Tá samstarv kvalir kreativitet
Eftir Susan Cain í miðnámsrit 13, mai 2017
Tað er 5. mars 1975. Tað er kalt í veðrinum í Menlo Park í Kalifornia hetta kvøldið, og tað sirmar. Einir 30 verkfrøðingar, ið eru lítið dámligir á at líta, hittast í einari garasju hjá einum av teimum, sum er arbeiðsleysur. Hetta er fyrsti fundurin í felagsskapinum the Homebrew Computer Club. Teir hava sett sær fyri at gera teldur til vanlig fólk – ikki nøkur løtt uppgáva í teimum døgum, tá ið flestu teldur vóru so stórar sum vøruvognar, og bara universitet og stórfyritøkur høvdu ráð til tær.
Luftin er slavin, men teir fyrstu, ið eru møttir, lata hurðarnar standa opnar, so hvørt sum fólk koma. Ein ungur maður kemur inn, eitt sindur ósikkur í atferð; tað er ein 24-ára gamal designari, sum arbeiðir hjá Hewlett-Packard, har hann gevur lummaroknarum snið. Hann er álvarsamur, hevur brillur, hárið niður á herðarnar og brúnt skegg. Hann fær sær ein stól og setir seg at lurta, meðan hinir tosa um eina nýggja ger-sjálvur teldu, sum kallast Altair 8800, og sum nýliga hevur staðið á forsíðuni í blaðnum Popular Electronics. Altair er ikki ein veruligur PC’ari, hann er trupul at brúka, og hevur bara áhuga millum fólk, sum til dømis møta upp í einari garasju eitt vátt mikukvøld at tosa um mikrochips. Men hetta er eitt stig tann rætta vegin.
Tann ungi maðurin, sum eitur Stephen Wozniak, er hugtikin av tí, sum hann hoyrir um Altair. Hann hevur verið bergtikin av elektronikki síðani hann var trý. Tá ið hann var 11, kom hann fram á eina grein í einum tíðarriti um ta fyrstu telduna ENIAC, og síðani tá hevur hann droymt um at gera eina maskinu, sum er so lítil og løtt at brúka, at tú kanst hava hana heima við hús. Og nú situr hann her í garasjuni og hoyrir, at hesin Dreymur – hann hugsar um hann við Stórum – skjótt kann blíva til veruleika.
Sum hann seinni sigur í endurminningunum, er Wozniak fegin um at vera ímillum javnlíkar. Fyri limirnar í Homebrew eru teldur eitt tól til sosialt rættvísi, og hann hevur somu hugsan. Ikki tí hann sigur nakað á hesum fyrsta fundinum – hann er smæðin av lyndi. Men tá ið hann er komin heim til hús sama kvøld, ger hann eina tekning, sum er tað fyrsta sniðið til ein PC’ara við knappaborði og skíggja, sum vit kenna teir í dag. Tríggjar mánaðir seinni ger hann eina prototypu av hesari maskinu. Og tíggju mánaðir eftir tað stovnar hann Apple Computer saman við Steve Jobs.
Í dag er Steve Wozniak høgt í metum í Silocon Valley – ein gøta í San Jose eitur Woz’s Way – og er onkuntíð kallaður nørd-sálin í Apple.
*
Men Wozniak eigur ikki heiðurin einsamallur. Homebrew eigur sín part av heiðrinum. Wozniak metir henda fyrsta fundin í garasjuni at vera byrjanina til eina teldukollvelting, og hetta kvøldið at vera tað mest týðandi í lívinum. Tú kanst koma til ta niðurstøðu, at tað, sum Wozniak hevur útint, er eitt lýsandi dømi um samstarv, ið førir til kreativitet. Tú kanst kanska siga, at fólk sum vilja vera innovativ, eiga at arbeiða í ógvuliga sosialum umhvørvi.
Og helst fert tú skeivur.
Hugsa um, hvat Wozniak gjørdi beint eftir tann fyrsta fundin í Menlo Park. Fór hann saman við hinum limunum at arbeiða við sniði av nýggju telduni? Nei. Fann hann sær eitt stórt skrivstovulandslag við nógvum óljóði, har hugskot kundu verða gróðursett? Nei. Tá ið tú lesur um, hvussu hann arbeiddi at skapa tann fyrsta PC’aran, sært tú, at hann var altíð einsamallur.
Wozniak gjørdi tað mesta av arbeiðnum í einum kliva hjá Hewlett-Packard. Hann kom til arbeiðis um hálvgum 7-tíðina á morgni, og sat einsamallur og las tíðarrit í verkfrøði og manualar, og gjørdi design í høvdinum. Eftir vanliga arbeiðstíð fór hann heim og fekk sær ein bita í skundi, og fór so aftur á skrivstovuna, har hann arbeiddi til langt út á náttina. Hann sigur um hesa tíðina í friði á midnátt og í einsemi, tá ið sólin kom upp, sum “the biggest high ever.” Ídnið bar ávøkst um 10-tíðina á kvøldi 29. juni 1975, tá ið Woz var liðugur við ta fyrstu prototypuna av tí nýggju maskinuni. Hann sló á nakrar tastir á knappaborðinum – og bókstavarnir komu fram á skíggjanum framman fyri honum. Hetta var ein løta við einum gjøgnumbroti, sum vit onnur bara kunnu droyma um. Og hann var einsamallur, tá ið tað hendi.
Tað var eisini við vilja. Í endurminningunum hevur hann hesi ráð til børn og ung, sum vilja gera okkurt stórt innan kreativitet:
Flestu uppfinnarar og verkfrøðingar, ið eg kenni, eru sum eg – teir eru smædnir, og teir liva í sínum egna heimi. Teir eru næstan sum listarfólk. Faktiskt eru teir bestu av teimum listarfólk. Og listarfólk arbeiða best einsamøll, so tey sjálv kunnu geva einari uppfinning snið, og ikki lata onnur fólk ella onkra nevnd gera tað. Eg trúgvi ikki, at nakað kollveltandi er uppfunnið í nakrari nevnd. Um tú ert ein av hesum sjáldsomu verkfrøðingunum, sum bæði ert uppfinnari og listarfólk, skal eg geva tær eini ráð, sum kunnu vera keðilig at hoyra: Arbeið einsamallur. Tú kemur longst at gera kollveltandi vørur og lutir, um tú arbeiðir fyri teg sjálvan. Ikki í nevnd. Ikki í bólki.
*
Frá 1956 til 1962 gjørdi University of California eina røð av kanningum um, hvat eyðkennir kreativitet. Granskararnir royndu at finna tey mest kreativu fólkini og síðani finna út av, hvat ið gjørdi tey øðrvísi enn fólk flest. Teir gjørdu ein lista við arkitektum, støddfrøðingum, vísindafólkum, verkfrøðingum og rithøvundum, ið høvdu givið eitt munandi íkast á sínum øki, og buðu teimum til Berkeley eitt vikuskifti til persónliga test, at loysa uppgávur og til at svara spurningum.
Síðani gjørdu granskararnir tað sama við fólk innan somu øki, sum ikki vóru komin við nøkrum íkasti, sum var í nánd av tí, sum tey fyrr nevndu høvdu.
Ein av teimum mest áhugaverdu niðurstøðunum, sum seinni eru undirbygdar av øðrum kanningum, var, at tey meira kreativu fólkini ofta vóru introvert. Tey høvdu interpersónligar eginleikar, men vóru ikki serliga vertskapshugað ella luttakandi í hugburði. Tey lýstu seg sjálv sum sjálvstøðug og individualistisk. Sum tannáringar vóru nógv av teimum smæðin og einsamøll.
Hesar avdúkingar merkja ikki, at introvert altíð eru meira kreativ enn ekstrovert, men tær siga, at um tú hevur ein hóp av fólkum, sum hava verið ómetaliga kreativ alt lívið, eru rímilig sannlíkindi fyri, at nógv av teimum eru introvert. Hví skulu vit trúgva tí? Hava stillførir persónar onkra dygd, ið fremur kreativitet? Ja, tað kann hugsast.
Men tað er ein minni uppløgd og meira óvæntað orsøk til, at introvert hava ein fyrimun í kreativiteti – ein orsøk, sum ein og hvør kann læra av: introvert vilja helst arbeiða sjálvstøðugt, og einsemi er ein katalysatorur til innovatión. Sum sálarfrøðingurin Hans Eysenck legði til merkis, so savnar tann introverti seg um arbeiði og spillir ikki orku til sosial og onnur viðurskifti, sum ikki eru viðkomandi beint nú. Við øðrum orðum, um tú situr undir einum træi í einum urtagarði, meðan øll hini glinta við gløsum á terrassuni, ert tú meira útsettur fyri at fáa eitt súrepli í høvdið enn hini (Isaac Newton var ógvuliga introvertur).
*
Er nakað um hetta – at einsemi er ein lykil til kreativitet – so áttu vit øll at havt tørv á einsemi. Vit høvdu mælt børnum okkara til at arbeiða sjálvstøðugt. Vit høvdu givið starvsfólkum frælsi og frið. Men tað, sum hendir, er tað beint øvuta. Vit skipa ikki skúlar og arbeiðspláss í tráð við hesa vitan. Hetta er søgan um eitt nútíðarligt fyribrigdi, ið vit kunnu kalla nýbólkahugsan – eitt fyribrigdi, ið kvalir framleidnið á arbeiðsplássum, og sum rænir evnini frá børnum at nema sær lærdóm.
Nýbólkahugsanin hámetir toymisarbeiði til skýggja. Hon tvíheldur um, at kreativitetur og intellektuell avrik koma í lag, har nógv fólk er savnað. Henda hugsan hevur nógvar kendar forsprákarar. Stórar fyritøkur hava tikið nýbólkahugsanina til sín, og tær skipa starvsfólkini í toymi, serliga var tað í 1990’unum, at hetta vant upp á seg. Ein kanning ímillum stjórar á hægsta stigi vísti, at 91% av teimum halda, at toymi eru lykilin til framgongd.
Nøkur av hesum toymum eru virtuell, har toymislimirnir arbeiða saman, hóast teir ikki eru staddir á sama stað, men onnur krevja fundir, har tey møtast andlit til andlits, og kunnu síggja kalendararnar hjá hvørjum øðrum fyri at vita, nær hini eru tøk til fundarvirksemi. Nógv fólk arbeiða í opnum skrivstovuhallum, har eingin hevur eitt rúm fyri seg sjálvan, einastu veggirnir eru teir, sum bera bygningin, og leiðarar halda til inni í miðjuni saman við øllum hinum. Meira enn 70% av starvsfólkum í dag arbeiða í opnum hallum av hesum slag.
Nýbólkahugsanin hevur eisini funnið veg inn í skúlarnar umvegis tann væl umtóka háttin kooperativa læring ella smábólkalæring. Í nógvum grundskúlum er tann vanliga borðuppsetingin broytt til eina samanseting av 4 ella fleiri borðum fyri at fremja eitt ótal av hættum í bólkalæring. Sjálvt lærugreinir sum støddfrøði og kreativ skriving, sum krevja egið hugflog og hugsan, verða ofta trýst inn í bólkaverkætlanir. Í einum fjórða flokki, sum eg vitjaði, stóð millum annað á einum stórum skelti undir yvirskriftini Reglur fyri bólkaarbeiði: Tú mást ikki biðja læraran um hjálp uttan so, at øll í bólkinum hava sama spurning.
Sambært einari landsumfatandi kanning í 2002 ímillum meira enn 1.200 lærarar í fjórða og áttanda flokki, vildu 55% helst brúka kooperativa læring. Ímillum ungar lærarar er smábólkalæring enn betur umtókt, og ábending er um, at henda gongdin fer at halda fram nøkur ár afturat.
Tað kooperativa háttalagið hevur politiskt progressivar røtur – í teoriini verður ført fram, at næmingar fáa ognarskap til útbúgvingina, tá ið teir læra av hvørjum øðrum – men sambært barnaskúlalærarum, sum eg tosaði við í New York, Michigan og Georgia, fáa næmingar eisini venjing í at orða seg í einari toymismentan. “Hesin undirvísingarháttur endurspeglar vinnulívið,” segði ein lærari á Manhattan, “har virðingin fyri hvørjum øðrum byggir á verbalar førleikar, og ikki á originalitet og innlit. Tað ræður um at duga væl at tosa fyri at fáa uppmerksemi.” “Í vinnulívinum arbeiða fólk í bólkum, so nú gera børn tað eisini í skúlunum,” segði ein annar. Kooperativ læring mennir evnini at arbeiða í toymi – førleikar, sum eru høgt í metum í arbeiðslívinum, sigur útbúgvingarráðgevin Bruce Williams.
Nýbólkahugsanin kom ikki fram knappliga. Kooperativ læring, toymisarbeiði á arbeiðsplássum og opin skrivstovulandsløg komu ikki samstundis, og tey høvdu ymsar orsakir. Men ein øgilig megi, sum dróg allar hesar saman, var World Wide Web, sum gav hugskotinum um samstarv størri virðing. Á internetinum varð nógv skapt við, at gløggir heilar deildu vitan: Linux, Wikipedia og MoveOn.org eru nøkur dømi. Hesi úrslit eru eyðvitað størri enn samløgan av tí, tey eru samansett av, og so hugtakandi, at vit undrast við virðing. Samstarv bleiv eitt heilagt hugtak – ein multiplikatorur fyri framstigum.
Men so fóru vit eitt stig longri, enn grundarlag var fyri í veruleikanum. Vit fóru at virðismeta gjøgnumskygni og at bróta múrar niður – ikki bara online, men eisini persónliga. Vit dugdu ikki at síggja, at tað, sum hevur meining í asynkronari og heldur anonymari samvirkan á netinum, virkar ikki altíð innan fyri veggirnar á einum larmandi skrivstovulandslagi. Heldur enn at skilja ímillum samvirkan online og persónligari samvirkan, lótu vit royndirnar frá aðrari ávirka okkara hugsan um hina.
At brúka internetið sum grundgeving fyri at hava bólkaarbeiði andlit til andlits, er serliga láturligt, tí í byrjanini, tá ið netið kom fram, var tað eitt hent amboð hjá fólkum, sum ofta vóru introvertir induvidualistar, at spyrja hvønn annan um ráð og at vísa hvørjum øðrum á hættir at loysa truplar spurningar. Ein heilt stórur meiriluti av teimum fyrstu eldhugaðu teldubrúkarunum var introvertur, sigur ein kanning av 1229 professionellum teldufólkum, sum virkaðu í USA, Bretlandi ella Avstralia ímillum 1982 og 1984. Tað er ein sannroynd, at open-source tiltalar introvert, sigur Dave W. Smith, ið er ráðgevari í Silocon Valley, har hann vísir á tað at gera forrit og lata ein og hvønn brúka tað, bøta um tað og senda tað víðari til onnur fyri einki. Nógv av hesum fólkum vóru motiverað av einum ynski um at geva eitt íkast til onnur, og at fáa viðurkenning fyri hetta arbeiðið.
Men hesir fyrstu skaparar av open-source sótu ikki saman í einari stórari skrivstovu – ofta búðu teir ikki í sama landi. Samstarvið teirra millum fór fram í etrinum. Tað er ikki uttan týdning í hesum sambandi. Um vit høvdu savnað øll fólkini saman, sum hava skapt Linux, sett tey inn í eitt stórt fundarhøli í eitt ár, og biðið tey uppfunnið eina nýggja operativa skipan, er ivasamt, um nakað so kollveltandi hevði spurst burturúr.
*
Granskarin og sálarfrøðingurin Anders Ericsson setti sær spurningin: Hvat er tað, sum ger, at úrmælingar innan eitt ávíst øki blíva so dugnaligir til tað, sum teir gera? Ericsson hevur roynt at funnið svar upp á spurningin í til dømis telving, tennis og klaverspæli. Ein kend kanning, sum hann gjørdi saman við øðrum, var at samanbera tríggjar bólkar av violinspælarum, ið gingu á musikkakademii í Vestur-Berlin. Granskararnir bóðu lærararnar býta tey lærandi í tríggjar bólkar: tey bestu, tey góðu og so tey hampiliga góðu. Síðani høvdu teir samrøður við tónleikararnar og bóðu teir skriva dagbók fyri, hvussu teir brúktu tíðina.
Tað var týðiligur munur ímillum bólkarnar. Allir tríggir bólkarnir brúktu somu tíð – meira enn 50 tímar um vikuna – til tónleikaligt virksemi. Men tónleikararnir í tveimum teimum betru bólkunum brúktu meiri tíð at venja einsamallir: 24,3 tímar um vikuna í tí besta bólkinum, samanborið við 9, 3 tímar um vikuna í tí triðja. Teir bestu violinspælararnir hildu, at tað at venja einsamallur var tað mest týðandi av øllum tónleikaligum virksemi. Úrmælingarnir – eisini teir, sum spældu í bólkum – sóu tað at venja saman við kamarorkestri sum eitt slag av frítíð, samanborið við at venja einsamallir, har tað veruliga arbeiðið skuldi gerast.
Ericsson og samverkafólk hansara sóu somu ávirkan av einsemi, tá ið tey granskaðu avrik hjá serfrøðingum innan onnur øki sum til dømis telving. Næmingar á hægri námi, ið arbeiða einsamallir, læra meira í longdini enn teir, sum arbeiða í bólkum. Eisini ítróttarfólk í liðítrótti brúka óvanliga nógva tíð at venja einsamøll.
Hvat er so gandakent við einsemi? Á nógvum økjum, sigur Ericsson, er tað bara í einsemi, at tað ber til at venja miðvíst, sum er lykilin til framúr góð avrik. Tá ið tú venur miðvíst, kanst tú gera av, hvørja avbjóðing ella vitan tú júst ikki megnar, stríðast fyri at klára hana, eftirkanna framstig, og endurskoða støðuna. Venjingartíð, sum ikki lýkur hesi krøv, er ikki bara til minni nyttu – hon gevur baksláttur. Hon styrkir verandi kognitivar mekanismur heldur enn at menna tær.
At venja miðvíst er best at gera einsamallur, og tað eru fleiri orsakir til tað. Tað krevur øgiliga konsentratión, og onnur fólk kunnu órógva. Tað krevur djúpa motivatión, sum kemur innaneftir. Men mest av øllum krevur tað, at tú arbeiðir við nøkrum, sum er mest avbjóðandi fyri teg persónliga. Bara tá ið tú ert einsamallur, sigur Ericsson, kanst tú fara eftir tí, sum er avbjóðandi. Um tú skalt gerast betri til tað, sum tú gert, mást tú sjálvur telva næsta leikin. Um tú hinvegin arbeiðir í bólki, er tað bara viðhvørt, at tú skalt flyta, tá ið bólkurin skal gera ein leik.
Um vit skulu síggja miðvísa venjing í verki, kunnu vit bara taka søguna um Stephen Wozniak. Fundurin í Homebrew var katalysatorurin, ið gav honum íblástur at gera tann fyrsta PC’aran, men grundvitanin og arbeiðsvanarnir, sum gjørdu hetta møguligt, komu úr einum heilt øðrum stað: Woz hevði miðvíst arbeitt við verkfrøði, síðani hann var smádrongur.
Í endurminningunum greiðir Wozniak frá, hvussu stóran áhuga hann hevði fyri elektronikki sum barn, og uttan at vita av nevnir hann allar lutirnar í miðvísari venjing, sum Ericsson leggur dent á. Fyri tað fyrsta var hann motiveraður: pápi hansara var verkfrøðingur hjá Lockheed, og hann hevði lært drongin, at verkfrøðingar vóru í eini lyklastøðu at broyta lívið hjá fólki. Fyri tað annað menti hann seg sum serfrøðing við nærlagni. Hann var við í nógvum vísindaligum ráðstevnum og sigur:
“Eg lærdi ein eginleika, sum hevur hjálpt mær í øllum, eg havi gjørt: tol, og tað meini eg í álvara. Tol er so nógv undirmett. Í øllum verkætlanum frá triðja flokki til áttanda flokk lærdi eg so líðandi, hvussu man setir elektroniskar eindir saman uttan so mikið sum at lata eina bók upp. Eg lærdi meg ikki at stúra fyri, hvat spurdist burturúr tí, eg gjørdi, men heldur at savna meg um tað, sum eg gjørdi, og gera tað so væl, sum eg yvirhøvur kundi.”
Fyri tað triðja lærdi Woz ofta einsamallur. Tað var ikki tí at hann endiliga valdi tað. Sum nógv børn við áhuga fyri teknikki datt hann niður eftir sosiala stiganum sum tannáringur. Sum smádrongur hevði hann verið høgt í metum fyri sínar vísindaligu førleikar, men nú legði eingin lag í tað. Hann hataði smáprát, og áhugamál hansara líktust ikki teimum hjá javnaldrunum. Men henda trupla tíðin helt honum ikki frá at stremba eftir dreyminum; heldur var tað hinvegin. Hann hevði ikki havt lært so nógv um teldur, segði Woz seinni, um hann ikki var so innisælur og hevði ikki hug at fara út ímillum fólk.
Eingin velur at líða í ungdómsárunum, men tað kemst ikki uttanum, at tað einsemi, sum Woz livdi í hesi árini, og tað fokus, hann hevði á tað, sum hann brann fyri, eru eyðkenni fyri serliga kreativ fólk innan list, vísind, handilskap og politikk. Tað øgiliga forvitnið ella tann fokuseraði áhugin hjá hesum fólkum ger, at vinfólkini halda tey vera løgin. Ungdómar, sum eru ov vertskapsligir at nýta tíð í einsemi, misrøkja ofta síni evni, tí tað at venja tónleik ella at granska støddfrøði krevur eitt einsemi, sum tey ræðast. Madeleine L’Engle rithøvundur sigur, at hon hevði ikki ment seg til ein djúpan hugsara, um hon ikki hevði brúkt so nógva tíð í barndóminum einsamøll við bókum og egnum hugleiðingum. Sum ungur hevði Charles Darwin lætt við at knýta vinabond, men honum dámdi betur at ganga langar túrar einsamallur í natúruni.
Men óvanlig avrik koma ikki bara av miðvísari venjing; tey krevja eisini rættar umstøður. Og í arbeiðsplássum nú á døgum er undranarvert, at hesar umstøður eru sjáldan tær røttu.
*
Tom DeMarco hevði sum virkisráðgevari sæð heilt nógvar skrivstovur, og hann hevði lagt til merkis, at á summum arbeiðsplássum vóru fólk nógv meira samansstúvað enn á øðrum. Hann setti sær spurningin, hvønn týdning øll henda sosiala samvirkanin mundi hava á arbeiðsavrikini.
Fyri at finna út av hesum fóru DeMarco og Timothy Lister í holt við eina kanning, sum teir kallaðu Coding War Games. Endamálið við hesum spæli var at finna út av, hvat eyðkennir teir bestu og teir vánaligastu telduforritarar; meiri enn 600 forritarar úr 92 ymiskum fyritøkum tóku lut. Hvør av teimum skipaði, ritaði og testaði eitt forrit, og arbeiddi á sínum vanliga arbeiðsplássi í vanligari arbeiðstíð.
Tá ið úrslitini komu inn, avdúkaðu tey ómetaliga stóran mun í avrikunum. Teir bestu kláraðu seg 10 ferðir so væl sum teir ringastu. Teir bestu vóru 2½ ferðir so góðir sum miðvirðið. Tá ið granskararnir skuldu finna orsakir til hesa skelkandi spjaðing, funnu teir at kalla onga korrelatión ímillum faktorar, sum, ein kundi trúð, høvdu týdning – til dømis arbeiðsroyndir, lønarlag ella tíð, sum forritarar høvdu brúkt til arbeiðið.
Hetta var ein gáta, men við einari ábending: forritarar, sum arbeiddu í somu fyritøku, vóru allir á umleið sama stigi í avrikunum, sjálvt um teir ikki høvdu arbeitt saman: Teir, ið høvdu bestu avrikini, arbeiddu næstan allir í fyritøkum, sum góvu starvsfólkunum mest frið, egið pláss, ræði yvir umstøðunum á arbeiðsstaðnum og rætt til ikki at verða órógvað.
Kanningin um Coding War Games er væl kend í tøkniligu vinnuni, men somu niðurstøðurnar røkka út um heimin hjá telduforritarum. Eitt hav av nýggjum tilfari um skrivstovulandsløg í nógvum ymiskum vinnum samsvara við úrslitini av nevndu kanning. Í skrivstovulandsløgum kemur minni burturúr arbeiðnum, og fólk minnast verri til. Har er størri útskifting av fólki. Fólk gerast sjúk, fíggindalig, ómotiverað og ósikkur. Fólk, sum arbeiða í opnum skrivstovum, hava oftari høgt blóðtrýst, eru oftari strongd, og fáa skjótari krím; tey skeldast meira sínamillum; tey hava minni álit á hvørjum øðrum, og hava færri samrøður í trúnaði. Tey eru ofta offur fyri hørðum og ótemjandi óljóði, sum ger, at hjartað fer at sláa títtari, og sum útloysir stresshormonið kortisol. Fólk verða meira fjar, hava styttri fjús, eru meira ágangandi og minni hjálpsom.
Ov nógv stimulatión seinkar læring: nýggj kanning vísir, at fólk læra betur eftir ein stillan gongutúr í natúruni enn eftir ein túr í eini ófriðarligum miðbýi. Ein onnur kanning við 38.000 starvsfólkum innan vitan í ymiskum vinnum kom til, at tað at verða órógvaður er ein av høvuðsorsøkunum til, at lítið kemur burturúr. Eisini sokallað multitasking, ið skal eitast at vera ein førleiki millum úrmælingar, vísir seg at vera ein mýta. Granskarar hava avdúkað, at heilin kann ikki vera upptikin av tveimum tingum samstundis. Tað, sum sær út til at vera multitasking, er í veruleikanum, at tú skiftir skjótt ímillum fleiri uppgávur, sum ger, at minni kemur av skafti, og mistøkini verða upp til 50% fleiri.
Nógv introvert tykjast at vita hetta instinktivt, og nokta at verða stúvað saman. Ein fyritøka í Oaklandi í Kalifornia, ið ger videospøl, hevði opið skrivstovulandslag, men starvsfólkunum, ið skuldu menna nýggj spøl, og sum í stóran mun vóru introvert, dámdi hetta illa. Mike Mika fyrrverandi kreativur leiðari minnist aftur, at “vit skiftu til smáar klivar, og vit stúrdu eitt sindur fyri hesum – vit hildu, at í einum kreativum umhvørvi fóru fólk at hata tað. Men tað vísti seg, at tey vilja hava krókar og skot at goyma seg í og sleppa undan at vera saman við øllum hinum.”
Nakað tað sama hendi hjá Reebok International, tá ið tey í 2000 savnaðu 1.250 starvsfólk í høvuðsstøðini í Canton í Massachusetts. Leiðararnir væntaðu, at tey, sum gjørdu snið til skógvar, vildu hava arbeiðspláss við lættari atgongd til hvønn annan, so teir kundu brain-storma (eitt hugskot, sum teir helst lærdu, tá ið teir tóku MBA). Men tíbetur spurdu teir fyrst skógva-designararnar sjálvar, sum svaraðu, at tað, sum teir høvdu brúk fyri, var at fáa frið og náðir at savna seg um arbeiðið.
Hetta hevði ikki verið nýggj vitan fyri Jason Fried, sum var ein av stovnarunum av 37signals. Frá 2000 og tíggju ár fram spurdi hann hundraðtals fólk (mest designarar, forritarar og høvundar), hvar tey helst vildu arbeiða, tá ið tey skuldu hava nakað frá hondini. Hann fekk at vita, at tey fóru alla aðrastaðni enn á arbeiðsplássið, har tað var ov ófriðarligt, og har tey støðugt blivu órógvað. Tí er tað, at bara átta av teimum 16 starvsfólkunum búgva í Chicago, har 37signals hevur høvuðsstað, og heldur ikki tey skulu møta upp til arbeiðis, sjálvt ikki til fundir. Nettupp ikki til fundir, sum Fried heldur vera eitrandi. Fried er tó ikki ímóti samstarvi, men honum dámar betur samstarv av passivum slag sum teldupost, instant messaging og online kjatt. Ráðini frá honum til onnur eru: ‘Avlýs næsta fund. Og boða ikki til ein nýggjan. Strika hann úr minninum.’
Fólkini, sum Fried hevði samrøðu við, søgdu bart út tað, sum kreativ fólk altíð hava vitað. Franz Kafka, til dømis, toldi ikki at vera saman við nøkrum, tá ið hann arbeiddi, heldur ikki um tað var vakra unnusta hansara:
“Tú segði einaferð, at tú kundi hugsað tær at sitið undir liðini á mær, meðan eg skrivi. Men sært tú, so hevði eg slett ikki kunnað skrivað. Tí at skriva merkir at fara fullkomiliga inn í ein sjálvan; at geva seg upp til sín sjálvs soleiðis og samstundis vera saman við øðrum hevði verið at mist seg sjálvan burtur… Tí kann man ongantíð vera nóg einsamallur, tá ið man skrivar, og tí kann tað ongantíð vera nóg kvirt rundan um ein, tá ið ein skrivar, og tí er tað, at sjálv náttin ikki er nóg nógv nátt.”
*
Rithøvundurin Alex Osborn hevði sum leiðari í lýsingarfyritøkuni BBDO ofta hildið, at starvsfólkini hjá honum vóru ikki nóg kreativ. Tey høvdu góð hugskot, helt hann, men tey vóru varin at koma fram við teimum av ótta fyri kritikki frá starvsfeløgum.
Fyri Osborn var loysnin ikki at lata fólk arbeiða einsamøll, men heldur at taka vandan fyri at verða kritiseraður í bólkaarbeiði burtur. Hann uppfann hugtakið brainstorming, ið er ein tilgongd, har limirnir í bólkinum koma við hugskotum í einum umhvørvi, har tað ikki er loyvt at døma. Í brainstorming eru fýra reglur:
- Ikki døma ella kritisera hugskot
- Koyr á fríhjóli. Jú villari hugkotið er, betri er tað
- Far eftir nøgd. Jú fleiri hugskot, tú hevur, betri er tað
- Bygg víðari á hugskot hjá øðrum í bólkinum
Teoriin hjá Osborn fekk stóra ávirkan, og virkisleiðarar tóku brainstorming til sín við lív og sál. Enn er vanligt í nógvum arbeiðsplássum, at ein upplivir at vera á einum fundi saman við øðrum starvsfólkum í einum rúmi við hvítatalvum, filtpennum og einum yvirdrivið lívligum fundarstjóra, sum eggjar øllum til at taka lut í hesum leiki.
Tað keðiliga við hugkotinum hjá Osborn er bara tað, at brainstorming í bólki virkar ikki í veruleikanum. Ein av fyrstu kanningunum, ið avdúkaðu tað, varð gjørd í 1963. Marvin Dunnette, ið var professari í sálarfrøði, savnaði 48 granskarar innan vísind og 48 leiðarar í reklamufyritøkum, og bað teir taka lut í brainstorming fyri seg sjálvan og í brainstorming í bólki. Dunnette var sannførdur um, at leiðararnir fóru at hava fyrimun í bólkaarbeiði. Hann var ikki so vísur í, at granskararnir, sum helst vóru meira introvertir, høvdu fyrimun av bólkaarbeiði.
Dunnette býtti royndarpersónarnar sundur í 12 bólkar við 4 í hvørjum. Hvør bólkur fekk eitt problem til brainstorming, til dømis fyrimunir og vansar av at vera føddur við einum eyka tumli. Hvør maður fekk eisini eitt líknandi problem til brainstorming fyri seg sjálvan. Síðani vórðu hugskotini tald upp, og samanberingar gjørdar ímillum hugskotini, sum vóru gjørd í bólki, við tey, sum menn høvdu gjørt einsamallir. Fyri at samanbera súrepli við súrepli vóru tey individuellu hugskotini bólkað saman, sum um teir høvdu verið ein bólkur við fýra. Granskararnir mettu eisini um dygdina av hugskotunum eftir einum stiga frá 0 til 4.
Úrslitini vóru eintýdd. Í 23 av teimum 24 bólkunum komu fleiri hugskot, tá ið fólk arbeiddu einsamøll, enn tá ið tey arbeiddu í bólki. Og dygdin á hugskotunum var líka góð ella betri, tá ið tey arbeiddu einsamøll. Og reklamufólkini vóru ikki betri í bólkaarbeiði enn teir møguliga introvertu granskararnir.
Síðani tá er 40 ára gransking komin til somu niðurstøður. Kanningar vísa, at avrikini versna, so hvørt sum bólkastøddin verður størri: bólkar við níggju koma við færri og verri hugskotum enn bólkar við seks, sum aftur klára seg verri enn bólkar við fýra. Próvtilfarið frá granskingini sigur, at vinnulívsfólk mugu vera óð í høvdinum at brúka brainstorming í bólki, sigur organisatiónssálarfrøðingurin Adrian Furnham. Um tú hevur gávurík og motiverað fólk, skalt tú eggja teimum til at arbeiða einsamøll, um kreativitetur og effektivitetur skulu raðfesast, sigur hann.
Einasta undantakið frá hesum er brainstorming online. Tá ið tað er væl skipað, kann elektronisk brainstorming í bólki roynast betur enn fyri seg sjálvan; størri bólkurin er, betri verður úrslitið. Tað sama er við akademiskari gransking – professarar, ið samstarva elektroniskt langt frá hvørjum øðrum kunnu skapa úrslit, ið hava størri ávirkan enn hjá teimum, sum arbeiða einsamallir, ella sum samstarva andlit til andlits.
Hetta átti ikki at komið óvart á okkum; sum sagt, var tað styrkin í elektroniskum samstarvi, ið gav íkast til nýbólkahugsanina. Hvat annað enn ein risastór elektronisk brainstorming skapti Linux ella Wikipedia? Men vit eru so hugtikin av samstarvi online, at vit yvirmeta alt bólkaarbeiði. Vit duga ikki at síggja, at tað at vera við í einum arbeiðsbólki online er eitt slag av einsemi. Ístaðin halda vit, at tað, sum virkar í samstarvi online, eisini virkar, tá ið vit arbeiða andlit til andlits.
Hóast øll hesi árini við mongum prógvum fyri, at vanlig brainstorming í bólki ikki virkar, er hon so væl umtókt sum nakrantíð. Fólk, sum eru við í brainstorming, halda ofta, at bólkurin, tey vóru í, kláraði seg betur, enn hann veruliga gjørdi, og er tað ein av høvuðsorsøkunum til, at brainstorming framvegis er so høgt í metum – brainstorming í bólki ger, at fólk føla, at tey koma hvørjum øðrum við. Og tað kundi verið eitt mál, um vit halda, at sosialt lím er vinningurin, og ikki kreativitetur.
*
Sálarfrøðingar vísa vanliga á tríggjar orsakir til, at brainstorming í bólki ikki virkar. Ein er sosial leti: í einum bólki eru altíð nøkur, sum seta seg afturá og lata onnur gera arbeiðið. Ein onnur er blokering: bara ein kann tosa ísenn og koma við sínum hugskoti, meðan øll hini í bólkinum mugu sita passiv og bíða. Og ein triðja er sosialur ótti, sum er, at fólk eru bangin fyri at virka tápulig í eygunum á hinum.
Reglurnar hjá Osborn um brainstorming vóru ætlaðar at koma hesum ótta til lívs, men kanningar benda á, at ótti fyri at verða eyðmýktur hevur nógv at siga. Í kappingarárinum 1988-89 spældu tvey kurvabóltslið í NCAA ellivu dystir við ongum áskoðarum, tí at meslingar gingu. Bæði liðini spældu nógv betur uttan áskoðarar.
Búskaparfrøðingurin Dan Ariely legði merki til eitt fyribrigdi av sama slag, tá ið hann gjørdi eina kanning, har hann bað 39 luttakarar loysa orðagátur, nevnd anagramm, antin einsamøll við egið skriviborð ella við áskoðarum. Ariely væntaði, at tey fóru at klára seg betur við áskoðarum, tí teir fóru at vera motiverandi. Men tey kláraðu seg verri. Ein áskoðarafjøld kann vera eggjandi, men hon er eisini stressandi.
Óttan fyri, hvat onnur halda, kunnu vit ikki gera so nógv við. Ein kundi trúð, at tað bar til at fáa bilbugt við honum við viljastyrki ella venjing ella onkrum bólkavirksemi sum tí hjá Osborn. Men nýggj gransking innan neurovísind bendir á, at ótti fyri døming stingur djypri og røkkur longri, enn vit nakrantíð kundu trúð.
Ímillum 1951 og 1956, júst um somu tíð, sum Osborn kom fram við styrkini í brainstorming í bólki, gjørdi sálarfrøðingurin Solomon Asch eina røð av royndum um vandan við bólkaávirkan. Asch býtti nakrar sjálvbodnar studentar sundur í bólkar og fekk teir at taka eina test í at síggja. Hann vísti teimum eina mynd av trimum linjum, ið vóru ymiskar í longd, og spurdi, hvør var longri enn onnur, og hvør var líka long sum ein fjórða linja og so víðari. Spurningarnir vóru so einfaldir, at 95% av studentunum svaraðu øllum spurningunum rætt.
Men tá ið Asch lat sjónleikarar vera við í bólkunum, og sjónleikararnir við sjálvsáliti valdu tað sama skeiva svarið, fall talið á studentum, sum svaraðu rætt, niður í 25%. Tað vil siga, at heili 70% av luttakarunum lótu seg ávirka av tí skeiva svarinum, sum bólkurin valdi.
Royndirnar hjá Asch vístu styrkina í konformiteti, og tær vóru gjørdar um sama mundið, sum Osborn royndi at loysa okkum úr hesum hafti. Tað, sum tær ikki søgdu, var, hví vit so fegin vilja apa okkum eftir hvørjum øðrum. Hvat hendi inni í høvdinum á hesum fólkunum? Var teirra fatan, hvussu langar linjurnar vóru, broytt av trýsti frá hinum, ella svaraðu tey skeivt við vilja av ótta fyri at virka løgin? Í áratíggju hava sálarfrøðingar sett henda spurning.
Við heilaskanning ber nú til at nærkast einum svari. Í 2005 gjørdi neurovísindamaðurin Gregory Berns av at gera eina nýggja útgávu av tí, sum Asch royndi umleið 50 ár frammanundan. Við í kanningini vóru 32 sjálvboðin fólk, menn og kvinnur í aldrinum 19 til 41 ár. Tey sjálvbodnu fingu at síggja tveir ymiskar trý-dimensionellar lutir á einum telduskíggja, og skuldu so gera av, um tann fyrri luturin kundi verða snaraður soleiðis, at hann var sama slag sum tann seinni. Tey, sum gjørdu kanningina, nýttu skannara at taka myndir av heilunum hjá teimum sjálvbodnu, tá ið tey samdust við hini í bólkinum, ella tá ið tey høvdu aðra meining.
Úrslitini vóru bæði ørkymlandi og sigandi. Fyri tað fyrsta undirbygdu tey niðurstøðurnar hjá Asch. Tá ið tey sjálvbodnu spældu einsamøll, vóru 13,8% av svarunum skeiv. Men tá ið tey spældu saman í bólki, har limirnir samdust um at svara, vóru 41% av svarunum skeiv.
Men kanningin hjá Berns varpaði eisini ljós á, hví vit vilja líkjast øðrum. Tá ið tey sjálvbodnu spældu einsamøll, vísti heilaskanningin virksemi í occipitallepanum og parietallepanum, ið eru øki í heilanum, sum hava samband við sjón og fatan av rúmd, og í frontallepanum, ið hevur samband við tað at taka avgerðir. Men tá ið tey vóru saman við bólkinum, var virksemið í heilanum eitt heilt annað.
Tað, sum Asch hevði roynt at finna útav, var, um fólk samdust, hóast tey vistu, at bólkurin fór skeivur, ella um tey broyttu uppfatan av at vera í bólkinum. Um tað fyrra var rætt, skuldu Berns og hansara fólk sæð størri virksemi í frontallepanum í heilanum, sum hevur við avgerðir at gera. Tað vil siga, at heilaskanningin skuldi víst, at tey sjálvbodnu tóku tilvitaða avgerð um at vraka sína egnu hugsan fyri at laga seg eftir bólkinum. Men um heilaskanningin vísti størri virksemi í tí partinum av heilanum, ið hevur við sjón og rúmfatan at gera, hevði tað verið ein ábending um, at bólkurin onkursvegna hevði fingið tann einstaka at skifta meining.
Og tað var júst tað, sum hendi – konformistarnir (tey, sum vilja vera sum hini) høvdu minni virksemi í frontaløkinum, ið hevur við avgerðir at gera, og størri virksemi í økinum, ið hevur við uppfatan at gera. Bólkatrýst er sostatt ikki bara ódámligt, men fær teg eisini at broyta hugsan.
Hesi kanningarúrslit vísa, at bólkar virka soleiðis, at um bólkurin heldur, at svarið er A, so er meira sannlíkt, at tú eisini heldur, at A er rætta svarið. Tað er ikki soleiðis, at tú tilvitað hugsar ‘Hmm, eg veit ikki rættiliga, men øll hini siga, at svarið er A, so eg sigi bara tað sama.’ Heldur ikki er tað so, at tú hugsar: ‘Eg vil hava tey at halda av mær, so eg lati sum um, at svarið er A.’ Nei, tú gert nakað, sum er meira óvæntað – og ófrættakent. Tey flestu av teimum sjálvbodnu í kanningini hjá Berns søgdu, at tey samdust við bólkin, tí tey hildu, at tey sjálv vóru komin til sama svar. Tey vóru fullkomiliga blindað og sóu ikki, hvussu nógv tey vóru ávirkað av bólkinum.
Hvat hevur hetta at gera við sosialan ótta? Jú, tey sjálvbodnu í kanningunum hjá Asch og Berns vóru, sum sagt, ikki altíð samd við hinum. Viðhvørt valdu tey tað rætta svarið, hóast trýstið frá hinum. Og Berns og hansara fólk løgdu til merkis, at í hesum løtum vaks virksemið í amygdala, ið er eitt lítið organ ímillum frontallepan og temporallepan, og sum hevur samband við órógvandi kenslur, til dømis ótta fyri ikki at verða góðkend.
Berns sigur um hetta, at um tú hugsar sjálvstøðugt, mást tú líða, og tað er sera álvarsamt í einum størri samanhangi. Nógvar avgerðir í samfelagnum sum til dømis politisk val og nevningating, og sjálv reglan um, at meirilutin ræður, hava sum grundvøll, at røddir tala við ymiskum meiningum. Men tá ið bólkurin veruliga er førur fyri at broyta okkara uppfatan, og tá ið tað at standa einsamallur førir til frumkendar, sterkar og ótilvitaðar kenslur av at verða vrakaður av hinum, verður niðurstøðan, at hesar avgerðir byggja á ótrygga grund.
*
Samstarv andlit til andlits er hóast alt ikki so einfalt, sum lýst frammanfyri. Steve Wozniak arbeiddi saman við Steve Jobs til dømis, og uttan tað samstarvið hevði Apple ikki verið til. Kanningar vísa, at samvirkan andlit til andlits kann skapa álit á ein hátt, sum samvirkan online ikki kann.
Eg mæli tí til ikki at halda uppat at samstarva andlit til andlits, men at menna mátan at gera tað. Eitt er at skapa góð introvert-ekstrovert sambond, har leiðsla og aðrar uppgávur eru tillutaðar eftir, hvørjar styrkir fólk hava, og hvussu tey eru av lyndi. Tey toymi, sum virka væl, eru samansett av einari góðari blanding av introvertum og ekstrovertum, vísa kanningar, og so er eisini við leiðslubygnaði.
Umstøðurnar skulu eisini vera soleiðis, at fólk skulu kunna ganga runt, og rýma inn í teirra egna arbeiðsstað, tá ið tey hava tørv á at fokusera, ella bara at vera einsamøll. Í skúlunum skulu børn læra at arbeiða saman við øðrum – kooperativ læring er gagnlig, um hon er gjørd við skili og við máta – men eisini fáa tíð fyri seg sjálv til miðvísar venjingar. Tað er eisini vert at hava í huga, at nógv fólk – ikki minst introvert sum Steve Wozniak – hava tørv á serliga friðarligum og egnum umstøðum, um tey skulu fáa sum mest burturúr.
Summar fyritøkur eru við at fáa eyguni upp fyri virðinum í kvirru og einsemi, og gera arbeiðsplássið smidligt við einari blanding av opnum økjum, støðum fyri einstaklingar, friðsælum økjum, økjum til at møtast tilvildarliga, kaffistøðum, lesirúmum, teldudeplum og øðrum. Hetta slagið av arbeiðsplássum er fyrimunur fyri bæði introvert og ekstrovert, tí tað er møguligt at taka seg aftur.
Eg kundi hugsað mær, at Wozniak sjálvur hevði tikið undir við hesi gongdini. Áðrenn hann gjørdi Apple PC’aran, gjørdi Woz snið til lummaroknarar hjá Hewlett-Packard, og tað var eitt arbeiði, honum dámdi væl, tí hjá HP var so lætt at koma á tal við onnur. Hvønn dag kl. 10 fyrrapart og kl. 2 seinnapart varð eitt kaffiborð rullað inn, har fólk kundu práta og deila hugskot. Tað, sum gjørdi hesar løtur so serligar, var, at tær vóru so friðsamar og avslappaðar. Woz minnist HP sum eitt úrvalslið, har tað ongan týdning hevði, hvussu tú sást út, har tú ikki vart mettur eftir sosialum spæli, og har eingin royndi at trýsta hann frá tí elskaðu verkfrøðini til at blíva leiðari. Tað var tað, sum samstarv var fyri Woz: møguleikin fyri at fáa sær ein kaffimunn og hugleiða saman við róligum og illa klæddum starvsfeløgum, sum ikki vóru dømandi, og vóru fullkomiliga líkaglaðir, nær hann rýmdi inn aftur í klivan at arbeiða.