Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Miðnámsrit 13
Um blaðið
Fleiri føroyskir miðnámsnæmingar vilja lesa víðari í Føroyum nú enn fyrr. Tað vísir nýggj kanning, sum er gjørd ímillum miðnámsnæmingar. Politiski myndugleikin má tí taka støðu til, um vit skulu hava fleiri útbúgvingartilboð í Føroyum eftir miðnám.
Samstarv kvalir ofta kreativitet, og fundarvirksemi ella bólkaarbeiði er haft um beinið á nógvum arbeiðsplássum og skúlum. Í hesum broti úr bókini Quiet grundgevur Susan Cain sannførandi fyri hesum viðurskiftum.
Akademikarabørn hava fyrimun í tí tvørfakligu breytarverkætlanini á triðja ári á gymnasialum miðnámi. Hetta eru atfinningar frá donskum miðnámslærarum, og vit undirbyggja atfinningarnar við royndum í Føroyum.
Tað hevur týdning, at lærarar deila vitan og royndir við starvsfelagar. Hesaferð hava tveir lærarar gjørt tað: onnur greinin er um undirvísing í altjóða búskapi, og hin er um eina undirvísingargongd í evnafrøði.
Fyrr sáldaðu onnur informatión frá fyri okkum, men nú á døgum er lætt at finna informatión um næstan alt. Tí er avbjóðingin at duga at velja ta informatiónina, sum tú skalt brúka.
Skúlablaðið er viðkomandi og hevur stóran týdning í samfelagskjakinum. Tað sigur blaðstjórin á Skúlablaðnum í viðtali við Miðnámsrit.
Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson
Innihaldsyvirlit:
Í Føroyum skulu føroyingar búgva, Finn Jensen
Tá ið samstarv kvalir kreativitet, Susan Cain, Olav Absalonsen týddi
Breytarverkætlanin á miðnámi – fyri tey vælbjargaðu, Tórður Johannesarson
At læra deduktivt ella induktivt, Óli Petersen
Undirvísingargongd í evnafrøði B, Karin Kirke Petersen
At velja upplýsingar heldur enn at sálda frá, Ólavur Ellefsen
Skúlablaðið er viðkomandi – viðtal við ritstjóran Turið Kjølbro, Tórður Johannesarson
Tak niður sum PDF