Onki úrslit
Aftur til miðnámsrit

Skúlablaðið er viðkomandi - viðtal við ritstjóran Turið Kjølbro

Eftir Tórður Johannesarson í miðnámsrit 13, mai 2017

Nær byrjaði Skúlablaðið?

Blaðið hevur 85 ár á baki í ár. Nakrar royndir vóru at geva blaðið út fyrr, fyrsta royndin var longu í 1923, og í tvey ár í fjørutiárunum komu eingi bløð út; samanlagt siga vit, at blaðið, soleiðis sum vit kenna tað í dag, hevur 85 ár á baki. Fyrsti blaðstjórin var Jákup av Skarði, útgevarin var Føroya kennarafelag sum Føroya Lærarafelag æt tá. Formaður Føroya kennarafelags tá var Mikkjal á Ryggi. Sum skilst í nógvum av teimum fyrstu Skúlabløðunum, fingu føroyskir lærarar danska fakblaðið Folkeskolen.

Nær byrjaði tú at starvast á blaðnum?

Eg byrjaði 1. januar 2002; sostatt havi eg havt Skúlablaðið um hendi í 15 ár. Í 2001 var eg blaðfólk á Sosialinum og gjørdi samrøðu við Emmy S. Joensen, ið er stjóri á Sernámi í dag. Tá sat hon í nevndini í Lærarafelagnum, meðan hon var skúlastjóri á Giljanesi; eg var so nasadjørv at siga við hana, at eg helt ikki, at Skúlablaðið var serliga áhugavert, og at eg kundi gera tað nógv meira áhugavert og viðkomandi. Stutt eftir varð eg ringd upp og spurd, um eg vildi átaka mær at ritstjórna blaðið; fyrst skuldi eg til samrøðu við nevndina; Elsa Birgitta P. Petersen var forkvinna í nevndini, og Magnus Tausen var eisini í nevndini tá. Eftir fundin fekk eg blaðið um hendi. Seinni sama ár, 1. september, fór eg í starv sum ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags hálva tíð; eg eri útbúgvin cand. phil í norðurlendskum, serliga føroyskum bókmentum og máli. Sostatt kom eg tá at arbeiða burturav í húsinum hjá Lærarafelagnum, hálva tíð sum blaðstjóri á Skúlablaðnum og hálva tíð sum ritstjóri á Bókadeildini.

Hvønn týdning hevur Skúlablaðið havt, og hvønn týdning hevur tað nú á døgum?

Skúlablaðið hevur eftir førimuni altíð roynt at varpað ljós á viðurskifti hjá lærarum, lærarayrkið sum heild og eisini meira breitt á skúlapolitikk og næmingar og viðurskifti teirra. Hyggur tú ígjøgnum bløðini frá teimum fyrstu árunum, so sært tú, at blaðstjórnirnar skriva um skúlamál, sum eru uppi í tíðini; bløðini vóru ikki so reglulig, og nakað av tilfarinum hevur verið tað, eg kalli ífyllutilfar. Góðskan hevur verið misjøvn gjøgnum tíðirnar, summi tíðarskeið hevur blaðið verið sera virkið, og tilfarið gott og viðkomandi, onnur tíðarskeið hevur tað verið av lakari góðsku.

Í míni tíð havi eg lagt stóran dent á at hava greinir, samrøður og umrøður av evnum, sum hava við lærarayrkið í breiðastu merking at gera. Í grundini er alt, sum hevur við skúlaskap, skúlaverkið, skúlapolitikk, útbúgvingarviðurskifti, námsfrøði, børn og uppaling at gera, áhugavert. Blaðið hevur sett dagsskránna til tíðir, tikið evni upp, sum hinir miðlarnir hava tikið við og viðgjørt víðari; í 2007 fekk blaðið heimasíðu, og hon hevur mangan verið og verður dúgliga siterað í øðrum miðlum. Fólkaskúlin hevur størri týdning fyri samfelagið, enn flestu okkara hugsa um; hann er fortreytin fyri okkara samfelag, vælferðini og allari menning; lærarar hava tískil eina so sera stóra uppgávu og ábyrgd. Eftir mínum tykki hevur blaðið týdning, ikki minst at vera málgagn hjá felagnum, eisini mótvegis myndugleikunum til allar tíðar at varpa ljós á, hvussu umstøðurnar eru at reka ein góðan fólkaskúla.

Hvussu samskipa tit heimasíðu og blaðið?

Blaðið kemur út 6 ferðir um árið, og tá ið blaðið kemur út, verða aðrir vinklar úr greinum í blaðnum tiknir upp í øðrum greinum á heimasíðuni. Á henda hátt verða evnini í greinunum lýst gjøllari, og tað hevur týdning, haldi eg. Hetta kundi verið gjørt uppaftur meira, um fleiri fólk vóru knýtt at blaðnum.

Er tað ein avbjóðing at finna tilfar? Ella mugu tit vísa tilfar frá tykkum?

Eg vil ikki siga, at eg vísi tilfar, sum er viðkomandi, frá mær; bara tilfar, sum eg ikki haldi hoyrir heima í blaðnum, vísi eg frá mær, umframt tilfar sum hevur staðið á prenti áður; nálareygað til heimasíðuna er ikki líka tepurt. Blaðið er so mikið kostnaðarmikið at gera, at tilfarið eigur at verða gjølla umhugsað. Vanliga er tað ikki ringt at fáa til vega tilfar, men við skiftandi blaðfólkum, so kann tað viðhvørt vera ein avbjóðing at hava nóg mikið av fólki at heita á at skriva.

Eru lærarar raskir at lata blaðnum tilfar?

Lærarar kundu verið raskari at latið blaðnum tilfar. Tað hevur stóran týdning, haldi eg, at evni verða lýst úr sjónarhorninum hjá lærarum.

Sært tú fyri tær, at blaðið so við og við verður bara teldutøkt?

Henda spurningin hugsi eg javnan um, tí tað er eingin loyna, at tað er fíggjarliga tungt at framleiða bløð. Fyri 10 árum síðan fekk blaðið heimasíðu, men sum eg skilji tað, eru tað ikki lærarar, sum eru oftast inn á hesi síðuni; heldur eru tað onnur við áhuga fyri skúlaviðurskiftum, sum vitja síðuna oftast. Í Talis-kanningini kom fram, at flestu lærarar lesa blaðið, nógvir teirra lesa tað mestsum á tamb, men hesir somu fara ikki líka ofta inn á heimasíðuna. Tað kann hugsast, at hetta er broytt, tí kanningin er gjørd fyri eini tíð síðan. Kemur tað hartil, at vit fara frá einum prentaðum blaði til bara at hava eina heimasíðu, so hugsi eg, at tað verður ein øðrvísi tíðindaflutningur, og at hesin fer at krevja annað og meira.

Sært tú fyri tær, at Skúlablaðið fevndi um miðnám? Ella er rúm fyri báðum?

Henda spurningin havi eg fingið fyrr; eg haldi, at tað er nevndin í Lærarafelagnum, sum eigur at svara honum. Skal eg geva eitt varið svar, so kann eg siga, at skuldi tað verið, at blaðið fevndi um annað enn fólkaskúlan, so hevði blaðið verið munandi umskipað samanborið við í dag, kanska fleiri útgávur, størri bløð, og fleiri fólk knýtt at tí. Í blaðnum, soleiðis sum tað sær út í dag, er ikki pláss fyri báðum.

Er hetta eitt fakfelagsblað ella eitt fakligt blað? Ella bæði og? Hava tit nakra redaktiónella linju fyri, hvat kann koma í blaðið? Skúlablaðið er eitt fakfelagsblað og eitt fakblað. Redaktiónella linjan er, at greinirnar skulu vera viðkomandi fyri lærarar at lesa; av tí at allir lands- og kommunalpolitikarar umframt skúlastýrislimir (harvið foreldur) fáa blaðið, so er tilfar, sum er av skúlapolitiskum og uppalingarligum slag eisini viðkomandi. Tilfar, sum ikki er viðkomandi, fær ikki innivist í blaðnum.

Aðrar greinar í miðnámsrit 13