaðan hátt (multistrukturelt), á ein relationellan hátt(seta í samanhang) ella kanska á ein víðkaðan abstraktan hátt (úrtøkiliga)? Verður torleikastigin hjá Bloom settur inn í mynd 5, sæst, at um næmingurin bara endurgevur, eru vit á 1.-2. stigi hjá Bloom, sambært talvuni; um hann megnar at gera sjálvstøðugar kanningar, viðgera og brúka vitanina, er hann á 3.-4. stigi hjá Bloom; og kanska eisini at meta um og seta í perspektiv, er hann á 5.-6. stigi hjá Bloom.

“Nú hava vit í skúlahøpi oftast bara býtt hetta sundur í 3 stig uttan at býta hvørt stigið sundur í tvey. Tað er týðiligt samband millum SOLO og Bloom, soleiðis at ein óskipað (pre-strukturel) ritgerð endurgevur vitan, men ikki fatan (heilt á botni (ella undir) hjá Bloom). Ein eintáttað ritgerð endurgevur vitan og nakað av fatan (stig 1-2 hjá Bloom). Ein fleirtáttað ritgerð vísir bæði vitan og fatan og førleikan at brúka hesa vitanina (miðjan hjá Bloom). Ein relationell ritgerð megnar eisini at síggja evnið sum eina heild og meta um tað í samanhangi. Nú eru vit komin í ovaru løgini hjá Bloom. Og ein víðkað abstrakt ritgerð megnar harafturat sjálvstøðugt at meta um úrslitið og seta tað í søguligt og ástøðiligt høpi. Nú eru vit eisini á hægsta stigi hjá Bloom.

Mynd 5: Munir á SOLO-torleikastiganum og torleikastiganum hjá Bloom

SOLO-støðiFrágreiðingEyðkend sagnorðBorið saman við Bloom
1. Pre-strukturelt (Óskipað)(Nýtir týdningarleysar upplýsingar ella svar, sum ikki geva meining)(Verður ikki nýtt) 
2.Uni-strukturelt (Eintáttað)Næmingurin dugir at eyðmerkja, umskriva og nýta einfaldar mannagongdir…….. ….men megnar bert brot, ikki samanhangir  Endurgeva Eyðmerkja Allýsa Rokna út Savna inn dátu SkrásetaVitan, og…..Skilja: Grundleggjandi innlit og fatan av kjarnievninum og útrokningar av formulum
3.Multi-strukturelt (Fleirtáttað)Næmingurin dugir at lýsa, megnar at seta saman og binda saman fleiri tættir í uppgávuni ……men dugir ikki at seta hesar saman til eina heildLýsa Orða Seta saman Sannprógva (verifisera) Viðgera NýtaNýtsla og innlit í, hvussu støddir og annað eru mátað/dimensionerað
4.Realtionel (Samanhangir)Næmingurin dugir at bera saman, greiða orsøkir, greina, seta í samband við, nýta og megnar at seta saman fleiri sjónarmið til eina heildBera saman Taka samanum Geva myndlar Greina Koma til eina niðurstøðu At fáa sum mest burturúr (optimera) Leggja ætlanir  GreinaSyntesaMeta um
5.Víðkað abstrakt Næmingurin dugir at nýta ástøði, algilda, gera hypotesur og seta í frásjón. Hann megnar at fara frá tí serstaka til tað úrtøkiliga (abstrakta)Umrøða Algilda Seta upp hypotesur Seta upp og nýta ástøði Tulka Meta um Spáa umDugir at handfara spurdómar og dátur frá veruleikanum, rokna út og meta um uppskot til loysnir á spurningum o.s.fr.

Eingin mótsetningur er millum Bloom og SOLO, men man metir evnið úr hvør sínum sjónarhorni. Styrkin við SOLO-taksonomiini er, at hon gevur betri amboð at seta orð á, hvussu tvørfakliga arbeiðið eydnast.”[26] Hetta er ein sera góð fatan av samanhanginum millum Bloom og SOLO-torleikastigan, og hvussu báðir torleikastigarnir kunnu nýtast.

Áður hevur verið víst á, at SOLO-torleikastigin verður serliga nýttur innan náttúrufak, meðan Bloom er mest nýttir innan hugvísindum og samfelagsvísindum, eisini í tvørfakligum samanhangi. Tað hevur tó týdning at vísa á, at bloomsku orðingarnar kunnu verða eins tvørfakligar og SOLO-orðingar. Eitt dømi, har vit nýta báðar torleikastigarnar, kundi verið niðanfyristandandi uppgávuorðing: 

Samfelagsfrøði B og alisfrøði A: 

Hvussu verður vatnorkuframleiðsla framd í makro samfelagnum? 

Fyri at loysa henda spurning skalt tú fyrst: 

Greiða frá, hvørjar samfelagsætlanir kinesisku myndugleikarnir hava við vatnbyrgingini við Yngtze-ánna í Kina, hvussu hon er bygd, hvørji atlit myndugleikarnir hava tikið, hvat slag av turbinum eru nýttar, hvussu tær virka, og hvat nyttustig tær hava. Ger útrokningar.

Síðan lýsa og viðgera týdning av vatnorkuframleiðslu í makrosamfeløgum við atliti at:

  • hvønn týdning umhvørvið hevur, sum hesar verkætlanir fevna um,
    • hvønn týdning traditionell vatnkraft hevur í mun til pumpuskipanir, ið virka sum orkugoymslu í nýggjum orkuskipanum við til dømis vindorku og sólorku. 

Her kanst tú t.d. samanbera føroyskar, norskar og aðrar vatnorkuverkætlanir við vatnorkubyrgingina við Yngtze-ánna.

Til seinast meta um, hvussu vatnorka verður nýtt í el-framleiðslu í ymiskum støddum, til dømis í stórverkum í Kina og í heilt smáum eindum, til dømis vatnturbinan í Kvívík. Metingin skal setast í ein samfelagsligan samanhang.

Í hesi uppgávuorðing verða hv-spurningarnir settir í samanhang. Hetta er bert eitt dømi um, hvussu SOLO og Bloom kunnu nýtast at knýta náttúru- og samfelags­vísindi saman. Náttúruvísindaliga háttalagið arbeiðir meira eindimensionalt enn samfelagsvísindalig og hugvísindalig háttaløg. Og tí eru hv-spurningar ofta væl egnaðir til ítøkiliga vitan á náttúruvíndarliga økinum. Men her verður roynt at knýta lærugreininirnar saman.

Hugvísindarligar og samfelagsvísindarligar uppgávuorðingar: 

Greiða frá (ein frágreiðing kann verða unistrukturell og multistrukturell, t.v.s. at næmingurin nýtir bæði eina ella fleiri frágreiðingar í svarinum).

Greina, lýsa og viðgera, tulka og kanna (ein greining, tulking, kanning o.s.fr. kann verða relationell, t.v.s. at næmingurin sær samanhang, dugir at skilja munir á ymiskari vitan, samanbera frágreiðingar um somu viðurskifti o.s.fr.)

Meta um, døma um, samanbera (víðkað abstrakt fatan, har næmingurin sjálvur dugir at teoretisera, algilda, seta í frásjón).

Náttúruvísindaligar uppgávuorðingar: 

Greiða frá… (at endurgeva, at eyðmerkja, allýsa, rokna út, savna inn data) unistrukturell

Greiða frá ella lýsa og viðgera (hægri støði enn fyrsta frágreiðingin) multistrukturell

Kanna…(lýsa, binda saman, prógva, viðgera, nýt..) relationell

Ella at loysa eina uppgávu……(samanbera, gera myndil, greina, tulka, úrleiða, optimera, leggja ætlan) relationell

Meta um, døma um….( algilda, estimera, set upp hypetesur, set upp ástøði, tulka, at spáa um) abstrakt fatan.

(Hugtøkini unistrukturelt, multistrukurelt o.s.fr. sí mynd 4 og mynd 5)

Eg havi valt ikki at taka ov nógv dømi við í viðgerðina, men hildið meg til almennar reglur í sambandi við taksonomi og progressión. Spurningarnir eru nógvir. Hetta er bert eitt íkast til kjak um hesar námsfrøðiligu trupulleikar.

Tað má verða upp til námsfrøðiligu leiðslurnar at taka henda spurning upp soleiðis, at á miðnámsøkinum verður ein felags leistur at halda seg til. 

Samanumtøka

Vit kunnu vísa á, at uppgávuorðingarnar eru sum oftast grundaðar á torleikastigan hjá Bloom og/ella SOLO. Reglan er, at tað er ein stigvís hækking (progressión) í uppgávuorðingini – frá tí einfalda til hægsta stigið. Sambært mynd 4 hanga uppgávuorðingarnar hjá Bloom og SOLO saman. Ein roynd at greiða frá, hvussu Bloom og SOLO hanga saman ítøkiliga er gjørd omanfyri. (Sí hvat hugtøkini merkja á mynd 4).

Bókmentalisti 

Absalonsen, Olav: Sagnorð í uppgávuorðingum. Samskifti. 24.02.2021.

Andersen, Peter, Elisa Nadie (2015): Målopfyldelse igennem taksonomi. Í Læringsmål og taksonomiske redskaber. Dafolo. 

Betts, Philip (2019): The Quick Study – Bloom´s Revises Taxonomy. 11. mars 2019. 

Bloom, B.S, Engelhart, M.D, Furst, E.J, Hill, W.H. og Krathwohl: (1956) Taxonomy of Educational Objectives. The Classification of Educational Goals. Handbook I, Cognitive Domain. New York, NY: David McKay Compagny.  

Biggs, John B, Collis, Kevin F: (1982) Evaluating the quality of learning, The SOLO Taxonomy. S: xi) Academic Press 1982. 

https://centralbibliotek.dk/sites/default/files/dokumenter/Slides%20-%20Hj%C3%A6lp%20til%20den%20naturvidenskabelige%20opgave.pdf

Davidsen, Kári: Taxonomi=flokkanarfrøði. Samskifti 18.04.2021.

DeWitt, Peter: What´s Our Best Taxonomy? Bloom´s or SOLO? 18. feb. (2015). 

Dolin, Jens: Progression. Gymnasiepædagogik. Damgaard, Erik (Red.) (2013) 2. útgáva. 

Gymnasieskolen: SOLO-taksonomien – et redskab i AT vejledning. Forfatterne er undervisere og kursusledere.  09. feb. 2010. 

Gustafson: Kratwohls taksonomi for affektiv læring. Í Læringsmål og taksonomiske redskaber. Dafolo 2015. 

Hook, Pam: SOLO-taksonomien. Í Læringsmål og taksonomiske redskaber. Dafolo 2015. 

Jensen, Anette Hildebrand: 2015. Bloom´s taksonomi. Í Læringsmål og taksonomie redskaber. Dafolo. 

Krathwoll, R.David: A Revision of Bloom´s Taxonomy. An overview. Theory into Practice, Volume 41, Number 4, Autumn 2002.

Linder, Anne: Professionelt relationsarbejde. Dansk Center for ICDP. Power Point framløga. 24.10.2017. 

Munkensdam Gymnasium: Bloom og SOLO-taksonomi. www. Munksdam.dk/skrivemammut/hjalp-til-at-komme-i-gang/bloom-og-solo-taksomoni/ 

Murphy, Feargal, O´Neill, Geraldine: Guide to Taxonomies of Learning. 20 january 2010. www.ucd.ie/teaching 

Nottingham, James (2015): Hvorfor anvende taksomier til Læring? Í Læringsmål og taksonomiske redskaber. Dafolo.  

Schneider,Jack and Wineburg: Was Bloom´s Taxonomy Pointed in the Wrong Direction? Januar 2010. 

Vollmond, Christian, fakráðgevi í søgu/religión. Samskifti 6. apríl 2021.

Wolles, Óli: Vegleiðing. (2020) Kambsdalur 22. januar. 

Wolles, Óli: Samskifti. 8. apríl 2021.


[1] Dolin, Jens: Progression. Í Gymnasiepædagogik. Damgaard, Erik (Red) 2013, s: 398.

[2] Dolin, Jens: Ibid 2013, s: 398.

[3] Dolin, Jens: Ibid 2013, s: 390.

[4] Dolin, Jens: Ibid 2013, s: 390.

[5] Bloom, Benjamin S. o.a.: Taxonomi of educational  objectives, New York, 1956, s: 4.

[6] Dolin, Jens: Ibid, 2013, s: 392.

[7] Jensen, Anette Hildebrand: Blooms læringsmål. Í Læringsmål og taksononomiske redskaber. Dafolo 2015, s: 56-57 og Dolin, Jens, Ibid 2013, s: 392.

[8] Jensen, Anette Hildebrand, Ibid, s: 57 og Dolin, Jens: Ibid, 2013, s: 392.

[9] Kratwohl, R David: A Revision of Bloom´s Taxonomy. An overview. Theory into Practice. Volume 41, Nr.4, 2002, s: 218.

[10] Jensen, Anette Hildebrand: Bloom´s Taxonomy. Ibid 2015, s: 57.

[11] Jensen, Anette Hildebrand: Ibid 2015, s: 57.

[12] Jensen, Anette Hildebrand: Bloom´s taksonomi, Ibid 2015, s: 57.

[13] (Biggs, John B, Collis, Kevin F: (1982) Evaluating the quality of learning, The SOLO Taxonomy. S: xi).  

[14] Viðm. lesast kann um Piaget í: Trond Kristoffersen:Jean Piagets teoriomkognitivudvikling.(https://www.paedagogen.dk/shared/files/4f1bdd45e7d4c2549038d809d6cd7772-16657.pdf) og Biggs, B, John og Collis, Kevin F.: Evaluating the quality learning. 1982. Academic press. s 17-20.

[15] Dolin, Jens: Progression. 2013, s: 397.

[16] Upprunalýsningini av torleikastigunum hjá Biggs er at finna í: Biggs, J.B. og Collis Kevin, F: Evaluating the Quality of learning. 1982, s: 26-29 Academic Press). 

[17]  https://www.rm.dk/om-os/organisation/koncern-hr/uddannelse-udvikling-og-arbejdsmiljo/center-for-kompetenceudvikling/hvad-kan-vi-tilbyde/vejledning/varktojer/solotaksonomi/) 

[18] Jensen, Anette Hildebrand, 2015, s: 65-66. 

[19] Jensen, Anette Hildebrand 2015, s: 67. 

[20] (https://www.rm.dk/om-os/organisation/koncern-hr/uddannelse-udvikling-og-arbejdsmiljo/center-for-kompetenceudvikling/hvad-kan-vi-tilbyde/vejledning/varktojer/solotaksonomi/) 

[21] Dolin, Jens: Ibid 2013, s 298.

[22] Óli Wolles: Vegleiðing. Kambsdalur 22. januar 2020.

[23] Ibid

[24] Ibid

[25] Ibid

[26] Wolles, Óli: Samskifti. 10.04. 2021.

Aðrar greinar í miðnámsrit 22