Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Í Føroyum skulu føroyingar búgva

Eftir Finn Jensen í miðnámsrit 13, mai 2017

Henda yvirskriftin kundi eins væl verið tikin úr stevnuskránni hjá onkrum politiskum flokki her á landi, men tað er hon ikki í hesum sambandi. Talan er um eina kanning, sum er gjørd millum øll tey ungu, sum fáa gymnasialt miðnámsskúlaprógv í 2017. Tað er ikki til at misskilja, hvat miðnáms­skúlanæmingar vilja. Tey ungu ynskja at lesa í Føroyum, men bert um tey fáa eina hóskandi útbúgving. Vit kunnu siga, at tey ynskja at ráða og virka í Føroyum, tí tað eru læknavísindi og búskapur, sum eru tær best dámdu útbúgvingarnar. Um átøk í hesum sambandi skulu bera á mál, mugu tey, sum ráða beint nú, bera skjótt at, um útbúgvingarnar skulu blíva til nakað.

Tað er ein sannroynd, at ungdómur í Føroyum hevur havt lætt við at flyta burtur, og hava stungið í sekkin, eins og flytifuglurin, og valt bert at dvølja her á landi nakrar fáar mánaðir á árinum, tá lærdu háskúlarnir halda summarfrí.

Men við seinastu kanningini, sum vit hava gjørt, er líkt til, at ein glóð er birt millum tey ungu, og onkursvegna bendir mangt á, at fleiri teirra hava endurvunnið ein tokka til at lesa í egnum landi. Men glóðin er veik, og hon skal haldast við líka, annars sløknar hon skjótt.

Kanningin vísir, at 40 prosent av teimum ungu ynskja at taka eina útbúgving í Føroyum. Á øðrum plássi kemur Danmark við 35 prosentum, meðan langt er niður til nummar trý, sum er Stóra Bretland við 12 prosentum. Tølini eru hesi:

Í 2014 var sama kanning gjørd, men tá vóru tølini øvug. Tá var Danmark frammanfyri Føroyar. Vit lata myndina niðanfyri tala.

Tá føroysku miðnámsskúlaflokkarnir fingu vitjan av umboðum fyri Føroya Handilsskúla í 2014 og fyri Glasir í 2017, blivu teir spurdir, hvar teir ynsktu at útbúgva seg, um teir fingu røttu útbúgvingina í Føroyum og síðani, hvar teir ynsktu at útbúgva seg, um teir máttu lata sær lynda at taka aðra útbúgving. Tølini vóru greið í 2014 og uppaftur greiðari í 2017. Miðnámsskúlanæmingar raðfesta útbúgving hægst og síðan útbúgvingarstað. Tølini vóru hesi:

Tey blivu eisini spurd, hvar tey ynsktu at búgva eftir lokna útbúgving, og har var onki at taka seg aftur í, at nógv tey flestu vildu sleppa aftur til Føroya. Her mugu vit tó hava í huga, at talan er um eina langtíðar-forsøgn, og at mangt kann broytast.

Útboðið er blivið betri sambært teimum lesandi

Tey flestu halda, at útbúgvingartilboðini í Føroyum eru annaðhvørt undir miðal ella miðal; tølini eru tó nakað betri í 2017 enn í 2014. Hetta kemur helst av, at bæði Glasir og Fróðskaparsetrið eru komin við nýggjum og spennandi útbúgvingum, serliga innan búskap, men hetta merkir eisini, at her kann nógv gerast afturat.

Læknavísindi og búskapur

Hóast tað framvegis eru nógv, sum ikki hava tikið støðu ella vilja okkurt annað enn tað, tey vórðu spurd um, so er myndin greið. Læknavísindi liggja fremst, meðan búskapur er á øðrum plássi. Næst eftir tey koma náttúruvísindi, samfelagsvísindi og sálarfrøði. Løgfrøði og námsfrøði eru nøkulunda umboðað. Sera lítil áhugi er fyri sjóvinnuni, sum sigst vera okkara høvuðsvinna, eins og teldufrøði og hugvísindi ikki eru so væl umtókt, og gudfrøði er minst umboðað á ynskilistanum hjá teimum lesandi.

Hugbreyt størst og tøknibreyt minst á miðnámi

Tað er ikki samsvar millum tað, tey ungu ynskja at lesa eftir miðnám, og breytina, tey hava valt á miðnámi. Kanningin vísir, at hugbreytin er størst á miðnámi, men sera fá ætla at lesa hugvísindi. Eisini tykist Búskaparbreytin at vera í so lítil í mun til, at so nógv ætla at lesa búskap og samfelagsvísindi. Hinvegin tykist greitt, at náttúrubreytin framvegis er stór, og tað samsvarar við, at nógv ætla at lesa náttúruvísindi og serliga læknavísindi. Tøknibreytin er í løtuni nógv tann minsta í Føroyum, og kemur tað ivaleyst av, at hon ikki verður boðin út í høvuðsstaðnum í løtuni.

Nógv ynskja at blíva bachelorar og nokk so nógv kandidatar

Millum tey spurdu, ynskja flestu eina bachelorútbúgving, meðan rættiliga nógv ynskja eina master ella kandidatútbúgving. Bert nøkur fá ynskja sær eina styttri útbúgving. Nøkur ynskja at fara í læru innan skrivstovu, handil ella handverk. Ikki serliga nógv ynskja sær eina fulla granskaraútbúgving enn, men hugsast kann, at slíkar ætlanir broytast við tíðini. 

Tey flestu ynskja at bíða eitt ár og nógv hava ikki tikið støðu

Meiri enn helvtin av teimum spurdu ynskja at bíða eitt ár við lestrinum, meðan næst flest ætla at bíða í eini tvey ár. Á triðja plássi koma tey, sum ætla sær í gongd beinan vegin. Sera fá ynskja ikki at lesa víðari. Hetta samsvarar eisini við, at helmingurin ikki hevur tikið støðu til útbúgvingina enn.

Nógv tann størsti parturin vil búgva í Føroyum eftir lestur

Heili 82 % av teimum spurdu ynskja at búgva í Føroyum eftir lesturin. Hetta er tó tað mest óvissa svarið, tí talan er um ein langan tíðarkarm og mangt broytist á mansins ævi. Vit vita tó, at longri tey ungu bíða við at flyta uttanlands, størri líkindi eru fyri, at tey koma aftur; tað vísa aðrar kanningar, sum ikki verður víst til her.

Onnur úrslit av kanningini

So at siga øll tey spurdu ynskja at lesa fulla tíð, meðan bert nøkur heilt fá innan henda málbólk ynskja at fara í gongd við parttíðarlestur.  Tey ungu umhugsa í lítlan mun fjarlestur sum ein møguleika, og sjálvlestur kemur nærum ikki uppá tal. Tað eru nógv, sum ynskja sær ein verkligan part í útbúgvingini. Miðal góð undirtøka tykist vera fyri, at undirvísingin er á føroyskum, og at tilfarið er føroyskt.

Um kanningina

Kanningin umfatar 87,1 % av teimum lesandi á seinasta ári í gymnasialu miðnáms­skúlaskipanini, tað eru tey, sum møttu tann dagin, kanningin bleiv gjørd. Hesi eru:

* Hugbreyt                      161 lesandi        Hoydalar, Kambsdalur og Hov 

* Náttúrubreyt                 141 lesandi        Hoydalar, Kambsdalur og Hov

* Búskaparbreyt              100 lesandi       Tórshavn og Kambsdalur

* Fyrireikingarbreyt        60 lesandi         Hoydalar, Kambsdalur og Klaksvík

* Tilfeingisbreyt              17 lesandi          Vestmanna

* Tøknibreyt                    8 lesandi           Klaksvík

Annars kann nevnast, at tað eru 60% kvinnur og 40% menn, sum ganga seinasta árið á gymnasialum miðnámi, nógv tey flestu eru 19-ára gomul.


Úr bókini Quiet: The Power of Introvert in a World that Can’t Stop Talking

Aðrar greinar í miðnámsrit 13